fríggjadagur 31. mars 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 64 - 30. mars 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 64 - 31. mars 2000
Jákup Mørk
StÍF-Kyndil 28-24 (14-12)
Dysturin, sum í fjør var
avgerandi fyri, hvar FM-
heitið skuldi enda, var í ár
fullkomuliga uttan týdn-
ing, og tískil bar til at fram-
skunda dystin til miku-
kvøldið.
StÍF var undan dystinum
fýra stig framman fyri
Kyndil og fýra stig aftan
fyri VÍF, og tí var longu
avgjørt, at bronusmerkini
undir øllum umstøðum
skuldu inn á Skála.
Hóast hetta var seinasti
dysturin hjá báðum liðun-
um, so vórðu eingi bronsu-
merki at síggja inni á Skála
mikukvøldið, men verða
hesi ístaðin handa í Vest-
manna leygardagin, saman
við gull- og silvurmerkj-
unum.
Um dystin sjálvan er ann-
ars ikki tað stóra at skriva.
Frá byrjan av var sjón-
ligt, at liðini lítið og einki
Týdningarleysur
sigur
Hondbóltur, menn: Dysturin millum StÍF og Kyndil var merktur av, at
hvørki av liðunum hevði nakað at spæla fyri
høvdu at spæla fyri, og ser-
liga tóktust havnarmennin-
ir at hava striltið við at taka
dystin í nóg stórum álvara.
Eftir eitt time-out tíðliga
í hálvleikinum, kom tó
meira glið á spælið, og
Kyndil vann seg fram um
strandingar, áðrenn hesir
svaraðu aftur.
Nakað av lívi kom nú í
fáu áskoðararnar, sum
vóru møttir til dystin, men
hóast hesi royndu at gera
sítt, so varð talan ongantíð
um nakran dyst, sum veru-
liga fekk sinni á leikarum
ella áskoðarum upp á kók.
Týdningurin av dystinum
var snøgt sagt ov lítil.
Seinni hálvleikur gekk
við sama lag. Ferðin kom
ongantíð longur enn upp í
triðja gear, og eftir at
Kyndil fekk tað betru
byrjanina, so kom meira
glið á spælið hjá strandin-
um sum hálvleikurin leið.
Tað skal tó eisini sigast,
at nógvu strandamálini
seinnu hálvu av hesum
hálvleikum, líka so nógv
skyldaðust, at Kyndilsleik-
ararnir spældu sera ókon-
sentrera hesa løtuna, og at
strandingar tískil kundu
seta fleiri kontraálop í
gongd.
Móti endanum av dyst-
inum kom leikandi venj-
arin, Jónleif Sólsker, á
vøllin, og hann mundi fáa
flestu
klappini
henda
dagin, tá hann skeyt trý
mál rað.
Hann kundi eisini skotið
seinasta málið í dystinum,
men hann var ov seinur at
renna eftir bóltinum, tá
strandingar fingu brots-
kast, og tískil varð tað
ístaðin Bent Djurhuus,
sum slapp at skjóta sein-
asta fyrstudeildarmálið á
Skála á hesum sinni.
Spenningurin verður í
Vestmanna
Sostatt endaðu strandingar
árið við einum sigri, og
hóast alt, so mundi kenslan
ikki vera so galin koritni.
Kanska serliga hjá Svein-
birni, sum eftir dystin boð-
aði frá, at hetta so avgjørt
var seinasti dystur hansara
í fyrstu deild. Hetta hevur
hann tó sagt fyrr, so…
Kanska var eisini talan
um seinasta dystin hjá Jón-
leifi í hvíta búnanum, men
eftir dystin segði hesin tó,
at hann enn ikki hevði tikið
avgerð um nakað sum
helst.
Mótstøðumaður hansara
á beinkinum, Sophus Dahl
Christiansen, verður so,
um einki óvæntað hendir,
eisin í venjarasessinum hjá
Kyndli komandi kapping-
arárið, og ivaleyst hevur
hann vónir um, at Kyndil
kann gerast drúgvari kom-
andi vetur.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Leivur Justinussen 7
(1), Artur Johansen 5 (2),
Pauli Hansen 4, Jónleif
Sólsker 3 (1), Sveinbjørn
Poulsen 3, Marius Joensen
2, Karsten Danielsen 2,
Bent Djurhuus 1 (1), Poli
Hansen 1
Kyndil: Hans Áki Dahl
Christiansen 8 (1), Jacob
Jónsson
7
(2),
Rúni
Poulsen 3 (1), Regin
Petersen 3, Bjarni Wardum
2 (1), Uni Wardum 1 (1),
Brotskøst:
StÍF 6, Kyndil 8
Útvísingar:
StÍF 5, Kyndil 5
Dómarar úr Neistanum/
H71:
Kristian
Johansen
og
Kristian Martin Skála
JÁKUP MØRK
Eftir at Kyndil og StÍF
mikukvøldið høvdu leikt
seinasta dystin í hesum
kappingarárinum, hittu vit
venjararnar báðar á málið.
Vit settu teimum báðum
tríggjar stuttar spurningar:
Hvat heldur tú vera ávíka-
vist positivt og negativt við
kappingarárinum fyri tykk-
ara viðkomandi:
Sophus: Fyri at taka tað
negativa fyrst, so haldi eg,
at vit hava verið ov óstøð-
ugir í avrikum okkara. T.d.
eru fleiri dystir, har vit
hava ligið til at vunnið,
men sum vit síðani hava
tapt í seinastu løtu. Vit eru
tó sjálvir greiðir um henda
trupulleika, og tað mugu
vit so arbeiða við til kom-
andi kappingarár.
Mest positiva er sjálv-
andi, at vit megnaðu at
vinna steypafinaluna.
Eitt annað, sum eg haldi
vera keðiligt, at vit fram-
haldandi hava sjey lið í
bestu deildini. Eftir mínari
fatan, átti hetta at verið
skorið niður í seks lið, so-
leiðis at vit fingu heldur
færri dystir, men við størri
kvaliteti í einstøku dyst-
unum.
Jónleif: Fyri okkara part
hevur tað mest positiva
verið, at vit megnaðu at
vera partur av toppinum so
at siga alt kappingarárið.
At tað so kiksaði móti
Neistanum næst seinasta
vikuskifti, er so avjørt tað,
sum hevur verið mest
skuffandi. Serliga var tað
hátturin, sum vit taptu upp
á, sum eg haldi vera keði-
ligur, tí vit høvdu allar
møguleikar at avgera dyst-
in. Somuleiðis tá vit taptu
móti Kyndli í Havn, har vit
høvdu eina greiða leiðslu,
men kortini taptu dystin.
Annars eri eg fullkomu-
liga samdur við Sophus, tá
hann sigur, at talið av lið-
um í bestu deildini eigur
at verða skorið niður í
seks. Um eitt felag ikki
klárar at manna eitt, so er
altso eingin orsøk at vera
við í fyrstu deild.
Hvat lið halda tit fer at
vinna
gulldystin
í
Vestmanna:
Jónleif: Eg havi tippað VÍF
fyrr, og tað geri eg fram-
vegis
Sophus: VÍF hevur roynd-
irnar. Teir hava verið í
toppinum fyrr, meðan
Neistaleikararnir ikki eru
so vanir við leiklutin. Tað
sá man kanska eisini í
steypafinaluni, har teir føra
nógv, men har vit kortini
megna at venda dystinum.
Hinvegin hevur Neistin
nakrar skjúttar, sum kunnu
avgera alt sjálvir, um teir
sleppa fram at.
VÍF vinnur
Tað vóru venjararnir hjá Kyndli og StÍF samdir um eftir dystin mikukvøldið
Sveinbjørn Poulsen spældi sín síðsta dyst fyri StÍF mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Bæði Sophus Dahl Christiansen, omanfyri og Jónleif
Sólsker, niðanfyri, vænta at tað verður VÍF sum strýkur
avstað við gullinum leygardagin
Myndir: Álavur Haraldsen
TERJI NIELSEN
Nú er nakað væl útliðið,
síðani teir báðir Pól Thor-
steinsson og Henning Jarn-
skor vóru og royndarvandu
við íslendska felagnum, og
nú er so greitt, at í hvussu
so er Pól Thorsteinsson fer
at skifta til íslendska fel-
agið. Pól og Valur, sum
spælir í næstbestu ísl-
endsku deildini, eru komin
ásamt um persónligu við-
urskiftini hjá vágbingin-
um, og fyrsta dagin verður
endaliga sáttmálin so und-
irskrivaður.
Hjá Henningi er einki
avgjørt enn
Nógv bendir á, at Pól
Thorsteinsson fær gøtu-
mannin Henning Jarnskor
sum liðfelaga í Vali. Ís-
lendska felagið er komið
ásamt við GÍ um samsýn-
ingina, sum gøtumenn
Pól fer til Íslands
Fótbóltur: Nú er greitt, at landsliðsleikarin Pól Thorsteinsson úr VB, skal spæla við íslendska felagnum Valur.
Enn er tó ikki greitt, um hann fær ein annan føroyskan landsliðsleikara, Henning Jarnskor, sum liðfelaga, hóast
tað er nógv, sum bendir á tað
skulu hava fyri at lata
landsliðsmannin fara til Ís-
lands, men enn eru persón-
ligu
viðurskiftini
hjá
Henningi ikki komin upp
á pláss. Henning sigur við
Sosialin, at samráðingarn-
ar millum hann og Val
halda fram, men hann
roknar ikki við, at nøkur
endalig avgerð verður tikin
fyrr enn hendan vikan er
komin at enda.
Tað er tó eisini okkurt,
sum kundi bent á, at ís-
lendingarnir kenna seg
rættuliga tryggar í at fáa
bæðI Pól og Henning til
Íslands, tí at heimasíðuni
hjá
felagnum,
www.valur.is, er ein lýs-
ing, har felagið søkir eftir
tveimum ella trimum íbúð-
um sum skjótast, og man
tað ikki vera við føroysku
leikarunum í huga, at
hendan lýsingin er gjørd?
TERJI NIELSEN
Badmintonárið 1999/2000
er við at fara aftur um bak,
og nú er bert føroyameist-
araskapurin eftir at spæla
um. Stóru Grand Prix
kappingarnar eru lidnar, og
í hesum kappingum hava
nógvir dystir verið spældir
í vetur. Tey vaksnu hava
spælt ikki færri enn tíggju
umfør í Grand Prix kapp-
ingini, meðan børnini hava
spælt fimm umfør.
Elin og Erland vunnu
hjá teimum vaksnu
Hjá monnunum var tað
ikki óvæntað Erland Poul-
sen, ið gjørdist vinnari av
samlaðu Grand Prix kapp-
ingini í ár. Erland hevur
seinnu árini verið nógv
tann stinnasti badminton-
leikarin her á landi, og
hann er eisini stórfavorittur
til at vinna føroyameistara-
heitið, sum spælast skal
um miðskeiðis í apríl mán-
aða. Erland fekk samanlagt
2.345 stig, meðan Regin
Hammer,
ið
gjørdist
nummar tvey fekk 2.320
stig. Á triðjaplássinum
kom veteranurin Heðin
Joensen við 1.770 stigum.
Hesir eru allir úr HBF.
Vinnari hjá kvinnunum
gjørdist Elin Jacobsen úr
HBF. Hon fekk samanlagt
2370 stig, meðan Ingun
Hansen úr Stráluni á øðr-
umplássi fekk 2310 stig.
Triðbesta kvinnan gjørdist
Guri Poulsen úr HBF, sum
fekk 2295 stig, so talan var
um eina rættuliga javna
kapping hjá kvinnunum.
Erland og Ragnar
fingu sera gott úrslit
í Íslandi
Í vikuskiftinum vóru teir
báðir Erland Poulsen og
Ragnar Rasmussen í Ís-
landi, har teir tóku lut í
stórari badmintonkapping
í Reykjavík. Umframt teir
báðar føroyingarnar, so
vóru eisini fleiri aðrir út-
lendingar við í kappingini,
millum annað nakrir sera
sterkir danskir leikarar.
Erland og Ragnar leiktu
í A-bólkinum, sum er
næstbesti bólkurin, og í
tvímansleiki eydnaðist tað
teimum báðum at spæla
seg í finaluna og eisini
vinna hana. Í einmansleiki
kom Ragnar í hálvfinal-
una, meðan Erland tapti í
fjórðingsfinaluni.
Unglingalandslið til
Svøríkis
Í mai mánaða fer eitt før-
oyskt unglingalandslið til
Svøríkis, har tað skal taka
lut í eini stórari opnari
kapping við luttakarum úr
nógvum londum. Hetta er
ein afturvendandi kapping,
sum føroyskir badminton-
ungdómar hava tikið lut í í
nógv ár. Hvørji tey verða,
sum skulu til Svøríkis at
umboða Føroyar, verður
ikki greitt fyrr enn um
miðjan apríl mánað, tá Ið
tey skulu spæla um at
sleppa við.
Annars verður føroya-
meistarakappingin
hjá
teimum ungu hildin nú í
vikuskiftinum. Tá Ið so
føroyameistaraheitið hjá
teimum vaksnu verður av-
gjørt um miðjan apríl mán-
að, er badmintonárið 1999/
2000 av her heima.
Seinastu umførini í Grand Prix kappingunum í badminton í vetur eru nú spældar, og bæðI hjá vaksnum og børnum
hevur man nú funnið vinnararnar
Grand Prix kappingarnar
í badminton lidnar
Nú er greitt at føroyski
landsliðsleikarin Pól
Thorsteinsson fer at
skifta til íslendskan
fótbólt har hann skal
leika við felagnum
Valur, sum spælir í
næstbestu íslendsku
deildini
Frá vinstru: Nr. 2 Ingun Hansen, Strálan, nr. 1 Elin
Jacobsen, HBF og nr. 3 Guri Poulsen, HBF
Frá vinstru: Nr. 2 Regin Hammer, HBF, nr. 1 Erland
Poulsen, HBF og nr. 3 Heðin Joensen, HBF
Lesið ítróttin
á
internetinum
www.sosialurin.fo