Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 64 - 30. mars 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 64 - 31. mars 2000 Fríggjadagur 31. mars Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN Dugandi frásøgufólk Hegni at siga frá (á donskum: fortæl- lerkunst) hevur altíð verið høgt í met- um millum fólk, sum hava áhuga fyri søgu, fólkalívi og samtíðarviðurskift- um, og í so máta svíkja loftmiðlarnir ikki okkum, sum tíma at lurta. So ymsar søgur, ymisk frásøgufólk og tó hvørt í sínum lagi áhugaverd. Tey hava dugað væl at fortelja, í útvarpinum millum annað Carl Hee- rup, Árni Bass og í kvøld Erland, frá- farni bátsmaður, á Rás 2 Ingi, Hjørleif og seinast Halden og í Vitanum á Lindini millum annað Bláhamar og Hentze og so ikki at forgloyma Miki- nesfólkini í SvF, men tann sendingin var eisini væl styrkt av heilt fantast- iskum upptøkumyndum. Nýggja re- portaguklípið Breddin í SvF týskvøld er javnan áhugavert. Og hóast blaðummæli ikki hoyrir við til henda leik fari eg kortini at loyva mær at rósa Sosialinum fyri teirra søgur úr Nólsoy um Frederikkarnar báðar og ikki minst um handa virkna drongin, og oman á alt, so er leyg- ardags-Viðskerin hjá Dimmalætting altíð verdur at lesa. Kortini fari eg at ivast í, um nútíðar- innar børn og ung tíma so væl sum vit onnur meira tilkomin at lýða á frá- sagnir, og hví man so vera? Man hugflogið vera ov mikið mettað og harvið skert av discount raðsending- um á parabolinum? Tað man annars vera sera trupult at gera føroyskar barna- og ungdóms- sendingar, sum fanga nóg væl. Tí er tað ov lætt hjá okkum øðrum bara at finnast at, men eg kann altso ikki gera við, at eg heilt einfalt ongantíð havi orkað fyri hasum vøsuta og larmandi Gísmundi í barnaútvarpinum. Eg toli hann heilt einfalt ikki, og bara melið í honum er nóg mikið at spilla mær dagin. At hugsa sær til, at neyvan eru sein- astu tónarnir av tignarligu morgunan- daktini tagnaðir, so senda tey handan dumma hundin fyri fullum drøni beint í hølunum á morgunhalguni at reita ein upp restina av degnum. Og mínsann, um ikki umaftur um nátturðamálið beint í hølunum á van- liga góðum sendingum millum 5 og 6. Tað gav at bíta herfyri, tá landsins hóast alt kosnu fólk viðgjørdu polit- isku framtíðarstøðu Føroya í Fimm- aranum, og kjakið sum so ofta áður fyrst móti endanum gjørdist so heitt, viðkomandi og spennandi, at minnist meg rætt ta ferðina, so fingu teir eina heila Strandferðaferju at bíða eftir Ed- mundi, meðan hann slapp at tosa seg lidnan, men Gísmundur kundi altso ikki bíða og fast takið honum ella tí ábyrgdarhavandi programfólkinum. Bevares, og kanska var tað júst hóskandi at enda hetta politikaraorða- skiftið við at skrúva for frá Gísmundi og hansara kvalandi fjasi. Men nú er Gísmundur jú ætlaður børnum, og vónandi dáma børnum Gísmund, og tey taka ikki við hans- ara málsligu ónollum. Vónandi eri bara eg einsamallur farin heilt skeivur av Gísmundi og havi einki skilt av genialitetinum, og egent- liga átti hann ikki at verið stórt verri at HEINI Í SKORINI Góðan dagin Rúni – Góðan dag, góðan dag Kanst tú líka siga eitt sindur um teg sjálvan? – Ja, eg eiti sum sagt Rúni K. Mourit- sen, eg eri 16 ára gamal, og eg gangi í 10. flokki í Kommunuskúlanum í Havn. Í frítíðini fáist eg nógv við tónleik, og so spæli eg eisini eitt sindur av fótbólti. Hvat heldur tú um møguleikan hjá føroyskum skúlanæmingum at fara í starvsvenjing? – Jú, eg haldi at tað er sera gott. man far betri innlit í, hvat man ætlar sær í framtíðini. 2 vikur, er tað eitt hóskandi tíðarskeið at vera í starvsvenjing? – Ja, eg haldi tað. 3 vikur rokni eg við hevði verið ov leingi, og 1 vika hevði verið alt ov stutt, so tvær vikur er eitt akkurát passaligt, haldi eg Hví valdi tú Rás 2 sum títt stað at Í starvsvenjing hjá Rás 2 fara í starvsvenjing? – Tí eg helt at tað ljóðaði sera spenn- andi, at royna hvussu tað er at vera at vera í einum útvarpið, tú veit. Nú hevur tú verið her nakrar fáar dagar, hvat hevur tú gjørt higartil? – Jú, eg havi verið við í onkrari tón- leikasending, og tað dámdi mær væl. So havi eg eisini roynt at verið teknikari í onkrari sending, og annars gjørt tað sum gerast skal í einum útvarpið. Og hvuss hevur tær dámt? – Jú, eg má siga at mær hevur dámt sera væl her. Og hvat ætlar tú tær at gera tað tíðina tú hevur eftir? – Eg rokni við at tað verður nakað tað sama sum eg havi gjørt, annars veit eg ikki ordiliga. Hevur tú nakrantíð verið „on air“ sum man sigur? – Ja, sum eg segði í áðni, so havi eg verið við í onkrari sending, og tað er bara fínasta slag. Hvørjar eginleikar heldur tú at ein persónur sum arbeiðir í einum útvarpi skal hava? – Øøø, eg haldi at man skal hava eitt sindur av skili fyri teldum, tí teldur vera allatíðina brúktar. Og síðani haldi eg eisini at man skal duga at fáast við ein mixpult, og annars duga at fáast við ljóð og teknikk sum heild. Hvat heldur tú annars um útvørp í Føroyum sum heild? – Eg haldi at Rás 2 hevur hækkað støði í føroyskum fjølmiðlum, tí at Út- varp Føroya er mest fyri eldri fólk, ella í hvussu so er ikki so nógv fyri okkum ungu. Rás 2 er harafturímóti eitt sindur meir fyri tað yngra ættarliði. Hvørjar møguleikar metir tú at Rás 2 hevur í framtíðini? lurta eftir enn Dunaldi Dunnu, men í tí føri plagi eg kortini at kunna skrúva niður fyri tvætlinum og gjøgnum myndarøðina kunna varðveita søgu- gongdina. PS. Og meðan hetta ummælisdead- line nærkast, tykist enn ikki endi vera fingin á drúgva gysaranum um sjálv- an loftmiðlaráðharran. Er veruliga skeivt farið fram, er ikki væl vorðið, men meg lysti at sæð tann/tey í um- siting ella politikki, sum sjálvi hava nóg reinar hendur at smoyggja lykkjuna um ministarakrikan. Hetta var so hesa ferð eitt loftmiðla- ummæli frá einum gomlum, hálvdul- um grenji – orsaka! Havnardrongurin Rúni Mouritsen hevur frá mána- degnum verið í starvsvenjing hjá Rás 2. Hann gong- ur í 10. flokki í Kommunuskúlanum í Havn, og vit á Sosialinum fingu okkum eitt lítið prát við hann – Jú, eg haldi at Útvarp Føroya hevur sum teimum flestu kunnugt betri tekn- iskt útstýr enn Rás 2. Og eg haldi eisini at Útvarp Føroya er sum heild meiri framkomi innan teknik, men tað er sjálv- andi eisini tí at Rás 2 er so nýtt. So um Rás 2 leggur seg eftir at fáa betri og betri útstýr, so økist kvaliteturin, og harvið eisini møguleikarnir. Til seinast Rúni, mælir tú so øðrum til at fara í starvsvenjing í Rás 2? – Ja, heilt avgjørt, her er spennandi og gott at vera, men tað er gott at um tú hevur áhuga fyri teldum, teknikki, mixpultum, ljóðblandan, og tað sum annars hoyrir einum tílíkum staði til Vit á Sosialinum takka fyri prátið jú, sjálvi takk Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, skrivar Grand Prix vinnarar hjá børnum Dreingir 14 ár, einmansleikur: Nr. 1 Thomas Rubeksen, h.m. og nr. 2 Niclas Eysturoy Dreingir 10 ár, einmansleikur: Nr. 1 Reidar Luid h.m. og nr. 2 John Andre Niclasen Gentur 10 ár, einmansleikur: Nr. 1 Brynhild Carlsson h.m. og nr. 2 Agnas Olsen Dreingir 12 ár, einmansleikur: Nr. 1 Niclas Eysturoy h.m. og nr. 2 Hilmar Kass Jacobsen Gentur 12 ár, einmansleikur: Nr. 1 Ulla í Dávastovu h.m. og nr. 2 Rannvá á Rógvu Mansunglingar, einmansleikur: Nr. 1 Aksel Poulsen h.m. og nr. 2 Bjartur Lamhauge Gentur 14 ár, einmansleikur: Nr. 1 Mia Káradóttir, h.m. og nr. 2 Lis Christoffersen Hansen Dreingir 16 ár, einmansleikur: Nr. 1 Bjartur Lamhauge, h.m. og nr. 2 Meinhard Arge Jensen Gentur 16 ár, einmansleikur: Nr. 1 Ida Holm Berner h.m. og nr. 2 Elin Hansen HEINI Í SKORINI Danmark høvdu eina stóra uppgávu mikukvøldið, har teir skuldu royna at halda á í síni sigursgongd, og vinna á Portugal. Danska liðið byrjaði gott, og longu í 3. minutti legði Feye- noord áleyparin Jon Dahl Tomasson Danmark á odda við einum skallara eftir hornaspark. Danmark var betra liðið í byrjanini, men sum fráleið tók Por- tugal yvir. Í 41. minutti slapp Real Sociedad áleyp- arin framvið Jes Høgh, og Høgh gjørdi ikki mætari enn at brúka neyðbrems- una, og so var brotsspark Gekk illa hjá norðurlendsku EM-luttakarunum landsliðsdystir spældir í hópatalið kring Europa. 3 norðurlendsk lið skulu luttaka í EM í summar, men tað gekk ikki sum ætlað hjá teimum. Danmark snávaði í Portugal, Noreg spældi javnleik í Sveits, meðan Svøríki eisini máttu taka til takkar við einum javnleiki til Portugal. Brotssparkið setti Rui Costa trygt í net- ið, og so var hálvleiksstøð- an 1-1. Men bert 5 minuttir inn í seinna hálvleik gjørdi Portugal aftur bart. Barce- lona stórspælarin Luis Figo fór elegant ímillum tveir danskar verjuleikarar, fintaði síðani Schmeichel, og kundi leggja Portugal framum. Eftir hetta kom einki mál, og Danmark mátti sostatt taka til takkar við einum tapi. Noreg spældi á útivølli móti Sveits, og hesin dyst- urin endaði við javnleiki 2- 2. Staale Solbakken legði Noreg á odda í 32. minutti, men 10 minuttir inn í seinna hálvleik javnaði tann altíð vandamikli Stephane Chapuisat. Í 73. minutti fekk Noreg brots- spark, og hetta tók Bent Skammelsrud sær av, og legði Noreg framum. Kanska Normenn hildu at nú var sloppið, men bert ein minutt aftaná var Sveits aftur upp á spæl, og var hetta Mario Cantalup- pi í javnaði fyri Sveits. Eitt sindur skuffandi úrstlit fyri Noreg, sum hevur nakað at hugsa um til EM- endaspælið. Svøríki spældi útivølli móti Eysturríki, og um- støðurnar at spæla vóru sera ringar. Tað regnaði so illa, at tað var uppá tal at avlýsa dystin. Men dystur- in varð spældur, og hann endaði við javnleiki 1-1. Tað nógva regnið darvaði til tíðir spælinum, og tað tóktist ikki altíð so lætt at spæla. Í 17. minutti fekk Thomas Floegel bóltin, og staddur í 25 metra fjarstøðu gjørdi hann ikki mætari enn langa bóltin framvið Asper í svenska málinum og í net- ið. Eysturríkið kláraði leingi at halda tørn, men tá bert fýra minuttir vóru eft- ir, kundi Jørgen Petterson eftir eitt mistak í verjuni javnað fyri Svøríki. Sostatt vann einki norðurlendskt lið sum skal luttaka í EM- endaspælinum í summar. Frakland og Spania vunnu Frakland vann 2-0 á Hampden Park í Skotlandi. Frakland hevði fáar stórar kjansir í fyrra hálvleiki, men í 54. minutti eydnað- ist innskifta Sylwain Wil- tord at leggja Frakland framum úr 12 metra fjar- støðu, eftir eina frálíka sending frá liðfelaga hans- ara úr Bordeaux, Johan Micoud. Frakland hevði fult tamarhald á øllum dystinum, men ikki fyrr enn í 88. minutti megnaði Frakland at sláa sigurin fastan, og var hetta Arsenal áleyparin Thierry Henry sum, eftir at hava brent ein stóran kjans, kundi skjóta bóltin í netið beint uttan- fyri brotsteigin. Hetta var fyrsti landsdysturin hjá Henry í 18 mánar, og tað var, tá Frakland vann heimsmeistarheitið í 1998. Henry spælir sera væl í løt- uni, og hetta var hansara sjeynda mál í átta dystum fyri bæði lið og land. Tann mest spennandi dysturin var ímillum Spa- nia og Italia, og hann var spældur í Barcelona. 53600 áskoðarar sóu dyst- in, og sponsku viðhalds- fólkini fingu alt fyri peng- arnar, tí Spania vann sann- førandi 2-0. Italia mangl- aði stjørnuáleypara teirra Christian Vieri, og tað sást aftur í italska álopspartin- um.. Alfonso legði Spania á odda í 61. minutti, og Barcelona verjuleikarin Fernandez Abelardo slóg sigurin fastan í 80. minutti. Áðrenn tað høvdu bæði Raul, Guardiola og Fran Gonzales havt stórar kjansir. Arvafíggindarnir Hol- land og Belgia spældu javnleik 2-2 í Belgia. Bel- gia lá á odda 2-0 við mál- um frá Gert Verheyen og Emile Mpenza, men Hol- land kom sterkt aftur við fyrst einum skallara, og síðani einum løttum skoti úr stuttari fjarstøðu, bæði málini frá Patrick Kluivert. Holland var betra liðið, og kundu havt fingið fleiri mál, men teir spældu sera ivasaman verjufótbólt, hóast teir høvdu spælarar sum Jaap Stam og Frank De Boer í verjuni.