týsdagur 28. mai 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 98 - 28. mai 2002
Nr. 98 - 28. mai 2002
29
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Tíma ikki av
landinum
at arbeiða
Tey, sum arbeiða hjá
teimum stóru norsku
oljufeløgunum,
hava
lítlan hug at taka av, tá
feløgini bjóða teimum
arbeiði á deildunum,
sum feløgini hava uttan
fyri Noreg.
Sambært
blaðnum
Aftenposten aftra fleiri
seg við at taka av til-
boðnum, tí tað er ikki
altíð vist, at tey fáa
arbeiði aftur, tá tey
koma heimaftur. Har-
afturat ber skiftið van-
liga í sær, at annað av
hjúnunum noyðist at
siga arbeiði í Noregi frá
sær. Ein annar vansi er,
at fólk missa ein part av
rættindunum til pen-
sjón í Noregi, eru tey
ov leingi uttanlands.
Rasmus Sunde, stjóri
í stórfyritøkuni ABB,
sigur, at skulu oljufe-
løgini gera sær vónir
um at fáa sínar norsku
medarbeiðarar at fara
av landinum at arbeiða
eitt tíðarskeið, noyðast
feløgini
at
tryggja
fólki, at tey fáa arbeiði,
tá tey koma heimaftur.
Helst skulu fólk eisini
fáa lyfti um eitt minst
líka væl lønt arbeiði
sum tað, tey fara úr,
sigur Rasmus Sunde.
Umleið 300 norð-
menn arbeiða í løtuni á
teimum 25 deildunum,
sum Statoil og Hydro
hava
kring
heimin.
Bæði
feløgini
hava
gjørt av at økja virk-
semið uttanlands, og
tað fer at bera í sær, at
talið á norðmonnum,
sum skulu uttanlands at
arbeiða í norsku olju-
vinnuni, skal fleirfald-
ast. Men tað fer sam-
stundis at krevja, at fe-
løgini geva sínum med-
arbeiðarum í útlandin-
um betri sømdir.
Lindø
illa fyri
Lindø
skipasmiðjan,
sum er tann størsta í
Danmark, er illa fyri.
Skipasmiðjan hevur alt
ov fáar fyrispurningar
um nýbygging, og tí
gjørdi leiðslan í síðstu
viku av at siga 200 fólk
úr starvi. Sum er hevur
skipasmiðjan bílegg-
ingar um fýra bingju-
skip og tvey skip til
donsku verjuna.
2800 fólk arbeiða í
løtuni á Lindø skipa-
smiðjuni, sum A. P.
Møller eigur.
Úr Norðurlondum:
Býráð
fór frá
Býráðslimirnir í norð-
urnorsku kommununi
Vardø gjørdu í síðstu
viku av at leggja frá
sær, tí teir vóru so mis-
nøgdir við viðferðina,
sum kommunan fekk
frá landsmyndugleik-
unum.
M. a. ætlaðu mynd-
ugleikarnir í Oslo at
steingja floghavnina í
kommununi og at lata
skrivstovuna hjá fiski-
veiðieftirlitinum aftur.
Hetta var meiri, at teir
lokalu
politikararnir
vildu lata sær lynda, og
tí gjørdu av teir at
leggja
býráðsstarvið
niður - fyribils í hvussu
var.
Og hetta loysti seg, tí
nú eina viku seinni hev-
ur kommunan í Vardø
fingið at vita frá sjálv-
ari stjórnini í Oslo, at
floghavnin verður ver-
andi opin, og at skriv-
stovan hjá fiskiveiði-
eftirlitinum
verður
heldur ikki latin aftur.
Og samstundis hevur
stjórnin lovað, at hon
fer at virka fyri, at mill-
um 30 og 50 nýggj
arbeiðspláss koma í
kommununi. Býráðs-
limirnir hava tí gjørt av
at taka arbeiðið í bý-
ráðnum uppaftur.
Dunkarnir
seinkaðir
Danska stjórnin hevur
gjørt av, at danir skulu
sleppa at drekka øl úr
dunkum. Ætlanin var,
at dunkarnir skuldu
koma á handilshillarnar
í summar, men hetta
verður ikki fyrr enn
einaferð í heyst. Orsøk-
in er, at ES hevur ikki
góðkent reglurnar um,
hvussu fólk skulu lata
teir tómu dunkarnar
innaftur.
Ólógligar
tenn
Norski forsætisráðharr-
in, Kjell Magne Bonde-
vik, noyddist í síðstu
viku at lata tollvaldinum
tvær fílatenn, sum hann
hevði fingið sum gávu,
tá hann herfyri var í Ni-
geria og vitjaði. Orsøkin
er, at tað er bannað at
innflyta
fílatenn
til
Noregs. Kona forsætis-
ráðharrans,
Bjørg
Bondevik, fekk á ferðini
eina tasku úr slangu-
skinni, og hon fær fyrsta
dagin boð um at lata
tollvaldinum taskuna, tí
tað er eisini bannað at
innflyta lutir úr slangu-
skinni til Noregs.
Herleiðslan í Taiwan
vísir aftur gitingum
um, at ein kinesisk
rakett var orsøkin til,
at eitt ferðamanna-
flogfar datt niður
leygardagin
FLOGVANLUKKA
Árni Joensen
Hernaðarligu myndugleik-
arnir í Taiwan vísa aftur øll-
um gitingum um, at ferða-
mannaflogfarið, sum datt
niður í havið millum Tai-
wan og Hongkong leygar-
dagin, varð rakt av einari
kinesiskari rakett.
Ein talsmaður hjá tai-
wansku herleiðsluni av-
sannaði í gjár, at tað var ein
kinesisk rakett, sum rakti
flogfarið. Hann vísti sam-
stundis á, at Kina hevur víst
gitingunum um rakettina
aftur.
Taiwansku myndugleik-
arnir vita ikki, hví flogfarið
við teimum 225 fólkunum
umborð datt niður. Hernað-
arligar lurtistøðir í Taiwan
skrásettu leygardagin tekin,
sum benda á, at flogfarið
fór í fýra, tá tað fleyg í
9000 metra hædd, men hvat
hendi, veit eingin. Tann
mest trúliga frágreiðingin
er, at ein spreinging varí
flogfarinum.
Í gjár leitaðu taiwanskir
kavarar eftir tí svarta kass-
anum, sum kanska kann
greiða frá, hvat hendi flog-
farinum.
Høgrapolitikarin
Alvaro Uribe er vald-
ur til nýggjan forseta
í tí borgarakrígs-
herjaða Kolombia
KOLOMBIA
Árni Joensen
Høgrapolitikarin
Alvaro
Uribe fekk 53 prosent av
atkvøðunum á fyrra umfari
av tjóðartingsvalinum í Ko-
lombia sunnudagin. Úr-
slitið ber í sær, at tað verður
einki seinna umfar, og tað
er fyrstu ferð í kolombisku
søguni, at tað er hent.
Fremsta
mótvalevni
hansara, Horacio Serpa úr
liberala flokkinum, fekk 32
prosent av atkvøðunum,
meðan tað triðja valevnið,
fakfelagsmaðurin
Luis
Eduardo, fekk seks prosent.
Í valstríðnum hevur Al-
varo Uribe lovað kolomb-
iska fólkinum, athann fer at
fáa enda á borgarakrígnum
millum stjórnarherin og ta
vinstrasinnaðu
FARC-
rørsluna, sum í fleiri ár
hevur stríðst ímóti almennu
myndugleikunum. FARC
royndi eisini at órógva
valið. M. a. varð eitt val-
evni burturflutt og er ikki
komið
afturíaftur
enn.
Stjórnin hevði sent fleiri
túsund hermenn at verja
valstøðini, og altjóða eyg-
leiðarar í Kolombia siga, at
valið er eitt tað friðar-
ligasta, sum hevur verið í
Kolombia í mong ár.
Tá valúrslitið var greitt,
boðaði Alvaro Uribe frá, at
hann ætlar sær at fáa í lag
samráðingar við FARC
sum skjótast, men hann
hevur eisini gjørt greitt, at
vil tann vinstrasinnaða
rørslan ikki samráðast um
frið, er hann til reiðar at
fremja neyðug tiltøk fyri at
steðga virkseminum hjá
FARC.
Amerikanska
stjórnin
boðaði sunnukvøldið frá, at
hon viðurkennir úrslitið av
kolombiska tjóðartingsval-
inum. Í kunngerðini úr
Washington varð sagt, at
USA vónar, at tann nýggi
forsetin kann tryggja ko-
lombiska fólkinum frið í
landinum.
Nýggi forsetin í Kolombia
lovar fólkinum frið
Flogfarið varð ikki skotið niður
Nýggi forsetin í Kolombia, Alvaro Uribe, hevur lovað fólkinum frið
Mynd: Reuters
Hervið verður søkt eftir einum fólki m/k til goymslu okkara at byrja skjótast
gjørligt.
Fyrimunur er um umsøkjarin hevur goymslu- ella handilsútbúgving,men hetta
er ikki nakað krav.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Svend
Krosstein ella Jan Danielsen.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn.
Goymslufólk
Pf. Svend Krosstein er einasta VVS-heilsøla í landinum, og hevur eisini størsta VVS-handil í
landinum. Vit selja m.a. alt tilfar til: kloakkleiðingar, vatnleiðingar, hita og sanitet og veiðireiðskap.
Vit eru umleið 20 starvsfólk, sum samstarva væl í einum góðum arbeiðsanda, har trivnaðurin
verður høgt mettur.
Hevur tú hug at útbúgva teg innan sølu av tilfari til hitaverk, sanitet, baðirúms-
útbúnað og líknandi, hava vit eitt lærupláss leyst at søkja.
Tú kemur at arbeiða innan øll økir í søluliðnum í fyritøkuni, so sum goymslu-
arbeiði, avgreiðsla og vegleiðing av kundum, útrokning av tilboðum og inn-
keyp við meira. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 – 17.00.
Skúlagongdin fer í løtuni fram í Danmark.
Eftir lokna lærutíð eru góðir møguleikar fyri framhaldandi arbeiði. Eisini gevur
henda útbúgving góðar møguleikar fyri víðari útbúgving á mongum økjum.
Hevur tú HH er lærutíðin uml. 2 ár og hevur tú FHS er lærutíðin uml. 3 ár.
Byrjunarlønin fyri FHS’ara er kr.8.176,90 um mánaðan og fyri HH’ara kr.8.994,59.
Ætlanin er, at tú skalt byrja skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta um-
søkjaranum, so um tú verður liðug/ur við skúlan í summar, ert tú vælkomin at
søkja.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Svend
Krosstein ella Jan Danielsen.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn saman við prógvum og
viðmælum.
Handilslærlingur
Pf. Svend Krosstein er einasta VVS-heilsøla í landinum, og hevur eisini størsta VVS-handil í
landinum. Vit selja m.a. alt tilfar til: kloakkleiðingar, vatnleiðingar, hita og sanitet og veiðireiðskap.
Vit eru umleið 20 starvsfólk, sum samstarva væl í einum góðum arbeiðsanda, har trivnaðurin
verður høgt mettur.
Bilsmiður søkist
Søkt verður eftir bilsmiði til mekaniska
verkstað okkara skjótast møguligt
·
FØROYA HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77, Postrum 177, 110 Tórshavn, Tel 317177, Fax 313374
Deildarstjóri á nýggjari deild
Handilsskúlin er í støðugari menning. Stórar avbjóðingar eru fyri framman.
Til tess at møta hesum avbjóðingum hevur skúlin avgjørt at stovna eina
menningardeild, sum hevur til endamáls at:
• skunda undir menningina á skúlanum
• samskipa átøk hvørs endamál eru áhaldandi at menna handilsskúlan,
herímillum undirvísing á teimum ymsu stigunum..
• menna undirvísingarførleikan á skúlanum
• vaksa um útbúgvingartilboð fyrst og fremst á hægri stigi
• saman við stjóranum at stýra dygdarmenningini á skúlanum
Vit søkja eftir einum deildarstjóra, sum hevur áhuga í at arbeiða á einum
skúla og hevur hug at arbeiða í leiðslutoymi.
Høvuðsuppgávurnar verða í fyrstu atløgu at:
• gera avtalur við hægri lærustovnar uttanlands og fylgja avtalunum
upp í Føroyum
• samstarva við undirvísingar- og granskingarstovnar
• samstarva við møguligar stuðlar
• arbeiða við dygdarmenningini
• fjøltátta skeiðsvirksemið
Tín persónmenska
Um tú skalt trívast í arbeiðinum er týdningarmikið at vera opin, hava dirvi,
hug at seta teg í nýggj viðurskifti, vera forvitin og broytingarhugað/-ur og
varðveita hóvsemi, um nógv er at gera. Síðst men ikki minst, at tú hevur
natúrligan myndugleika og ert eldhugað/-ur í sinni.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjararnir hava:
• viðkomandi hægri útbúgving frá lærdum háskúla
• Viðkomandi leiðsluroyndir
• vilja og evni at royna nakað nýtt
• áhuga fyri avbjóðingum
• evni at samstarva við onnur
• málsligan førleika at orða seg á føroyskum, donskum og enskum máli
Umsøkjarar við fyrisitingarligum royndum hava fyrimun.
Vit bjóða:
• eitt sjálvstøðugt starv í einum mennandi umhvørvi
• møguleikar fyri eftirútbúgving
• gott umhvørvi
• virknar starvsfelagar
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møguleikarnir fyri bæði
persónligari og fakligari menning eru góðir.
Setanar- og lønartreytir
Setanartreytirnar verða avtalaðar nærri við tann, sum settur verður. Lønt
verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi
yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum skulu sendast til:
Føroya Handilsskúla, stýrið, Marknagilsvegur 77, Postmoga 177
110 Tórshavn
Umsóknin skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 7. juni 2002. Starvið
verður sett frá 1. august 2002 ella eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, vinarliga ring Tel 317177 og tosa við
Ragnar Magnussen stjóra á Føroya Handilsskúla.
team 85 • 35800
C
M
Y
K
29
28