mikudagur 29. mai 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 99 - 29. mai 2002
Nr. 99 - 29. mai 2002
3
Leygardagin lat eitt
nýtt fitness-sentur
dyrnar upp í Klaks-
vík. Tað eru hjúnini
Herdis Klein Østerø
og Absalon Østerø,
sum fara at reka
fitness-sentrið, sum
hevur fingið navnið
Top Form.
HEILSA
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Herdis tekur ímóti Sosi-
alinum í avgreiðsluni inni í
Top Form. Frá einum av
hølinum hoyrist skrambul
av ymsum slag, og Herdis
greiður
frá,
at
hóast
klokkan enn ikki er vorðin
10.00, so eru fólk farin í
gongd. Helst vil onkur
trimma sær kroppin, nú
Norðoyastevnan nærkast.
Fleiri vitjanir
Leygardagin varð skipað
fyri eini móttøku í nýggja
sentrinum, har fólk kundu
støkka inn á gólvið og
hyggja seg um.
- Og áhugin sýntist at
vera rættiliga stórur, sigur
Herdis, sum harumframt
hevur góðar vónir, viðvíkj-
andi hvussu alt hetta fer at
spæla av.
- Fólk leggja stóran dent
á at verða í góðum formi í
dag, og nú hava tey so
møguleikan fyri at gera
okkurt við tað, eisini í
Klaksvík, greiðir hon frá.
Mánadagin hevði Top
Form opið fyri fyrstu ferð,
og vóru hølini full av vitj-
andi allan dagin.
- So hetta boðar avgjørt
frá góðum, heldur Herdis.
Einasta í býnum
Fitness-sentrið Top Form er
einasta sentrið av sínum
slag í Klaksvík.
Sentrið heldur til á
Stangavegi, í teim gomlu
hølunum hjá BodyCare.
BodyCare var í síni tíð
eisini eitt fitness-sentur,
men her kundu einans bólk-
ar leiga seg inn til nakrar
venjingartímar um vikuna.
Herdis og maðurin leigað
hølini frá BodyCare, og
hava tey eisini keypt onkrar
av teim maskinunum, sum
BodyCare
kundi
bjóða
fólki.
- Tó eru allar maskirnur
nýumvældar, eins væl og
vit hava umvælt øll hølini í
sentrinum.
Millum tilboðini hjá Top
Form finna vit steppmask-
inur, súkklur, eina fitbox,
innan- og uttanlærsmaskin-
ur og eisini rógvimaskinur.
- So tað er bara at fara í
gongd, smílist Herdis.
Umframt alt hetta kunnu
tey vitjandi eisini hugna
sær í einum bobli-baði,
sum er avskilt frá hinum
hølunum. Her kann ein
hvíla seg aftaná tær hørðu
venjingarnar, og síðani fara
til hús aftur við nýggjari
orku.
Gamal dreymur
Herdis greiður frá, at hon í
fleiri ár hevur gingið við
einum dreymi um at lata
upp eitt fitness-sentur í
Klaksvík.
Klaksvíkingar hava í
langa tíð ikki havt nakran
møguleika fyri av álvara at
fara í gongd við slíkar venj-
ingar, tí eingin hevur
bjóðað slík tilboð fram.
- Nógv hevur verið prát-
að um, at einki var at fara
til í Klaksvík, og sjálv helt
eg tað eisini verða sera
keðiligt, sigur hon.
Tí fóru hon og maðurin
fyri eini tíð síðani í gongd
við
fyrireikingarnar
til
nýggjasta heilsu-staðið hjá
klaksvíkingum.
Tey hava bæði verið á
ymsum skeiðum, soleiðis at
tey eru før fyri at læra frá
sær eisini, og eftir ætlan
skulu tey skjótt aftur á
skeið.
Nýtt fitness-sentur í Klaksvík:
Kom í TopForm
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at okkara elskaða dóttir, systur og svigerinda
Marianna Joensen
Gøtueiði
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum
fríggjadagin 24. mai 2002 – 23 ára gomul.
Familjunnar vegna
Birgitta og Jonhard
Tey, ið vilja minnast Marionnu, kunnu lata eina peningagávu til
nýggja bygningin »Keldan« í Skálafirði. Konto í peningastovnunum.
Nógvar eru maskirnurnar at velja ímillum
Stórur áhugi er fyri nýggja fitness-sentrinum í Klaksvík
C
M
Y
K
3
2