mikudagur 29. mai 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 99 - 29. mai 2002
Nr. 99 - 29. mai 2002
5
At vágafólk vænta sær
nógv av undirsjóvar-
tunlinum, kom týðu-
liga til sjóndar á
fundi, sum Vága
Vinnufelag skipaði
fyri mánakvøldið.
Mestsum bara bjart-
skygni var at hoyra
frá teimum, sum tóku
orðið á fundinum
VINNUFUNDUR
Edvard Joensen
Miðvági: Regluligari út-
flutning. Fleiri inntøkur til
ferðavinnuna, og lívligari
handilslív í oynni, er nakað
av tí, vágafólk vænta sær, tá
undirsjóvartunnilin kom-
andi vetur verður tikin al-
ment í nýtslu.
Vága Vinnufelag skipaði
mánakvøldið fyri almenn-
um fundi í bygdarskúlanum
í
Miðvági.
Undirtøkan
millum oyggjarfólkið var
heilt góð, og eingin var í iva
um, at bjartskygni ræður í
Vágum, nú fasta samband-
ið er komið so væl áleiðis.
Fundurin var skipaður
sum pallborðsfundur, har
fólk frá ymsu vinnugrein-
unum, eins og umboð fyri
Felagskommununa í Vág-
um, sótu við pallborðið.
Eisini hevði Vinnufelagið
fingið professaran í fólka-
lívsfrøði, sørvingin Jóan
Paula Joensen, at koma á
fundin at hugleiða um,
hvørja ávirkan tunnilin
kann fara at fáa, eins og
hann eisini tók aftur í tíðina
og vísti á, hvussu mynstrið
er broytt upp gjøgnum
søguna.
Báðar vegir
Tað bjartskygnið, sum ræð-
ur í vinnuni í Vágum, er í
fleiri førum grundað á, at
framleiðslan frá virkjunum
í oynni sleppur skjótari út á
marknaðin.
Tann regluligi flutningur-
in, sum verður møguligur,
tá ikki skal bíðast eftir
ferjuni, fer at gera tað bæði
lættari og bíligari hjá vinnu-
ni at arbeiða, helt stjórin á
niðursjóvingarvirkinum
Kovanum í Sandavági, Ari
Thomasen.
– Tað verður lættari at fáa
rávøruna vestur, og tað
verður eisini nógv lættari at
fáa lidnu vøruna burtur
aftur, tá ein ikki skal ganga
við nervum fyri, um nú
pláss er við ferjuni júst tann
túrin, sum passar til frá-
ferðina hjá farmaskipinum,
sum liggur í Havn á veg til
europeiska marknaðin, vísti
hann á.
Hann fegnaðist um, at nú
kunnu virkini í Vágum fara
at arbeiða eftir egnum tørvi
heldur enn eftir ferðaætlan-
ini hjá Strandferðsluni.
Tó vísti hann á, at ein
vansi við tunlinum kann
sjálvandi gerast, at lættari
verður at flyta arbeiðs-
megina av oynni, nú lætt
verður at ferðast til og frá.
Men hann uggaði seg tó í
sama andadrátti við, at tað
verður eisini lættari at flyta
arbeiðsmegi vestur í Vágar,
hóast fólk búgva í megin-
økinum.
Eisini leiðarin í timbur-
handlinum í Sørvági vísti á,
at ferðslan kann vera báðar
vegir, og at tað ikki er
neyðugt at vera bangin fyri,
at alt handilslív fer av
oynni, hóast fast samband
er.
– Vit hoyra ofta hetta, at
fólk so bara fer til Havnar
at keypa, segði Martin
Nielsen. Men hava vit
kappingarførar prísir, góða
vøru og tænastu, ivist eg
ikki í, at tað ber til at reka
handil í Vágum. Kanningar
vísa, at príslegan er ikki
hægri hjá okkum enn aðra-
staðni, vísti hann á.
Tilboðini
Formaðurin í Felagskom-
munini í Vágum, Jónhild
Jørgensen, vísti á, at tað er
alneyðugt, at kommunurnar
í oynni eru klárar at taka í
móti teimum avbjóðingum,
undirsjóvartunnilin fer at
seta teimum.
– Hugsast skal um, segði
Jónhild Jørgensen, at ferð-
slan skal ikki bara ganga av
oynni, men so sanniliga eis-
ini hendanveg. Vit skulu
hava fólk vestur at búgva,
og so mugu vit hava nakað
at bjóða teimum. Umframt
bústaðarmøguleikar stend-
ur barnaansing altíð sera
frammalaga, tá fólk hugsa
um at seta búgv, vísti hon á.
Hon legði upp til, at
ferðavinnan í Vágum fær
betri umstøður at arbeiða
undir, og at eitt nú Kunn-
ingarstovan kundi verið
samskipari fyri ymsum til-
tøkum, sum verða skulu í
oynni.
Og tað er júst tað, ferða-
vinnan sjálv vil sleppa,
segði
formaðurin
fyri
Ferðavinnuna í Vágum,
Niels Olgar Joensen.
Vinnan er við at gera eitt
uppskot um, hvussu hetta
kann gerast, men tað krevur
munandi betri umstøður til
Kunningarstovuna, enn tær,
sum nú eru. Hann vísti á, at
ein møguleiki hevði verið,
at kommunurnar lótu bein-
leiðis stuðul til Kunningar-
stovuna.
Hann fegnaðist eisini um
undirsjóvartunnilin,
og
segði seg síggja stórar
møguleikar í ferðavinnuni,
nú fast samband verður.
Millum annað vísti hann á,
at lættari verður at fáa buss-
ar við fólki frá eitt nú stóru
ferðamannaskipunum, sum
vanliga koma til Havnar,
vestur í Vágar.
Breið semja tóktist vera á
fundinum um, at Kunning-
arstovan eigur at virka sum
samskipari hjá bæði ferða-
vinnu, handli og mentanar-
lívi í oynni.
Lívligt orðaskifti
Eftir pallborðið var orðið
frítt, og nógv nýttu møgu-
leikan at siga sína hugsan
og koma við góðum hug-
skotum um, hvussu sum
best skal fáast burtur úr
teimum
møguleikum,
undirsjóvartunnilin gevur.
Onkur vísti á, at tað kann
gerast ein vansi við ferðslu-
ni gjøgnum bygdirnar, tá
tunnilin letur upp, tí ferð-
slan fer at økjast munandi.
Víst varð í tí sambandi-
num á, at tað gongur í so
seint við tí arbeiði, sum
longu er farið í gongd fyri
at betra um ferðslutrygdina.
Hetta
fekk
summi
handilsfólk at bera fram, at
skeltingin í Vágum er ikki
nóg góð. Til dømis tóktist
vónleyst hjá handlum í
bygdunum at fáa sett skelti
upp við landsvegirnar, har
víst verður til ymsu hand-
larnar.
Sama neyðin er við far-
leiðini til Mykinesar, vísti
leiðarin á Kunningarstovu-
ni í Vágum á. Fremmanda-
fólk, sum koma til Sørvágs,
hava ikki hóming av, hvar
Súlan er at finna, um ikki
onkur staðkendur forbarm-
ar seg yvir tey og vísir
teimum á bátin.
Í samband við tosið um
ferðslu og ferðslutrygd
varð víst á uppskot um at
gera tunnil av Fútakletti í
Vatnsoyrar fyri at beina
ferðsluna burtur frá Sanda-
vági og Miðvági.
Men hesum uppskotinum
tóku handilsfólk í bygd-
unum ikki undir við. Tað
fer bara at gera, at als ein-
gin kemur til bygdirnar
yvirhøvur, og tann møgu-
leiki, sum eigur at vera við
at fáa fremmandafólk at
brúka handlarnar í Vágum,
dettur burtur, tá fólk sum
ferðast til og frá, bara koyr-
ir gjøgnum fjøllini og
ongantíð sær bygdirnar.
Sum dømi um hetta vísti
ein handilskvinna á Kvívík,
sum koyrt verður fram við
dagliga. Tú hyggur oman
yvir bygdina og staðfestir,
at har liggur ein vøkur
bygd. Og tað er so tað.
– Tað má ikki verða so-
leiðis, fólk fer at ferðast í
Vágum, tá tunnilin er kom-
in, helt hon.
Vónrík vágafólk vænta vinning
Heilt væl av fólki varð møtt
til fundin, sum Vága
Vinnufelag skipaði fyri í
Miðvági
Mynd: Edvard Joensen
Tað var bjartskygni við pallborðið í Vágum mánakvøldið, og fólk høvdu nógv uppskot um, hvussu og hvat fáast skal burtur úr
teimum møguleikum, undirsjóvartunnilin fer at geva oynni
Mynd: Edvard Joensen
– Nú monopolið er
avtikið, kanst tú
spyrja, um vit ikki
ístaðin hava fingið
eina ójavna kapping
millum almenna
bankan og privata
virksemið, sigur
Jógvan Durhuus,
fyrrverandi formaður
fyri Tryggingarfelagið
Føroyar
TRYGGING
Heri á Rógvi
Tá Tryggingarfelagið Før-
oyar fyri góðari viku síðani
hevði aðalfund, so segði tá-
verandi formaðurin, Jógvan
Durhuus,
frá
frásøgn
nevndarinnar fyri 2001.
Hann greiddi frá teimum
ymsu pørtunum av virk-
seminum hjá Tryggingar-
felagnum, sum hevði eitt
yvirskot fyri sjálvt trygg-
ingarvirksemið fyri 2001
og eisini yvirskot á fíggjar-
postum, soleiðis at samlaða
yvirskotið gjørdist 44,6
mió. kr. í yvirskoti eftir
skatt.
– Nú monopolið er avtik-
ið, kanst tú spyrja, um vit
ikki ístaðin hava fingið eina
ójavna kapping millum al-
menna bankan og privata
virksemið, sigur Jógvan
Durhuus í nevndarfrásøgn-
ini.
Kapping og tó
Tað skilst, at Jógvan Dur-
huus ikki heldur nakað um
kappingina frá almenna
bankanum. Hann heldur
ikki, at bankin hevur sett
nøkur avkastkrøv til sína
íløgu.
– Tað er at fegnast um, at
kapping hevur tikið seg upp
innan tryggingarvinnuna.
Og kappingin við almenna
bankan er eisini rættiliga
hørð. Tað tykist tó, sum um
almenni bankin ikki hevur
sett nøkur avkastkrøv til
sína íløgu í trygging. Í fjør
kostaði tryggingarvirksem-
ið almenna bankanum 4-5
mió. kr., og samanlagt hev-
ur íløgan í tryggingarvirk-
semið
kostað
almenna
bankanum uml. 25 mió. kr.
Hetta má vera undrinarvert,
serliga í hesum tíðum, tá so
nógv verður skrivað og tos-
að um burðardyggar verk-
ætlanir, stendur at lesa í
nevndarfrágreiðingini.
Í nevndini tá sótu Jógvan
Durhuus, Trygvi F. Gutte-
sen, Birgir Mohr, Jógvan
Lützen, Arngerð Persson,
Ronald
Poulsen,
Anna
Maria
Simonsen,
Emil
Simonsen og Jákup Sól-
stein.
Á eykaaðalfundi, ið varð
hildin beint eftir aðalfund-
in, stóðu nakrir nevndar-
limir fyri valið, og endin
gjørdist, at Jógvan Durhuus
ikki varð afturvaldur. Nýggj-
ur í nevndini er Jan Müller.
Jógvan Durhuus sigur, at
tað altíð er keðiligt at ikki
verða valdur, tá ein stillar
upp. Hann hevur verið í
nevndini – fyrst Trygging-
arsambandinum – síðani
1980. Hann er framvegis
limur í umboðsráðnum í
tvey ár afturat.
Gott ár
Annars kundi nevndin í
Tryggingarfelagnum fegn-
ast um, at teir hava fingið
yvirskot innan sjálvt trygg-
ingarvirksemið.
Orsakað av m.a. 11. sept.
og partabrævamarknaðum
úti í heimi gjørdist árið ikki
so gott sum undanfarið alt í
alt, men teir fegnast serliga
um, at sjálvt tryggingar-
virksemið gav yvirskot.
Dumpa ikki
Beint áðrenn evstamark
fingu vit hendur á Gunnar í
Liða, forstjóra í Trygging-
arfelagnum Føroyar.
– Vit fylgja marknaði-
num, og hetta eru vit eisini
førir fyri, men vit dumpa
ikki prísirnar, sigur Gunnar
í Liða.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevur eftir áheit-
an valt at útseta lýsa tingfundin, sum skuldi verið týs-
dagin til hósdagin. Tað vóru flokkarnir við samráð-
ingarborðið á Gamla apoteki, ið gjørdu av at biðja um
at fáa útsett tingfundin.
Edmund Joensen hevur síðani gjørt av, at tingfund-
urin verður hósdagin kl. 13.30.
Skráin fyri fundin:
1. Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini.
2. Val av umboðum í Norðurlandaráðið.
3. Val av umboðum í Útnorðurráðið.
4. Val av løgtingsgrannskoðarum.
5. Val av 4 limum og 4 varalimum í lokalnevndina
eftir rættargangslógini § 115, stk. 2.
6. Tilnevning av tveimum umboðum í eftirlitið við
varðhaldsfangum eftir rættargangslógini § 779.
7. Val av nevningagrundlistanevndum.
8. Framløga.
- HR
Tingfundur hósdagin
Tryggingarfelagið Føroyar:
Ójøvn kapping
á tryggingarmarknaðinum
Jógvan Durhuus,
fyrrverandi formaður í
Tryggingarfelagnum
Føroyum, helt vegna
nevndina røðu á
aðalfundinum herfyri.
Mynd: Finnur Justinussen.
– Tað er eingin vandi
fyri, at Føroya Banki
yvir longri tíð skuldi
givið Tryggingar-
felagnum ella øðrum
óreiðiliga kapping.
Hesum vil kravið hjá
eigarunum um avkast
syrgja fyri, sigur Jørn
Astrup Hansen, for-
stjóri í Føroya Banka,
sum heldur vil seta
spurnartekin við leik-
lutin hjá Tryggingar-
felagnum Føroyum
TRYGGING
Heri á Rógvi
Orðingarnar í nevndarfrá-
greiðingini hjá Tryggingar-
felagnum Føroyum fáa ikki
beinleiðis afturljóð frá Jørn
Astrup Hansen, forstjóra í
Føroya Banka.
Hann er ógvuliga ósamd-
ur við orðingarnar í frágreið-
ingini.
– Tað er eingin vandi fyri,
at Føroya Banki yvir longri
tíð skuldi givið Tryggingar-
felagnum
ella
øðrum
óreiðiliga kapping. Hesum
vil kravið hjá eigarunum
um avkast syrgja fyri, sigur
Jørn Astrup Hansen.
Í nevndarfrágreiðingini
fegnast nevndin í Trygging-
arfelagnum eisini um, at
kapping er komin á markn-
aðinum.
– Henda gleðin er tó valla
serliga djúp. So seint sum í
ár 2000, tá Tryggingar-
felagið Føroyar hevði eitt
undirskot áljóðandi 16 mió.
kr. fyri tryggingarvirksem-
ið, staðfesti nevndin í frá-
greiðing sínari, at Trygg-
ingarfelagið er til reiðar at
fasthalda núverandi – ov
lágu – tryggingargjøldini,
so leingi tað er neyðugt.
Tryggingarfelagið Føroy-
ar segði sostatt, at teir vóru
til reiðar til at nýta partar av
teirra inntøkum frá teirra
stóru eginogn til at dumpa
prísin á tryggingargjøldum,
til møguligir kappingar-
neytar høvdu upptikið at
kappast við teir.
Reiðilig kapping
Sum nevnt heldur Jørn Ast-
rup Hansen ikki, at luttøku
hjá Føroya Banka við
Trygd við føra til óreiðiliga
kapping á tryggingarmark-
naðinum. Hann vísir ser-
stakliga á tað, at Føroya
Banki hevur eina skyldu
yvir fyri sínum eigarum,
sum hava atgongd til egin-
peningin, t.e. teir kunnu
krevja eitt avkast við m.a.
at fáa útgoldið vinnings-
býti. Hetta ger sseg tó ikki
galdandi hjá Tryggingar-
felagnum Føroyar, sum ikki
skal standa til svars fyri
sínum eigarum.
–Tryggingarfelagið Før-
oyar hevur eina eginogn, ið
er næstan fýra ferðir so stór
sum hjá donskum trygging-
arfyritøkum, sum virka
undir líknandi lógum og
reglum. Tað er reelt ikki
nakar eigari av hesari egin-
ognini – eingin veit í øllum
førum, hvør tað er – og tað
er sostatt eingin, ið setir
krøv til Tryggingarfelag-
sins leiðslu um eitt kapp-
ingarført avkast av egin-
ognini, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Útfrá
hesum
er
tað
undarligt at hoyra nevnd
Tryggingarfelagsins lýsa
seg sum eina privata fyri-
tøku. Tryggingar líkist í
øllum førum teirri almennu
fyritøkuni, harímóti Føroya
Banki í øllum førum virkar
eftir privatum búskapar-
reglum, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Samstundis vísir hann á,
teir ikki reka tryggingar-
virksemi í Føroya Banka,
men Trygd. sum er eitt
partafelag, ið bankin eigur.
– Føroya Banki er yvir-
fyri sínum partaeigarum
ábyrgdaður til at hava kapp-
ingarført avkast av egin-
ognini. Í 2001 rentaði Før-
oya Banki sína eginogn við
15,8% áðrenn skatt. Til
samanberingar
rentaði
Tryggingarfelagið Føroyar
í 2001 sína eginogn við ein-
ans 4,6%. Í mun til Føroya
Banki eru teir aftanfyri við
130 mió. kr, sigur Jørn Ast-
rup Hansen.
– Tann kostnaðurin, sum
er tengdur royndunum hjá
Trygd at vinna sæti á mark-
naðinum, er mestur ikki
óvanligar. Serliga ikki, tá tú
tekur kappingarstøðuna við
í metingarnar, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Hann leggur dent á, at
Trygd nokk hevur ráð til at
gjalda kostnaðin, men at
Føroya Banki sum parta-
eigari sjálvandi er munandi
áhugaður í, at íløgan í
Trygd kemur at hvíla í sær
sjálvum.
Jørn Astrup Hansen legg-
ur afturat, at tó so at
myndugleikarnir í 1997 av-
tóku tryggingarmonopolið,
fyri at lata upp fyri kapping
á tryggingarmarknaðinum,
so hava myndugleikarnir
við at frígeva tann stóra
kapital, sum Tryggingar-
sambandið hevur savnað
saman í tíðini við lógarfest-
um monopoli, gjørt tað
munandi verri hjá nýggjum
luttakarum á marknaði-
num.
Jørn Astrup Hansen:
Eingin vandi
– Tað er eingin vandi fyri, at
Føroya Banki yvir longri tíð
skuldi givið
Tryggingarfelagnum ella
øðrum óreiðiliga kapping.
Hesum vil kravið hjá
eigarunum um avkast syrgja
fyri, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
5
4