Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 99 - 29. mai 2002 Nr. 99 - 29. mai 2002 7 Mannarættinda- støðan í hálvt annað hundrað londum er gjørd upp í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Amnesty Internatio- nal ÁRSFRÁGREIÐING Turið Kjølbro Nýggjasta ársfrágreiðingin hjá Amnesty International er ikki hugaligur lesnaður. Í øllum førum ikki, um vit bert hyggja at mannalívum, sum eru farin í árinum, sum fór, annaðhvørt av krígs- ávum, yvirgangi, píning, rasismu ella øðrum orsøk- um. Støðan í Ísrael, sum mest er at hoyra um í fjølmiðl- unum í løtuni, verður eisini nevnd. Har stendur eitt nú, at meiri enn 460 palistinar vórðu dripnir í fjør av ísra- elskum trygdarliðum. Mill- um hesi vóru 79 børn og 32 einstaklingar, sum doyðu í sjálvmorðsatsóknum. Yvir 2000 palistinar vórðu hand- tiknir av trygdarávum. Løgreglan gjørdi seg inn á fólk, bæði við harðskapi úti í almenninginum og meðan fólk vóru í varðhaldi. Palistinskir bólkar drupu 187 ísraelsfólk, íroknað 154 sivil. Í ársfrágreiðingini hjá Amnesty International, sum varð almannakunn- gjørd í gjár, verður greitt frá gongdini í fjør, tá talan er um mannarættindi. Frá- sagnir eru um brot á mannarættindini í 152 londum. Serliga verður dentur lagdur á gongdina síðani 11. september, tá ið vesturheimurin fór í kríggj móti yvirgangi og stjórnir fóru at velja og vraka ímill- um mannarættindi. Amnes- ty International hevur í hes- um sambandi heitt á allar partar um at virða manna- rættindini undir slagorðin- um: rættvísi, ikki hevnd. Frágreiðingin, sum er á enskum, byrjar við fororði frá Irene Khan, aðalskriv- ara. Síðani er ein inngang- ur, sum stutt lýsir gongd- ina, m.a. í Ísrael og hersettu økjunum og í Afghanistan. Greitt verður eisini frá um ymisk evnir, m.a. krígnum móti yvirgangi, rasismu, píning og deyðarevsing. Størsti parturin av ársfrá- greiðingini fevnir um landafrágreiðingarnar, har mannarættindastøðan í 152 londum nágreiniliga verður tilgjørd. Fólk kunnu seta seg í samband við Amnesty In- ternational Føroya Deild at frætta meir. Ársfrágreið- ingin er eisini tøk á heima- síðuni hjá Amnesty Inter- n a t i o n a l : www.aamnesty.org Grønlendska og føroyska boðið uppá Barnabókavirðis- lønina hjá Útnorður- ráðnum er almanna- kunngjørt. Nú vantar bert íslendska boðið BARNABÓKA- VIRÐISLØN Turið Kjølbro Nú er eisini grønlendska boðið uppá Barnabókavirð- isløn Útnorðurráðsins 2002 greitt. Tað er barnabókin Sialuarannguaq eftir Jørgen Petersen. Føroyska barnabókin varð tilnevnd í farnu viku. Tað er bókin Kuffi eftir Brynhild Andreasen við tekningum hjá Astrid Mac Donald. Kuffi er ævintýr, har hetjurnar skulu prógva fyri sær sjálvum og um- heiminum, at tær við hegni, vísdómi og styrki megna at vinna á stórum forðingum og trupulleikum. Megna tey uppgávuna, so bjarga tey bæði sær sjálvum og sínari ætt. Hesin frásøguháttur skapar spenning og fremur lesihugin, sigur ummælis- nevndin. Bókin kom út í fjør og er tann fyrsta hjá høvundinum. Føroyska um- mælisnevndin, sum er mannað av Helenu Dam á Neystabø, Oddfríði Rasm- ussen og Oddvør Johansen, hevði einar fimtan føroysk- ar barna- og ungdómsbøkur at velja ímillum á hesum sinni. Íslendska bókin verður tilnevnd í næstum. Allar tríggjar bøkurnar, sum vera í uppskoti til Barnabókavirðisløn Út- norðurráðsins 2002, verða nú umsettar til føroyskt, íslendskt og grønlendskt umframt til eitt skandinav- iskt mál. Um góðan mánað ella so verður avgerð tikin um, hvør bókin fær heiðurin, og virðislønin verður handað á ársfundinum hjá Útnorður- ráðnum, sum verður í Ís- landi í august í ár. Virðis- lønin er 60.000 kr. Tað var á ársfundi í Út- norðurráðnum fyri tveim- um árum síðani í Íslandi, at avgerð varð tikin um at seta á stovn eina Barnabóka- virðisløn. Endamálið við stovnanini er at stuðla bók- mentirnar í Útnorði og at stimbra teir høvundar, sum evna til børn. Grønlendska barnabókin tilnevnd Mannarættindastøðan gjørd upp Hendan kvinnan hevur júst fingið deyðadóm. Hon varð avrættað í Changzhou í Kina í apríl í fjør. Í tíðarskeiðnum apríl-juli í fjør vórðu 1781 fólk avrættað í Kina, sum er meiri enn restin av londunum í heiminum hevur avrættað tilsamans seinastu trý árini Tríggjar barnabøkur fara at kappast um at vinna fyrstu Barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins. Kuffi er føroyska boðið Mynd: Jens Kristian Vang Jens Marni Hansen, sum í hesum døgum roynir seg í sending- ini Pop Stars, sum TV2 skipar fyri er sloppin ígjøgnum fyrsta nálareygað. Hann er millum tey umleið 50 fyrstu, sum eru vald út til annað umfar TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Fyrrverandi limurin í Kjøl- um og All That Rain, Jens Marni Hansen, er í hesum døgum í Keypmannahavn. Her melur hann ímillum upptøkutól hjá TV2, og er við í sendingini Pop Stars, sum gongur út uppá, at finna ein solist. Fyrsta upp- tøkuroyndin var mánadag- in, og var Jens Marni ein av teimum útvaldu, sum varð filmaður frá einum enda í annan. – Eg kom til Danmarkar sunnudagin, men mána- morgunin skuldi eg út aftur til Kastrup á flogvøllin, har tað so skuldi síggja út sum eg kom við flúgvaranum. Tey fylgdu so við mær frá Kastrup inn til Cirkus- bygningin har eg skuldi stilla meg í eina bíðirøð fyri at sleppa inn, greiðir Jens Marni frá. Tá komið varð inn í Cirkus-bygningin vóru sjey og sjey tikin út, har tey fyrst skuldu inn í eitt rúm fyri seg at royna seg fyri einum fordómara. Har vóru tey vánaligastu sáldað frá áðrenn tey sluppu víðari inn til tann veruliga dómar- an. Eini 50-70 vóru eftir sum sluppu inn til dómaran at vísa síni kynstur. Fimm og fimm skuldu á pallin í senn at syngja fyri dómar- anum. – Fýra konufólk og eg skuldu upp at syngja, og har var tað bara eg, sum slapp víðari, sigur Jens Marni. Verri nú Nógv verður tosað um, at tað er verri at sleppa ígjøgnum nálareygað nú enn tað var í undanfarnu sendingini. – Ein av gentunum, sum skuldi upp á pallin tá eg skuldi, var eisini við í fjør. Tá slapp hon víðari ígjøgn- um fyrsta umfar, men tað slapp hon ikki hesuferð, so ein kann siga, at tað er strangari hesuferð, enn seinastu ferð, sigur kollfirðingurin. Jens Marni metir, at støð- ið er ymiskt. – Tað ber væl til at siga, at nógv vánalig eru við. Fleiri eru við bara fyri at royna tað, og so verður støðið eisini har eftir. Har havi eg tann fyrimunin, at eg havi verið bæði í sjón- varpi og á palli fyrr, og tað tekur tað ringasta av nerv- unum vekk, greiðir fyrrver- andi regnmaðurin frá. – Sjálvandi hevði eg nervar, tá eg skuldi syngja, tí tað var jú fyri einum dómara, men mínar royndir hjálptu mær væl. Jens Marni sigur, at hann hugsar ikki so nógv um at gerast tann eini, ið verður valdur út. Hann sigur, at um hugsað verður soleiðis, so ger dreymurin bara nerv- arnar verri. – Ringt er at siga, hvørjar vónir eg havi. Tá tað kemur til sang, haldi eg, at eg eri væl fyri, men so er tað tað, hvat teir vilja hava. Um teir vilja hava eina klokkuklára rødd ella eina rødd, ið kann variera eitt sindur. Men tað veit eg so ikki, men má bara gera tað, sum er mín besta sannføring. Keating og George Michael TV2 hevur valt nøkur burturúr at filma, og er Jens Marni ein teirra. Eitt sindur meira verður gjørt burturúr honum, eftirsum hann er einasti føroyingur, ið er við í kappingini. – Tey hava filmað meg nógv, men tað hugsi eg ikki so nógv um. Tey gera sær dælt av, at ein føroyingur er við, og allan mánadagin vóru upptøkutól rundan um meg. Til fyrsta umfarið hevði Jens Marni valt at syngja Angels hjá Robbie Williams. Í morgin, hós- dagin, tá hann aftur skal til eina upptøku roynd hevur hann tríggjar aðrar sangir at velja ímillum. Hesuferð væntar hann, at tað verður Lovin´ Each Day hjá Ronan Keating, ið skal standa fyri skotum. – Teir báðir hava ikki klokkuklára rødd, men klára at sjarmera seg ígjøg- num sangin á ein annan hátt, so tað verður tað, sum eg fari at miðað ímóti. Tað, sum eg gjørdi eitt sindur býtt mánadagin var, at áðr- enn eg fór inn, so hevði eg drukkið so nógv danskt vatn, har nógv kálk er í. Hetta gjørdi, at hálsurin hjá mær var alt ov turrur tá eg skuldi syngja, men tað eydnaðist mær so í øllum førum at koma heilskalaður ígjøgnum tað, greiðir Jens Marni frá. Hinir luttakararnir vístu seg at vera ógvuliga posit- ivt yvirraskaðir av kollfirð- inginum. Hvørja ferð onkur hevði sungið, varð klappað fyri teimum, og tá Jens Marni hevði sungið fyri dómaranum vórðu lógva- brestirnir nógvir. – Tað var ógvuliga stutt- ligt at hoyra, og hetta hjálp- ir eisini uppá sjálvsálitið, sigur Jens Marni. – Og har havi eg, sum sagt, kanska onkur ting, sum onnur ikki hava – royndirnar av at standa á palli. Men hvussu nógv vit fara at hoyra víðari frá Jens Marna er ilt at siga. Hvør veit um vit yvirhøvur fara at hoyra nakað áðrenn sendingin verður víst á TV2 í heyst. Upptøkuroyndir vera í Århus hósdagin í næstu viku, og nú hósdagin skal Jens Marni aftur royna seg. Men hann sigur, at frá nú av ber ikki til hjá honum at koma við so nógvum upplýsingum, tí hetta tilfar- ið skal jú brúkast í sending- unum hjá TV2 í heyst. – Eg kann verða saksøkt- ur við fleiri milliónum um eg gevi ov nógvar upplýs- ingar út, so frá nú av ber ikki so væl til at koma við detaljum, sigur Jens Marni Hansen at enda í telefonini úr Keypmannahavn. Jens Marni sloppin gjøgnum nálareygað: – Eg royni at hanga í Jens Marni Hansen, fyrrverandi sangari í All That Rain, er sloppin ígjøgnum fyrsta umfar í Pop Stars-kappingini, sum TV2 skipar fyri Onkuntíð verður troffið beint, tá vedd- ingarspøl eru á skránni, og tá kann vinnarin ofta fáa munandi peninga- upphæddir VEDDING Jákup Mørk Av og á kemur tað fyri, at stórir vinningar eru at fáa í ymsu veddingarspølunum. Eitt av hesum spølum er sonevnda »måljagten« hjá donsku TipsTænastuni. Her ræður um at gita úrslit í nøkrum fótbólts- dystum, og møguleikin at vinna stórar peningaupp- hæddir er oftani stórur í hesum spæli. Sjálvsagt tí tað er munnandi verri at gita úrslit í dystum, heldur enn bert at gita, hvør vinn- arin verður. Onkuntíð verður tó koll- gitt, og fyri góðari viku síð- ani var í øllum førum ein heppin føroyingur, sum gitti rætt. Úrslitið gjørdist, at vinn- arin gjørdist nakað væl rík- ari. Sum skeltið sigur, so vóru »oddisini« fyri vedd- ingina 174.838, og tað merkir, at innskotið, sum er latið, fær hepni veddarin afturgoldið 174.838 ferðir aftur. Er innskotið ein 10- króna, er talan sostatt um 1,75 mió.kr. Tað kann loysa seg Skeltið úti hjá Gunnleivi við Landavegin boðar frá, at her hevur ein kollgitt og vunnið pengarnar hjá sær 174.838 ferðirnar aftur Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0D GX grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 118.000 km. 100.000 Nissan Almera 1,5 Comfort reyður, 5 hurðar, árg. 2000. 115.000 Nissan Primera 1,6 LX gráur, 4 hurðar, árg. 1995, 126.000 km. 69.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Nissan Primera 2,0 SLX gráur, 4 hurðar, árg. 1998. 135.000 Nissan Primera 2,0 reyður, 4 hurðar, árg. 1991, 121.000 km. 47.000 Nissan King Cab 4x4 Diesel gráur, 2 hurðar, árg. 1996. 78.000 Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut. bláur, 4 hurðar, árg. 1994, 230.000 km. 120.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 206 XR 1,4 svartur, 3 hurðar, árg. 1999, 88.000 km. 100.000 Peugeot 206 XRD 1,9 bláur, 3 hurðar, árg. 1999, 60.000 km. 112.000 Peugeot 106 Diesel gráur, 3 hurðar, árg. 1996, 110.000 km. 72.000 Opel Astra 1,7 Wagon bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 142.000 km. 55.000 Opel Vectra 1,8 bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 29.000 km. 129.000 Opel Vectra 2,0 Di bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 96.000 km. 130.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, 26.000 Opel Astra 1,6 svartur, 5 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 105.000 Opel Combo 1,4 Van hvítur, 3 hurðar, árg. 1997, 52.000 km. 59.000 Opel Astra 1,7dt Van grønur, 5 hurðar, árg. 1995, 106.000 km. 50.000 Opel Astra 1,7Dtl grønur, 4 hurðar, árg. 1997, 108.000 km. 99.000 Gevi gætur: Bilarnir á listanum kunnu ver a seldir