Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 99 - 29. mai 2002 Nr. 99 - 29. mai 2002 9 - Vit fara ikki at standa og “stampa” langt út á fríggja- dagin, sigur stjórin á Kósini, Adrian Dalsá FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Stjórin á størsta arbeiðs- plássi í Norðoyggum, Kós- ini, ætlar ikki, at arbeiðs- fólk hjá honum skulu arbeiða langt út á fríggja- dagin, nú norðoyastevna verður komandi viku- skiftið. - Jú, eg havi hugsað um stevnuna og ætli ikki, at fríggjadagurin skal gerast ov langur, sigur Adrian Dalsá. Hann sigur, at gerst tað neyðugt, verður heldur arbeitt eitt sindur longri dagarnar frammanundan enn ov tætt uppundir stevn- una. - Eg haldi ikki, at nøkur grund er fyri at standa og ”stampa” langt út á fríggja- dagin, sum stjórin á Kósini tekur til. Upsi frá Beta Líkt er tó ikki til, at hendan vikan verður øðrvísi enn aðrar á Kósini. - Mánadagin høvdu vit nakað av upsa niðurfyri, sum vit hava keypt frá P/F Beta. Annars vænta vit, at línu- bátarnir koma inn í vikuni. Koma teir ov tætt uppundir vikuskiftið, er ikki óhugs- andi, at nakað av fiski kem- ur at liggja niðurfyri til vik- una eftir. Adrian Dalsá væntar annars, at nóg mikið verður at takast við á Kósini alla hesa vikuna. - Væntandi verða skipini á kalvaveiði til ólavsøku, sigur reið- arin, Jón Nolsøe Olsen. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Línubátarnir, Fuglfirðingur og Gullborg, sum báðir liggja á Fuglafirði og rigga til, fara í hesi vikuni til Íslands á kalvaveiði. Jón Nolsøe Olsen, reiðari, sigur, at væntandi fara skipini at fiska har yviri til ólavsøku. Bæði skipini hava línu- loyvi undir Føroyum, og bæði hava egningamaskinu. Fuglfirðingur fekk sína egningamaskinu í janu- ar/februar í ár. Ein fittan part av árinum hevur Fugl- firðingur fiskað háv, meðan Gullborg hevur roynt við vanligari línu. Bæði skipini hava eisini kalvaloyvi undir Íslandi. Reiðarin sigur, at skipini kunnu byrja at fiska kalva, 1. juni, og summartíðin er góð kalvatíð har yviri. Ein túr í fjør Fuglfirðingur var ein stuttan túr har yviri í fjør, og teir fingu fitt av kalva. Prísurin er góður, og Jón Nolsøe Olsen er spentur uppá, hvussu hetta fer at ganga, tí neyðugt er ikki við teimum heilt stóru nøgdunum fyri at fáa hampiligt burtur úr til skip og manning. Fuglfirðingur og Gullborg til Íslands á kalvaveiði Fuglfirðingur liggur á Fuglafirði og ger klárt at fara til Íslands á kalvaveiði. Skipari er Andrias Johannesen í Kaldbak. Mynd: Vilmund Jacobsen Fara ikki at arbeiða inni á norðoyastevnu Væntandi koma línubátarnir í Klaksvík inn til norðoyastevnuna. Borðoyarnes er einasta skip í Føroyum,sum hevur verksmiðju til virking av krabba,men Fiskimálastýrið vil ikki geva eigarunum loyvi at veiða krabba,tí tey meta,at nóg mikið av krabbaloyvum longu eru givin. - Hóast einki skip er á krabbaveiði undir Føroyum,noyðast vit nú at fyrireika okkum til at fara aftur til Grønlands,sigur ein undrunarsamur og vónsvikin reiðari,Jón Nolsøe Olsen. KRABBAVEIðA Vilmund Jacobsen Jón Nolsøe Olsen, sum er reiðari á krabbaskipinum, Borðoyarnesi, skilir ikki, hví Fiskimálastýrið ikki vil geva teimum, sum eiga skipið, loyvi at veiða krabba undir Føroyum. - Vit hava søkt um eitt slíkt loyvi einar tvær ferðir, men hava muntliga fingið at vita, at nóg mikið av loyvum eru givin til krabbaveiði undir Før- oyum. Henda støða undrar reið- aran almikið, tí einki skip er á krabbaveiði, og honum vitandi fyrireikar einki reiðarí seg til hesa veiði í løtuni. - Tey reiðaríir, sum hava loyvi, hava eisini gjørt sínar royndir, men tær eydnaðust ikki nakað serligt. Jón vísir tó á, at tær royndir, sum eru gjørdar, eru ikki gjørdar við skip- um, sum hava krabbaverk- smiðju umborð, og tað heldur hann er rættiliga av- gerandi. - Men eina slíka verk- smiðju hevur Borðoyarnes, sum einasta skip í Før- oyum, sigur hann. Søkja ikki aftur Jón sigur, at Fiskimálastýr- ið hevur biðið teir, sum eiga Borðoyarnes, læna loyvi frá N.J. Mortensen á Tvøroyri ella Tór í Hósvík, men hetta vilja teir treyðugt. - Vísir tað seg, at tað ber til at reka lønandi krabba- veiði undir Føroyum, vilja teir, sum eiga loyvini, sjálv- sagt hava tey aftur, og tá standa vit aftur við ongum, sigur hann. Eitt annað, sum undrar Jón, er, at eitt triðja krabbaloyvi eisini er givið, og tað er givið uppá Borð- oyarnes. - Vit, sum eiga skipið, hava ikki hetta loyvi, men aðrir menn, sum ikki eiga skipið. So, hetta er ein undarlig verð, leggur hann aftrat. Jón sigur, at teir fara ikki at søkja Fiskimálastýrið fyri triðju ferð um krabba- loyvi undir Føroyum til ein- asta skip í flotanum, sum hevur krabbaverksmiðju. - Vit eru givnir at søkja og fara nú at arbeiða fram ímóti at sleppa yviraftur til Grønlands, haðani skipið kom í august síðsta ár. Vit hava fingið kvotu har yviri, men ivasamt er, um vit sleppa at fiska undir før- oyskum flaggi ella ikki, sigur reiðarin. Á Hattonbanka Síðan Borðoyarnes kom aftur úr Grønlandi, hevur skipið í eina tíð verið vakt- arskip í Norðsjónum, og um mánaðarskiftið apríl/- mai gjørdu teir eina roynd at veiða krabba í altjóða sjógvi á Hattonbanka og á Íslandsrygginum. - Á Íslandsrygginum var einki á fáa. Hinvegin fekst nakað á Hattonbanka, men ikki nóg mikið til, at veiðan var lønandi, sigur Jón. Hann vísir á, at reiðaríið eisini hevur søkt Fiskimála- stýrið um loyvi at fara í al- tjóða sjógv á Flemmish Kap at royna eftir krabba, men heldur ikki har kundu teir sleppa. - So, alt hetta er ógvuliga keðiligt og stórt spell, tá ið vit nú hava eitt skip, sum er útgjørt til krabbaveiði, sig- ur ein undrunarsamur og vónsvikin, Jón Nolsøe Olsen, reiðari. Einasta krabbaskip í Føroyum fær ikki loyvi at veiða krabba Fiskimálastýrið vil ikki geva einasta skipi í flotanum, sum er útgjørt við krabbaverksmiðju, loyvi at fiska krabba undir Føroyum. Tískil hevur Borðoyarnes ligið svínabundin við bryggju í Fuglafirði ein stóran part av tíðini, síðan skipið kom aftur úr Grønlandi í august mánaða í fjør. Mynd: Vilmund Jacobsen - Málið hjá mær er í fyrsta lagi, at vit ikki skulu síggja enn fleiri plastikrør fylt við be- tongi sum stólpar undir altanum, sigur Attli Tróndheim, ið umboðar norska verksmiðju, sum ger vakrar snaraðar træ- súlur og snældur til eitt nú hús og garðar. HÚS OG GARÐAR Vilmund Jacobsen Føroyingar eru vanabundn- ir, og tað nýtist ikki at vera nakað ringt. Vit hyggja ikki altíð so lagt út um landodd- arnar. Hetta kemur til sjóndar á nógvum ymisk- um økjum. Vit kunnu ikki siga, at sethúsini, vit byggja, øll eru eins í sniði, men sjáldan sært tú eini hús, sum eru heilt øðrvísi enn tey, ið standa uppat. Seinnu árini er hugflogið tó vorðið størri, og nú sært tú við- hvørt hús ella garðar, sum líkjast burtur úr hinum. Føroysku fyritøkurnar, sum byggja sniðhús, bjóða tær vanliga nøkur ávís hús, sum tú síðan kanst velja ímillum. Hesi kunnu vera ymisk í skapi og útsjónd, men oftast kennir tú sniðið aftur og veit, hvør hevur bygt húsini. Alt gott um hetta. Tað er óført, at vit eiga føroysk feløg, sum hava síni egnu føroysku hús at bjóða út til búreisingar kring landið. Plastikrør fylt við betongi Men lítið skal mangan til fyri at gera tað, sum er gott, uppaftur betur. Sumt er sum pyntar og sumt er, sum skemmir. Sært tú eitt stórt úthang, er vanligt at síggja fýrakant- aðir stólpar halda úthangin- um uppi, hóast snaraðir stólpar kundu verið nógv vakrari. Vit síggja eisini, at nøkur av húsunum, sum eru eitt sindur eldri, hava plastikrør fylt við betong uppundir altanuna. Hesi eru vanliga litað og ikki serliga vøkur á at líta. Hetta hugsa vit tó ikki stórvegis um, tí hetta er vanligt í Føroyum. Í øðrum londum er meira vanligt, at stólparnir eru snaraðir og vakrir á at líta. Teir prýða um tað, tú sært. - Hyggur tú í timbur- handlarnar kring landið, sært tú ongar snaraðar træ- súlur og snældur, og spyrt tú, hví teir ikki hava slíkt á goymslu, verður sagt, at eingin eftirspurningur er eftir tílíkum í Føroyum. Hetta sigur leirvíkingur- in, Attli Tróndheim, sum umboðar norsku verksmiðj- una, Aaneslands Fabrikker a/s. Henda fyritøka ger nevniliga tað, sum vit ikki síggja so nógv til í Før- oyum. Súlur ogsnældur - Eg haldi, at snaraðu træ- súlurnar ogsnældurnar eru áhugaverdar, og tær kunnu nýtast bæði úti og inni. Tilfarið er gran og fura og fæst bæði trýstimpregnerað og óviðgjørt – alt eftir, um hetta skal brúkast úti ella inni. Tú kanst eisini velja, um súlur og snældur skulu verða úr heilum træi ella laminerað, t.v.s. límað saman. Attli sigur, at málið hjá honum í fyrsta lagi er at sleppa undan at síggja enn fleiri plastikrør fylt við be- tongi standa undir altanum. - Eg haldi ikki, hetta er vakurt á at líta. Tí havi eg átikið mær at umboða hesa norsku verksmiðju í Føroy- um, ið framleiðir vakrar snaraðar súlur og snældur, sum kunnu pynta nógv um hús og garð. Hann sigur, at møguleik- arnir eru nógvir, og hevur tú ynski um ávíst snið, sum tú velir sjálvur, er einki til hindurs fyri at biðja verk- smiðjuna gera súluna ella snælduna eftir tínum ynski. - Men hetta kostar so eitt sindur eyka, sigur Attli. Flaggstengur, bummar og mastrar Men Aaneslands Fabrikker gera eisini træverk til garð- ar, altanir og trappur, flagg- stengur, bummar og mastr- ar til skip og bátar. - Flaggstengurnar eru sermerktar á tann hátt, at tær hava eina fðrakantaða rót, sum gongur nakað upp; síðan er restin av stongini rund, sigur Attli. Hann vísir á, at verk- smiðjan kann gera stengur, bummar og mastrar, sum eru uppí 30 metrar til longdar og 60 cm. í tvørmát. - Soleiðis hevur verk- smiðjan gjørt bummar til norsk skúlaskip og mastrar til skip og bátar, sigur Attli Tróndheim. Firmaið hjá honum eitur A. T. Sølan. Træsúlur og snældur pynta húsini og garðin Eigarin av hesum húsunum í Søldarfirði hevur sett stólpar frá Aaneslands Fabrikker í Noregi undir úthangið. Mynd: Vilmund Jacobsen Hesi húsini standa í Saltangará. Aaneslands-stólpar eru undir úthanginum, og lægri stólpar eru júst settir upp við trappuna. Mynd: Vilmund Jacobsen. C M Y K 9 8 Bryggjudansur Tórshavnar Bátafelag Leygarkvøldið 1. juni skipar Tórshavnar Bátafelag aftur fyr tí vælumtókta Bryggjudansinum í Vágsbótni við bæði føroyskum og enskum dansi. Kaffi, sodavatn og okkurt til matna fæst til keyps