Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 99 - 29. mai 2002 Nr. 99 - 29. mai 2002 13 Hans Birgir Hansen Mr. Big Tað finst bert eitt alternativ til teir etableraðu politisku flokkar og eru tað »Tey grønu í Føroyum«, sum ein alment var frammi við fyri einum 15 árum síðan. Tað, at ein kunnaði um grønu stevnu- og virkis- skránna í føroysku bløðun- um, førdi við sær, eina størri tilvitan um náttúru- og umhvørvisvernd í síni heild. Tað, okkum tørvar, er at fáa samskipa alla náttúru- og umhvørvisvernd, sum vit skulu fáa út í fólkaskúl- ar, síðan framhaldsdeildir, hægri skúlar og lærustovn- ar. Tað er neyðugt at fáa skipa eina grøna grasrótar- rørslu og grønan felagsskap og flokkin »Tey grønu í Føroyum« ein alment hevur verið frammi við. Tað er slíkt, ið ikki bygg- ir á politiskar floks- ideologiir/ismur hjá poli- tisku flokkunum, ið stýrdir verða av stórkapitalistisku kreftunum, ein áður hevur umrøtt. Eg kann siga, at »Tey grønu í Føroyum« hava hesi meira enn 15 árini havt ávirkan á almenningin, myndugleikar, vøldir, fel- agsskapir og politikk-arar. Tað sama kann sigast, tá náttúru- og umhvørvis ráð- stevnur vórðu skipaðar í áttati og níti árunum og nú í 2002 og hvørs ein bert var til tað seinastu. Eg eri sostatt tann einasti í Føroyum, ið havi ætlanir at taka slíkt upp aftur og tað nýggju slóðbrótandi alt umfatandi orkusparandi tøknina v.m. Eg havi á orku- og um- hvørvisráðstevnu uppi í Norðurlandahúsinum fing- ið størri innlit/forstáilsi/til- vitan, ið ein kann nýta í tí slóðbrótandi arbeiðinum. Eg havi nógv at stríðast ímóti øllum etableraðum ídnaðarfyritøkum, ið skapa okkum dálkingartrupul- leikar, ið hava skaðilig árin á fólkaheilsu. Og eg havi funnið mítt støði í slíkum samanhangi og staðfest mín rættleika í øllum arvastríði. Listafólkini starvast dagliga á verkstøðun- um Vón á Argjum, á Brekku í Klaskvík og á Stýggjum í Runavík, umframt á danska skúlanum, Voksen- skolen Lysbro LIST Tíðindaskriv Leygardagin 25. mai kom eitt ferðalag við fjúrtan fólkum úr Danmørk til Føroya at hava skeið fyri listafólkum, sum arbeiða á vardu verkstøðunum Vón á Argjum, á Brekku í Klaks- vík og á Stýggjum í Runa- vík. Danska ferðalagið kemur úr skúlanum, Vok- senskolen Lysbro, sum liggur í Silkeborg. Fýra av teimum fjúrtan í ferðalagn- um eru lærarar, meðan hini tíggju eru næmingar. Skipað er fyri skeiðnum til tess at varpa ljós á listina hjá teimum menningartarn- aðu, og samstundis læra tey nýggjar hættir innan listina. Umframt tey fjúrtan úr Danmørk, eru átta luttak- arar úr Føroyum, sum allir eru knýttir at teimum trim- um omanfyri nevndu verk- støðunum. Í sambandi við skeiðið er myndaframsýn- ing á Torginum í SMS. Sýnd verða fram verk, sum luttakararnir á skeiðnum hava evnað til. Á framsýn- ingini vera umleið 30 myndir. Her heima eru tað Javni og Verkstaðið Vón, sum hava lagt tiltakið til rættis. Framsýningin á Torginum lat upp mánadag- in 27. og er opin til og við mikudagin 30. mei. Símun A. Klein Hanus og Janus hava tveir grannagarðar, og teir velta báðir epli, sum teir brúka sjálvir og selja burturav fyri at fáa tær inntøkur, sum skulu til fyri at keypa tað, sum neyðugt er at fáa fatur á. Einasti munur millum teirra er, at Hanus hevur ein væl størri garð enn Janus. So hendir tað, at Hanus fer at girnast garðin hjá Janusi. Hann vil hava hann lagdan afturat sínum egna, men hvussu skal hann bera seg at??? Jú, hann finnur uppá hyggjuráðini. Næsta heyst bjóðar hann Janusi epli. Hann bjóðar honum meiri enn tíggjundaparti av tí, sum Janus sjálvur hevur tikið upp. Janus er so góð- trúgvin, at hann heldur hettar verða eitt sera gott tilboð, og hann heldur, at nú er hann ríkur. Ja, hann heldur seg vera so væl fyri, at hann næsta ár kann sleppa frá at seta niður líka nógv epli, sum hann plagar, og hóast tað kann hann fáa alt tað, ið honum lystir. Hettar gongur gott í fleiri ár, og janus sleppur frá at arbeiða so nógv sum fyrr, tí Hanus er so beinasamur at hjálpa honum. Men so hendir tað, sum Hanus hevur bíðað eftir so leingi. Einhvør sjúka kem- ur í eplini hjá Janusi, og hann er knappligani í svár- ari neyð. Tá fer Janus til sín gamla vin Hanus og spyr, um hann ikki kann fáa hjálp, og Hanus er beina- samur sum altíð. Tað er gaman í sigur Hanus, hjálp skal tú fáa, bert eg fái garðin tín, og so skal tú afturfyri fáa tað gott sum húskallur hjá mær! Nú hevur Janus einki annað í at velja, og prísurin fyri góða lív hansara í nøk- ur ár er tí tann, at tað ikki longur eru tveir garðar, men bert tann eini. Tann, ið lesur hettar, hann fati týdningin av hes- um! P.S.: Upphavsmaður til hetta líknilsi er: Zakarias Wang! TÍÐINDASKRIV Zenit Zenit skipar fyri temadegi um Virkisportalar, t.e. internetportalar til umsit- ing, kunning og samskifti innanhýsis og uttanhýsis á virkinum Zenit skipar fyri tema- degi um Virkisportalar, t.e. internetportalar til umsit- ing, kunning og samskifti innanhýsis og uttanhýsis á virkinum. Temadagurin verður hild- in 31. mai kl. 8.30 til 16.30 á Hotel Føroyum. Temadagurin er skipaður í fýra høvuðspartar: Alment um Virkisportal- ar og intranet Danin Mads Richard Møller heldur fyrilestur og vísir á casir við støði í nýggju bók síni »Behind the Firewall - Danske erfaringer med INTRA- NET OG VIRKSOM- HEDSPORTALER«. Bókin viðgerð sera áhugavert ymsu strategisku og praktisku spurningarnar, sum eru, tá ein væleydn- aður og skipaður virkispor- talur skal setast í verk. Eitt av stóru nøvnunum innan internetið, Jakob Nielsen, sigur soleiðis um bókina: »En værdifuld og sjælden lejlighed til at få døren åbnet og se hvordan førende virksomheder de- signer og optimerer deres intranet. De fleste større organisationer kan spare et par millioner kroner om året i medarbejder-produk- tivitet ved at følge rådene i denne bog.« Føroyskir virkisportalar Praktisk dømi um virkis- portalar í Føroyum. Hoyr um royndirnar og ætlanirn- ar hjá Dimmalætting, Havs- brún, Strandfaraskip Landsins og Føroya Gjald- stovu við teirra virkisport- alum. Brúkarin og virkisportalar Hvussu nýta virki internet- ið, tá ið tey samskifta við brúkaran. Birgir Kruse hugleiðir um ymsar hættir og ynski, tá ið samskift verður við brúkaran. Víst verður á nøkur dømi, hepp- in sum óheppin. Føroysk skipan til virkis- portalar Síggj, hvussu i2.net- skipanin hjá Zenit kann nýtast til umsiting, kunning og samskifti á internet- inum. Áhugaverd listaframsýning á Torginum í SMS Alternativ »Tey grønu í Føroyum«! Hanus og Janus hava tveir grannagarðar… Temadagur um virkisportalar – Tað vóru ikki øll foreldur, sum vórðu biðin um at skriva undir mótmæli ímóti fyrstalæraranum, sigur Harry Hentze í Skopun SKÚLASTRÍÐ Áki Bertholdsen Skopun: Tað eru verri enn so øll í Skopun, sum taka undir við atfinningunum ímóti fyrstalæraranum í bygdini. Harry Hentze eigur sjálv- ur børn í skúlanum í Skop- un og hann er alt annað enn samdur við teimum, sum nú hava savnað inn undir- skriftir fyri at fáa fyrsta- læraran í Skopun, Ingun Simonsen, úr starvi. Tað var um vikuskiftið, at foreldur í Skopun handaði Mentamálastýrinum ein lista við undirskriftum og kravi um at skúlin fær nýggjan fyrstalærara. Men Harry Hentze sigur, at tað vóru ikki øll foreldur, sum vórðu spurd um tey vildu skriva undir mótmæli ímóti læraranum. – Sjálvur var eg ikki spurdur, hóast eg eigi børn í skúlanum og og veit eisini um fleiri onnur foreldur, sum heldur ikki vórðu spurd, sigur hann. Hann sigur, at tað vóru nevniliga fleiri hús, sum vórðu lopin um, tá ið tey gingu við listanum. – Tey, sum gingu við listanum hava ikki gjørt mætari enn at leypa tey um, har tey vitstu at fólkð ikki fór at skriva undir, sigur Harry Hentze. Og hesa mannagongdina átalar hann harðliga. – Tað er undir lágmark at savna inn undirskriftir ímóti einum fólki, men at leypa tey um, har tey frammanundan vita, at tey ikki fáa undirtøku. Soleiðis bera ein seg ikki at, sigur hann. Eitt megnararbeiði Umframt tey, sum ikki eru biðin um at skriva undir, veit Harry Hentze eisini um onnur, sum vórðu biðin, men sum ikki vildu skriva undir. – Langt frá øll taka undir við mótmælunum ímóti fyrstalæraranum, tí tað er ein rættiliga stórur partur av foreldrunum, sum eru stak væl nøgd við Ingun Simonsen. – Hon hevur nevniliga gjørt eitt megnararbeiði fyri skúlan, tí hon hevur lyft hann upp á eitt heilt annað støði, enn hann var á frammanundan. Tað var onki í skúlanum, tá ið hon kom, men nú eru teldur á hvørjum horni, umframt at nógv annað er gjørt. Nú er skúlin nógv betri skipaður, enn hann var og verður rikin á professionellum støði. Í dag hava vit ein góðan skúla í Skopun, leggur hann afturat. Men Harry Hentze held- ur eisini, at tað er onki at finnast at samstarvsevn- unum hjá fyrstalæraranum. – Men tað er bara veru- leikin, at tá ið ein leiðari kemur við nýggjum hug- skotum og ætlar at broyta tað gamla, fær hann mót- støðu. Soleiðis er allastaðni og soleiðis er eisini í skúl- anum í Skopun, men her hava broytingarnar avgjørt verið til tað betra, sigur skopuningurin. – Og eg finni meg ikki í, at slíkt verður gjørt ímóti einum lærara, sum hevur gjørt so nógv fyri skúlan, sum hon hevur, sigur Harry Hentze. Skúlastríðið í Skopun: Ingun hevur gjørt eitt stórt arbeiði Ikki øll foreldur í Skopun taka undir við atfinningunum ímóti fyrstalæraranum, tí tey siga, at hon hevur verið ein fongur fyri skúlan. Savnsmynd. C M Y K 13 12