Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 29. mai 2002 15 Hvørt ár skipar Javni fyri veitslu fyri limir sínar. Hesa ferð var ársveitslan á Strond- um, har útvið 300 gestir sótu til borðs í bygdahúsinum leyg- arkvøldið. JAVNI Rúna Sivertsen Vit menniskju eru so bundin av at skula hóska inn í myndina. Myndina, vit gera av okkum sjálvum ella hana, hini vænta at síggja. Ein stóran part av lívinum nýta vit til at fjala kenslur okkara. Vit mugu ikki flenna ov hart; tað er skomm. Vit mugu ikki klemma og kyssa, meðan onnur síggja; tað er eisini skomm. Vit mugu ikki syngja uttan so, at vit syngja klokkureint, ”tí tað ger man ikki”. Um tú ikki hevur verið á dansiskeiði, er tað skomm at dansa, - ella er tað eisini synd. Ótaldar forðingar halda okkum aftur í at lata gleðina og láturin streyma frítt út hjørtum okkara. Vit, sum ikki eru ”tarnað”, bera í grundini størsta brekið av øllum. Vit tora ikki at loyva okkum sjálvum at vera ovfarakát. Gleði í yvirflóð Tá vit trinu inn í veitslu- skrýddu høllina í bygda- húsinum á Strondum leygarkvøldið, streymaði ein slík gleði móti okkum, sum vit sjáldan uppliva. Fólk vóru komin úr øllum landinum á ársveitslu hjá Javna, og gleðin var stór, tá vinir og kenningar hittust. Allastaðni frá hoydist látur og gleðisróp. Klemm og mussar spardust ikki, og hjartalagið var ikki til at taka feil av. Hendan smitt- andi gleðin breiddi seg, og eftir lítlari løtu vóru øll so glað sum børn. Hevur tú verið á einari veitslu hjá Javna, leingist tær altíð aftur. Tað sást eisini á stúvstappaða borðs- salinum, har stólarnir stóðu so tætt, at servitrisurnar høvdu sítt góða stríð við at sleppa framat. Men mat fingu vit, og tað bæði heit- an og góðan. Við hvønn borðisk lógu smá handgjørd borðkort við borðversi á. Tey, ið arbeiða í verkhúsinum Stíggjur í Runavík høvdu gjørt kortini. Serstakliga vøkur kort, sum helst ikki hava kostað tað stóra, men sum vóru gjørd við gleði og hjartalagi. Sum vera man, vóru talur hildnar. Formaðurin hjá Javna, Diana í Puntabyrgi segði, at fyri seg var tað ein serstøk gleði, at ársveitslan var hildin á Strondum, sum er hennara heimakomm- una. Diana er ættað av Selatrað. Diana mintist, at tá hon var barn, var neyð- ugt at ganga um fjallið fyri at koma til Strendur. Sámal Petur í Grund, sum hetta kvøldið hevði sína seinastu uppgávu, sum landsstýrismaður á hesum sinni, helt eina serstakliga hjartanemandi røðu. Hann vísti á, at vit eru øll ein- staklingar, skapaði í Guds mynd. Hann endaði røðu sína við at siga: “ Lat okk- um tí hvør frá síni rók gera okkara til, at vit hava eitt samfelag, har hvør gevur sum hann hevur kreftir til at geva frá sær, og hvør mót- tekur, sum hann hevur tørv á at móttaka”. At eingin fekk í lag at sovna við borðið, syrgdi Rasmus Magnussen fyri. Rasmus er fastur undir- haldari á veitslunum hjá Javna. Við sínum lætta og ikki sørt skálkaliga lyndi, fekk hann lív í øll, og láturin rungaði. Eftir eitt langt og skemtiligt borð- hald, fóru øll mett og glað frá borðinum. Men enn var tað besta eftir; tað, sum øll gleddu seg allarmest til. Dansurin Hevur tú ongantíð sæð dansin á veitslunum hjá Javna, so veitst tú ikki, hvussu ”gleðin” sær út. Gleðin brúsaði á dansigólv- inum, og sum í einum hvirluvindi svingaðu hesi ovfarakátu menniskju hvønn annan runt og runt. Enntá rullistólarnir snurr- aðu runt á gólvinum. Her varð ikki hugsað um, hvøt tú sá gott út ella dugdi væl at dansa. Nei, her slapp gleðin at streyma frítt og ongar forðingar fingu loyvi at taka gleðina burtur. Tá klokkan gekk til mid- nátt, var tíð at gevast. Fólk vóru móð og troytt. Bussarnir, sum høvdu koyrt gestirnar til veitslustaðið, stóðu nú í túninum og bíð- aðu. Borðssalurin, sum varð ruddaður til dansin, var næstan tómur. Og tó; onkur sat eftir og sá ógvu- liga keddur út og vildi ikki heim. Hjá teimum verður hvørki gleði ella sorg krógvað burtur. Kvøldið, sum vit øll høvdu glett okkum so nógv til, var at enda komið. Ein lívsjáttandi veitsla Sámal Petur í Grund, landstýrismaður, sær nakað sorgblíður út, og helst er tað tí, at hetta var hansara seinasta uppgáva sum landsstýrismaður á hesum sinni. Útvið 300 fólk vóru á ársveitslu hjá Javna seinasta vikuskifti. Hevur tú einaferð verið á veitslu hjá Javna, leingist tær altíð aftur. Frøin lýsir úr eygunum á Miriam og Jógvan. 15 14 Nr. 99 - 29. mai 2002 Fyri góðum hálvum ári síðani, var Funn- ingsfjørður fiskatóm- ur. Økið lat uppaftur 1. mars og eru nú 2 alibrúk á fjørðinum. Tey eru P/f East Salmon og P/f Gulin ALING Rúna Sivertsen East Salmon, sum hevur heimstað í Klaksvík, hevur nú aliringar bæði í Hvanna- sundi og á Funningsfirði. - Tað er neyðugt at hava fleiri øki at ala á, um ILA brýtur út í Hvannasundi, sigur Símin Pauli Sivertsen, sum er leiðari fyri sjógv- aling hjá East Salmon. Eftir at tríggir tilburðir av ILA vórðu staðfestir í Føroyum, varð økið á Funningsfirði fiskatómt. Nú eru gingnir góðir seks mánaðir og 1. mars lat økið uppaftur og eru tvey alibrúk á fjørðinum. – Vit hava uttara partin av fjørðinum. Økið innan fyri Elduvíksnes hevur P/f Gulin. Nýggjan flaka East Salmon hevur keypt nýggjan flaka úr Skotlandi. – Á uttara parti á Funn- ingsfirði kann verða veð- urringt, og í tí hava vit útvegað okkum ein be- tongflaka. Flakin hevur 4 fóðurannlegg og tekur 200 tons av fóðri, sigur Símin Pauli. Tað er P/f Gael Force Marine í Klaksvík, sum umboðar hetta slagi av flakum. - Eisini hava vit fingið eina nýggja fortøjnings- skipan frá Vónini og ringar frá Hydro-Tech. Alt tilfarið er úr serstakliga góðum kvaliteti. Símin Pauli Sigur, at smolt vanliga verður flutt til ringarnar við brunnbáti, men vegna smittuvanda verður tyrlan nýtt í staðin. Tyrlan hevur ein tanga, sum tekur 7000 smolt á 60 gram. - Um alt gongur væl verður liðugt at seta út um mánaðarskiftið, sigur Sím- in Pauli Sivertsen á East Salmon. Í løtuni eru 3 – 4 mans knýttir at alibrúkinum á Funningsfirði. ALING Rúna Sivertsen Nýggja kryvjivirkið, sum verður tikið í nýtslu í juli, er útgjørt við nýggjastu útgerð til kryvjing og pakking av laksi. Á virk- inum, verður ein spildur- nýggj móttøkuskipan, sum pumpar fiskin livandi í stór kør á landi. Tað eru Faroe Salmon og East Salmon, sum byggja nýtt stórsligið virki, til kryvjing av laksi, í Klaksvík. -Tað vóru bæði vaksandi fiskanøgdirnar og øktu krøvini til framleiðsluvirk- ir, sum gjørdu at menn fóru at hugsa um at byggja størri virki, sigur Johan Mørkøre, sum hevur verið leiðari á kryvjivirkinum, hjá East Salmon, síðani byrjan í 1988. Nýggja kryvjivirkið er útgjørt við framkomnastu útgerð innan kryvjing og pakking av laksi. - Meiningin er at byrja við 3 maskinum, sum klára at kryvja og pakka 70 tons í 8 tímar. Ætlanin er, um stutta tíð, at seta eina maskinu upp aftrat. Tá vænta vit at klára 100 tons pr. arbeiðsdag, sigur Johan. Virkið er útgjørt til 50 – 60 fólk, sum kunnu arbeiða í vaktum. Í byrjanini koma um 30 fólk at starvast á kryvjivirkinum. Spildurnýggj móttøku- skipan Sum einasta virki í Føroyum, verður nýggja kryvjivirkið útgjørt við eini móttøkuskipan, sum ger tað møguligt at pumpa laksin livandi í stór kør á landi. Vanliga má brunnbáturin liggja í tímavís, meðan fiskurin verður uppskipað- ur. Eisini er neyðugt at taka fiskin um náttina, so brunn- báturin kann vera klárur at skipa laksin upp til arbeiðs- tíð. Við nýggju skipanini verður hesin arbeiðsháttur søga. Í framtíðin verður møgu- ligt at pumpa alla lastina, eini 45 – 50 tons upp eftir 2 tímum. Johan sigur, at nýggja skipanin fer at gera tað møguligt hjá teimum, sjálv- ir at stýra framleiðsluni, frá kørunum inn á virkið. - Hetta fer at hava við sær eina nógv lagaligari ar- beiðsgongd, bæði fyri arbeiðsfólkið á virkinum og manningina á brunnbátin- um, sigur Johan. - Seinastu 3 árini hevur verið trongligt á gamla virkinum. Tað verður eitt st rt framstig, bæði fyri fram- leiðslu, gøðsku og trivna, tá flutt verður á nýggja virkið, sigur Johan Mørkøre, virk- isleiðar, at enda. Meðan flutt verður í nýggja bygningin, er ætlan- in at leggja arbeiðið niður í nakrar vikur. Í juli verður nýggja kryvjivirkið, við Faktorsveg í Klaksvík, klárt at taka í nýtslu. East Salmon á Funningsfirði Nýtt kryvjivirki í Klaksvík Funningsfjørður, sum hevur verið fiskatómur í góðar 6 mánaðir, læt upp aftur 1. mars. Um alt gongur væl, verður liðugt at seta út um mánaðarskiftið. Vegna smittuvanda, verður tyrlan nýtt at flyta smolt til ringarnar. - Harðføra veðrið á Funn- ingsfirði, ger tað neyðugt at hava sterka útgerð. Tí hevur East Salmon útvegað sær betonbygdan flaka úr Skot- landi. Bæði flaki, ringar og fortøjningsskipan eru úr serstakliga góðum kvaliteti. Johan Mørkøre við nýggja bygningin, sum Faroe Salmon og East Salmon hava latið byggja. Virkið fer at rúma mest framkomnu útgerð til kryvjing og pakking av laksi. Tær gleða seg til at sleppa úr trongu arbeiðsumstøðunum á gamla virkinum. Nýggja virkið er rúmsátt og lýkur øll krøv, ið sett verða til eitt nýmótans virki. Her sæst útgrevsturin, har kørini til laksin koma at standa. Nýggja kryvjivirkið verður eitt stórt framstig fyri framleiðsu og gøðsku, fyri ikki at gloyma trivnaðin hjá arbeiðsfólkunum. Við kaj- una liggur brunnbáturin, Tjørnunes. C M Y K 14