Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 2002síða 24

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 102 - 1. juli 2002 Nr. 102 - 1. juli 2002 49 Missiónshúsið í Skálavík Felagskórið og manskórið úr oynni venur leygarkvøldið kl. 20 í Missiónshúsinum. Sunnukvøldið kl. 18 Møti við sangi og vitnisburði. Innsavnan verður til húsið. Kl. 14 Sunnudagsskúli – sein- asti innan summarfrítíðina. Missiónshúsið á Tvøroyri Felags sunnudagsskúli verður í Vági. Kl. 18 Møti við Sigrid, Jeannu og Mouritz. Innsavnan verður til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Hósdagin kl. 19 Junior- samling. Sunnudagin kl. 14 sunnudags- skúli, kl. 18 Møti, Magnus Jensen talar. Øll eru vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 Breyð- bróting, kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. fundur. Ónsdagin kl. 20 Bønar- og uppbyggingarfundur. Dagtilhaldið Fløvin heldur til í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 15.00-18.00. Allir pensionistar eru vælkomnir. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 212380. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319630/61655400. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184. Heilaskaðaráðgeving Spyr um alt innan heilaskaða. Fyri bæði heilaskadd, avvarðandi og tey, ið arbeiða við afturvenjing. Sendi okkum eitt meyl til neozone@neozone.dk NeuroPlan, Vingetoften 18, DK 2730 Herlev Tú kanst eisini ringja til: tlf. 4484 2665 (Jón) mobil: 2443 0903 (Jón) www.neozone.dk Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag kl. 10-18. Týsdag-fríggjadag kl. 10-17. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 3. juni kl. 9.4-10.15 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.15-18 Ítriv. Seyma fýrkantar saman til teppir kl. 14-18 Kortspæl, telving, bobbspæl, dart og onnur spøl. Tilmelding til døgurðan mikudagin, tlf. 316491 Týsdagin 4. juni kl. 10-12 Vit baka kl. 10-11.30 Sangur. Øll eru hjartaliga vælkomin kl. 15 Gamlar myndir. Gerandismyndir uml. 600 ár aftur í tíðina. Ásmundur V. Johannesen. Mikudagin 5. juni Grundlógardagur stongt. Hósdagin 6. juni kl. 10.30-11 Fimleikur Sonja Danielsen kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen Fríggjadagin 7. juni kl. 10-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Felagið Tórshavn – gongutúrur Sunnudagin 2. juni verður gingið niðan á Strandafjall. Farið verður av Kunningar- stovuni kl. 10.30. Túrurin er miðaltungur. Havið heit og góð gonguklæði og matpakka við. Tilmelding. Eysturoyar Gongufelag Gongutúrur verður sunnu- dagin 2. juni. Gingið verður úr Lamba út á Mjóvanes. Vit møtast á Lambareiði kl. 10. Tilmelding á Kunningarstov- unum í Eysturoynni tlf. 449449 og 448860. Teldu- postur: infoey-r@post.olivant.fo og infoey-f@post.olivant.fo Vága Gongufelag Um viðrar, fara vit túr sunnu- dagin 2. juni kl. 14 í Kjóadal, uttanfyri Sørvág. Byrjað verður úti í Geilini. Havið góð gonguklæði og kaffi við. Tilmelding á tlf. 213455. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Roykfríur fundur í morgun kl. 9-10. Fundur verður í kvøld kl. 17-18 og sunnudagin kl. 11-12. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariukirkjuni, Varðagøta 16. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum er hvønn leygardag kl. 17.00 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 15.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Føroya Heimavirkisfelag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til formannin: Nigro Hermansen tlf. 314304 / fartlf. 288304. LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag og mikudag millum kl. 12 og 16 og týsdag kl. 16-18. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16- 18. LISA skrivstovan hjá Listafólka- sambandi Føroya í Dj. í Geils- gøtu 1 er opin allar gerandis- dagar frá kl. 9.00-12.00. Telefon: 310197. Teldupostadressa: lisa@lisa.fo – heimasíða www.lisa.fo MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) heldur til í húsum Hans Andrias Djurhuusar undir Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins er at stuðla áhugaleiklist og menna hesa mentunargrein í Føroyum. 16 sjónleikarafeløg eru limir í MÁF. Formaður: Hilmar Joensen, Nólsoy. Dagl. leiðari: Malan Matras Joensen. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. Amnesty International, Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Tlf. 315816 Heimasíðan: www.amnesty.fo Teldupost: Amnesty-Amnesty.fo Skrivstovan er opin: Mánadag frá kl. 13–17 og mikudag frá kl. 9.30-17.30. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Dan- mark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. MBF Íslandsvegur 10C 100 Tórshavn Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 9.00 og 16.00. Tlf. 317373 · Fax 310813 T-post: mbf@post.olivant.fo Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C 100 Tórshavn Tlf. 310237 · Fax 310813 T-postur: gikt@post.olivant.fo Skrivstovan er opin týs- og hósdag frá kl. 11-14. Fibromyalgibólkurin hevur opið mánadag frá kl. 11-13. TILTØK Í dag, leygardagin kl. 16.00 giftast í Dómkirkjuni Mary Johannesen og Trygvi Hansen. Veitslan verður fyri inn- bodnum í B36-húsinum. Í dag, 1. juni kl. 14.00 giftast í Filadelfia, Landavegur 22, Sóley Johannesen Klementsen, Tórshavn og Tór Arni Samuelsen, Søldarfjørður. Eftir vígsluna verður reseptión. Veitsla verður fyri innbodnum í Pálsstovu, Mykinesgøta 7, kl. 19.00. Leygardagin 15. juni kl. 14.00 giftast í Glyvra kirkju Karin Carlsen og Jørgin Davidsen. Tey, ið vilja gleða okk- um við at koma, kunnu ringja á tlf. 447037, 217037 ella 254306 í seinasta lagi 8. juni. Leygardagin 22. juni kl. 15.00 giftast í Sjóvar kirkju Anni Debess og Harry Benjaminsen, Toftir. Veitslan verður í B-68 húsinum kl. 19.00. Tey, sum vilja gleða brúðarparið við at koma, vinarliga sigið frá á tlf. 448139 ella 218139 áðrenn 10. juni. Leygardagin 13. juli kl. 14.00 giftast í Vestmanna kirkju Sussi Anette Flores Kristensen og Jóhannus á Rógvi, Vestmanna og Katrin á Rógvu og Dion Egge Hansen, Slangerup. Veitslan verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna kl. 20.00. Tey, ið vilja gleða brúðarpørini við at koma, kunnu ringja á tlf. 424151, 211851, 424305 ella 0045 47382815 í seinasta lagi mánadagin 1. juli. Leygardagin 13. juli kl. 15.00 giftast í Vágs kirkju Val- borg Silvurdal og Atli Djurholm. Veitslan verður í VB- húsinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma kunnu ringja á tlf. 0045 36726450 í seinasta lagi sunnudagin 2. juni. BRÚDLEYP EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Jesur sigur í Luk. 12,20-21: Men Gud segði við hann: »Tín dári! Í hesi nátt verður sál tín heintað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið?« v.21 Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði«. Mangan verður tikið til, at vit kunnu einki fáa við okkum í grøvina. Og rætt er tað, um vit her einans hugsa um okkara jarðiska góðs. Tí eingin okkara kann keypa sær pláss í himli. Hóast hetta, so er tað ikki rætt, at vit einki kunnu fáa við okkum. Tí tað er nakað, sum deyðin ikki kann taka frá okkum og sum vit fáa við okkum, um vit eru rík í Gudi, og tað er hitt æviga lívið! Tí er tað av størsta týdningi, at vit umaftur og umaftur undirstrika, at tað sum er avgerandi fyri lív okkara hinumegin deyðan, og hvat vit fáa við okkum, er okkara viðurskifti við Guð og støða okkara til hansara, meðan vit enn liva her á fold. Tað avgerandi er, um vit hava givið lív okkara yvir í Guðs hendur. Tí so leingi vit liva her á fold, mega vit velja millum eitt lív í synd, sum endar í undirgangi, og eitt lív í Jesu fótasporum, sum endar í sælu og dýrd! Vit mega velja millum Guð og heimin, tí at vit kunnu ikki tæna tveimum harrum, Guði og Mammon, tí annaðhvrøt mega vit elska annan og hata annan ella halda okkum aftur at øðrum og vanvirða annan. Ein dag er okkara seinasta løta komin á okkara jarðiska lívi. Tí einki er vissari enn tað, enn at deyðin einaferð kemur til hvønn ein- stakan av okkum. Ja, ein kann næstan siga, at hann er ávegis. Tí hvør løta og hvør dagur á lívsleið okakra dregur okkum ein dag nærri deyðanum, ein dag nærri ævinleikanum. Ein dári, sigur Jesus. Ein dári er ein, ið støðugt livir lív sítt uttan Guðs hjálp. Tað er ein, ið ikki roknar við Guði, tí sum sálmaskaldið sigur í sálma 141: »Í hjarta dárar siga: Ei nakar Guð er til!« Tá ið Jesus sigur hesi orðini, sigur hann tey um ein ríkan, um ein sum átti alt, ið hann kundi hugsað sær. Akrar hansara vóru stórir og gróðurtungir, hann røkti jørð sína. Men fyri hann varð hansara jarð- iska ríkidømi ein snávingarsteinur, sum fekk hann burtur frá Guðs ríkidømi. Ja, hann var uttan iva peningaliga ríkur, men tó andaliga fá- tækur. Alt hansara stríð og strev her á fold var til fánýtis! Soleiðis gongur tað tí menniskjað, ið savnar sær jarðiskar skattir og sum ikki eigur Guðs ríkidømi, sum ikki eigur frelsuna í Jesusi Kristi. Og soleiðis gongur tað eisini tí menniskjanum, ið ikki vil taka ímóti Guðs áminning, tá ið sagt verður: »Tín dári! Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði«. Skal lív okkara eydnast, og ikki hava verið til fánýtis, er tað avger- andi at vit eisini taka ímóti hesi áminning, soleiðis at vit kunnu fáa lut í frelsuni í Jesusi Kristi og fáa hitt æviga lívið við okkum tá ið vit fara frá hesum foldarlívi. Amen! Hans Eiler Hammer, prestur Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 1. juni: Bodil Nielsen, tlf. 441490 Sunnudagin 2. juni: Andreas Petersen, tlf. 441086 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13-14. Tlf. 314544. LÆKNAVAKTIR 40-ÁRA STARVSDAGUR Í dag, 1. juni hevur Hjørdis Olsen, Tórshavn, starvast á Føroya Gjaldstovu í 40 ár. 90 ÁR Í dag, 1. juni verður Pauli Lave, fyrrv. snikkarameistari í Froðba, 90 ára gamal. Tey, sum vilja gleða hann við eini vitjan, kunnu støkka inn á gólvið ímillum kl. 14 og 17. C M Y K 49 48 SCANBAD BAÐIRÚMSINNBÚGV 60 cm sett við Athene hurðum 90 cm sett við Athene hurðum Allir møblar verða leveraðir við halo- genljós v/el-stik fyrr 5.274,- fyrr 4.175,- fyrr 7.255,- Nú 4.045,- Nú 5.120,- Nú 2.960,- 120 cm sett við Athene hurðum V.V.S. HORNIÐ V.V.S. HORNIÐ Landavegur 2 · Tórshavn Tel. 318023 · Fax 310963 Stórur áhugi fyri summarlegunum Summarið nærkast og harvið eisini allar tær mongu summar- legurnar, sum Heima- missiónin skipar fyri. Og tekningarnar streyma inn SUMMARLEGUR Tíðindaskriv Fyri fyrstu ferð í nógv ár verður summarlega á Kambsdali. Umframt tað verða legur á Viðareiði, í Por- keri, í Sørvági, og 9 legur í Nesvík – 7 barnalegur og 2 ungdómslegur. Á legunum er nógv áhuga- vert á skránni. Hvønn dag hava vit bíbliutíma. Eisini verða ymisk spøl og kappingar á skránni. Vit fara at gera ítriv, og kanska verður eisini tíð til onkra áhugaverda náttúruupp- living. Samstundis sum vit møta børnum úr øllum landi- num. 28. juni byrja tær fyrstu summarlegurnar, og hóast tað er meir enn ein mánaður eftir, so eru fleiri av summar- legunum við at vera fullteknaðar. Lega nummar 8 í Nesvík er longu fullteknað, og onkur onnur er um at vera fullteknað. Men pláss eru enn eftir á flestu legunum á bygd og á teimum seinnu legunum í Nesvík. Legan í Porkeri er flutt vegna jóansøkuna, so at hon byrjar mánadagin 1. juli og endar fríggjadagin 5. juli. Línuspøl og egnidraktir o.o. útgerð Íslendskar snellur - bæði 12 og 24 volt Umboð fyri VAKI DNG