týsdagur 4. juni 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 103 - 4. juni 2002
Óli Johannesen skor-
aði, men Hvidovre
tapti, tá teir sunnu-
dagin vitjaðu Johan
Byrial Hansen og
Fredericia
DANMARK
Jákup Mørk
Talan var um føroyinga-
uppgerð í næst bestu don-
sku deildini, tá Johan
Byrial Hansen og Fred-
ericia tóku ímóti Óla
Johannesen og Hvidovre
sunnudagin.
Bæði liðini høvdu stig
fyri neyðini í royndunum at
vinna seg undan niðurflyt-
ingarvandanum, og tað
eydnaðist hjá Johan og
teimum at fáa hesi til høld-
ar.
Endaliga úrslitið gjørdist
2-1 til Fredericia eftir at teir
í hálvleikinum høvdu verið
á odda 1-0. Stutt eftir hálv-
leik varð leiðslan økt upp í
tvey mál, men alt fyri eitt
svaraði Óli Johannesen
aftur, soleiðis at spenning-
urin varð varðveittur allan
dystin á tamb. Meira enn
tað sama gjørdist tað tó ikki
til, og við teimum trimum
stigunum vann Fredericia
seg upp um niðurflytingar-
strikuna. Hvidovre er tó
framvegis fimm stig oman
fyri strikuna, men við trim-
um dystum eftir at spæla
kunnu teir enn ikki kenna
seg heilt tryggar.
Triðja liðið við føroysk-
um íkasti, Randers Freja,
helt sanna málveitslu, tá
Herfølge kom á vitjan.
Endaliga úrslitið gjørdist 4-
4, og framdi Herfølge leik-
arin, Rajko Lekic tað bragd
at skjóta øll fýra málini hjá
gestunum. Atli Gregersen
var ikki á liðnum hjá Rand-
ers Freja.
Óli á blettinum
Óli Johannesen var á
blettinum, men hetta rakk
ikki til stig móti Johan Byrial
Hansen og liðfeløgunum úr
Fredericia, tá
føroyingauppgerð var donsku
1. deild
Østykke tryggjaði sær
um vikuskiftið upp-
flyting, so nú hava
Føroyar aftur ein
landsliðsvenjara í fót-
bólti
DANMARK
Jákup Mørk
Um vikuskiftið gjørdist
greitt, hvørjir tveir av teim-
um trimum uppflytarunum
til donsku 1. deild verða.
Oddaliði
í
deildini,
Skjold, vann leygardagin
sín dyst, og staðfesti har-
við, at teir í øllum førum
gerast nummar trý í deild-
ini, og sunnudagin gjørdi
Ølstykke teimum kynstrið
eftir, tá teir vunnu útidystin
móti Glostrup 2-1, sam-
stundis sum Holstebro á
fjórða plássi spældi javn-
leik.
Úrsltini innibera, at Øl-
stykke nú hevur 10 stig
fleiri enn Holstebro, og við
trimum dystum eftir at
spæla eru teir sostatt vísir í
uppflytingini.
Henrik leysur
Einki er at siga til, um før-
oysku
fótbóltsbossarnir
vóru fegnir, tá teir frættu
um úrslitið.
Vissan um uppflyting ber
nevniliga við sær, at Henrik
Larsen nú letur Benny
Johansen fáa ábyrgdina av
liðnum hjá Ølstykke, og at
Henrik sostatt kann fara at
hugsa um føroyska lands-
liðið.
Sáttmálin, sum Henrik og
FSF gjørdu herfyri tók
annars ikki við fyrr enn 1.
juli, men partarnir høvdu tó
avrátt, at um Ølstykke viss-
aði sær uppflyting áðrenn
seinasta leikda, so hevði
venjaranum frítt at fara.
Fyrsta
uppgávan
hjá
nýggja venjaranum verður
longu í august mánaði, og tí
er einki at siga til, um hann
fegin vil síggja nøkur um-
før av føroysku kappingini
undan steðginum, so hann
kann meta um, hvørjar leik-
arar hann skal gera nýtslu
av.
So er Henrik leysur
Eddie Gustafsson
hevur higartil verið
stinnasti málverjin í
tippeliguni, og er
ein týðandi orsøk til
góðu støðuna hjá
Molde
NOREG
Jákup Mørk
Tað gongur strúkandi hjá
Molde í bestu norsku
deildini.
Sunnudagin
høvdu teir vitjan av Vål-
arenga, og eftir at støðan
í hálvleikinujm hevði
verið
0-0,
eydnaðist
heimaliðnum í seinna
hálvleiki at leggja so-
mikið av trýsti á, at enda-
liga úrslitið gjørdist ein
2-0 sigur.
Sigurin
merkti,
at
Molde framvegis hevur
eitt gott tak í norska fót-
bóltsoddinum, har tað í
løtuni bert er Lynd, sum
stendur seg betri.
Ein av orsøkunum til at
tað hevur gingist so væl
hjá Molde, er nýggi
svenski málverjin, Eddie
Gustafsson. Hann kom til
felagið í summarsteðgi-
num, og eftir venjingar-
leguna í Spania undan
kappingini varð gjørt av,
at tað skuldi verða hann,
sum gjørdist fyrsta valið
millum stengurnar.
Jákup Mikkelsen segði
tá, at hjá sær var ikki
annað at gera enn at
brynja seg við tolið, og
líkt er til, at tolið skal
vera sera gott.
Higartil hevur Eddie
Gustafsson nevnliga ver-
ið stinnasti málverjin í
norsku deildini, og so
leingi hetta stendur við,
er neyvan nøkur orsøk
hjá venjaranum at gera
nakað skifti á plássinum.
Døpur útlit
hjá Jákupi
Føroyski landsliðsmálverjin má lata sær lynda at sita á
beinkinum í Molde, og við spælinum sum fyrsti málverjin
sýnir, tykist hetta eisini at verða støðan framyvir
Danska 1. deild
v
t
d
v -
j
- t
mál
mál
+/-
stig
1 Farum
27
19 - 6 - 2
62
31
31
63
2 Køge
27
19 - 3 - 5
52
28
24
60
3 HFK Sønderj.
27
16 - 3 - 8
55
44
11
51
4 Frem
27
13 - 9 - 5
50
33
17
48
5 Herfølge
27
13 - 8 - 6
48
35
13
47
6 Randers F.
27
12 - 6 - 9
54
35
19
42
7 B 1913
27
11 - 9 - 7
39
37
2
42
8 AC Horsens
27
10 - 8 - 9
35
29
6
38
9 FC Aarhus
27
9 - 8 - 10
35
39
-4
35
10 Hvidovre
27
7 - 8 - 12
40
46
-6
29
11 B 1909
27
8 - 5 - 14
45
62
-17
29
12 Fredericia
27
6 - 8 - 13
37
39
-2
26
13 Kolding FC
27
6 - 6 - 15
41
57
-16
24
14 Brønshøj
27
6 - 6 - 15
38
59
-21
24
15 B93
27
6 - 6 - 15
34
55
-21
24
16 Skive
27
3 - 5 - 19
32
68
-36
14
Føroyskir leikarar: Atli Gregersen (Randers F.), Óli Johannesen (Hvidovre),
Johan Byrial Hansen (Fredericia)
Norska tippeligan
v
t
d
v -
j
- t
mál
mál
+/-
stig
1 Lyn
10
8 - 0 - 2
16
13
3
24
2 Molde
10
6 - 2 - 2
20
8
12
20
3 Odd. Grenl.
10
6 - 1 - 3
17
11
6
19
4 Viking
10
5 - 3 - 2
20
12
8
18
5 Stabæk
10
5 - 3 - 2
19
12
7
18
6 Rosenborg (M)
10
5 - 2 - 3
20
13
7
17
7 Bodø/Glimt
10
4 - 2 - 4
16
12
4
14
8 Våleranga
10
3 - 4 - 3
12
10
2
13
9 Lillestrøm
10
3 - 4 - 3
9
8
1
13
10 Brann
10
3 - 1 - 6
13
21
-8
10
11 Bryne
10
2 - 2 - 6
9
18
-9
8
12 Start
10
1 - 4 - 5
8
17
-9
7
13 Moss
13
1 - 4 - 8
9
20
-11
7
14 Sogndal
10
1 - 2 - 7
10
23
-13
5
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde)
So er tað ordiliga greitt. Henrik
Larsen tekur nú við sum føroyskur
landsliðsvenjari
C
M
Y
K
24
Nr. 103 - 4. juni 2002
25
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Statoil aftur
til verka
Norska
oljufelagið
Statoil fer sum skjótast
at taka arbeiðið við
teirri sonevndu Snø-
hvit-verkætlanini
í
Norðurnoregi uppaftur,
eftir at eftirlitsmyndug-
leikarnir
hjá
EFTA
hava góðkent tær ser-
ligu
skattareglurnar,
sum skulu galda fyri
verkætlanina.
Upp-
runaliga ætlaði stjórn-
in, at norski staturin
skuldi veita verkætlan-
ini stuðul, men tað vildi
EFTA ikki góðtaka. Tí
komu nakrar serligar
skattareglur ístaðin.
Statoil hevur bíðað
við verkætlanini, með-
an EFTA hevur kannað
málið, og nú avgerðin
er tikin, fer felagið sum
skjótast aftur til verka,
sigur kunningarstjórin í
Statoil, Kristofer Het-
land. Norski umhvørv-
isverndarfelagsskapur-
in Bellona hevur boðað
frá, at hann fer at kæra
avgerðina hjá EFTA
fyri tann serliga EFTA-
dómstólin.
Ómannaðar
støðir
Alt fleiri og fleiri ben-
sinstøðir í Danmark eru
ómannaðar.
Síðani
1998 er talið á mannað-
um bensinstøðum min-
kað úr 1776 í 1355,
men um somu tíð er
talið á ómannaðum
bensinstøðum vaksið úr
725 í 953. Í Svøríki er
meiri enn helvtin av
b e n s i n s t ø ð u n u m
ómannaðar, og soleiðis
verður eisini í Danmark
um stutta tíð, siga olju-
feløgini.
Húsbankin
ongar pengar
Norski Húsbankin er
komin í neyð. Bankin
hevur seinastu tíðina
verið noyddur at havna
umsóknum frá fólki,
sum ætla at byggja ella
at keypa sær hús, tí ov
lítið av pengum er eftir
í bankanum.
Leiðslan í Húsbank-
anum sigur, at hon hev-
ur longu brúkt 60 pros-
ent av teimum útláns-
pengunum, sum bankin
kann læna í ár, og at
neyðugt er við meiri
enn trimum mia. krón-
um afturat, skal bankin
nøkta eftirspurningin.
Stjórnin hevur boðað
frá, at bankin fær ikki
meiri pengar í ár.
Úr Norðurlondum:
Granat í
viðføri
Trygdareftirlitið í Kast-
rup-floghavnini í Keyp-
mannahavn fann sunn-
ukvøldið eina granat í
einum kufferti. Tað
vísti seg, at talan var
um eina gamla granat
frá seinna heimsbar-
daga. Maðurin, sum átti
kuffertið, hevði keypt
sær ferðaseðil til Brasi-
lia. Hann starvast á
kilsku sendistovuni í
Keypmannahavn, men
hví hann skuldi hava ta
gomlu granatina við
sær, hevur løgreglan
ikki sagt nakað um enn.
Liva longur
Ein kanning í Danmark
vísir, at danir liva long-
ur enn fyrr. Í mong ár
hevur gongdin annars
verið tann øvugta, men
nú vísir tað seg, at sein-
astu fimm árini er með-
allivialdurin í Danmark
hækkaður munandi.
Síðani 1995 er með-
allivialdurin hjá donsk-
um monnum hækkaður
1,7 ár og er nú 74,3 ár. Í
sama tíðarskeiði er
meðallivialdurin
hjá
donsku
kvinnunum
hækkaður 1,2 ár, og í
meðal
liva
danskar
kvinnur nú í 79 ár.
Tey serkønu siga, at
fólk roykja minni nú
enn fyrr, samstundis
sum tey gera meiri fyri
at halda kroppin við
líka. Betri læknavið-
gerð er eisini ein frá-
greiðing.
Minsti
meirilutin
Danski Fólkaflokurin
hevur havt stóra aftur-
gongd í seinastuni, og
flokkurin er nú mink-
aður so nógv, at hevði
val verið í dag, hevði
tann borgarligi meirilut-
in verið so lítil, sum
hann yvirhøvur kann
vera.
Ein nýggj veljara-
kanning vísir, at Danski
Fólkaflokkurin
hevði
fingið níggju prosent av
atkvøðunum, var fólka-
tingsval nú. Á valinum í
november fekk flokk-
urin 12 prosent. Teir
báðir stjórnarflokkarnir
hava báðir lítla aft-
urgongd, meðan allir
andstøðuflokkarnir
hava framgongd við
undantak av Kristiliga
Fólkaflokkinum. Úrslit-
ið av einum vali nú
hevði givið stjórnar-
flokkunum og Danska
Fólkaflokkinum
90
tinglimir og andstøðuni
89.
Eingin fekk skaða, tá
eldur kom í Bucking-
ham Palace í London
sunnukvøldið
ELDSBRUNI
Árni Joensen:
Um sjeytíðina sunnukvøld-
ið kom eldur í tann vestara
partin
av
Buckingham
Palace
í
London,
har
bretsku drotningahjúnini
búgva. Elizabeth drotning
og Philip prinsur vóru tó
ikki stødd á slottinum.
Løgreglan í London boð-
aði alt fyri eitt sløkkiliðn-
um frá, at tólv væl útgjørdir
sløkkibilar komu stutt eftir
í slotstúnið. Tá var eldurin
farin upp ígjøgnum takið,
og fleiri sløkkiliðsmenn
vórðu settir upp á takið at
sløkkja. Tveir tímar seinni
boðaði løgreglan frá, at
sløkkiliðið hevði fingið
tamarhald á eldinum.
Ein talskvinna hjá løg-
regluni segði, at eldurin
kyknaði í einari íbúð. Tals-
kvinnan segði, at skaðin var
lítil, og at eingin av teimum
nógvu skreytlutunum á
slottinum fekk skaða. Tveir
málningar vórðu kortini
sendir til kanningar.
Løgreglan gjørdi av at
flyta øll starvsfólkini av
slottinum, tá eldurin kykn-
aði, og hetta var fyrstu ferð
síðani týsku bumbuálopini
undir seinna heimsbardaga,
at fólk hava fingið boð um
at fara úr Buckingham
Palace.
Umframt
starvsfólkini
var ein hópur av tónleik-
arum í Buckingham Palace,
tá eldurin kyknaði. Teir
fyrireikaðu konsertina, sum
var í gjárkvøldið í sam-
bandi við, at Elizabert hev-
ur verið drotning í 50 ár.
Eldur í Buckingham Palace
Amerikanska fregn-
artænastan CIA fekk
kunnleika til tveir
yvirgangsmenn í
sambandi við ein
fund, sum al-Qaeda
helt í Malaysia í
januar í 2000. Kortini
fingu teir báðir
menninir loyvi at
koma aftur til USA at
fyrireika atsóknirnar
tann 11. september í
fjør
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Meiri enn 20 mánaðir
undan yvirgangsatsóknun-
um í USA tann 11. septem-
ber í fjør visti amerikanska
fregnartænastan CIA um
yvirgangsmenninar Nawaf
Alhazmi
og
Khalid
Almihdbar.
Teir
báðir
menninir vóru á fundinum
hjá al-Qaeda í Malaysia,
men fingu loyvi at koma
aftur til USA. Tann 11.
september í fjør stoyttu teir
flogfar nummar 77 hjá
American Airlines niður í
verjumálaráðið Pentagon.
Amerikanska
blaðið
Newsweek skrivar, at CIA
kunnaði ongantíð samveld-
isløgregluna FBI um teir
báðar
menninar.
Hóast
fregnartænastan visti, at
teir høvdu samband við al-
Qaeda hjá Osama bin
Laden, sluppu teir at ferð-
ast frítt í USA. Teir nýttu
síni egnu nøvn í øllum
samskifti við myndugleikar
og bankar og sluppu at læra
til flogskipara, uttan at CIA
rørdi hond frá síðu.
CIA visti, at menn úr al-
Qaeda skuldu halda fund í
Malaysia í januar í 2000, og
agentar hjá fregnartænast-
uni hildu eygað við fundar-
luttakarunum, uttan at hesir
varnaðust tað. Malaysiska
fregnartænastan helt eisini
eygað við fundinum og tók
fleiri myndir av monnun-
um.
Stutt eftir fundin varnað-
ist CIA, at Alhazmi var
farin við flogfari til Los
Angeles, og at Almidhbar
hevði útvegað sær innferð-
arloyvi til USA. Seinni
komu agentarnir eftir, at
teir báðir menninir høvdu
verið í sama flogfari til Los
Angeles.
Men av einari ella aðrari
orsøk gjørdi CIA einki
burtur úr hesum kunnleik-
anum, og tí fingu teir báðir
menninir frítt at fara í USA
og at fáa sær tann neyðuga
kunnleikan, so teir kundu
stýra einum flogfari.
Tann 11. september í fjør
vóru teir báðir umborð á
American Airlines-flogfar-
inum, sum rendi seg niður í
Pentagon.
Tríggjar vikur framman-
undan hevði CIA ávarað
um teir báðar al-Qaeda-
menninar, men tá var ov
seint.
CIA visti um tveir av
yvirgangsmonnunum
Nógvir sløkkiliðsmenn komu til Buckingham Palace, og tað eydnaðist skjótt at sløkkja eldin.
25