Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 105 - 6. juni 2002 Nr. 105 - 6. juni 2002 25 Aftur í ár verður ein mentanarnátt í Havn, og er tað Kunningar- stovan, ið samskipar tiltakið. Mentanar- náttin verður hesa ferð fríggjadagin, 7. juni MENTANARNÁTT Ingrid Bjarnastein Skráin fyri mentanarnáttina er fjølbroytt. Handlarnir og matstovurnar hava leingi opið, og skipað verður fyri ymsum tiltøkum, bæði í miðbýnum, SMS og aðra- staðni í Havnini. Fleiri forvitnislig tilboð eru til tær forvitnu sálirnar. Millum annað kann nevn- ast, at Náttúrugripasavnið hevur eina nýggja framsýn- ing, og skipað verður fyri túrum í Boysensgarð og Tinganes við ferðaleiðara. Onnur tiltøk verða eisini í Listaskálanum, Fornminn- issavninum, Pætursastovu, S j ó n l e i k a r a h ú s i n u m . Gongutúrar verða á Reyni og Tinganesi, umframt vitj- an í Havnar kirkju. Kvøldið endar við før- oyskum dansi í Sjónleik- arahúsinum. Snarskivan Í Snarskivuni er ein áhuga- verd grafisk framsýning við verkum, sum føroysk og útlendsk listafólk hava gjørt á. Listafólk sum Olivur við Neyst, Rannvá Kunoy, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson, Kári Svensson o.o verða við á hesi framsýningini. Talan er um steinprent, og kunnu myndaevnini fáast til keyps í Snarskivuni. Henda fram- sýning letur upp klokkan 17.30 fríggjadagin og opið verður til klokkan 23. Um kvøldið verða tvær konsert á torginum í sjálv- ari Snarskivuni. Næmingar í Føroya Klarinett Orkestri spæla klokkan 18.30, og klokkan 21.00 spælir Ungl- ingahornorkestrið í Tórs- havnar Musikkskúla. Í Smiðjuni í Lítluvík er ein áhugaverd og fjølbroytt listaframsýning, har høvi verður at síggja eitt breitt úrval av føroyskari nútíðar- list. Felagsnevnarin fyri lista- málararnar er, at teir allir á ein ella annan hátt hava til- knýti til Havnina og lista- umhvørvið í býnum, og eru harumframt partar av býar- myndini. Á framsýningini verða listaverk eftir Zacharias Heinesen, Bárð Jákupsson, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Anker Mortensen, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni, Ingálv av Reyni og Kára Svensson. Eisini verður tónleikur at hoyra í Smiðjuni. Klokkan 19 spæla næmingar í Tórs- havnar Musikkskúla, og klokkan 20.30 syngja og spæla Sigrið Sivertsen og Eirikur Skála – lærarar á Tórshavnar Musikkskúla. Barnabókasavnið í Havn hevur eina forvitnisliga spurnarkapping, sum er gjørt í sambandi við ment- anarnáttina. Hon er býtt sundur í tríggjar aldurs- bólkar, og gongur hon fyri seg á heimasíðuni hjá bóka- s a v n i n u m , www.byarbok.fo. Eisini ber til hjá børnunum uttanfyri Havnina at luttaka. Teir hepnu vinnararnir fáa eitt gávukort uppá 500 krónur frá bókasøluni í SMS, og lutakast verður millum tey, ið hava svarað rætt. Til ber at luttaka fram til 14. juni, 2002. Vinnararnir fáa bein- leiðis boð, og nøvnini verða kunngjørt á heimasíðuni. So lagt er upp til eina spennandi mentanarnátt við fjølbroyttari skrá. Eftir er bert at vóna, at veðrið verð- ur nóg gott til at ganga og hugna sær í býnum. Ein fjølbroytt mentanarnátt 7. juni verður mentanarnáttin aftur á skránni Vit hava stórt úrval av Sosialurin - Tel. 311820 ¤ penalarhúsum ¤ skriviblokkum og bókum ¤ blýantum og pennum ¤ viskileðrum ¤ blýantspískarum o.m.a FO 100 Tórshavn · Tlf. 312001 Sosialurin - 311820 Tórsgøta • 100 Tórshavn • Tel. 31 13 95 P/F Fríggjadagin Alt -25% Mentunarnáttin 7. juni Opi Opið til kl. 23.00 til kl. 23.00 Nýggj vøra heimkomin frá kendu merkjunum & sum t.d. cowboybuksir v/ svaj cowboy niðurdeilar, toppar í ymiskum litum v/ prent, ymiskar blusir og skjúrtur. Eisini hava vit fingið tær nógv eftirspurdu undirtroyggjurnar og topparnir frá Vælkomin inn á gólvi og síggj úrvæl okkara bæði til ungu og tilkomnu kvinnuna n e w b o o e n d y c c p t n e w b o o e n d y c c p t Dr. Jacobsensgøta 15 Tlf 311099 Væ min lkom ( við síðuna av Lampubúðini og Skálabúðini ) stk. 200,- Tel. 317661 Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • UNITED COLORS OF BENETTON. Sosialurin 311820 Summarjakkar frítt val C M Y K 25 24 Skjúrtir ternutar TILBOÐ 450,- TILBOÐ 698,- Fleece jakkar Vind og Vatntættir frá M til XXL 295,- Myrkagrønur 948,- Skótabúðin Skótabúðin Hoydalsvegur 10 • Postboks 1089 • 110 Tórshavn • Tel. 317777 2 stk. Fríggjadagin er opið til kl. 23 leygardagin er opið til frá kl. 10-14 i Sosialurin