Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 7. juni 2002 25 Góð undirtøka í regninum Í grimdar regninum leygardagin bleiv skotið fyri ársins fyrstu Grand Prix súkklukapping. Hóast veðrið ikki var við fyriskiparunum, ja so var undirtøkan eftir umstøðunum góð – serliga millum yngru dreingirnar SÚKKLING Tíðindaskriv Tórshavnar Súkklufelag skipar aftur í ár fyri súkklu- kappingum í samband við summarstevnurnar kring landið. Kappast verður á flest øllum stevnunum og eins og hini árini verður vinnarin samanlagt, heiðr- aður á Ólavsøku. Børnini sleppa somuleið- is at royna seg, og kappast eisini eftir Grand Prix skipanini. Luttøkan var, um ein hugsar um veðrið, rímiliga góð, og heldur óhugaligt var hjá súkklarunum at byrja, men tá so byrjað var, ja so gloymdu súkklararnir alt um veðrið, og allar kreftir vóru settar inn fyri at gerast fremstur. Teinurin gekk frá Biskupsstøðgøtu, eftir Skúlavegi, eftir Gerðagøtu og so aftur á Biskupsstøð- gøtu. Tey vaksnu súkklaðu í 40 minuttir. Síðan bleiv ringt og so var bara eitt umfar eftir. Børnini súkklaðu frá trimum upp í fimm umfør. Tey minstu trý og tey størstu børnini fimm. Tein- urin var 675 metrar. Gunnar vann Hjá teimum vaksnu gekk best hjá Gunnari Dahl-Ol- sen, men hann fekk skarpan gang frá unga talentinum Eli Christiansen, ið nú telist millum sterkastu súkklarar- nar í landinum. Gunnar royndi at koyra frá hinum tá umleið 20 minuttir vóru farnir. Hann fekk eitt gott hol aftur til hinar, men løtu seinni høvdu Eli og Esmar koyrt hann inn aftur. Løtu seinni rykti Gunnar aftur, slapp aftur leysur frá Esmar og Eli, men aftur megnaði Eli at koyra Gunnar inn aftur. Hesa ferð uttan Esmar. Klokkan gekk, klokkan ringdi og so fóru Eli og Gunnar út á seinasta umfar. Báðir høvdu koyrt hart og beinini vóru nú blivin troytt. Eli byrjaði spurtin ov tíðliga, og tí slapp Gunnar framum tá umleið hálvur umgangur var á mál, og vann við umleið 5 sekund- um. Gloymdu heiðursmerkini Hjá teimum elstu dreingj- unum gekk væl hjá Hans Krosstein úr Klaksvík. Hann súkklaði væl og vann so ruddiliga á Bergur Johansen, ið gjørdist nummar tvey. Sigast skal tó at ketan hjá Bergi datt av, tí varð munurin so stórur. Nakað seinni kom Poul Andrias Ziska á mál. Reidar Luid var somu- leiðis væl koyrandi, og eis- ini hann vann trygt á nummar tvey í bólkinum 9 til 11 ár, Rani G. Jacobsen. Reidar vann við umleið 30 sekundum. Nummar trý gjørdist Teitur Gestsson. Meðan tað hjá fjølmiðl- um ofta kemur fyri, at børnini og tey verða skúgv- að til viks, til fyrimuns fyri tey vaksnu, so vendið súkklufelagið byttuni hesa- ferð. Í øllum regninum gloymdu teir vaksnu seg sjálvar, tá teir góvu børnun- um heiðursmerkini. Tá kappingin var liðug, undr- aðist onkur á, at eingin vaksin ella unglingur hevði heiðurstekin. Hetta var serliga keðiligt fyri Dánjal Michaelsen sum súkklaði saman við teimum vaksnu, men vann unglingabólkin. Tórshavnar Súkklu Felag lovar at løna honum tvífalt næstuferð, vinnur hann eisini tá. Róðrarsamband Føroya átalar við hesum líkasæluna hjá summum róðr- arfeløgum, tá ið ræður um bjarging- arútgerð í kapp- róðrarbátum Trygd Róðrarsamband Føroya Síðan 1991 hevur verið arbeitt við at bøta um trygdina á kappróðrarbát- um. 16. mars 1999 lýsti Fiskimálastýrið endaliga kunngerð um bjargingar- útgerð á kappróðrarbát- um, eina kunngerð, sum allir partar vóru samdir um. Í henni stendur millum annað í grein 1, at tá lagt verður frá landi, skal øll manningin vera í góð- kendum bjargingarvesti. Víðari stendur, at undir stevnuróðri er ikki neyð- ugt at vera í vestinum, men hann skal vera tøkur í bátinum, og høvuðs- dómarar kunnu áleggja manningunum at fara í teir. Soleiðis var á norðoya- stevnu tann 1. juni í ár. Veðrið var somikið ringt, at høvuðsdómararnir áløgdu manningunum at fara í vestarnar. Tíverri høvdu fleiri manningar ikki vestarnar við sær, so- leiðis sum kunngerðin áleggur, og hetta átalar Róðrarsambandið. Síðan er Róðrarsam- bandið eisini komið eftir, at fleiri av vestunum, sum nýttir vórðu á norðoya- stevnu, høvdu onga CO2 fløsku, sum er neyðugt fyri at blása vestarnar upp. Her er tískil talan um falska trygd og eina deyðsfellu hjá teimum, sum nýta vestarnar, og ivasamt er, um tey øll vita av hesum. Hetta verður við hesum harðliga átalað, og álagt verður viðkomandi feløg- um at fáa hetta í rættlag í stundini. Gjørt verður somuleiðis vart við, at Vaktar- og bjargingartæn- astan er kunnað um støð- una. Gunnar Dahl-Olsen vann fyrsta umfarið av Grand- Prix kappingini, men eitt nú fekk hann sera harða mótstøðu frá Eli Christiansen Mynd: Jens Kristian Vang Leggja einki í trygdina Menn: Nr. Navn Stig 1 Gunnar Dahl-Olsen 40 2 Eli Christiansen 34 3 Esmar Joensen 30 4 Evald Rasmussen 26 5 Geyr Gilsteinsson. 23 Unglingar 14 til 17 ár: 1 Dánjal Michaelsen 40 Gentur 6 til 8 ár: 1 Gunnvá G. Jacobsen 40 Gentur 9 til 11 ár: 1 Sára Olsen 40 2 Kristina á Høvdanum 34 3 Elsa Krosstein 30 Gentur 12 til 14 ár: 1 Elsa F. Petersen 40 2 Lisabet Thomsen 34 Dreingir 6 til 8 ár: 1 Kári Olsen 40 Dreingir 9 til 11 ár: 1 Reidar Luid 40 2 Rani G. Jacobsen 34 3 Teitur Gestsson 30 4 Sigmundur Olsson 26 5 Finnur Mellemgaard 23 6 Niels Christiansen 20 7 Bárður í Bø 18 8 Bartal Andreasen 16 9 Berint Kalsø 15 10 Atli Carlsen 14 Dreingir 12 til 14 ár: 1 Hans Krosstein 40 2 Bergur Johansen 34 3 Poul Andreas Ziska 30 Úrslit av Grand Prix 2002 súkklingini á Norðoyastevnu: 25 24 Nr. 106 - 7. juni 2002 Øðrvísi fær niður- støðan valla verið, eft- ir at HB vann fyrru hálvfinaluna móti VB á útivølli. Sum skilst var talan um fult uppibornan sigur til gestirnar FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Fyrra hálvfinalan millum HB og VB varð leikt á Eiði- num í Vági grundlógardag- in. Bert fýra dagar framman undan høvdu liðini eisini spælt í Vági. Ta ferðina var talan um spennandi lands- kappingardyst, sum endaði málleysur, og mett eftir hesum, so var talan um eina ógvuliga opna uppgerð. Men hinvegin taldi tað eis- ini, at dystir í lands- og steypakappingini onkurs- vegna als ikki eru sambær- ligir. Tað hevur nevnliga ofta verið so, at meðan HB hev- ur havt stórar trupulleikar av VB í landskappingini, so hava teir aloftast gjørt bart í steypakappingini, og so- leiðis gjørdist eisini hesa- ferð. Linligur hálvleikur HB hevði ikki framt so mikið sum eina broyting undan dystinum í mun til liðið, sum var á vøllinum seinast. Tað merkti, at talan aftur hesa ferð var um eina 4-3-3, og til at byrgja upp fyri hesum valdi VB enn einaferð at spæla við fýra monnum í verjupartinum. Vágbingar høvdu tó broytt eitt sindur um sína uppstilling, og hesa ferð vóru Jón Gærdbo, Dan Djurhuus og Birgir Jørgen- sen allir á vøllinum frá fyrsta bríksli. Fyrra umfarið var ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi verða um stórt øðr- vísi úrslit enn í landskapp- ingardystinum. VB hevði vindin undan, og teir høvdu kanska eisini bóltin nakað meira, men veruligar mál- møguleikar gjørdist talan sjálvdan um. Tað gjørdist tað heldur ikki hjá HB. Eina ferð høvdu teir tó bólt- um í meskunum, men mál- ið varð tó kolldømt. Loysnaði í seinna Í seinna hálvleiki var tó skjótt sjónligt, at HB nú var við at skapa sær eina yvir- vág í dystinum. Við vindi- num undan fingu teir flutt spælið niðan móti VB- málinum, og longu eftir tíggju minuttum gav hetta úrslit. Jón Rói Jacobsen sendi langt oman í VB-brotsteig- in. Bjarni Johansen kom úr málinum, men áðrenn hann fekk gjørt nakað, var Rógvi Jacobsen komin ímillum, og við kollinum stýrdi hann bóltin upp um málverjan og í málið. Í mun til so nógvar aðrar dystir hjá HB, so viðførdi leiðslumálið hesaferð ikki, at teir duttu ov langt aftur á vøllin. Framvegis høvdu teir gott tak á dystinum, og knappar tíggju minuttir eftir leiðslumálið gav hetta aftur úrslit. Aftur hesa ferð hevði Jón Rói ein fingur við í spæli- num, og aftur hesa ferð var tað Rógvi, sum átti seinasta fótin. Jón Rói rann frá alt og øllum, tá ein long send- ing varð løgd inn um VB- verjuna, og komin inn í brotsteigin, vórðu beinini tikin undan honum. Andrew varð settur at skjóta. Bjarni hálvbjargaði royndini úr ellivu metrum, men meðan allir vágbingar- nir at kalla stóðu sum áskoðarar, fylgdi Rógvi Jacobsen upp á returin, og so var dysturin mest sum avgjørdur. Vágbingar fingu ongan- tíð veruliga trýst HB eftir hetta, og sum heild vóru havnarmenninir eisini nøgdir, tó at teir kundu fingið enn eitt mál, tá Rúni Nolsøe og Bjarni Jørgensen gjørdust púrasta leysur, men linjudómarin veittraði tó fyri rangstøðu, tá Rúni rullaði tvørturum. Skaðar arga Samanum tikið, so var talan um ein fult uppibornan sig- ur til HB, og við tveimum málum í posanum hava teir nú meira enn annað beinið ólavsøkufinaluni. Fyri HB mundi tað tó koma illa við, at tveir av vanliga føstu leikarunum vórðu skaddir. Heilt tíðliga í dystinum noyddist Tór- Ingar Akselsen av vølli- num, og beint undan dystarloki noyddist Hallur Danielsen av vøllinum, tá hann beklaði fótin. Heldur ikki vágbingarnir sluppu snikkaleysir. Gisli Sveinbjørnsson, sum nú hevur vunnið sær mest sum fast pláss í vinstra borði, mátti somuleiðis av vølli- num við skaða. Hann kom aftur á vøllin, men tað var tó sjónligt eftir hetta, at hann var darvaður av til- burðinum. Fyri báðar partar kemur hetta sum vera man illa við. HB skal sunnudagin spæla týdningarmiklan lands- kappingardyst á Toftum. Tá er Jóhannis Joensen leik- bannaður, og missur liðið eisini teir báðar, Hall og Tór-Ingar, verður neyðugt við fleiri flytingum, fyri at fáa kabalina at ganga upp. Hjá VB tykist støðan ikki minna sørt um hana, sum HB var í í fjør. Skaðar í hópatali hava longu rakt liðið, og tað eru valla tveir dystir á rað, har venjarin hevur kunna nýtt somu elli- vu leikararnar. Møguliga var skaðin hjá Gisla ikki serliga álvarsligur, men undir øllum umstøðum munnu vágbingar halda, at teir longu nú hava fingið nóg mikið av skaðum í sín part hetta kappingarárið. Dysturin í tølum: VB-HB 0-2 (0-0): 0-1: Rógvi Jacobsen, 55 0-2: Rógvi Jacobsen, 63 VB: Bjarni Johansen – Pre- drag Zivkovic, Slobodan Madzar, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Dan Djurhuus, Mortan úr Hørg, Jón Gærdbo, Gisli Svein- bjørnsson – Birgir Jørgen- sen, Nenad Zivanovic HB: Bárður Johannesen – Tór-Ingar Akselsen, Jó- hannis Joensen, Jan C. Dam, Hans á Lag – Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen – Jón Rói Jacobsen, Uni Arge, An- drew av Fløtum VB-HB 0-2 (0-0): HB verður við á ólavsøku Um tað er skaðin ella úrslitið, sum fáa Gisla Sveinbjørnsson at vena seg, skulu vit lata vera ósagt, men tað er í øllum førum ein staðfesting, at VB hevði illa ráð til nakað av hesum Mynd: Áki Bertholdsen Báðir finalistarnir frá í fjør, HB og KÍ vunnu fyrru hálvfin- alurnar mikukvøldið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Finalan í steypakappingini hjá kvinnum tykist aftur í ár at skula standa millum KÍ og HB. Í fjør vann HB í einum sera spennandi dysti, og tó at styrkismunurin millum liðini tykist stórur í løtuni, so ber væl til at ímynda sær, at HB við ein- um styrktum liði kann gera um seg kortini. Eingin ivi Í Klaksvík var eingin ivi um, hvat betra liðið var, tá tey bæði fremstu liðni í fyrstu deild, KÍ og B36 tók- ust. Eftir ein heldur ivandi byrjan, har bæði liðini høvdu sínar møguleikar, var tað KÍ, sum spakuliga tók yvir, og tá farið var um hálva tíman, komu tær uppiborið á odda, tá Rann- vá Andreasen smekkaði til av brotsteigarmarkinum. Leiðslan sendi sjálvsálit- ið hjá klaksvíkingunum nakað væl uppeftir, og tak- ið, sum tær høvdu vunnið sær undan steðginum, gjørdist alsamt sterkari, sum tíðin leið. Rannvá Andreasen økti tíðliga í seinna hálvleiki til 2-0, og um miðjan seinna hálvleik staðfesti Kristina Eyðbjørnsdóttir sigurin. Trý mál móti føroya- meistarunum og helst sterk- asta liðnum í landinum verður ivaleyst ein meira enn møtumikil uppgáva hjá B36 at vinna aftur. Sjálv- andi er møguleikin til stað- ar, men alt bendir í hvussu so er á, at KÍ fjórða árið á rað skal hava annan sessin í steypafinaluni. Tepur HB-sigur Í hinari hálvfinaluni hittust HB og B71. Liðini spæla í hvør sínari deild, men tað var tó ikki so øgiliga nógv í dystinum, sum bendi á, at HB átti at verið væl sterk- ari. Kanska vóru tað tær á heimaliðnum, sum høvdu bóltin nógv meira, men tær høvdu meira enn trupult við at spæla seg fram til nakrar veruligar málmøgu- leikar, og komu tær ígjøn- um, so var ein væl spælandi sandoyarmálverji altíð fyri. Ikki fyrr enn móti dystar- enda bar til hjá heimalið- num. Annika Thomsen, sum hevði verið heilt stutt á vøllinum, fekk seinasta fót- in á, tá HB enn einaferð hevði spælt seg inn í brots- teigin, og so var sigurin tryggjaður. Við leiðsluni hevur HB sjálvandi fyrimun undan seinnu hálvfinaluni, men tað verður tó spennandi at vita, um sandoyarkvinnur- nar fyri fyrstu ferð skulu megna at spæla seg fram til finaludystin í steypakapp- ingini. KÍ-B36 3-0 (1-0): 1-0: Rannvá Andreasen 2-0: Rannvá Andreasen 3-0: Kristina Eyðbjørns- dóttir HB-B71 1-0 (0-0) 1-0: Annika Thomsen Líkist endurtøku KÍ hevur fjórða árið á rað sett beina kós móti steypafinaluni, har HB má vera favorittur at gerast mótstøðuliðið Mynd: SáH C M Y K 24