hósdagur 6. juni 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 • hósdagur • 6. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Á aðalfundinum hjá
Ítróttarsambandi
Føroya varð samtykt,
at dopingeftirlit og
írtóttardómstólur
skulu setast á stovn í
Føroyum
ÍTRÓTTUR
Stefan í Skorini
ÍSF hevði aðalfund um
vikuskiftið, og fleiri áhuga-
verd mál vóru á skránni.
Hetta eru mál, sum ÍSF skal
lúka fyri at verða upptikin í
altjóða olympisku nevnd-
ina, ið er eitt av málunum
hjá forsetanum, Heðini
Mortensen.
Mest kollveltandi sam-
tyktin frá fundinum er, at
føroysk ítróttarfólk fram-
yvir verða kannað fyri dop-
ing. Dopingeftirlit skal
fremjast í Føroyum, so at
ítróttarfólk, ið møguliga
nýta
stimbrandi
evni,
kunnu steðgast. Hetta er
eitt krav frá IOC (Inter-
national Olympic Commit-
tee), og tí verður slík eftirlit
eisini framt í Føroyum
framyvir.
Allar framkomnar ítrótt-
artjóðir hava slíkt eftirlit,
og í hesum sambandi kann
sigast, at vit hava verið
eftirbátur, men nú er tíbetur
vend komin í.
Umframt dopingeftirlitið
fer ÍSF eisini at seta ein
ítróttardómstól á stovn.
Hesin Dómstólur skal taka
støðu í ósemjum, sum
kunnu standast av m.a.
dopingroyndum.
– Dopingeftirlitsnevndin
er farin til verka at fyrireika
dopingroyndir í Føroyum,
og bæði dopingnevnd og
dómstólur eru til reiðar at
taka støðu í møguligum
málum, ið standast av
royndunum, sigur ÍSF í tíð-
indaskrivi.
Øktan ferðastuðul
Eitt annað mál, sum aðal-
fundurin eisini umrøddi,
var játtanin til ítróttarferðir
innanoyggja, sum er alt ov
lítil.
– Játtanin til innanoyggja
ítróttarferðir hevur verið og
lítil, tí hon røkkur bert til
tríggjar ársfjórðingar. Í
september og oktober er
játtanin uppbrúkt, og so
hóttir Strandfaraskip Land-
sins við at steðga skipanini.
Á hvørjum ári er tí neyðugt
at samráðast fyri at fáa
eykajáttan, so at feløgini
framhaldandni
kunnu
ferðast til dystir og kapp-
ingar, sigur forsetin Heðin
Mortensen.
ÍSF leggur dent á, at trup-
ulleikin verður ikki loystur,
fyrr enn játtanin røkkur til
alt árið. Játtanin er hækkað
til 1,7 milliónir krónur,
men tørvurin er í veruleik-
anum 3 milliónir, og tí er
nakað eftir á mál.
ÍSF fílist eisini á, at tað
mangan ikki er pláss í buss-
unum hjá Bygdaleiðum,
hóast feløg hava boðað frá í
góðari tíð frammanundan,
og at fleiri bussar ikki
verða settir at koyra. Ítrótt-
arsambandið sigur, tað ofta
er tungt og ógjørligt hjá
feløgum at nýta bussrutuna.
Hetta rakar serliga feløgini
í útjaðaranum. ÍSF heitir tí
á SL og avvarðandi mynd-
ugleikar um at fáa viður-
skiftini í rættlag.
ÍSF hevur í hesum sam-
bandi gjørt eina fundarsam-
tykt. Hon sigur, at aðal-
fundurin hjá ÍSF heitir á
Føroya Løgting um at játta
Strandfaraskipum Landsins
peningin, ið er neyðugur
fyri at innanoyggja ítróttar-
ferðir kunnu halda fram alt
árið og nøkta tørvin til fuln-
ar.
Forða fyri misnýtslu
Ítróttarsambandið hevur í
fleiri ár havt ynski um at
seta ein ella fleiri ítróttar-
ráðgevar í starv, og hetta
verður nú veruleiki.
Peningur er settur av til
hetta endamálið, og ein
ráðgevi verður væntandi
settur í starv innan stutta
tíð. Endamálið við hesum
starvinum er at menna og
upplýsa um barna- og
ungdómsítrótt, so at børn
og ung kunnu hava tryggar
og góðar karmar at virka
innanfyri.
Ráðgevin
skal
eisini
syrgja fyri, at børn verða
vard
ímóti
kynsligum
ágangi, sum hevur verið ein
stórur trupulleiki í fleiri
donskum
ítróttar-
og
frítíðarfeløgum
seinastu
árini.
Ráðgevin
skal
eisini
syrgja fyri, at upplýst
verður um vandan við
rúsandi evnum, royking og
doping og at minni ment
eisini fáa møguleikar innan
ítróttina.
Ítróttur er mentan
Fundarluttakararnir funnust
eisini harðliga at nýggja
mentanarálitinum,
sum
varð lagt fyri tingið, áðrenn
tað
fór
heim
undan
valinum.
Orsøkin
til
atfinningarnar
var,
at
ítrótturin als ikki varð
umrøddur í álitinum. Hetta
hildu fólk vera løgið, tí
umleið
15.000
íðkandi
ítróttarfólk eru í Føroyum.
Óli Holm, fyrrverandi
landsstýrismaður
við
mentamálum, sum legði
álitið fyri tingið, segði, at
ein arbeiðsbólkur verður
sett í næstum, sum skal
gera serstakt ítróttarálit.
Annars
varð
Heðin
Mortensen
einmælt
afturvaldur til forseta í ÍSF
í
eitt
nýtt
tvey
ára
tíðarskeið. Hann hevur sitið
sum
ovasti
í
ítróttarsambandinum síðan
1980.
Ítróttarfólk skulu ansa sær:
Dopingroyndir takast í Føroyum
KAPPRÓÐUR
Stefan í Skorini
Sunnudagin 2. juni var sjó-
mannadagurin hildin kring
alt Ísland, og eitt av tiltøk-
unum var kappróður. Før-
oyskar kvinnur í Íslandi
høvdu tikið seg saman og
mannaðu ein bát til kapp-
róðurin.
Fýra manningar høvdu
boðað frá luttøku hjá
kvinnunum, og talið av
manningum var eisini fýra
hjá monnum. Kvinnurnar
sigraðu, meðan menninir
endaðu á triðja plássi.
Føroysku
kvinnurnar
vunnu við tíðini 3 minuttir
og 5 sekund. Beint aftan-
fyri var Stefnir frá Suðavík.
Ein manning, sum nevndi
seg Gazellurnar, endaði á
triðja plássi, og løgreglu-
kvinnur endaðu á triðja
fjórða plássi.
Hjá monnum vann Stefn-
ir frá Suðavík, og føroyska
manningin endaði sum
nummar trý.
Heðin Mortensen varð afturvaldur til forseta í ÍSF, sum nú
hevur tikið stig til dopingeftirlit og ítróttardómstól í Føroyum
Føroyskar kvinnur vunnu kappróður
Føroysku kvinnurnar, ið
vunnu kappróður í Íslandi á
sjómannadegnum, sum var
sunnudagin. Frá vinstru eru
tað Elin, Marina, Palma,
Kirstin, Leila, Sólrun
og Anna
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Leygardagin
8.
juni
verða tær fyrstu Yngst-
stevnurnar hjá Fótbólts-
sambandi Føroya hildn-
ar kring landið. Stevn-
urnar eru í Leirvík, á
Eiði, á Argjum, í Sanda-
vági og á Tvøroyri.
Fleiri stevnur eru eisini
á skránni 22. juni.
FSF hevur í hesi vik-
uni skipað fyri kunnandi
fundum fyri venjarum
og áhugaðum um Yngst-
verkætlanina. Ætlanin
var at hava eitt impuls-
skeið um verkætlanina,
men hetta varð avlýst
vegna verkfall. Á fund-
unum hava venjararnir
tosa um hugburðin og
innihaldið í átakinum
»Yngst«.
Børnini, sum eru við á
hesum tiltøkum, eru
fødd í 1993 og 94.
Stevnur fyri tey yngru
27
26
Nr. 105 - 6. juni 2002
Mentanarnáttin 7. Juni 2002 verður sett á Vaglinum kl. 18
Barnabókasavnið
Spurnarkapping á Barnabókasavninum ((verður) fyri børn: 0-6, 7-12 og 13-16 ár. Spurnarbløð liggja á bókasavninum alla vikuna, og svarini skulu latast inn í seinasta lagi
fríggjadagin 14. Juni 2002. Vinningurin er eitt gávukort á 500 kr.til Bókasøluna í SMS. Ein vinningur er í hvørjum aldurbólki.
Bókasølan í SMS
Kl. 21.30 Bókmentakvøld: Sólrun Mikkelsen og næmingar á skriviskeiðnum hjá Rakel Helmsdal lesa upp. Unn Patursson syngur og Herluf Lützen spælir. Bergljót Joensen er
frásøgufólk.
Boysensgarður
Garðurin verður opin. Spælimansorkestur spælir kl. 19
Fornminnissavnið
Savnið í Brekkutúni er opið til kl. 21
Gongugøtan
Havnar Ungdomshornorkestur selur bollar og kakao
Havnar Kirkja
kl. 21.30 Konsert við Tórshavnar Strúkikvartet og Fagotkvartet. Kirkjan er opin frá kl. 20.
Hjá Skilling
Jákup Andrias Arge sýnir fram myndir av fólki.
Listaskálin
Opið er til kl. 24. Rundvísingar.
Náttúrugripasavnið
Savnið er opið til kl. 24.
Norðurlandahúsið
Summarframsýningin "Sjón í Havið" letur upp kl. 22. Karin Kjølbro letur framsýningina upp, og Magnus Johannesen Trio spælir.
Pætursastova
Yrkjarakvøld, Petur Elias Askham Guttesen, Oddfríður Rasmussen og Steinbjørn B. Jacobsen lesa yrkingar.
Sjónleikarhúsið
Sjónleikarskúlin sýnir barnaleikir. "Tá mánin setir og sólin rísir" er ein leikur, sum Rakul Helmsdal hevur skrivað saman við bólkinum Koala Lumpa(u?)r.Sýningin er kl. 17 og er
fyri øll.
Kl. 18 verður "Margrethukvæðið" framført (egin dramatisering). Børn undir 7 ár skulu vera saman við foreldrum.
Leikhúscaféin er opin.
Sjónleikarhúsið
kl. 23-02 Føroyskur Dansur.
Smiðjan í Lítluvík
Framsýning við listaverkum eftir Zacharias Heinesen, Bárð Jákupsson, Anker Mortensen, Tórbjørn Olsen, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni, Ingálv av Reyni
og Kára Svensson letur upp kl. 17. Kl. 19 spæla næmingar í Tórshavnar Musikkskúla: Jón Festirstein og Jona Jacobsen, violin, og Høgni Jespersen cello. Kl. 20.30 syngur Sigrið
Sivertsen og Eirikur Skála spælir keyboard. Bæði eru lærarar við Tórshavnar Musikkskúla. Opið er til kl. 23. Framsýningin er eisini opin leygardagin kl. 11-17 og sunnudagin kl.
14-18.
SMS
kl. 16.00 Klovnurin Hannibal og systkinnabarnið Nøffilina undirhalda.
kl. 17.00 tað sama
kl. 18.00 Fjotto og Bobo undirhalda og gera ballón skepilsir
kl. 19.00 Brandur Enni syngur.
kl. 20.00 All That Rain spæla.
kl. 21.00 Jens Marni, Pauli Magnussen og Ólavur Øster spæla.
kl. 22.00 Leikarar úr leikbólkinum Spírum framføra skemt.
kl. 23.00 Janus Kampmann og Vagnur Streymoy syngja og spæla.
Snarskivan
Grafisk framsýning letur upp kl. 17.30, kl. 18.30 spæla næmingar í Føroya Klarinett orkestri, og kl. 21 spælir Unglinga Hornorkestrið hjá Tórshavnar
Musikkskúla.
Opið er til kl. 23. Framsýningin heldur fram allan juni mánaða og er opin, tá ið Snarskivan er opin.
Tinganes-Reyni
Túrar við ferðaleiðara kl. 19 og kl. 21. Byrjað verður uttanfyri Gamla Bókhandil
Útisavnið í Hoyvík
Opið til kl. 21. Rundvísing Heima á Garði og á útisavninum kl. 18 og kl. 20.
Vaglið
Mentanarnáttin verður sett kl. 18. Havnar Hornorkestur spælir.
Vaglið
Rockkonsert kl. 23.
Vágsbotnur
Jazzkonsert v. Chaldur kl. 20.
C
M
Y
K
26