Sosialurinarkiv
Sosialurin 1973-03-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 1973síða 6

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—— ru se! Dee. TOO F a i EA TIL: ss "> mA 6 SOSIALURIK NR. 23 24. MARS 1973 Politisk-búskaparlig viðurskifti i Portugal Marknaðarfulltrúin i Medalhavs- londunum, Tryggve Johansen, hevur sent okkum frågreiding um fiski- vinnuvidurskifti i Portugål. Nidanfyri prenta vit fyrsta part av hesi frågreiding Samlada landaøkiO er uppá 91500 km? og talið av íbúgv- um, íroknað Maderia og Azor- urnar, liggur um 9,4 milj. Um- framt hevur Portugal fleiri hjå- lond i Afriku og Asiu. Alt samantikid eru náttúrligu vinnufyritreytirnar góðar. Meg- inparturin av jørdini er frukta- gott lendi og vælegnað til dyrk- ing av virdismiklari avgrødi. Men hálendið. serliga i norð- ara partinum av landinum, set- ir mark fyri nýtslu av maskin- orku í landbúnaðinum sum m. a. av hesi orsøk hevur ilt vid at klára seg í kapping við aðr- ar vinnur, tá talan er um at trekkja arbeiðsmegi til. Úr jør0- ini fáast ymisk mineralsk evni. men enn er bert í lítlan mun gjørt bruk av teimum møgu- leikum. ið her liggja. Beliggin. heitin út móti havinum hevur gjørt skipaferðslu og fiski- vinnu til nakað sjálvsagt og Portugal hevur á hesum eki verið = pionerur millum oll heimsins lond. Hartil liggur landið væl fyri í mun til keypi- sterkastu marknaðarnar. Endi- liga eru fyritreytirnar fyri ferða mannavitjanum tilstedar í ógvu- figa stóran mum. Tá hugsað verður um allar hesar fyrimunir, sum nógv í dag munandi meira framkomin lond ikki hava, og at Portugal fyri old síðani varð roknað sum eitt hitt ríkasta land í Eu- ropu, kann tað uttan fyrivarni vera sagt. at illa er farið um hesar ágóðar. við tað at livi- fóturin í Portugal í dag íkki bert er hin lægsti í Furopu, men eisini lægri enn í fleiri londum. sum vit rokna sum til- afturskomin. Tó gullgoymslur- nar, sum stava frá yvirskoti á gjaldsjavnvågini gjøgnum nógv år, eru stórri pr. íbúgva enn í nøkrum landi. nakað sum frá politiskari síðu ofta hevur ver- ið brúkt sum verja. tá álop eru komin á politiska stýrið Orsøkirnar til, at so lítið er vuntið fram. eru óivað allar avleiddar av tí sama, nevniliga politiska stýrislagnum í landi- num. Demokratiskt stýrislag hevur ongantíð verið í Portugal, tó tað í sær sjálvum er íkki løgid tá talan er um latínskt land. Men einaræðisstýrið her, sum var undir somu leiðslu í ein mansaldur, var bert nógv meira víðgongt og íhaldið enn i nøkrum av hinum londunum. Tad sum fyrst galt um var at tryggja landamarkið, bæði á meginlandinum og í hjá- | til verkfall), jenn gamlir og sterkir menn av løndunum. bæði móti álopum og aðrari »skadiligari« åvirkan útifrá. Hetta hevur fyri tað fyrsta upptíkið ein lutfalsliga ógvuliga stóran part av produk- tivu kreftunum í landinum.) Harnæst hevur eitt slíkt stýri ikki kunnað yvirlivað uttan ei- na ógvuliga sterka trygdartæn- astu innanhýsis. Harða stýringin av tí sindri- num av uttanrikishandli, ið tal- an hevur verið um og reguler- ingin av handli og umsetningi yvirhøvur, hava eisini ført til eitt skrivstovuveldi (bureaukra- ti) uttan líka og allir hesir trek- leikar hava virkað doyvandi uppá fyritakssemi og produkti- vitet. Endiliga hevur isolatiOnin sum heild åvirkad, at tær neyð-| ugu »impulsirnar« til at bygt vinnulívið út i nýmótans rætn- ing ikki eru komnar. soleiðis at Portugal ikki fekk lut í ti idn- aðarliga framburði sum talan var um árini millum heimsbar- dagarnar. Og á henda hátt hev- ur ikki verið møguligt at fing- ið lut í teimum ágóðum sum nýmótans framleirðsluhættir og stórur samhandil við útheimin hava givið flestu londum. Til endan av seinna heims- bardaga var Portugal soleiðis eitt í allar mátar afturlatið land og sjålvt um luttikid er í áru- num aftaná bardagan í millum- landa samarbeiði m. a. við li- maskapi í Sameindu Tjóðum og my feløgum tess, OEEC/D, GATT og seinni eisini EFTA, hava ongi verulig tekin verid uppå liberalisering fyrrenn Sa- lazar gjørdist sjúkur í 1967 og yngri menn komu til. Tann li- beralisering, ið síðani er farin fram, umfatar m. a. stórri rætt- indi til fakfeløgini (tó ikki rætt minkandi almenn | indoktrinering í samband við undirvísingina, linligari styring! av pressuni og friari samstarv | vid utheimin m. a. við víðkað- um etableringsrætti til útlendsk | virkir. frítt hjá arbeiðsmegini at fara uttanlands í vinnu, frí- ari peningaflutningi enn áður og minni avmarkan í handli- num við útheimin. Tó, tað sita Salazar-skúlanum, herímillum forsetin, og halda eyga við hvussu langt verður gingið. Sum vera man styðjar herurin hesar seinastu. Nú í heyst gjørdist tað ov mikið fyri hesar menn og úrslítið er vordid, at mkensiu- málaráðharrin, hin liberalasti í allari stjørnini, er útskiftur og fleiri reformar, ið klárir vóru at seta í verk, vórðu steðgaðir av forsetanum. Frá fleiri síðum verður tó mett, at steðgurin neyvan fer at vera langur eft- irsum reaktioneri parturin av politikarunum gerst minni og trýstið frá opiniónini, bæði inn- an- uttanlands, veksur í hvørjum. Tó skal ein ikki rok- na við eini stýrisskipan, sum líknar demokrati, við tað allra- fyrsta. og E Sjålvt um tad i meira enn 20 ár hevur verið arbeitt fyri at føra ein buskaparligan útvikling igjøgnum, sum kendur er í ødr- um londum tann fyrsta fimmára-ætlanin byrjar í 1953 hevur vøksturin ikki verið so ógvuliga stórur og í »absolutt- um« tólum minni enn hjá fle- stu framkomnu londunum í Eu- ropu og munandi minni enn ambitiøsu ætlaninar sum vóru, hetta hóast ógvuliga stórur pen- ingur varð brúktur frá almenn- ari síðu bæði til basisiløgur og sum stuðul til privatar fyritøk- ur. Enn í 1971 var bruttotjóðar inntøkan pr. íbúgva bert 760 dollar móti 1150 í Spaniu og Grikkalndi, 2000 í Italiu, 4000 í Danmark og 5000 doll. í USA. Tað má metast. at tað undir oll um umstødum verður torfort hjá Portugal at innheinta tað. ið spilt er árini frammanundan og koma sær í lag við tey meira framkomnu londini. Reglan um at ríku londini lutfalsliga verða enn ríkari og tey fátæku enn fátækari, er óivað eisini galdandi í hesum fori. Tað er sjálvsagt, at so lágt lønarlag hevur ført til at streym urin av arbeiðsmegi, sum leitað hevur uttanlands, hevur verið stórur. Talið liggur nú um 200.000 og hevur verið vaks- andi allraseinastu árini. Ein enn stórri partur av arbeiðsmegini er upptikin av kriggsførsluni í Afriku, trygdartænastu v. m. Úrslitið er, at ídnaðarliga út- byggingin í stóran mun hevur verið og framvegis verður forð- að av tørvi á arbeiðsmegi, ser- liga faklærdari, nakað sum eis- ini hevur birt uppundir infla- torisku gongdina, sum seinastu árini hevur verið hin sterkasta í Europa. Í 1971 hækkaðu løn- ir og prísir soleiðis við millum 10 og 14 pst. (eftir landspørt- um) framleiðslan vaks við minni enn helvtini av hesum virðum. Tað má metast, at hes- og |ir trupulleikar ikki verða minni í framtíðini, við tað at tilgongd- in av arbeiðsmegi, sum fyri mestapartin kemur frá órenta- bla partinum av landbúnaði- num, íkki meira enn stendur met við tað sum arbeidsmegi, m. a. við avtalum við Frakland og Týskland um bert at geva avmarkað tal av arbeiðsloyvum til portugisiskar = ríkisborgarar. Nær hinir frammanfyri nevndu reservarnir av arbeiðsmegi ko- ma fram er ilt at meta um og í besta fall er hetta ein politisk- ur spurningur, Umframt trýsti- num á arbeiðsmarknaðinum verður inflatoriska gongdin sjálvandi eisini ávirkað av stør- ra umsetninginum við onnur lond, sum hava hægri lønar- og príslag og av vaksandi ferða- mannavitjanum. Av landbúnaðarvørum er bert talan um framleiðsluyvirskot av víni, sum fyri mesta partin verður dyrkað í hálendunum í mið- og norðara partinum av landinum. Henda framleiðsla hevur kravt ógvuliga nógva ar- beiðsmegi og produktiviteturin hevur sjálvandi verið ógvuliga lágur. Men eisini struktururin sum heild innan landbúnaðin, við stórum tali av smáum brúk- um, hevur trekt sama veg, og tað er ti ikki so logið at vinn- an er við at missa stóran part av arbeiðsmegini til aðrar vinn- ur. Líknandi strukturtrupulleik- ar eru innan fiskivinnuna jvf. seinni. fdnadarframleidslan er vaks- in, men bert við umleið 70 pst. av tí ið ætlað hevur verið. tydningarmestu idnadargreinir- nar eru i raðfylgju: kemiskur idnadur, el-lutir, textilvørur, bil verksmiðjur. skipasmiðjur og hermetikkídnaður (fiskur, grøn- meti og frukt). Ferðamannavitjaninar eru vaksnar við umleið 25 pst. ár- liga seinastu 10 árini í meðal og eru við at gerast ein lýð- andi partur í landsins búskapi. Talið av ferðamonnum í Portu- gal var í 1971 3,8 mill. Árini síðani liberaliseringin av samhandlinum við onnur lond byrjaði hevur verið talan um eitt javnt vaksandi undir- skot á handilsjavnvágini, sum tó hevur verið meira enn upp- vigað av teimum enn skjótari vaksandi inntøkunum frá ar- beiðsmegi, sum er uttanlands og frá ferðamannavitjanum Portugal er soleiðis eitt av teim um fáu løndunum í Europu sum ongantíð hevur havt undir- skot á gjaldsjavnvágini. Í 1971 varð útflutt fyri 23300 mill. Es- cudos, meðan innflutningurin hevði eitt virði uppá 41037 mill. t. v. s. at undirskotid á handilsjavnvågini = var — uppå 17700 mill. Sama ár vóru inn- tøkurnar, sum stava frá ferða- mannavitjanum og arbeiðsmegi uttanlands v. m. åvikavist 5300 og 18200 mill. Escudos í. Y. S. at talan bleiv um eitt yvirskot á gjaldsjavnvágini uppá góðar 5200 mill. Escudos. Av útflutninginum fóru í 1971 33 pst. úl EFTA-londini (í 1962 20 pst.), harav 18 pst. til Bretlands, 16 pst. til EEC og 19 pst. til hjálondini. Størsti bólkurin i útflutningi- num eru textilvørur (i 1971 26,3 pst.), maskinur, metallir vin, kemiskar vørur, pappír og pappírsmassi og hermetikk- vørur. Av innflutninginum komu i 1971 25 pst. frá EFTA-lond- unum (herav 14 pst. úr Ong- land'). Innflutningurin frá EF- TA-londunum er undir lima- skapinum bert vaksin í litlan mun, meðan útflutningurin sum nevnt er nógv vaksin, nakað sum stendur í samband við at tcllurin verður minkaður yvir ógvuliga langa tiO fyri týdn- ingarmestu vørurnar. FEC og USA teknadu seg i 1971 fyri åvikavist 33 og 7 pst. av saml- aða innflutninginum. — Størstu vørubélkarnir eru maskinur og tól (19.2 pst. i 1971), landbún- | adarvøru: og fødivørur annars, råevni, flutningstól og kemisk- ar verur Sterka búskaparliga stødan mótvegis = útheiminum — (gull- goymslurnar) ger, at Portugal er betri fyri ein onnur lond á sama stigi í ti búskaparliga vøkstri, ið menn hava sett sær fyri skal fara fram næstu árini. við tað at innflutningurin, bæði við hjálp av tolllækkanum og færri høftum yvirhøvur, kann vaksa munandi, nakað sum kann lækka trýstið á innlendska arbeiðsmarknaðin = og byrgja upp fyri hesum partinum av in- flatiónstendensunum. Men hetta er sjálvandi ikki nakað mál í sær sjálvum, bert ein máti at koma yvir bráðfengis trupul- leikarnar uppá. Málið verður at bera so í bandi, at arbeiðs- megin uttanlands, mett sum besti parturin av framleiðslu- orkuni yvirhøvur, fær so mikið góðar lønar- og aðrar treytir at hon kann koma heimaftur og at stórur partur av tí arbeiðs megi, ið nú verður brúkt ópro- duktivt, kann frígerast til pro- duktiv endamál. Ikki fyrrenn hesar treytir eru uppfyltar kann Portugal av álvara gera sær vónir um at bóta munandi um livifótin og m. a. fáa ráð til hart tiltrongdar åbøtur innan sosialforsorg, heilsuendamál og undirvising. Men lott verður henda gongd neyvan og hon kemur at taka tíð. Sum hin parturin av búskap- inum eru eisini distributións- viðurskiftini í Portugal ógvu- liga primitiv. Í øllum liðum eru soleidis småar og ineffek- tivar eindir rådandi. Av ti at marknaðurin samstundis er illa tilgongdur m. a. orsakað av restriktionum og skrivstovu- veldi og handilsmentaliteturin er ein egin, verða í flestum ført umboðsmenn brúktir í innflutn- ingshandlinum, dekkandi mark- naðin heilt ella lutvíst. Heil- og småsøluhandilin er serliga sundurlidadur í norðara part- inum av landinum, meðan ein meira nýmótans gongd er á veg tá talan er um Lissabon og størru byirnar sunnanfyri. Eyð- kent fyri sokalladu »størru« di- stríbutiónini í Portugal er tað annars, at liðini eru væl smærri enn tað kenst aðrastaðni frá, frá, eru meira primitivt utgjørd og kundarnir, sum orsakað av isolation og vånaligari útbúgv- ing hava ein ógvuliga primitiv- an og orationellan hugsunnar- hátt, hava heldur ikki enn víst hesum liðum stórri ans. Tørv- andi fyritreytir fyri slíkum handilsliðum sum t. d. bilur og stór keypiorka yvirhøvur hava eisini gjørt sitt úl at hesin handilsformur ikki hevur vunn- ið nakað serligt fram enn. Tal- ið av »supermarkedum« er i dag uppå umleid 40, harav ein keta hevur helvtina, og av samlaðu = småsøluni »dekka« tey neyvan meira enn 2 pst. Tað koma óivað at ganga nøk- ur ár áður enn fyritreytirnar eru soleiðis, at rættilig gongd kom- ur á á hesum eki. (Framhald)