fríggjadagur 17. august 1973síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÍÐA 10
SOSIALURIN NR. 49 17. AUGUST 1973
Verður bjargingarskip keypt til
Føroyar?
Norðoya Bjargingarfelag
skipar fyri
kanningarferðum
- Fyrst til Íslands, har kannað verður,
hvussu bjargingartænastan har er
skipað og utgjørd.
- Seinni til Bretlands, har hugt
verður eftir bjargingarskipum, og
møguleikarnir fyri at keypa slíkt
skip, verða kannaðir og umhugsaðir.
Fyri at útvega. felagnum meiri
tíðarhóskandi útgerð, skipaði
Norðoya Bjargngarfelag fyri
landsumfatandi sølu av lutaseð
lum í vár. Á Norðoyasteynu
varð ein partur av hesi útgerð
sýndur undir bjargingarroynd-
ini. Nú frættist, at felagið skip
ar fyri kanningarferðum til Ís-
lands og Bretlands.
Vit hava roynt at koma á tal
við formann felagsins, Hans
Andreas Johannesen, men eydn
aðist hetta okkum ikki, vit ha-
va tí hitt ein av nevndarlimu-
num, M kkjal á Bergi, og spurt
hann um virki felagsins og ætl
anir tess,
Hann greiddi okkum frá, at
felagið upprunaliga varð stovn
að í 1957, og at upphavsmadur
felagsins var trúboðarin Alfred
Peteresn, sáli. Men Alfred Pet-
ersen, ið var drivkraftin í fel-
agnum. eldist, gjørdist heilsu-
veikur og doyði. Felag 5 fór tå
mest sum fyri bakka eitt skifti.
Fyri tveimum-trimum árum síð
ani birtist lív í aftur í felag-
num. Teir sum endurreistu fel-
agið og sita í nevnd felagsins
eru: Hams Andreas Johannesen,
formaður, Jógvan Olsen, næst-
formaður. Peter Waagstein,
skrivari, Mikkjal á Bergi, kassa
meistari Christan Joensen.
Síðst nevndi var formaður fyr-
stu tíðina aftaná at felagið
varð endurreist,
Sagt verður fyri blaðnum, at
og
landsumfatand' salan av luta-
seðlum gav felagnum 80—90
tús. kr. í brutto. Felagið hevur
eisini vent sær til stovnar og
vinnufeløg og hitt almetna, um
fíegjarligan = stuðul Nevnast
kann, at á galdandi fíggjarlóg
eru avsettar 30 tús. kr. til bjar-
ingarfeløg Umhugsað verður
nú e's'ni at venda srr til stevn-
ar uttanlands Aðrar staðir,
eitt nú Íslandi. Noreg. Orkn-
oyggjunum. Shetlandi og Skot-
landi, verða slík felag fyri mes
ta partin fieciadi við oåvum
frå einssakl ngum, stovnum og
vinnufeløgum.
Ætlan felagsins av fyrstu tid,
var at utgera Nordoyggjar og
en part av Eysturoynni við
bjargingaramboðum, men er
felagið nú snnad til, at útvega
slík amboð Í alt landið. Um-
framt Norðoyggjar og ein part
av Eysturoynni verður í fyrsta
umfani eisin' hugsað um sunn-
asta endan av Suðuroynni. Am-
bodini verða uppsett og passað
í samráð við bygdaráðin, og
hevur felagið lagt sær nær at
hava. gott sams'arv við Færøer
nes Kommando. Felagið hevur
keypt fyri 50 tús. kr. í amboð
um. Hesi amboð umfata riffl-
ir, línir og bjargingarstólar.
23. august fara umboð fyri
felagið til Íslands og verður
steðgað har * umleið eina viku.
Endamálið við ferðin; er. at
vitja ymsa staðni á Íslandi og
kanna hvørja útgerð ísletdingar
nýta bæði á sjógví og landi og
soleiðis finna fram til, hvat
felagnum tørvar enn av út-
gerð. Eisini verður kannað,
hvussu bjargingartænas'an í fs-
landt er sk'það.
Seinni er ætlanin at umboð
fyri felagið skulu fara úl Bret-
lands. Ørindin har verða, um-
framt tey somu sum í Íslandi,
eisini at hyggja at bjargingar-
skipum og kanna møgulekar-
nar fyri keypi av slíkum skipi.
Báturin, sum myndirnar sýna,
er ein av temum, sum hugt
verður at, hesum slagi av bjarg
ingarskipum lata menn har væl
at.
Sigast må, at hetta
er eitt
hent tiltak og ógvulga neyugt
tiltak hjá okkum føroyingum.,
tá hugsað verður um, at so
stórur partur av fólkinum hev
ur sítt arbeiðspláss á sjónum
Men skal hetta tillak eydnast.
so tørvar ti undirtóku, íkki
bert frå ti almenna. stovnum
og vinnufeløgum, men eisini
Få 1
ri rim
cinstøkum
Ein av bjargingarbátunum, ið hugt verðúur at í Bretlandi, båturin er so væl bygdur og so
væl úlgjørdur, at hóast hann fer undir, koppar runt o.sfr., so kemur hann altíð aftur á
rættkjøl. Nýbyggningur av hesum slagi kostar umleið 3 mill. kr.