fríggjadagur 21. desember 1973síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÍÐA 6
SOSIALURIN
eitt hár losnaði og datt í vatnið;
hann skundadi sær at taka tað
upp aftur, men tá var tað longu
tað bera gull, so tað glitraði í
sólini. Tá ið villmaðurin kom
aftur um kvøldi& visti hann
longu hvat hent var og segði
við drongin: »Tå hevur mist
eitt hár í brunnin; eisini hesa
ferð skal eg tilgeva tær; men
hendir tað eina ferð afturat,
hevur tú dálkað mær vatnið so,
at eg kann ikki hava teg her
longur.
Triðja dagin setti drongurin
seg so stillan, at hann rørdi
ikki ein fingur, hóast sviðin
kom aftur. Men tað fall honum
so langligt at sita har, at hann
til stuttleika fór at spegla sær í
vatninum, helti seg meir og
meira framyvir, so hann rætti-
liga kundi síggja inn í eyguni
á sær sjálvum, men smátt verið
tí fyri, hansara langa hár datt
fram yvir og alt sum tað var
niður í vatnið. Hann leyp upp;
men tå var longu ov seint,
hárið var tað bera gull, tað
glitraði og skein í sólini. Tit
kunnu ætla, at tá var drongur-
in heilt hjartkiptur; hann tók
lummaklútin og bant um høvd-
ið at fjala hárið. Tá ið vill-
maðurin kom um kveldið, visti
hann longu hvat ið hent var,
sigur við drongin: >Tak klútin
av høvdinum!« Hann so gjørdi.
Tá floymdi gullhárið niðuryvir
hann, og tað batti einki hvussu
hann umbar ség. Villmaðurin
segði við hann:
>Tú hevur ikki lokið treytir-
nar og tú kann ikki verða her
longur, far nú út í ta víðu verð
og lær at kenna, hvat fátækt
hevur at týða. Men av tí tú er
ein hjartagóður drongur og eg
vil tær væl, skal eg lova tær
eitt: Um tú kemur í neyð, far
tá út á skógin og rópa Jarn-
hanus; tað eri eg, so skal eg
koma tær til hjálpar, og mæt-
ari maður eri eg enn tú heldur,
ikki trytir mær gull og silvur.
Kongasonurin fer nú avstað,
valtrar bæði langt og leingi, á
brøttum og sløttum, í fjóru og
fjøllum. Langt um leingi kem-
ur hann til ein stóran bý og
roynir at fáa sær okkurt til ar-
beiðis; men tað eydnast honum
ikki, hann var jú ikki vanur
við at arbeiða fyri fødina. Í
neyðini leitar hann upp til
kongaborgina og biður um at
sleppa at vera har. Hovfólkið
vistu einki at geva honum at
gera; men tey fingu sovorðnan
tokka til hann, at hann slapp at
vera. Endin var tann, at hann
kom í køkin at ganga kokk-
inum til handa. Í fyrstuni bar
hann vatn, bar brenni inn til
eldin og bar øskuna út.
Einaferð eingin onnur hjálp
var við hondina, biður kokkur-
in drongin bera matin inn á
borði hjá kongi; men av ti
drongurin vildi ikki vísa sítt
gylta hár, tók hann ikki húgv-
una av, tå ið hann kom inn.
Hetta líkaði kongi illa og segði
við hann: >Tú má taka húgv-
una av, tá ið tú kemur inn fyri
kongsins borð.“
yTað ber mær ikki til, harra
kongur, tí eg havi flus í hár-
inum,< svarar drongurin.
Kongur bað nú ropa sær
kokkin; hann kom beinan veg-
in leypandi; men kongurin var
ikki blíður og deildi hann fyri,
at hann hevði tikið ein so 6høv-
iskan drong til hjálpar; nú
skuldi hann beinan vegin koyra
hann á dyr.
Men kokkinum tókti synd í
dreinginum og bar tað so í
band, at hann slapp at býta um
arbeiði vid urtagarðsdreingin.
Kongasonurin mátti nú út í
urtagarðin at seta niður plant-
ur, lúka, grava, koyra vatn á,
bæði í veðri og óveðri. Ein
dagin, hann arbeiddi úti, ein
brennandi heitan summardag,
var hann so ovbyrjaður av hit-
ánum, at hann tók húgvuna av
fyri at svala á sær; tá ið nú
sólin sá á gullhárið, skein tað
so fagurliga; og tað bar iikki
betri á, enn at ljómin stóð beint
í vindeygað hjá prinsessuni.
Hon leyp til at hyggja, hvat
hetta mundi vera. Tá fær hon
eyga á dreingin og sær, hvussu
hárið skínur. Nú leggur hon
seg út av vindeyganum, rópar
á hann og biður geva sær eitt
blómutyssi og bera sær tað.
Hann skundar sær at seta húgv-
una á aftur høvdid, hentar eitt
tyssi av villini blomstrum. Tá
ið hann fer berandi tey, hittir
hann urtagarðsmannin, sum
sigur við hann:
„Hví hevur tú hentað hasi
hissini blomstrini til prinsess-
una? Blaka tey frá tær og far og
henta eitt tyssi av teimum vakr-
astu og sjaldsamastu blomstru-
num, vit eiga, til hana.
»Ånei, ikki haldi eg tað,
henni man dåma best villini
blomstur, tí tey anga frískast
og eru litfagrast.< Tá ið hann
kemur inn til prinsessuna sigur
hon við hann: »Tak húgvuna
av, tað sømir seg ikki, at tú
talar við meg undir húgvu.<
„Eg kann ikki, ti eg havi flus
í hårinum,« svarar drongurin.
Men prinsessan rætti hondina
og tók húgvuna av honum, so
hansara glitrandi hár floymdi
niður yvir akslarnar og var ein
frøs at síggja. Hann skuldi
loypa avstað, men hon tók í
armin á honum og gav honum
ein neva av gullmyntum. Hann
tók tær við sær, men legði einki
í at eiga tær, gav urtagards-
manninum og bað lata børnini
fáa tær at spæla við.
Dagin eftir rópti prinsessan
aftur eftir honum og bað bera
sær eitt tyssi av villini blomstr-
um; tá ið hann kom við teim-
um, skuldi hon aftur rippa
húgvuna av honum, men tå
helt hann við báðum hondum.
Hann fekk aftur ein neva av
gullmyntum, men gjørdi sum
síðst, gav urtagarðsmanninum
til børnini at spæla, sjálvur
legði hann einki í at eiga tær.
Triðja dagin hendi tað sama,
drongurin mátti aftur bera
prinsessuni villini — blomstur,
men húgvuna fekk hon ikki av,
og nú vildi hann heldur ikki
hava gullmyntirnar.
Stutt eftir hetta brast kríggj
á. Kongur fylkti alt sítt herlið;
men hann visti at fígginda-
kongurin átti ein nógv stórri
her, og tí var hann dapur í
huga, ræddist fyri, at honum
fór at standa til tap.
Urtagarðsdrongurin vildi eis-
ini sleppa í bardagan, segði:
»Eg eri vaksin nú og vil sleppa
við; gevið mær ein hest.< Hin-
ir lædu at honum og søgdu:
»Ja, bíða tú bara til vit eru
farnir, vit skulu ikki gloyma at
lata ein hest vera eftir til tin.«
Tá ið allir eru farnir, fer drong-
urin út í stallin og leiðir rossið
út: tá er tað eingin hestur, men
ein avdeyðaryssa, bæði loðin og
lamin afturat. Hetta var ein
vanlukku standur, nú fór
hann at verða til teiti fyri øll-
um hinum monnunum; men tað
mátti so verða, tungur í huga
saðlar hann hetta vesaladýrið,
setur seg upp og fer avstað.
Ryssan gongur á trimum bein-
um og fer skinklandi frameftir.
Nú rennir honum í hug tað
ið villmadurin segdi: >Kemur
tú í neyð, far so út í skógin og
rópa á meg.< Nú er hann kom-
in í neyð, og hetta skal nú
roynast. Ája, hann fer skinkl-
andi avstað á ryssuni, og tað
er ikki leingi, nú er hann kom-
in í skógarjaðaran; har stødgar
hann og rópar tríggjar ferðir
so hart at tað ekkóar millum
trøini: »Jarnhanus!'« — Beinan
vegin kemur villmadurin skund-
isliga til hansara og spyr:
„Hvat ynskir tú?e
»Eg ynski ein sterkan hesti
tí nú fari eg í kriggj.«
Tað skal tú fáa og tað, u
ikki hevur biðið um afturat.e
So hvarv hann millum trøini.
Um eina løtu nú kemur ein
fjóskallur leiðandi ein ovur-
stóran og vakran hest, hann er
bæði prúður og sprakin, froys-
ir og spílar oyrini upp. dansar
uttanum mannin, og aftan fyri
hann kemur eitt heilt herlið av
riðmonnum allir albrynjaðir, í
jarni frá hevur til fót, og svørd-
ini glitra í sólini. Kongasonur-
in letur seg nú í herklæðini,
fjóskallurin gevir honum, so
gevur hann kallinum ta lavnu
ryssuna at leiða heim, setur seg
so á tann prýðiliga hestin og
ríður so avstað á odda fyri øll-
um sínum monnum.
Tá 'ið teir koma á vigvøllin,
eru nógvir av kongsins monn-
um longu falnir, og teimum, ið
eftir stríðast, stendur til tap.
Kongasonurin leggur so á
fíggindaherin við øllum
sinum stridskempum; teir
koma sum eitt Oløgi
og høgga niður frá hendi,
rudda slóð fyri sær, hvar teir
koma, og tað var skjótt, at
fíggjandaherurin tók til rým-
ingar; men kongasonurin og
hansara menn elta teir og gev-
ast ikki fyrr enn eingin maður
er eftir á lívi av fíggjindanum.
Tá venda teir aftur, ikki at
hitta kong, men sleppa sær eft-
ir einum umveg ósæddir aftur
á skógin. Kongasonurin rópar
aftur: >Jarnhanus!e
Villmaðurin kemur beinan
vegin og sigur: »Hvat vil tú
mær nú?<
NR. 78 — 21. DESEMBER 1973
6
MR
PUNKT 1; 7
>Her hevur tú hestin og menn
tínar. Gev mær nú ta gomlu
lavnu ryssuna aftur.
yTað skal tú fåa,« segði vill-
maðurin og so hvarv hann mill-
um trini. Um eina løtu kom
fjóskallúrin við ryssuni og teim-
um gomlu klæðunum. Drong-
urin skifti, setti seg á ryssuna
og skinklaði heim aftur til
urtagarðsmannin.
Tá ið kongurin kemur aftur
úr bardaganum, kemur prin-
sessan ímóti "honum og vil
heiðra hann fyri sigurin. Tá
sigur kongur: »Eg havi ongan
sigur vunnið, men ein riddari
kom mær til hjålpar vid øllum
stridskempum sínum; tað er
hann sum skal heiðrast, ti tað
var hann sum vann.« Prin-
sessan vildi fåa at vita, hvør
hesin riddari var. Nei, tað visti
kongur ikki at siga, tí hann elti
=
EN
.....
HL
ROMER FÆLDET
TAL
G NE
STEN
SVARE
ENDE- — |
EAT ION]
3OL-
ge
BÅND
BPECI-
MØDT |
ÍST
SKUD STOL
figgindan og bardi hann nidur,
og so så eg hann ikki aftur.
Prinsessan spurdi urtagarðs-
mannin um dreingin. >Jú hann
var rætt nú aftur komin, og
hann lædi at honum, »kom
stóplandi á tí tribeintu ryssuni.
Hinir høvdu arga hann, og
spurt hvørjum steini hann krógv
aði seg undir tá ið stríðið stóð.
Men hann svaraði, at hann
hevði stríðst manniliga, og at
tað var hann, ið gjørdi, at teir
vunnu; tess meira læðu teir at
honum.“
Kongur sigur við prinsess-
una: >Ég fari at gera eitt stórt
gildi, og tú skal kasta eitt gull-
epli niður ímillum riddararnar.
Kanska tann ókendi kemur
við.“ |
Tá ið urtagarðsdrongurin
hoyrir innbjóðingina til veitsl-
una, fer hann á skógin at rópa