Sosialurinarkiv
Sosialurin 1973-12-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 1973síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

21 DESEMBER 1973 Fly. S . jø] U Þe z ZZ" a .... RØST TRU ALSK INS - ENT |6OLER- ATER Ce . s26: Á Em w á Jarnhanus: >Hvat ynskir tú nú, spyr Villmaðurin. »At eg lofti gulleplinum, ið prinsessan; hetta aftur, kastar.« >Tað, skal ikki stand- ast å,« svarar Jarnhanus, veg vil eisini geva tær reyð her- klæði og reyðan hest at ríða til veitsluna á. TA ið veitsludagurin kemur, fer kongasonurin stásiliga ríð- andi og verður standandi ímill- um hinar riddararnar; eingin kennir hann. Nú trínir pinsess- an fram og kastar gulleptið í mannamúgvuna; kongasonurin loftar tí. So skjótt hann hevur tað í hondini, ríður hann burt- ur. Næsta dagin gevur Jarn- hanus honum hvít herklæði og hvítan hest. Aftur loftar hann gulleplinum og ríður so burtur sum snarast. Nú verður kongur lillur og sigur: »Tad er ikki fyri mark, at ríða burtur við gulleplinum; tann sum tað SOSTALURIN SIDA 7 fær, skal koma fram fyri kong og siga hvør hann er. Hendir sendi eg mínar menn eftir honum, og gongur tað ikki betur, skulu teir hava loyvið at bera vápn á hanna — Triðja dagin gav Jarnhanus dreinginum svartan herbúnað og svartan hest. Aftur loftar hann gulleplinum, sum prin- sessan kastar, reið so burtur sum snarast. Men tá løgdu kongsins menn aftaná honum, og ein kom honum so nær, at hann særdi hann í beinið við svørdsoddinum. Hann slapp frá teimum kortini; men hesturin leyp so óstortsliga, at hjálmurin feyk av honum, og øll kundu síggja hansara gylta hár. Menn- inir ríða nú aftur og siga kongi hetta. Næsta dagin fer prinsessan til | drongurin er. »Ju,« sigur urta- garðsmaðurin, »hann arbeiðir í urtagarðinum. Tað er ein løgin stavnur; hann hevur verið vid! til veitsluna og kom ikki aftur fyrr enn í gjårkvøldid; tá hevði hann trý gullepli, sum hann hevði vunnið, at vísa børn- unum. Nú sendir kongur boð eftir honum, og tá ið hann kem- ur, er hann aftur undir húgvu; men prinsessan fer til hansara og tekur húgvuna av honum. Tá floymdi hansara gula hár niður yvir akslarnar, og tað skein so fagurliga, at øll undr- ast á. Nú spyr kongur: »Er tú tann riddarin, sum hvønn dag kom til veitsluna í ymiskum her- klæðum og loftaði teimum trimum gulleplunum?< »Ja, og her eru tey,« sigur urtagarðsmannin og spyr hvarlkongasonurin, og tekur tey upp JÓLA- úr lummanum og gevur kongi. »Og vilja tygum hava fleiri prógv, kunnu tygum síggja sárið, tygara menn góvu mær í beinið, tå ið téir eltu meg. Men eg eri eisini tann riddarin, sum hjálpti tygum til at vinna fígg- indaherin.« Nú sigur kongur: »Tå ið tú kann gera sovordnar skreytir, er tú eingin vanligur urtagafds- drongur; sig mær hver faðir tín er.« »Fadir mín er mikil kongur, og eg eigi alt tað gull, eg kann ynskja mær,« svarar kongason- urin. Kongur sigur: >Ég síggi, at eg havi nógv at takka tær fyri. Er tað eitthvørt, eg kann gera fyri teg?< »Ja,« svarar kongasonurin, «eitt nógv umráðandi ting kunnu tygum gera; gevið mær dóttir tygara til konu.« Tá læði KROSSORÐ prinsessan og segðii »Hann hevur ikki viljað gjørt vart við seg; men eg havi leingi sætt av hansara gylta hári, at hann var eingin vanligur urtagarðsdrong- ur.< Kongasonurin fór nú til hennara og kysti hana. Har komu bæði faðir og móðir hansara í brúdleypið. Og tað var mikil gleði; tí tey høvdu fyri langt síðani mist alla vón um at síggja hann aftur á lívi. Tá ið tey sótu við brúdleyps- borðið, tagnaði tónleikurin so brådliga, og ein mikil kongur við stórum fylgi trein inn í høll- ina, gekk fram til kongasonin, fevndi hann og segði: >Ég eri Jarnhanus, sum varð umskapt- ur í villmannaliki; men tú hev- ur lyst meg úr gandinum, og nú skal tú eiga allar mínar miklu dyrgripir.« Heðin Brú, umstti.