fríggjadagur 8. februar 1974síða 9
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR, ll 8. FEBRUAR 1974
Tillukku Atli!
Langt av landi skotin las eg í
einum donskum títtindastukba
um endaligu stødutakan løg-
manns og landsstýrisins í EEC
málinum, Orðaljóðið var júst
tað sama, sum eg tilvildarliga
hoyrdi av munni Atla á fundi í
Keypmannahavn eftir fyrsta
fund hansara Vid teir høgu
bruxellesharrarnar fyri umleið
trimum árum síðani.
Atli gjørdi so avgjørt tað ein-
asta, maður í slíkari ábyrgdar-
stóðu kundi og hevði skyldu at
gera. Sum lús millum naglir
troytti hesin allar hugsandi
møguleikar, hóast hugur hans-
ara ikki eina einastu løtu stóð
til henda risastóra kraddarafel-
agsskapin, sum EEC í roynd og
veru má kallast. Tað skuldi
nevniliga ikki eydnast einum ti
einasta at koma aftaná sum
køttur uppúr høvdatrog og vísa
hesum manni á møguligar ó-
royndar leiðir, um so var, at vit
stóðu eftir á vali sum kánus
ongum ella bert einum eiti av
einum handiissáttmála.
Við alrastørsta skynsemi
utan kenslur av sinnismuni
hevur løgmadur nú staðið i and
OT
glettinum i samfull trý år, hes-
um måli vidvikjandi, tikid å
seg skuldseiingar so fúlar, at
maður við vanligum andsvilja
og -styrki, fyri langt síðan var
vorðin heilavillur. Sjálvt svarta-
deyðaskriving fjúrtanda, sum
meira og meira tók skapi av
einari altoyðand; landasótt, ið
ikki lat eftir seg mins'a sindri
at standa ímóti við, um vit íkki
í ollum livsins vidurførum bóru
okkum at sum jauarnir fyri
vestan. gav hann vá!an, vøttin
við at kunngsra stóðu lands-
stýrisins í hesum vandamáli.
Hóast eg haldi meg skilja, at
umboð sjálvstýrisins og sam-
bandsins eru væl frægari enn
undangongumenn teirra, vil eg
kanna løgmanni hesa greiðu
stødutakan, tí einhvør okkara.
sum bara fylgir við í smáum.
veit hvussu stór arbeiðsbyrða
hetta vanlukku mál hevur verið
honum. At leggja so nógva or-
ku í eitt mál, sum als íkki er
eftir egnum huga, krevur nakað
at taka av; men havi eg røttu
fatanina av manninum, verða
hesar beisku royndir einans at
styðja hann í rættferðsstríðnum.
sum á ongum sinni má steðga.
nú so væl er komið áleiðis.
Um demokratiid, sum vit sa-
man við hinum norðurløndum
framvegis halda høgt í metum,
hóast lað er við at missa fóta-
f.stiO í Europu, skal bjargast
okkum, tørvar okkum júst slík-
ar menn, sum i einihvorjari
s øpdu tora at visa lit, sjålvt um
persónliga støda teirra við hes-
um kundi vikna, vegna undir-
brotligu — sniðálop mótsteðu-
manna, sum hóast alt ikki
hætta sær at leggja rygg til og
sum neyvan vita betri ráðini til
at taka. Okkum tørvar menn,
sum hava fata, at politikkur
einans skal rekast yvir »belti«
og ikki sum skjótan við trýst-
rendum nálum uttan fyrilit, har
tær møguliga svíða sárast. —
man
94 aka 6
0 A -o pr
børmridaer Tær
Menn, ið hava nakað at síga
fólki, hóast hesir meira halla til
tann vitborna skapandi politikk
in, fyri ikki at siga sannleikan,
sum tianverri fellur mongum
ov turrur. Menn, sum evna at
vinna oyru fyri hugsjónum sín-
um, hóast teir ikki tala til tað
lægsta í menniskjuni, hatið og
øvundina, sum á ongum sinni
hava leitt til annað enn persón-
ligar jagstranir og týningar.
Eg skal viðganga, at eg til
tíðir álvarsliga stúrdi fyri úr-
slitinum av øllum samrådingu-
num og sjåldsama lagaliga til-
boði EEC's um biditid, hóast
eg ikki eina løtu ivadist um
løgmannsins andstygd fyri fel-
agsskapinum. Men av beiskum
royndum kenna vit dømini so
mong. um hver hótan tað
kann vera, um føroyskir svika-
poluikkarar lytarleyst leypa i
posa ríkismyndugleikanna.
Eftir tað sum hent er i EEC
málinum, åtii ongin føroyingur
longur at himprast við at tíkið
til sín politikk Atla, um so er.
ter vilja styðja suíðið fyri
størst møguliga føroyska av-
gerdarræitinum.
Tá sæð verður burtur frá
skemdarblødunum, sum nú eru
noydd at triva i annan lagd, um
hesi ikki heldur velja at hvila
mussaskød'ni í longri tíð, kem-
ur greiða stóða Atla og lands-
s:ýrisins sera væl við í einari
sokaðlaðari krepputid, har allar
avgerðir lætiliga og mestsum av
tilvild kundu komið at verið
tiknar yvir høvdum okkara.
Enn meira låtursverda man
andstoðan nú kenna seg eftir
at hesir menn, sum áður vóru
skuldsettir fyri at vera á veg til
at avreiða fødilandid til mono-
polkapitalisarnar i EEC, nú
vísa dirvi til sum skjótast at
sleppa at samráðasi um eina
handilsskipan. Var tað íkki
júst hetta, fráfarna norska stjór
in ikki hætti sær undir, eftir
úrslitið av norsku fólkaatkvoð-
uni um sama mál.
Tað virkisfýsni og skynsemi,
stjórnandi menn okkara hava
sýnt í felagsmarknaðarmáli-
num, sum tað til fullnar mis-
eydnaðis! andstøduni at gera
ul tað skelkandi kreppumál.
SOSIALURIN
B
R
Ø
V
hon fegin vildi gera tað til, átti
utan prévførslur av eðrum
sløgum at kunna sannføri allar
rættsiktadar føroyingar um, at
hesir menn vid Atla Dam å
odda av sonnum eru åbyrgdar-
poltikkarar og ikki rådaleysir
undansitøkkingar.
Krisjan
EDOLEOOLEÐ
Happadráttur
Ég veit ikki hvor sítur fyri
happadråttinum, men har má
vera nakað heilt gatið við teim
um, ið har sita.
Býta 458 vinningar út á 100
kr. Tað vil siga, um tú vinnur
við heilum sedli fært tú 90 kr.
hálvan 45 kr, kvar: heilar
22,50 kr.
Hetta er jú eingin ncining í.
við 8) smáum vinningum. Ger-
ið hasar 458 smæstu vinningar-
nar til 115 á 500 kr. so er tad
ein vinn'ngur.
Og í fyrsta dráti latið
15.000 fara í tvey. Sama i 2.
drátii, latið 20.000 og 10.000
báðar fara í tviningar. Í 3
dråti latið 50.000 fara í try og
25.000 í helvt.
Heita er eitt ógvuliga út-
breitt ynski og hugsið tykkum
hvussu nógv tað heyði koyrt
undir salgið.
Vit sum onkuntíð vinna við
kvarium og hálvum ergra okk-
um bæði gulan og grønan yvir
22,50 og 45,00 kr.
At fle'ri kunna vinna og fáa
gleði av happadrástinum, tað er
umráðandi at minka nógv um
leir smæstu Vinningarnar og
somuleiðis teir sóru (til flei-
ri meðalstórar vinn'ngar). Í år
er ovseini, men fái í lag at
broyta til 1975, tå stóri gagn
fyri bæði happadrátt og keyp-
arar.
Jaynuðarmaður
SED GSR I RC RITI
Føroya tingmenn
Viðv. sambandinum um Streymin og dalin millum
Fjarda (og vidari til Leirvikar og Klaksvikar)
Umborð á
n/s >Sundaferjana
tann 3. febr. 1974.
Ta vit í 1963 heittu á
æraða tingmann Sigurð Jo-
ensen um at sýkja Føroya
Landsstýri um loyvi til
fergusamband norðuri í
Sundalagnum, kom einki
burtur úr hesi umsókn, tí
vit fingu einki svar frá
landsstýrinum! ,
Tá er tað, vit heita á
A SR ARRRS. 5
hnn fer at
— —… * =
oil ano metir ant
Hilmar Kass tingmann um
hjálp at fáa svar frá lands-
stýrinum uppá hesa um-
sókn okkara. Tað fingu vit,
tó tað tók drúgva tíð, og
endalig játtan uppá um-
sóknina varð givin 27. juli
1967. Hetta loyvi hgvdu vit
ikki fingið uttan hansara
hjálp og framskygni, at tað
var fyri neyðini at fáa eitt
regulert fergusamband í
Sundalagnum, so sum tað
er í dag.
Soarndeiðis mæta vit at kunna
SÍÐA 9
Mánadagin 23. juni 1969
varð hetta ein veruleiki,
sum vit eru ómetaliga
takksamir fyri. Hetta fer-
gusamband hava vit røkt so
samvitskufult sum vit
kunna, tó álíkavæl taka vit
móti grovum kritikki. Het-
ta áður nevnda loyvi, sum
okkum varð givið, er tað
misbrúkt? Angrar lands-
stýrið í síni heild, at hetta
loyvi varð givið okkum?
Nú í døgunum var figgj-
arlógin vidgjørd á tingi. Eg
royndi at fáa so nógv við
av debattini sum gjørligt.
Har komu fram fleiri høv-
uðs-tema. Eg skal nevna
nókur, sum hava interessu
hesum viðvíkjandi. Tað var
framsígginheit, fiskiskapur
nærindis, sparsemi, reinføri
í náttúruni, oljukreppa,
oljusparing, 'oljuprísir, ol-
Justopp, vatnorka, orku-
nøgd, el-prísir, tað var
samferðslumál og tað var
strandferðslumál. Eitt helt
eg vera felags fyri teir
flestu talararnar, og tað
var sparsemi, tað sum
skuldi gerast, skuldi vera
hóskandi og endamálsein-
ligt, effektivt og fáa mest
møguliga valuta fyri inve-
steradar pengar.
Um vegir varð ikki spurt
um, hvussu teir skuldu ve-
ra og gerast — burtursæð
frá eini syntés, sum. Jógvan
Sundstein kom við. — Veg-
arbeiðið verður latið upp i
hendurnar å Mikkjal
Helmsdal, landsverkfrød-
ingi, og so tekur man sær
til takkar vid ti, hann ger.
Um Mikkjal Helmsdal síð-
an fer til fjals ella út á
sjogv vi8 vegnum, tad ger
ikki mun! Tá verður ikki
spurt um framsígginheit
ella fiskiskap nærindis,
olju, oljukreppu, oljuspar-
ing, oljuprís, oljustopp ella
vatnorku, orkunggd, el-
prísir ella tíðsparing.
Eg havi við brævi medio
januar 1974 í blødunum
belyst nakad av projektin-
um Brugvin um Streymin
—Dalin millum Fjarda og
lagt fram teori i hesum
stórmáli, og bidid Atla
Dam, løgmann, og Mikkjal
Helmsdal, landsverkfrød-
ing, mótbevísa mini teori.
Tað hevur hvørgin gjørt.
Hvi? Ju, av tí simplu
grund, at teir vita einki! Ti
teir hava ikki kannað mei-
ra enn tað eina projektið,
og tað er uppá gjøt, og síð-
an er tað latið upp í hend-
urnar á byggifelagnum
E. Pihl & Søn.
Tá arbeiðið er liðugt, er
rokningin nær um tvær
ferðir so stór, men hvussu
stór, fær skattaborgarin
ongantíð at vita.
Eg persónliga havi tosað
við Mikkjal Helmsdal,
landsverkfrøding, um gerð
av bergholinum í neðra.
Hann vísir á ta gasskon-
centratión, sum kann koma
at verða av teimum akfør-
um, sum koyra igjøgnum
bergholið, men hann veit
ikki, hvussu nógv av gassi
skal til fyri at gasskon-
centratiónin skal bila, ella
hvussu ofta luftin skal
skiftast út, fyri at hon skal
vera nóg rein, ella hvussu
nógv kraft skal til fyri at
halda bergholið gassfrítt,
og heldur ikki veit hann,
hvat eitt útluftingaranlegg
kostar! Tí tað er ikki kann-
að!
At spilla projektið fyri
20 mill. kr., tað harmoner-
ar illa við tað, sum eftir-
lýst varð av okkara ting-
monnum, tá fíggjarlógin
fekk fyrstu viðgerð tað
Harrans ár 1974.
Her skal eg draga fram
nakað meira viðvíkjandi
fiskiskapi og samferðslu, tá
oljan er uppi, ella tá vit
ikki hava hana meira. Vit
mugu líta á el-streym,
hann er dýrur og má eisini
sparast fyri at hann skal
røkka til. Tí mugu vegirnir
liggja slættir og stytstu
leið, fyri at fáa so nógv
sum møguligt burturur
hvørji el-einheit.
= Tá vit eru á landi, er tað
ikki torført at gera nyttu
úr el-orkuni, sum vit tå
vónandi hava. Á báti er
verri vorðið, tá oljan ikki
er meira! Tá er verri at
fara á flot, tí tað er ikki so
líkatil at taka el-orkuna
við sær í bátin, ið hvussu
so er í tí formi vit kenna
hana í dag. At fylla bátin
fullan av akkumulatorum,
tá vit fara til útróðrar, og
kasta teir yvir borð, tá
man er komin á fiski:eid,
fyri at báturin skal kunna
føra fólk og fisk til lands,
er neyvan rationelt ella
reinføri á sjónum, og ikki
minni Ogjørligt er at draga
ein el-kápul afturúr bátin-
um.
Hetta er ógvuliga dapurt
upplagt, men sigi eg so, at
vit rógva og sigla líka sum
teir gomlu gjørdu, so er
myndin líka ljót. Tá vit
fara til útróðrar í framtíð-
ini, fara vit so langt sum
gjórligt eftir landinum og
stytst neyðugt eftir sjónum.
Ella at sigla eina fergu frá
Klaksvík til Havnar við el-
orku er neyvan gjørligt, id
hvussu so er ikki bíligt.
Klaksvík-Leirvík v.v. er
kanska møguligt. Bergholið
millum Sundalagið og
Fjarða er eitt lið í sam-
bandinum Klaksvík-Havn
v.v. og Klaksvík-Vestman-
na v.v. Tí haldi eg, at tað
er løgid, at tær berørdu
kommunurnar ikki reagera
ímóti ti dåra-projekti, sum
E. Pihl & Søn skulu fara
undir, sum tó ikki er byrj-
að, tí Útvarp Føroya hevur
einki nevnt um tað, ella
kanska útvarpið hevur
ongan tidindamann í Før-
oyum, ella er tíðindaflutn-
ingurin censureraður. Man
má royna at hyggja inn í
framtíðina! — Føroya ting-
menn, duga tit ikki at
hyggja inn í framtíðina?
Tað er ikki lætt — ella eru
tit allir sibbar í náttúru-
læru?
Men eitt vita vit, man
brúkar tað, man hevur. Tí
ræður um at fáa bestu
nyttuna úr tí, man skaffar
sær, tá man hevur hana
mest fyri neyðini, tá er tað,
at vegirnir, bergholini,
vatnorkan og el-orkan,
prísirnir, sparsemið, við-
líkahaldið, rationalisering-
in, effektiviteturin, tíð-
sparingin, skjótleikin, mg-
guleikin og komfortin gera
seg mest galdandi fyri at
fáa bestu urtøkuna.
Eg vil taka fram eitt
dómi, hvar ein dýrur veg-
ur er lagdur yvir fjøll til
tvær bygdir í Føroyum.
Hesin vegur kostar nógv
at halda viðlíka og farbar-
an. Hesar somu bygdir eru
næstan líka isoleradar sum
einhvør útoyggjabygd, tæf
hava ikki so frægt sum
eina rutu eftir hesum
millionvegi, tí vegurin
liggur yvir fjøll! Bygairnar
eru Funning og Gjógv.
Til síðst vil eg biðja
tykkum tingmenn gera
tað tit kunnu fyri at fáa
bergholið í neðra, ella ið
hvussu so er, at fáa eina
debatt í Útvarpinum, sum
viðger vegir, berghol,
orkusparing og el-nytslu
tá vit onga olju hava!
(Ella ber tað til at særa el-
orku um til olju?).
Eg vil fegin vera við í
eini slíkari debatt.
Við heilsan
J. Jacobsen,
skipari á
Sundaferjans
m/s