Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-06-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juni 1974síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 — 8. juni 1974 SOSIALURIN Síða 9 framhald frá 5. síðu Uppfatast sum tænasta skal tað kortini helst, men sjálvboðin tænasta er ofta forsmádd, sum kunnugt. Nógv av misskiljing man vera eisini. Tað kann ikki alt felagið vera so ráðisligt. Hvat slag av felag er tað so, yrkisfelag fyri tey skrivandi? Tá mátti verið reiðuliga nóg mikið fyri felagið í tess egnu viðurskift- um. T.d. tey, sum uttan len hava uppihildið føroysku bladskriving so leingi. Havi sjålv stundum, fyri tað mesta langt sidan, sent ymist, aktuellar spurng., kopi av grein- um 0.t. til rithøvundafelagid, men aldri móttikið nakað svar. Og til Tjóðveldisblaðið (eisini onnur blød) latið óteljandi greinir og lesarabrøv, alt uttan samsýning. Á sama hátt man hava verið hjá ødrum skrivandi. Nú sær mest út sum blød hereftir vera bara foto og lysingar, so er minni tørvur å einum felag. Men slíkt sum blaðskriving hevur kanska ongan- tíð átt áhuga felagsins. Til nútíðar skrivingarlag, sum meguliga er áhugamál hjá felagn- um, ein lítul viðmerking. Í seinru tíð, yvirhevur eftir seinra krigg), er før. prosa alt meira vorðin orð fyri orð umseting úr danskum, serliga eyðkend og nógv longd av ti, sum nevnist »bestemt og ubestemt dansk kendeord<, ein- falt á donskum, men umsett til for. fleiri ferðir einfaldað av kyn- og fall-bendingum. Eru hyggju- ráðini kanska at fara aftur til skúlatekstir frá árunum fyri 1945. Fólk vilja jú fegin læra betri foroyskt, sum sæst av teim mongu fornu orðum, ið nýtt vera, men sum ofta standa so legin samansøplad og stumlandi í nýggju tekst. Umredda álit frá rithøvundafelagnum er stúv- stappað av tílíkum orðalag. Kundi næstan verið bronglað við vilja, fyri at eingin skal tíma at lesa og koma við atfinningum. (T.e. Havi bara sæð tað av álitinum, sum er inngangur, endurprentað í >14. sept“ 19/4 1974. Tað var nóg drúgvt at koma igjøgnum). Viðv. »bryggja seg«. Slerdi orð- id upp fyri at kanna tad eftir, og haldi ikki orðabókin lýsir tað so gjølla. Við børn var t.d. fyrr sagt „brýggja teg ikki, sit ikki altid og brýggja teg, han brýggjar seg«, um tey legdu uppí nakað óvið- komandi, ella vóru smávegis nøsk í talu. Tað sama kundi so eisini sigast við vaksin, um tey gjørdu á sama hátt. Ja, so kann helst eisini sigast, at undirrit. bryggjar seg um rithovundafelagið. men svar í somu mynt plagar at vera loyvt, og undirritaða viðurskifti eru uppí tí, sum rithevundafelagið hevur lagt seg út í. Biði um at fá upplýst virkisskrá felagsins og mannagongdina við nevndar-valunum. Tey, sum virka í myndlist krevja orientering um tað, sum fram er farið, ti undir rit- høvundafelagi sortera tey aldeilis ikki á nakran hátt. Frida Zachariassen, málari og grafikari. *** Lesarabræv um Tórshavn Leingi og ofta hava fólk tikið til, at gott hevði verið, um gøturnar í Tórshavn bóru gøtuskelti. Soleið- is var í gamlari tíð, tá greiddu teir, ið sótu fyri vorgum so mikið, at teir fingu getunevnini sett upp á húsarhornini, soleiðis at hver, sum kom til Havnar, í hvussu er kundi leita sær geturnar upp við at lesa gøtuskeltini. Og nú hevur verið bíðað leingi, og so mín sann, nú síggja vit her og der, at gøtuskelti verða sett upp. Og so spyrt tú hvussu. Jú, tey gomlu, eftirhondini antikku getu- skeltini, sum vit eftirhondini halda vera vekur, bera í hvussu er nakað av tí góða gamla í sær, verða tikin niður og nýggj sett í staðin. Nýtt vin á gamlar fløskur? Men hvussu er við teimum nýggju gøtunum, spyrst tú so. Á nei, góðin, tað veitst einki um. Tað hevði hkafram verið væl- gerandi, um formaðurin í teknisku nevndini, tað er Jákup Suni Jacobsen, sum annars tykir mær at vera rættuligur skilamaður, kundi forklára okkum, hvussu hetta skal forstandast. Tí sætt at siga, var tað eingin omøgulig upp- gåva, at sett gøtuskelti upp har sum eingi eru frammanundan. Og so kundu tey gomlu gøtuskeltini seinri verið útskift. Tað er vidhvørt, at borgararnir ikki skilja býarpolitikk og býar- umsiting. Her er eitt lítið domi, men eitt dømi sum sjålvt byarum- sitingin åtti at skilt logikkin av. Um enn i seinra lagi — so åttu vit eisini at ynskt byrådnum til lukku vid Dalavegnum — tí breiða pettinum eitt er sikkurt, neyðugt var at just hatta pettið bleiv breidkad — tad siggja vit nu!!! Atfinningarsamur sær til skrivstovuna. skrivliga til tjúkrakassan. Heimasjukrasystir Starvið sum heimasjúkrasystir i norðara parti av Suðuroynni, umfatandi Tvøroyri, Hvalba, Sandvík, Fámjin og Øravik, er leyst og skal setast so skjótt til ber. Upplýsingar um løn og arbeidisvidurskifti fåast við at venda Umsóknir við avriti av próvbrævi og viðmælum skula sendast Suðuroya norðari sjúkrakassi, 24. mai 1974 ÚTBJÓÐING Vegna Tórshavnar kommunu verður arbeiðið við byggibúning av eki vestan fyri Hoyvíksvegin boðið út í almennari lisitati- on. Arbeiðið umfatar byggibúning av 120 grundstykkjum og er í tveimum stigum. I: a) b) Nýgerð av Hoyvíksvegi, 590 metrar. Húsavegur 250 m. Afturat koma bilpláss uml. 2100 m? til viddar. c) Høvudskloakkir 480 m d Skipan av felagsøkjum a) Tvørvegur millum Hoyviksveg og nyggju R. C. Effersøesgøtu, 560 m b) Husavegir 410 m. Afturat 12 bilplåss uml. 3600 m? til viddar. c) d) Høvudskloakkir 870 m. Skipan av felagsøkjum. Teir bjóðandi kunnu bjóða uppá hvert stigið sær ella bæði tvey undir einum. Útboðstilfarið er at fáa á skrivstovuni hjá býarverkfroðingin- um frá friggjadegi 31. mai 1974 ímóti kr. 1.000,- í veðhaldi. Tilboð merkt »Konmansmyra« skulu latast byarverkfrøding- inum, Sverrisgeta 5, í seinasta lagi 1. juli 1974 kl. 10.00, tá ið tilboðini verða latin upp, og kunnu teir, ið bjóðað hava, verða hjástaddir. Tórshavn, tann 25. mai 1974. BYARVERKFRØDINGURIN. 32. PARTUR. — Kg eri eisini ein stór genta, segði gentan. — Sjálvandi er tú tað. Og tú verður sterri, um tú svarar mær spurninginum. Hevur tú sæð gentuna? — Eg búgvi inni har. Sær tú. Pápi mín eigur eisini húsini. Hann er til arbeiðis. — Hatta eru eisini fín hús, helt Bob. — Men sig mær, hevur tú ikki sæð eina stóra gentu, sum er eins fitt og tå, her nærindis? Hon er ljóshærd. Og hevur hárið niður á herðarnar. Hevur tú borið eygað við hana? Smágentan tóktist ikki hava skil fyri ti, Bob spurdi hana. Í somu stund kom ein løgreglubilur til sjóndar. Ein løgreglumadur kom yvir til Bob. — Er tað tú, sum er á leitingar- ferð eftir Manju Winter? — Júst so. — Vit hava fingið boð um, at Magne Akre hevur tilhald í onkrum av hesum húsunum. Góðan dagin, lítli vinur, segði ein annar løgreglumadur. Hann royndi at koma í sambandi við ta lítlu gentuna, sum stardi forvitin av teim svartklæddu løg- reglumonnunum. — Hvussu eitur tú? — Ég eiti Vera. — Vera, tók løgreglumadurin afturíaftur. Vera, er tú sinnað at greiða okkum frá nokrum? Vil tú? Hon játtaði. — Frálíkt! Hevur tú sæð eina ljóshærda gentu her nærindis? Gentan játtaði. — Jú, svaraði hon. — Hon fór handa vegin. Smágentan peikaði við lítla fingri sínum. — Stóra tøkk skal tú hava. Tú er ein stór genta, segði logreglu- maðurin. Løgreglan boðaði Bob frå, at Manja var eftirlyst í m.a. útvarp- BERT SEYTJAN Johnsigurd Johannesen týddi eftir Evu Steen inum. Útvarpið hevði samstundis boðað frá, at Manja var nerva- veik. — Ivaleyst er tað beint, segði Bob. — Hon hevur ikki verið at kent aftur aftaná viðskiftið við Magne Ákre, legði hann aftrat. Nei, hon kundi ikki myrða. Einasta ynski hennara var at sleppa burtur hiðani. Akre nærk- aðist alsamt. Hann brosaði. Helt seg hava fingið yvirtakið. Manja var ræðslusligin. Hon var um at missa skammbyrsuna úr hondum sínum. Hví kom eg higar. Hví, spurdi hon seg sjálvan. — Ongin kann hjálpa mær úr neyð mínari, hugsaði hon. — Hverki faðir ella Bob. «+ Magne Akre flenti hánisliga: — Og kortini kom tú higar. Av tær sjálvum. Tú longdist eftir mær, ella.... Hann hevði bráddliga hendur sínar móti hverkrum hennara. Hann var ostur. Rodnaði. Við eitt tveitti hann seg móti henni. Manja rópti. Hann bardist sum eitt villdýr. Vildi hava byrsuna frá henni. Manja bardist ímóti. Klórandi andlit hansara, til tað bloddi. — Hvat ger tú, tín lítli devul, títt skarnsvætti. Men kortini eru tað slík viðskifti, mær hóvar, segði Akre. — Sleppið mær! Sleppið mær! Sleppið mær! — Nei, tú kann banna, at eg ikki geri tað. Tú skal ikki sleppa undan lagnu tínari. Teysin. Júst á sama hátt sum Betty og hinar! Kom við byrsuni. Slík vápn eiga ikki at verða nýtt av vekrum, ungum gentum. Nei! Tær eru bornar í henda synduga heim til tess at geva seg undir lagnu teirra. Skilir tú meg!!! Hann var framvegis estur. — Hjálp. Hjálp. Manja rópti afturímóti. — Ongin leggur merki til tín og róp tíni. — Eg biði tygum. Latið meg sleppa burtur hiðani. Og áðrenn tey varnaðust, varð skot latið av. Tað var Manja, sum skjeyt Men hvørgin teirra varð raktur. — Tín lítli devul, segði Akre. — Set fyri onkur hoyrdi skotið. — Lat meg sleppa burtur. — Nei, dúgva mín. Tú sleppur onga leið. Og halt so gákin saman!!! Eg má koma eftir, um nakar hoyrdi skotið. Hann peikaði móti skammbyrsuni: Ikki eitt kis. Um nakar hevur hoyrt skotið og spurningar verða settir fram, so verði tað eg, sum svari. Manja nikkaði. — Eg skjóti tann fyrsta og besta, sum kemur inn higar. Tey skulu iðra seg um forvitni teirra. Somuleiðis skal tú koma at iðra teg. Bíða bara!!! Akre varð í somu stund varugur við billjóð! — Skotið kom haðani, greiddi ein eldri maður løgregluni frá. Maðurin tóktist hava skund. Tað sást á ílating hansara. - Tað var haðani, skotið hoyrdist. Harinni. Eg hoyrdi skotið! Fyri lotu síðan sá eg gentu pikka á dyrnar í hasum húsunum. Oivad onkur, sum hevur havt i umbúnað at keypa narkotika ella onkur slík evni, helt maðurin fram. — Og letu seinni hoyrdist skotið. — Á, mín góðasti, segði Bob. — Manja er inni í hasum húsunum. Nú hava vit fingið vissu fyri tí. Vit megu bjarga lívi hennara. Fá samband við løgreglu- stødini, segði ein løgreglumadur við starvsbróðir sín. Kvika tær. Vit hava fyri neyðini at verða fleiri í tali. Um Åkre er vápnaður, helt hann fram (Framhald)