hósdagur 27. juni 1974síða 4
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Pa
Siða +
Nixon
SOSTALURIN
hevur Watergate og
Kennedy Chappaquiddick
Alt bendir á. at Edvard Kennedy gerst amerikanskur
forseti í 1976. Samstundis verður gitt, at George
Wallace, guvernerur, verður varaforseti.
——————————
Krisjan:
Leyst og fast
um samfelagsvidurskifti
1. PARTUR
Tað er so satt, sum tað er
sagt, at mentan og med-
menniskjaligu kenslur manna
kunnu metast sera beinrakn-
ar eftir reinu og óspiltu ella
eitraðu kringumsteðum
teirra. Sokallaðu framkomnu
londini, millum hverji eisini
vit ynda at vera umredd,
hava øll í størri og minni
muni dálkingartrupulleikar
av ymsum sløgum at dragast
við. Orsekirnar til hesa ó-
neyðugu og mannminkandi
viðfer av náttúru og viðskift-
isumstødum okkara eru nógv
ar og í ein vissan mun væl
kendar. Fyrilitarleys fram-
leidsluøking, og tað fyri ein
stóran part av óneyðugum
óruddi, sum tað hóast alt ber
til at selja við >psykologisk-
ari« ella sálarfreðisligari
marknaðarforslu, stóru idn-
aðarlandanna ótálmaða og
heldur sjálvsgóðskukenda
nytsla av
nýttu orkukeldum o.s.v
heimsins mest
Eisini foroyingar eru tibet-
ur farnir at geva hesum
heimshóttandi viðurskiftum
ans. Tað gav at bíta, tá hol-
lendska eiturskipið Santa
Maria ella Constanca kom á
Havnina at bunkra. Sam-
vitskufullur skari við polit-
ikkarum á odda leitaði sær í
mótmælisgongu út á Havnar-
bryggju við ti úrsliti, at skip-
ið mátti leita út aftur sum av
torvheiðum. Henda motmæl-
isgonga hevði ikki verið til fá-
nýtis, um vit í sama anda
tóku lógvatek um at dálka
sum minnst hjá okkum sjálv-
um, erðum til fyrimyndar.
Latið tað hjá okkum roynast í
verki, sum higartil einamest
hevur roynst sum tóm tala
uttanlanda.
Gloggt er gestsins eyga!
Hetta orðatak, sum einamest
verður nýtt í smærri og held-
ur ókendum samfelogum,
sum vita í hvussu stóran
mun mótteka og viðferð av
útlendingum er avgerandi
fyri fatan og endurgeving
teirra av viðurskiftunum á
staðnum. Orðatakið viður-
kennir týdningin av at fara
fram í sóma móti fremmand-
um, og er tað tí einans at
rósa, men munandi meira
samfelagsgagnligt mundi tað
verið, um oyggjabúgvar okk-
ara í gerandisdegnum tóku til
eftirtektar hesi viðurskifti, og
hver í sínum lagi ruddaðu um
gangandi fót. Um vit fram-
vegis einamest vilja hugsa
»uteftir«, vildi hetta í sjálv
um sær verið munabesta um-
mælið. Men hví skullu vit
framvegis halda fast við
henda ósjálvsteðuga hugsun-
arhátt, sum tað má kallast,
at tráa eftir at hóa uttanfyri-
standandi alla ævi okkara,
ístaðin fyri her og nú í felag á
samfelags- og einstaklinga-
stigi at hugna sum mest um
oyggjar okkara, núlivandi til
siðmenningarliga stimbran
og komandi ættum til stersta
gagn
Eftir = omanfyristandandi
sjónarmiðið kundu vit eins
væl og áttu avgjert at nýtt til
egnu endamál tann pening,
við miðleyst grýta út til hetta
løgna fyribrygdi, vit kalla
ferðamannavirksemi, sum Í
roynd og veru aldri gerst
annað enn at selja sum dýrast
náttúru og sokallaðu tjóðar-
eyðkenni okkara, eins og
skekjan selur bul sín til teir
neyðtrongdu. Hetta ivasama
skuggavirksemið kann ikki
rættvísgerast á nakran hátt
og tað allraminst í so fáment-
um samfelag, sum okkara.
Hvenn rættin hava vit ella tit
einstaku at reka handil við
skaparans glæstriborgum og
skiftandi og tíðum lúnutu
hugmyndum hansara? Als
ongan. Úrslitið skuldi neyvan
gjørst, at tjóðin sum heild
fekk úrteku sina, vid at menn
sum kvinnur válaðu um tún-
ini árið runt sum mekaniskar
dukkur í eyðkennisbúna. Um
so verður, verða vit at viður-
kenna, at vit hava selt fyri
blóðpening tað sindrið av
upprunakendum, sum enn er
okkara.
Kannska er tað sjálvrós at
halda, at nakað er serfør-
oyskt, og sum kunnugt lukt-
ar sjálvrós, og er tað verun-
liga eitt sera hóttandi tekin
um eina miðleysa og stirda
tjóðskaparkenslu og -alsk,
um alt ov tíðum verur nevnt,
at hatta ella hitt er ser-
foroyskt. Ti um alt er væl
vorið í so máta, er als ikki
neyðugt at hava á lofti slíka
krampakenda talu. Um tað
bert gerst tjóðini greitt, at
løgting, landsstyri og aðrir á-
byrgdarstovnar av heilum
huga virka eftir landsins ser-
liga tervi, og samstundis
vara seg fyri at seta í verk
tiltøk, ið bert vánaliga standa
í samljóði við upprunakring-
staður okkara, bliknar henda
lítisverda tala rættuliga
skjótt, tí nú er tað um okkara
egnu framtak, tað ræður.
framhald
Ger Edvard Kennedy álvara úr
ætlan síni at:stilla upp sum val
evni til forsetavalið í USA i 1976
fer ein morðhóttan móti honum
ikki at verða óvæntað.
Longu nú hevur hann sannað,
at vandi er fyri lívinum.
Broður hansara, John F. Kenne
dy og Robert Kennedy vórðu báð
ir tiknir av dogum.
Edvard eisini nevndur Ted
hevur bert eina viðmerking:
Nú fer hetta helst at taka ein
enda.
Og er Edvard Kennedy beinrak-
in, tá hann í hesum sambandi
sigur so, fara 80 mill. veljarar í
USA at gera av, um ein
Kennedy- maður av nýggjum skal |
umboða teir í Hvítu Húsunum.
Hví longu
Tað kann verða spurt, hví menn
longu eru farnir at tala um árið
1976.
Svarið til henda spurning er
m.a., at núverandi forsetin,
Richard Nixon, av øllum alvi
roynir at fáa fólk til at gloyma tid-
ina, sum farin er, og Watergate-
gøluna. Samstundis ynskir hann,
at umfatandi tiltøk verða sett í
verk til tess at endi kann fåast å
óskilinum, og síðani fáa høvi til at
bróta upp úr nýggjum í landi
sínum.
Annar lutur í svarinum er, at
stríðið til forsetavalið longu er
byrjað.
Tað ber ikki til at látast sum
einki. Prátið um sambandið mill-
um Watergate-gøluna og Nixon
heldur fram. Prátið um mannin,
sum bæði inn- og uttanlendis
hevur fingið sum skoðsmál,; at
hann er kriminellur
valstriðið
gongur sína gongd verður spurt,
Samstundis sum
hvor skal gerast eftirmaður Kenn
edys, um so verður, at hann gerst
forseti
Gitingar eru frammi um George
Wallace
Wallace er kendur fyri hatur
sitt Lil teir svortu i USA: Men fyri
stuttum fekk hann hópin av at
kvaðum frá nekarum í eini roynd
av nýggjum at gerast guvernørur
í statinum Alabama.
Tað eru nógv bond, sum knýta
Kennedy og Wallace.
Í Washington, sum eisini
verður nevndur hin politiskt eitr-
aði býurin, verður ofta hildið
fram, at komandi
USA fer at eita Edvard Kennedy.
Og varaforsetin George Wallace.
Fyri bert fáum árum síðani var
samstarv millum teir báðar hildið
vera láturligt
Chappaquiddick
Í dag verður eitt tilikt samstarv
tikið við álvarsemi.
Einans framgongd kann verða í
landi okkara nú, siga ameriku-
menn.
Edvard Kennedy, sum saman
við George Wallace var í Wash-
ington herfyri, segði í eini sjón-
varpssamrødu, at hann kennir seg
vissan um, at mótstoðumenn
hansara fara at nýta Chappa
quiddick-vanlukkuna ímóti hon
um undir stríðnum til forsetavalið
komandi.
Tað var kvinnuligi skrivari
Kennedys, Mary Jo Kopechne,
sum druknaði í bili hansara í
Chappaquiddick - ánni fyri nøkrum
árum síðani. Orsekin til vanlukk
una er ikki kend enn.
Ørindini hjá George Wallace í
Washington vóru m.o. at halda
tíðindafund í sambandi við guver
norvalið í Alabama.
Fyri bert fáum árum síðani
gjørdi hann miklar rasuskilnað
Nr. 31 — 21. juni 1974
Men nú tykist vera vent í holuni
Wallace hevur broytt áskoðan
sína í hesum spurningi.
Hvørgin teirra, Edvard Kenne-
dy ella George Wallace, hava al
ment boðað frá áskoðan teirra í
Watergate-málinum. Men báðir
vita tó kortini, at mongu trupul-
leikar Nixons í hesum sambandi í
seinna enda verða teimum til fyri-
munar
Teir vita eisini, at árini 1974 og
1976 eru nær knýtt at hverjum
ødrum.
Ger Richard Nixon av at leggja
frå sær i år, verdur eftirmadur
hansara, Gerald Ford, amerik-
forsetin 1|
anskur forseti. Hann verður teim-
Edvard Kennedy og Georg Wallace — verða teir
oddafiskarnir í USA eftir forsetavalið í 1976?
um ein minniligur motstødumad-
ur. Serstakliga ti at hann dugir at
bara sær og ikki leypur framav.
Teir 12 tímarnir
Og eftir verður so Chappaquidd-
ick-vanlukkan.
Eitt blað i Washington bar her-
fyri hesa yvirskrift: Fer Kennedy
at koma ur ånni, um Nixon loysir
gåtuna?
Tad er greitt, hvat henda yvir
skrift sipar til
Nixon hevur Watergate. Og
Kennedy Chappaquaddick
Republikanararnir i USA sam
anbera tíðum hesar báðar hend-
ingarnar
Ein republikanari, sum fram
vegis stuðlar Nixon, sigur í hesum
sambandi:
Ivaleyst fara vit at kunna
greiða frá teim 18 minuttunum á
ljóðbandi Nixons, har forsetin
hevur eina týdningarmikla sam-
rødu, men sum eru strikaðir á
bandinum. bert um tit vilja greiða
frá. hvat veruliga for fram 1
Chappaquiddick-ånni teir 12 tím
arnar frammanundan at tidindini
um vanlukkuna bórust
Nei, amerikanskur politikkur
kann ikki samanberast vid ein
barnagarð