leygardagur 13. juli 1974síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Nr. 36 — 13. juli 1974
Havnin skal skina
| siga teir trettan
| i býraðnum
|
|
| Á landsynningi luftar so væl
| i kjallaraibudini
| og børnini snora
Í
og grata av oyrnastingjum
og læknarnir skriva receptir
og kjallarapápar renna á apotekið
»stundisliga kl. 9«
ella: »stundisliga kl. 12
annars fáa tit sgu einki
apotekarin hevur sgu ikki tíð
at biða eftir tykkum i timavis«
og hjálpa Elkosin og dropar
Calcipén ikki so kann
onkur hegnigur býráðslimur
bert kuta trummuhindirnar burt
tað er biligari enn at lata
kommununa byggja tidarhoskandi
íbúðir til kjallarafólkið
Havnin skal skina!
og annars so sopa Vit
problemini niður í kjallarin
niður í kjallararnar við
bygdafamljunum har er
fyri alt tað slættis ikki so galið
ókeypis stereotonleikur
frá vertinum og hartil
ivvekslandi utsikt
til ruskposarnar nogv ymisk
nenniskju koma vid skralliposum
{
og so ikki at forgloyma
tað áhugaverda dyralivið
undan um ruskposarnar
(haldið bý okkara reinan! tit vita)
køstaflugur og skinnflugur
um summarið rotturnar
im veturin (minst til
at nógv bygdabern hava
kanska ongantíð sæð rottu
einaferð skal væl vera fyrstu ferð)
og fyri alt tað so er rottan
jú tyðandi kriatur
a Í roynd og veru
S ibolid uppa Havnina
g átti mynd kanska at verið
|
i
8
Í
Á
t
nenni 1 Dyarvapninum
aðrir fyrimunir við kjallaraibudini
er stóru blæmurnar av vætu
um í landsynninginum breiða seg
| út eftir tapetinum seta hugaheim
jarnanna 1 gongd so tey
KUNNU repetera geografi
jálvt eftir leggingartið
g trummar niður á dýnurnar
iatt efti att
er so iheimligt at lýða á
tá vit nú kortini liggja í andvekri
bert eitt sindur keðiligt
fyri dýnurnar men tað ber til
at breiða plastikk út yvir
munnu teir nakrantið hava sæð
na kjallaraibúð av ti rætta
lagnum innan“ hesir trettan
nn okkara sum vilja
hava Havnina at skina
tunnu teir nakrantið
eð hesa Havnina innanifrá
m kjallara? vita teir at her
lla vita teir bert
at Havnin skal skína
at skinnið skal vera í lagi
it tað
um umræður
er tað sum sæst
ikki tað sum er
vatnið sum setir innum vindeygað
hvat hugsa teir tá teir fara fram við
Vetrarminni úr Havn
Havnin er ein endaleys geta
asfalterað við brotnum
politikkaralyftum - ein geta
sum gongur fram við kjallaravindeygum
har stóroygd bern trysta næsarnar
flatar móti døggvåtum keldum rútum
hetta eru bernini hjá teimum pápum
sum ikki sluppu upp í dansin
sum ongantíð koma at nýta eilerlógina
og Havnin skinur
millum annað av høgtidsklæddum
samfelagsstuðlum á veg til
veitslur sum kjallarafólkið
hevur goldið
Havnin hevur atmosferu
siga fremmandir blaðmenn
aftan á eina rundferð til klubbarnar
í felag við onkrum lokalum kulturmafioso
her eru oll listafólk
og kát og ónervað
Havnin er ein lítil heimsbýur
siga blaðmenn okkara tá teir
sleppa at skriva í útlendsk blað
men teir gerast ovursintir
um okkurt hálvaksið nápar eitt karton
av sigarettum frá einum heilsølumanni
ið ongantíð hevv : goldið meir í skatti
enn ein miðal kjallarabúgvi um mánaðin
vit vilja hava lóg og ordan í Havn |
belja blødini so international
eru vit nú heldur ikki!
Havnin skinur eisini
av finum klubbum
har ands- og peningafrændur
undir brødraligum viðurskiftum
tala saman um tingini
yvir einum góðum dogverða
her verða Feroyar styrdar
her verður køkan býtt
og Havnin kann skína av stoltleika
yvir at eiga slíkar synir
og í vetur skein Havnin
av langljósum
frá bilum bestaborgaranna
sum sópaðu druknan ungdóm
burtur av gøtunum
burtur vid ungdóminum!
burtur við teimum gomlu!
(tey tarna eisini ferðsluni)
út á uppihaldsdeildina
við teimum gomlu
(hon er jú prýði fyri Havnina)
men hvussu við ungdóminum?
Havnin skinur ikki júst
av ungdómshúsum
ungdómurin er góður í arbeidstidini
um lærlingar á teim blómandi
virkjunum sum fáa Havnina at skina
av fyritakssemi
men aftan á arbeidstid
dálkar hann Havnina
knúsar fløskur!
millum ungdómin og »hampamannin«
er hin ævinligi bilrúturin
(smb. Feroyingurin hin ævinligi bilstjórin)
eingin rullar rútin niður
og spyr hvi
ella bert sigur: gott kvøld
hvat takast tit vid?
tað kundi jú hent
at problemini troðkaðu seg
heilt inn í teir fjálgu
vælpolstraðu og parfumeraðu
bilarnar tá eru langljósini
ólíka hentari!
Havnin hevur ráð til
koparklæddar kirkjur
men ikki so frægt sum
eina barakk til ungdómin
Havnin skal eisini skína
ikki av grønum leyvi
frá ahorntrøunum
sum teir gomlu havnarmenninir
plantaðu á sinni
men av missiónshúsum
ti skulu teir gomlu
urtagarðarnir í miðbýnum burt
tre við grónum leyvi skína ikki
missionshus skina
ella er tad kanska bert tad
at teimum styrandi dåmar ikki grønt
at teir snøgt sagt siggja reytt
tå teir siggja okkurt grønt
ella tak tradirnar!
hesir grønu oasar
mitt i allara betongoyðuni
og korruptiónsasfaltinum
sum hugagóðir gamlir havnarmenn
skaptu vid sinum beru hondum
aftan Á ein harðan lossingar- ella útróðrardag
hvat mundu teir sagt hesir abbar
sum knossaðu slógv og høsnatød
niðan í hagan og skaptu hann um
til besta bø í Foroyum
um teir vistu at hesir teigar teirra
skuldu enda sum spekulatiónsjorð
hjá fyritaksomum forrætningsmonnum
og initiativríkum akademikarum?
her á hesum traðum inn millum hús
eiga nú rossini heimarætt
ikki børnini tey kunnu vera
har tey eftir býráðsins meining
opinberliga hoyra heima:
millum ruskposarnar og bilarnar
rossafrælsi ikki barnafrælsi
born fáa ikki Havnina at skína
tey eru illavorðin krita
ljótar myndir upp á húsini
og tekna paradis á gongubreytirnar
har vit jú skulu parkera
(um ikki gongubreytin longu
er offrað til nýggja gudin
fra Berg Motors)
ross fáa Havnina at skina
teyr eru so blonk og vekur og rund
og minna okkum um bankakontiini
hjá rossamonnunum sum bólgna
dag um dag so teir kunnu keypa
fleiri ross og fleiri traðir
og fleiri anpartar
og fleiri og fleiri skattafidusir
So er veturin farin
og børnini skáka sær ut og inn
millum bilarnar á veg í skúla
eitt sindur várveik
eftir drúgvan vetur við krimi
hálsbruna og oyrnastingjum
og í skúlanum læra tey
at hjá okkum er sætt fólkaræði
at vit ell eru líka
at Føroyingar eru eitt kristið fólk
(hóast ross og bilar eiga størri rætt enn børn)
at øll kristin eiga at elska hvert annað
at eingin líður neyð
at oll sum eru nóg íðin kunnu
gerast líka rík sum Eiler Jacobsen
(eydnast tað ikki so er tað teirra egna skyld)
at arbeiðsmaðurin ikki er til
(hann hevur í hvussu so er onga sogu)
at samfelagið er sum tað eigur at vera
ikki sum tað er
og soleiðis er tað
og soleiðis eigur tað at vera
jarma politikararnir
og slaka reimina
eitt hol
fyri næsta morgunmati.
proletar