leygardagur 24. august 1974síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
av meguleikunum, vit eiga idag,
og frøast vit um hetta álit.
Men tá hetta álit saman við
góðum meguleikum fyri at fáa
útsetan við skattgjaldan og fyri
at javna skattin á tey ár, tað
hóskar einum best at gjalda,
elva til eitt slíkt trýst á
landskassa, grunnar og stovnar
eins væl og felagsskráseting, at
vit kenna á okkum, at tað er iva-
samt, um ikki útbyggingin fer út
um tað, vit orka, og tað vit hava
manning til, eiga vit væl at tátta
eitt sindur í. Einstaklingurin ger
tað ikki, og uppgáva okkara er
tá vit ikki mugu
fyriskipa byggingunum at
samskipa einstaklingavirksemið
sjálvir
á ein slíkan hátt, at tað
samrimar við samlada tørv sam-
felagsins.
Ambodini, vit hava at styra
hesi gongd við, eru:
Studningslógir
Avskrivingarlógir
Skattalógir og
Veiðustudningslógir.
Hesar skulu ikki broytast ov
tíðum, men bert í tann mun
neyðugt er at avmarka ella elva
til skipailøgur, tí broytingarnar
bera í sær Ojavnar meguleikar
fyri borgararnar, teir sum hava
ílagt áðrenn og aftan á eina
broyting, og teir, sum ikki
íleggja, men igjøgnum skatta-
figgjadu studningsveitingina
studla fyritakssemid og vaksa
um egnu og annara innløgu-
møguleikar.
Grundregluni, at allir borgar-
ar skulu eiga javnar møguleikar
og luttøku i byrðunum, mugu
vit liggja so nær sum gjørligt.
Avskrivingarnar
Landsstyrid metti longu i 1971,
at åhugin fyri at endurnyggja
skipaflotan var stórur, og at
ikki var neyðugt við ov stórum
skattligum fyrimunum fyri at
fremja hetta. Uppskot til tryggj-
an av einum jøvnum lag í skipa-
byggingini og til tryggjan av, at
nóg mikið bleiv bygt í Føroyum
vórðu løgd á tingborð bæði i
1971, 1972 og 1973.
Tingið tók ikki undir
landsstýrinum í ollum. Í hvussu
er ikki í avmarkingaruppskot-
unum til avskrivingarlógina og
studningsskipanarlógina.
Meðan landsstýrið mælti til at
broyta nakað av studninginum
til lagalig lán, men at varðveita
figgingarmeguleikan, sum ligg-
ur í studningsskipanini, so
hækkaði tingið studningin til
summar byggingar, og meðan
landsstýrið mælti til avmarking
í forhondsavskrivingunum, men
lagaligar rakstraravskrivingar,
vidkadi tingið meguleikarnar
fyri avskrivingum uppá skipa-
sáttmálar
Tað er nú vorðið eyðgreitt, at
landskassin og kommunurnar
koma at geva so munandi fyri-
bilstilskot ikki einans til skipa-
raksturin, men eisini til nýtslu
einstaklingsins, at vandi er fyri,
at aðrar uppgávur í virkinum
fyri at skapa fortreytir fyri virk
semi vinnulivsins og tað ríkast
møguliga einstaklingaliv koma
at liggja å låni. Landsstyrid
leggur ti fyrst i tingsetuni fram
uppskot, sum miða ímóti at taka
burtur mesta partin av teirri
likviditetsvíðkan hjá einstakl-
ingum, liggur í forskots
avskrivingarmøguleikunum.
vid
sum
sosialurin
Nr. 41 — 24. august 1974
Hesar reglur verda gjørdar so,
at tær virka eins fyri allar ein-
staklingar og teir samtakshættir
innan vinnulivid, sum vanligir
eru.
Landsstyrid hevur altid mett,
at vinnulivid åtti at fingid møgu-
leika til at latið nakað av endur-
nýggingarstudninginum flott
aftur í grunnin, soleiðis at skatt-
gjaldarin, sum stuðlað hevur,
sum fráleið slapp undan at
leggja beinleiðis í grunnin.
Saman við tí luti, hann fær
burtur úr ekta virkseminum og
ti skatti, sum hitt almenna fær
av hesum, so skuldi javnvág tá
verið endurstovnað imillum tann
ágóða hesin skattgjaldari fær,
teir lættar hann kann fáa og tey
tok, hann hevur tikið.
Uppskot um slíka
verður lagt fram aftur.
Vinningur við skipaselu út um
upprunakeypsvirðið hevur ikki
verið skattaður; landsstýrið vil
mæla tinginum til at leggja åvist
avgjald á slíkan vinning, tá
hann ikki verður nýttur til at
niðurskriva nýggj rakstrargegn
Arbeitt hevur eisini verið við
lóggávu viðvíkjandi
partafelagsskatting, har menn
vilja vera við, at ein ávis dupult
skatting er framd, men henda
fevnandi lóggáva verður valla
liðug í byrjanini av tingsetuni,
men verður tikin við í tí stóra
endurskoðingararbeiði, oll skatt-
alóggávan stendur fyri. Lands-
stýrið vil tó beinanvegin leggja
nakað av tí grundtilfari, skatta-
nevndin hevur savnað til kunn-
leika tingsins. Hetta nevndar-
arbeiði komi eg aftur til.
broyting
serligari
Skipasmíð
Feroyskt skipasmíð, sum fyri
tveimum árum síðani kom í
álvarsliga kreppu, er nú við at
menna seg aftur.
Tann byggigrunnur, fingin
varð til vega vid 30 milliona
láninum úr Luxembourg, veitir
helvtina av figgjanini til 3 kraft-
blokkafør á Skála, og er fyrsta
av hesum farið úr barkastokki í
juni iår.
Skåla skipasmidja tykist vera
endurreist á einum hollum
grundarlagi,, og er arbeiðið
komið í javna gongd.
Í Vestmanna hevur lands-
stýrið latið gera ymisk projekt
til útbyggingar, skuldu
gjørt tað møguligt at farið aftur
undir bygging. Hesi latin
felagnum til metingar. Tað vil so
sum
eru
skal
taka stoðu til, um farast
undir nýgerð, ella um høvuds-
denturin eina tið skal leggjast á
tað mikla umvælingararbeiði,
ekta skipatalið ber í sær.
Skipasmiðjan eigur annars
sambært stødu tingsins somu
meguleikar, sum veittir vóru
Skála við endurreisingina.
Enn vita vit einki um bygg-
ingar verða framdar í Tórshavn,
tá ferjurnar ert lidnar, men vóna
vit, at bæði her og aðrastaðni í
Føroyum verða umstødurnar so,
at byggjast kann, tí tað má
kennast okkum náttúrligt, at
sum mest verður smíðað heima
hjá okkum sjálvum. Tað arbeið-
ið kenna vit sum valasmið.
Hitt mikla trýstið á útlendsk-
ar smiðjur, sum seinnu árini
hevur dýrkað okkum endur-
nýggingina av skipaflotanum,
skuldi ment kappingarførid hjá
okkara virkjum, tí partur
dýrkanini stendst av ektum
virksemi innan aðrar idnadar-
greinir í londum, sum vanliga
byggja fyri feroyingar.
Landsstýrið vil vakið fylgja
útbyggingini innan fiskivinnuna
og framvegis stuðla, so vinnu-
av
grundarlagið gerst so breitt sum
gjørligt, vit hava
hoskandi skipasløg til øll tey
øki, har okkum lutast rættindi
til.
Gongdin i seksti- og sjeyti-
årunum hevur givid tad treysti,
at neydugar iløgur framvegis
verda framdar.
soleidis at
Ídnaðurin
væntaðu vit fór at taka dik á seg
í sjeytiårunum, og áðrenn skeið-
ið er hálvrunnið kunnu vit meta
um, at útbyggingin innan henda
tátt kemur at roynast.
Umframt tær stóru broyting-
ar, hendar eru í virkismøguleik-
unum á landi við øktu landing-
unum heima av saltfiski, ísfiski,
idnadarfiski og sild, og av
vidgerdini og eksportpakkingini
av hesum, eru fleiri og fleiri
komin í vinnu innan idnad, sum
ikki beinleiðis hevur við fiskaúr-
drátt at gera. Hesin er høvuds-
stólpin, men framleiðsla á mong-
um ødrum økjum ger seg eisini
galdandi.
Verandi fiskavirkir eru nærum
oll útbygd. munandi seinastu
árini ella eru í letuni undir
útbygging, samstundis sum
fleiri nýggj standa í gerð ella eru
undir fyrireiking. Hetta er fylgj-
an av teirri broyting, at meira
kemur upp á land og í sterri
negdum isenn enn fyrr. Fiska-
virkini hava notið gott av bettu
figgjanarmeguleikunum, og í
prisligum uppgongutidum verða
tey eisini av og å fyri at fåa
konjunkturvinningar i sin lut,
og eru tey flestu ti idag utgjørd
við nýggjum amboðum fyri tey
gomlu slitnu, og hava sostatt
meguleika fyri at arbeiða meira
rationelt.
Gott hetta, ti í letuni
gongur heldur striltið við seluni
av onkrari framleiðslu t.d.
frystum flokum og er tá umráð-
andi, at framleiðslukostnaðurin
fyri eindina gerst minni upp á
er
seg
Konjunkturmissurin í príslig-
um nidurgongutidum kann ein-
ans rationaliserast burtur, skal
sleppast undan almennari studn-
ingsveitan til virkini.
Tann handilssáttmáli, sum nú
er undir landi við felagsmarkn-
aðin, og sum minkar tollin
komandi árini, skuldi eisini bett
um her, og gjørt tað møguligt at
farid undir framleidslu av meira
vidgjørdum vørum, soleidis at
størri partur av virdisøkingini
kemur at liggja heima hjå okk-
um sjålvum.
Hesin såttmåli, sum eg vendi
aftur til, undantekur eisini adrar
idnadarvørur frå tolli og skuldi ti
tey år, hann er í gildi, fingið
ómetaligan tydning fyri upp-
byggingina av idnadi uttan fyri
fiskivinnuøkid.
Egnsutviklingargrunnurin
saman vid idnadargrunni, menn-
ingargrunni, landsstyrisins ved-
haldum og studningum, banka-
figgjanini og Luxembourglånin-
um hava ta stuttu tid, tey hava
virkað saman, lagt stødid til
fleiri nýggj virkir. Skal bert
nevna byggielementvirki, byggi-
tilfarsvirki, sildaflakavirki, fisk-
amjølsvirki, mekaniskt virki til
skipaútgerð, trolvirkir, virki til
plastvirki,
glastægratilfari
seymframleiðslu,
framleiðslu úr
og onnur.
Arbeitt verður ætlanum
um cementblandivirki, pakkitil-
farsframleiðslu, køkselement-
virkjum, radiatorframleidslu,
kadalframleidslu, cementpakki-
virki, hermetikvirki og fleiri
ødrum.
Hetta bleiv ikki nevnt, fyri at
vit skulu vænta okkum, at um få
ár standa idnadarvirki á hverj-
um tanga. Longu fyri trimum
árum síðani nevndi eg, at vit
ikki skuldu gykla okkum, at idn-
aðarvirkini stigu upp sum fuglar
Feniks viða hvar um landið, men
arbeiðið við ellum hesum ætlan-
um ger okkum meira búnar at
meta um livilíkindini og at finna
rættar loysnir.
Vit vilja fevna so víða sum
gjørligt í sakkønari viðgerð og
stuðlan og vilja royna at fáa
framt neyðuga samskipan av øll-
um meguleikum á hesum eki.
»Hann ið hevur nógv jern i
eldinum í senn, tá má okkurt
brennast<, og í samband við
idnaðarútbyggingina eru fleiri
brend og verða tað framvvir
men júst fyri at fækka hetta
talið, gerst beinrakin stýring
neyðug.
Tað ber ikki til, at allir teir
mongu grunnar virka uttan at
vita hver av eðrum, og tað ber
ikki til, at privatu og almennu
virkisdeildirnar arbeiða i
vid
hvør i
sína ætt. Kainingarorkan, ser-
frødingahjålpin og figgjarorkan
mugu arbeida hond i hond, so
ætlanir vid livilikindum kunnu
fremjast.
Havi fyrr sagt, at å idnadar-
økinum er truplasti spurningur-
in at fáa haldgóð projektir til
vega.
Vandamålini umredd vóru
ifjør viðvíkjandi ósemjum mill-
um fakligu felagsskapirnar í hesi
tíð, har mong framleiðslan verð-
ur mekaniserað, mugu eisini
loysast, skal idnadarutbygging-
in verunliga rekka meginupp-
gávu síni, nevniliga at veita
møguleikar fyri vaksandi ættar-
liðum at staðast heima, og at
skapa meguleika fyri tann hóp,
sum hug. hevur at koma heim.
At skipa hetta samfelagið soleið-