leygardagur 24. august 1974síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 24. august 1974
sosialurin
Sida 7
is, at ell kunnu sessast, sum
vilja eiga lut i ti livshåtti, føroy-
ingar hava skapt, og sum vit
meta sum tann, ið okkum
frægast veitir nøgd, lukku og
lívsinnihald. Hetta má semja
vera um.
Landbúnaðurin
Kann tað sigast at í sekstiárun-
um fekkst loysn á mongum
spurningum í samband við fiski-
vinnuna, so sum endurnýggjan
av veiðuflotanum og bygging av
fiskiidnaðinum, og kann tað
sigast, at verandi valskeið bleiv
stødid lagt undir idnaðarútbygg-
ingina, so má virki búnaðar-
mannsins í komandi valskeiði og
eftirfylgjandi standa fremst í
rødini at fáa skapt aðrar for-
treytir innan landbúnaðarekið.
Vit kenna nakrar av orsekun-
um til, at hin tørvandi nýskapan
av búnaðarlóggávuni ikki er
framd. Ognarviðurskifti, terv-
andi samarbeiðs- og samskipan-
arvilji, kappingin uttaneftir frá
londum við ríkari náttúrumegu-
leikum, trekleiki í at taka eftir á
økjum, sum kundu átt nýskapan
í sær, tervandi útbúgvingar-
meguleikar og mangt annað
hevur ligið í buktini.
At skapa ein karm, har ein
vælskipað, rationaliserað búnað-
arvinna sleppur at framleiða tað
hon orkar, og tað, sum landið
ber, verður tí eitt av málunum í
komandi árum, soleiðis at hesin
samfelagsríkandi og mentunnar-
varðveitandi vinnuvegur fær
hóskandi sess á okkara rók.
Um grundbroytingin, neyðug
er, ikki bleiv framd, so kann tó
sigast, at mangar ábetur eru
gjørdar, um enn langt frå er
rokkið hagartil, at tey húski,
sum skulu hava ársvinnu sína av
búnaðarskapi, viðvíkjandi arb-
eiðsviðurskiftum, arbeiðstíð og
úrkomu hava umsteður, ið
kunnu líknast við tær, aðrir
verkastattir hava. Nú verða
hesar umsteður ongantíð sam-
bæriligar við aðrar, tað er
náttúran av hesum arbeiði, og
hon er væl eisini ein av orsekun-
um til, at menn taka við í hesi
vinnu. Men at rationalisera so,
at frægast meguliga úrtekan
fæst í mun til arbeiðsorkuna,
løgd er í, mugu vit í felag við
búnaðarstættin rekka til.
Almenni stuðulin hevur verið
munandi, og eg vænti ikki, at
vilji til framhaldandi stuðul
verður at terva, men givið er, at
búnaðarmenn sjálvir kunnu gera
munandi, taka teir hendur
saman og sýna vilja til broyting-
ar, og fáa teir framt broytingar,
ið sýna, at framleiðsla teirra fær
vaksandi týdning í samfelags-
búskapinum, at hon økist og
mennist í góðsku, og at hon lætt
og hent gerst tok hjá brúkarun-
um, tá vil stuðulin koma meira
til nyttu og vil væl lættari
kunna økjast í útbyggingar-
tíðini.
Skipanin við mjólkastudningi
varð nakað broytt íár, soleiðis at
ein partur verður latin sum
útjavningargjald í teirri tidini,
vanliga fæst lítil mjólk, og á
fíggjarlógini í ár og næsta ár
hækka studningarnir til mjólka-
flutning og framleiðslu.
Tær royndir til at beta um
distributiónsháttin við, at brúk-
arin fær mjólkina liðugt pakk-
aða, og við at hon verður við-
gjørd eðrvísi, eru raktar av
ymsum byrjunartrupulleikum,
men skuldu annars verið stig á
leiðini.
Framleiðarin eigur tó at koma
meira inn í myndina, eisini fyri
at betri eftirlit kann verða á
framleiðsluplássinum. Her sær
út, sum teir nú ætla at taka sær
um reiggj fyri at fáa loyst mjólk-
aspurningin. Menningargrunn-
urin hevur játtað pening til
neyðugt kanningararbeiði, og
serfrødingar úr Noregi eru farnir
undir kanningina. Í Noregi hava
teir loyst spurningin.
Tiltakið vil vónandi bera í
sær, at neyðuga samgongan í
andeilsfeløg, sum skipa fyri
innkeypi, framleiðslu, viðgerð,
distributión og selu, verður
framd. Tað skuldi verið eyð-
greitt, at eitt samtak, sum
ræður yvir neyðugum kulda-
goymslum, og sum kann flyta
mjólkina nidurkølda til stórt tal
av sølubudum um alt landið,
roynist so frægt, at tað vinnur
kappingina við útlendska niður-
sjóðaða mjólk.
Í Sandoynni verður arbeitt
fyri at beta umstødurnar. Mett
hevur verið, at henda oyggj
kann føda 600 mjólkineyt, og er
hetta so stórur partur a
samlaða neytatalinum, at um
hetta eydnast, vildi framleiðslu-
nøgdin vaksið við risalopi.
Mjólkaframleiðslan
veksur
Fyrst í hesi eld føddu hesar
oyggjar meira enn 4000 neyt, nú
liggja vit niðri á umleið 1500.
Við hesum tali verður tó fram-
leitt meira í nøgd enn nakrantið,
so framstig eru hend, men henda
samanbering sigur nakað um
møguleikarnar, ið her goymast.
Seyðaroyndir í sterri mát er
farið undir og verður forvitnis-
ligt at fáa úrslitini av hesum.
Vakstrarhúsið, iandid bygdi á
royndarsteðini, hevur roynst av-
bera væl, góðskan av grønmetis-
framleiðsluni har er munandi
betri enn á tí, innflytast kann,
og framleiðslan tykist kapping-
arfer.
Tóku menn nú eftir, var
meguleiki fyri týðandi nýskapan
búskaparliga.
Eggjaframleiðsla í sterri mát
er byrjað, og vóna vit, at tað ber
til at kappast við útlendska
framleiðslu. Hetta gerst kanska
torførari, tí mong lond á megin-
landinum hava stóra yvirskots-
framleiðslu.
Í ellum tí arbeiði, fremjast
skal á båinadarøkinum, er møgu-
ligt, at virkið á nýggju starvs-
stovuni (bakteriologisku), sum
byrjar iår, kann gerast dyggur
stuðul. Hjá henni ber til at leita
fram nýggjar framleiðslur og at
finna burturúr, hver viðgerðar-
háttur er bestur til einstøku
verurnar.
Øll búnaðarframleiðslan í 1972
er mett til 16 mill. kr. í tjóðar-
roknskapinum og er væntuliga
nakað hægri í 1973, tá prísirnir
m.a. á kjøti og mjólk hækkaðu.
Ilt er kortini at meta um hetta, ti
hækkandi prísir á fóðri draga frá
aftur.
Figgjanarmøguleikar
Figgjarvidurskifti landskassana
hava verid rumlig hesi år, og er
figgjarlógin
vaksin munandi.
Nýggja uppskotið ber í sær
hækking við 10—12%'um, og
metir landsstýrið, at økta virk-
semið gevur samsvarandi hækk-
ing í inntøkunum.
Tøki peningurin — likviditet-
urin — hevur verid og er fram-
vegis góður.
Lånimøguleikarnir hava verið
hampuligir mesta partin av
tíðuni, hóast teir í seinastuni eru
nakað avmarkaðir, nú rentan er
farin í topp, men lánitervur
okkara er i løtuni ikki størri enn
at bidast kann.
Nøkur lån eru tikin, m.a.
Luxembourglånid uppå 30 mill.
kr. og eitt 12 millióna lån til tele-
fonverkið. Í hesum sambandi
havi eg hug at gera vart við, at
sitandi landsstýri er hitt fyrsta,
ið sjålvstødugt er farið út á al-
heimslánimarknaðin fyri at taka
upp størri lån, sum vit nýta eftir
egnari fyriskipan heima. Eingi
statsveðhald ella uppilegging, so
nú er enn ein segnin burtur úr
politiska leiki okkara.
Bankarnir hava hesi ár haft
somu møguleikar, men eftir min-
um tykki ikki troytt teir so skila-
gott, sum ein kundi ynskt.
I rødu mini á Olavsøku 1972
åvisti eg vandan, sum lå i, at
peningastovnarnir løgdu alla yv-
irskotsorku sina i útlendsk virð-
isbrev við hegari rentu, ístaðin
fyri at avseta ein part til virðis-
føst, men ikki so høgt rentað før-
oysk lånsbrøv, sum hitt almenna
kundi útvega.
Men framvegis blivu oll eggini
logd í sama ílat, og eru vit nú í
teirri steðu, at holvist hetta,
verður skaðin rættuliga stórur.
Í seinastuni er vorðið heldur
striltid at fáa peningin fyri út-
flutning okkara nóg skjótt heim,
og er ti størri rakstrarfiggjan
neydug, hesa skuldu lættseldu
útlendsku eggini útvega, men
tey eru imedan fallin i prísi og er
ti ikki skilagott at selja, um tey
kunnu goymast, til virðið aftur
er hitt sama, ella til tey eru
klækt og komin í pari.
Urslitid er, at tåttast má í
innan aðra rakstrarfiggjan og
gerst tí truplari hjá vinnuni at
arbeiða.
Víst eru vit ikki í kreppu-
stødu, og trupulleikarnar loysa
vit nokk í felag, hóast vit ikki
vóru hildnir góðir nokk at vera í
ráðnum undanfarnu ár, men
hesir trupulleikar vísa týðuliga,
hvussu neyðugt tað er, at tí
almenna verða útvegaðir møgu-
leikar fyri rímuligari samfelags-
stýring og medávirkan, serliga
av innlendis peningamarknað-
inum.
Sosialmálini
Vit hava verið fegnir um ta sosi-
alu lóggávu, uppbygd er sein-
astu 15 árini, og hildið hana ver-
ið góða, men
»Tu sá aldri so hvítan ein kat,
hann var ikki gråur um
halan«,
ti eigur sosiala trygdarskipanin
altíð at vera til viðgerðar i
samfelag okkara, har broytingar
i vinnuatstødum og livsumstød-
um seta krøv til broyttar skipa-
anir.
Íflestu forum veksur tørvurin
og kann loysast við ektari
samfelagsorku, i ødrum kann
hann, sum sat í andglettinum,
finna sær annan og hóskandi
sess í fjøltåttada vinnumynstr-
inum.
Men skal eingin sita óhjálpt-
ur, men fleiri og fleiri fjálgari,
mugu vit liggja á takinum at
finna hentastu amboðini at lyfta
byrðarnar hver hjá ødrum.
Fólka-, avlamis- og einkju-
pensiónin hækkar við prístalin-
um. Umframt vóru eykahækk-
anir uppá 15% fyri hálvum ødr-
um ári síðani, men landsstýrið
metir, at viðurskiftini, nú olju-
prísir og annað er farið so nógv
upp, hava fert við sær, at pensi-
ónirnar koma ikki at muna nóg
mikið. Ti bleiv málið um gener-
ellar reallonarhækkingar reist í
vár, og er nú eftir samráðingar
við ríkisstýrið avgjørt at leggja
uppskot fram samsvarandi.
Semja er um, at hækkingarn-
ar — ið áivað verða eini
10—15% kunnu koma í gildi
I april 1975, men roynt verður at
fáa tær at galda frá 1. januar
1975.
Tær skattafriu vidbøturnar til
pensionirnar koma eisini at
hækka, og hækka tær lutfalls-
liga meir enn þensiónirnar
sjálvar
Forsorgin av andsveikum,
sum frammanundan fyri stóran
part lá í Danmørk, skal nú heilt
og fult flytast heim. Umsitingin
hevur ligið undir Rødbygård-
miðdeplinum, men landsstýrið
hevur skotið upp, at Feroyar
gerast serstakt umsitingarligt
eki við umsitingardeild í Føroy-
um. Málsekið er statsins og verð-
ur tað eisini framvegis, um dag-
liga umsitingin verður flutt.
Men øll tey, sum vara av
evnaveikum, vita, hvenn týdn-
ing tað vil fáa, at forsorgsarbeið-
ið kann skipast í tættari sam-
vinnu millum avvarandi og um-
siting, tí er flytingin eitt fram-
stig.
Talið av evnaveikum, vit
framyvir kunnu hava undir
forsorg herheima, vil økjast
munandi í komandi árum við út-
bygging statshospitalsins. Hon
var steðgað, men bleiv tað eitt
av hevuðsmálum sitandi lands-
stýris at fáa hana ígongd aftur.
Hetta eydnaðist.
Í ellum arbeiðinum hevur
felagið til frama fyri evnaveik so
væl sum starvsfólkið, ið dagliga
hevur tey undir hond, verið
landsstýrinum hollur stuðul.
Heilsuverjan er bett við sjúkr-
ahúsbyggingunum, og vilja aft-
uratbyggingar við rektarheim-
um og byrjan á nýggjum sjúkra-
húsdeildum, so hvert umsteður
eru til tess,gera hana enn trygg-
ari. Her hendir munandi útbygg-
ing, men mugu vit inn á hetta
ekið fáa okkum umsitingarorku
og eftirlitsorku, sum tryggjar,
at ikki iløgur verða gjørdar, sum
kundu verið hentari nýttar. Við
ødrum orðum má hetta ekið —
sum ell onnur — eisini koma
undir prioritering (sum tað nú
kallast idag).
Í Suðuroy er byggingin av
røktarheimi byrjað, í Norðoyum
verður hakin settur í í hesi ting-
setu, og í Eysturoy so skjótt,
menn eru lidnir við tyrireiking-
arnar. Trygd er fyri, at grunnur-
in til hesi endamál kann loysa
uppgávurnar í stevi við prakt-
isku byggimøguleikarnar.
Serlæknaviðgerðin innan ávís
oki verður ikki røkt so væl, sum
hon kundi verið, um fastir
læknar fingust í størvini, men
arbeitt verður fyri hesum.
Fyribyrgjandi læknarøktina
leggur landsstýrið stóran dent á,
og ber álitið um nýggja komm-
unulæknaskipan á hendan bógv-
in. Tingið fekk ikki stundir at
viðgera málið, men avgreiðir tað
vónandi í hesi setu.
Tær heilsurøktandi midstødir,
talan er um, vilja fåa støran
tydning og óivað lætta trýstið á
sjukrahusini. Men skulu komm-
unurnar orka at byggja tær,
sleppst óivað ikki undan luttøku
landskassans.
Í heimarektini virka nú umleið
80 fólk, og er henda skipan, har
treingjandi fáa hjálp í egnum
heimi, ein hin forvitnisligasta
nyskapanin. Hugrøktandi (men-
talhygiejniskt» man hetta hava
tydning, ti tad er ikki altid lystu-
ligt at verða fluttur burtur úr
dagligu umveruni.
Specialskúlin er nú utbodin,
og er alt greitt til byggingar.
Dagpeningaskipanin er ídag,
har ell eru undir peningahúsar-
haldinum, vorðin ein neyðturvi-
ligheit. Tann verunleiki, at tey,
sum ikki eru í månadarløntum
starvi, missa fyri hvenn sjúkra-
tíma, ger ójavna millum stættir.
Landsstýrið er í samráðingum
við ríkisstýrið um at fáa burtur-
beint hetta órættvísi. Getan,
slættast skal, krevur tó nakað
meira av arbeiði, tí vinnulívið
skal óivað inn í myndina.
Landsstýrið hevur leingi sam-
við skiftandi stjórnir í
Danmark um at seta í gildi
barnatilskotsskipanina, sum
framd er undir sosiallóggávuni.
Semja er um, at meginreglurnar
eiga at vera tær somu i Føroyum
og í Danmark, og hava vit tí
vónir um næsta ár at fáa sett í
gildi eina skipan, sum er mun-
andi betri, enn tann vit ídag
hava í samband við skattalóg-
gávu okkara.
Umsitingin av sosialmálum
skal sum kunnugt á føroyskar
hendur 1 apríl 1975. Mangar
misskiljingar hava verið frammi
í hesum sambandi. Tí vil eg end-
urtaka, at talan bert er um yvir-
tøku av helvtini av umsitingar-
útreiðslunum — ella umleið
450.000 kr. og at eingin
broyting fer fram í býtinum av
sosialu útreiðslunum, sum nú
samanlagt liggja omanfyri 70
mill. kr.
Reddir hava verið frammi um,
at skipanin gerst meira ófull-
komin, tá vit sjálvir skulu fyri-
skipa, tí sum nú er, verða av sær
sjálvum ábetur, sum framdar
eru í Danmark, settar í gildi í
Føroyum. Hetta er skeivt, ti
ongar fyriskipanir koma i gildi
uttan samtykt løgtingsins ella
uttan åheitan ur Føroyum. Fyri
okkum og fyri dønum við vildi
tað eisini kenst legið, um fyri-
skipanir kundu verið trýstar inn
á okkum uttan okkara vitandi og
vilja.
Galdandi skipan, har føroyska
umsitingin, sum hóast alt fær til
viðgerðar øll brekini, er í
fjarstødu frá umsitingini av sosi-
alu málunum, ger tverturímóti,
at vit av og á verða ov seinir á
sjóvarfallinum, tá ábetur skulu
gerast.
Ein føroysk umsiting á hesum
oki vil tí gera, at skipanin verður
meira til frama fyri brúkaran,
sum vit í mongum førum hava
neyvari samband við. Sum fyrr
ráðst