leygardagur 24. august 1974síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 41 — 24. august 1974
ávíst verða vit á ongan hátt
skerdir í at fáa lut í teim
framstigum, sum henda í Dan-
mark.
Verða til domis barnatilskots-
skipanin og dagpeningaskipanin
framdar, týðir tað hækkan av
statsins parti av sosialu útreiðsl-
unum, sum er tiggju fald av okk-
ara parti av umsitingarútreiðsl-
unum.
Men, sum í so mongum eðrum
fori, hetta er ikki ein peninga-
spurningur, men bert spurning-
ur um at finna ta hentastu,
liðiligastu og skilabestu skipan.
Framyvir at røkka út í ytstu
liðir samfelagsins á hesum eki
verður skylda okkara, og er
spurningurin, um vit ikki best
røkka hesum við at útbyggja í
smærri eindum, har viðgerð,
sosialráðgeving og rekt verða
framd í økinum, har hann, sum
tervin hevur, hevur bústað sín.
Undir sosiala táttinum er eis-
ini at nevna skyldur okkara
mótvegis feroyingum, sum
stytri ella longri tíð búgva í Dan-
mark.
Eina miðsteð, har føroysk um-
boðsstova, fest ráðgeving í
sosialum og eðrum spurningum,
bókasavn, matstova og felags-
virksemi í vissan mun, kunnu
hava helir, er fyri neyðini.
Ognin í St. Kongensgade
gjørdist tíverri ikki tann verun-
liga ogn, ætlað var, ti má broyt-
ing koma í. Landsstýrið hevur
haft samráðingar við feløgini og
einstaklingar í Keypmannahavn
um spurningin, og hevur lands-
stýrið tað álit á tinginum, at tá
greið uppskot liggja fyri, vil
tingsins partur ikki liggja eftir.
Samferðslumál
Útbyggingin, sum farnu fýra
árini er hend á samferåsluøkin-
um, er nógv umredd, og skal eg
tí bert gera fáa viðmerkingar.
Tað er einki eki í landinum,
har ikki stórbyggingar eru
framdar, men kortini er tað eins
og menn í teim ymsu økjunum
hava lyndi til at fýlast á, at ikki
allir átroðkandi spurningar júst
um teirra leiðir vórðu loystir.
Hann, sum veit, at hetta
kundi bert verið hent, um virk-
semið i ellum eðrum økjum varð
.åvisingarskipanin
nidurlagt, må sanna enska orða-
takið:
»Atfinningin er amboðið, ið
virkar betri, meira óhvast
tað gerst«.
Kortini hugsi eg, at flestu
mugu ásanna, at valla kundi
meira verið framt ísenn, og at
tað er rímuligt at útbyggja um
alt landið heldur enn at loysa
spurningarnar eki fyri oki.
Landsstýrið hevur verið fyri
atfinningum fyri ovnýtslu í
samband við allar tær bygging-
ar, farið er undir sambært ynski
og krav tingsins, og serliga fyri,
at peningurin er fingin av likvid-
iteti landskassarrs heldur enn av
dýrum lánum.
Um hetta er at siga, at
kanningar, sum seinasta árið
eru gjørdar viðvíkjandi virk-
semi landsverkfreðingsstovns-
ins, sýna, at ov lítið av peningi
hevur verið játtað til tey mongu
arbeiði, ynski hevur verið um.
Tervandi projekteringsorka og
príshækkanir eins væl og øll
viðvíkjandi
útgjaldingum hava gjert, at ikki
hevur verið meguligt fyrr en
figgjarårid leið móti endanum at
fáa kunnleika um hesi yvirtrekk.
Stig eru nú tikin til at broyta
mannagongdina, so varskó verða
„givin í góðari tíð, áðrenn ætlan-
inar eru útfyltar, og betri stýr-
ing tí kann fáast á útbygging-
ina, men kanningin hevur sam-
stundis vist, at skulu hesi
mongu arbeiði halda fram í sama
mun sum nú, má munandi meira
játtast, ella lániheimildirnar ekj-
ast.
Mær kemur fyri, at tað er skil-
agott, um orkan kann fáast til
vega, at loysa so mikið av upp-
gávum, sum meguligt er uttan
at nerva vinnulívið annars, tí
eitt minkað peningavirði ger tað
truplari framyvir at fara undir
stórverk, og mong mong arbeiði
liggja enn á láni til komandi
tíðir.
Men útbyggingarreðin og
skjótleikin er so ein politiskur
spurningur.
Sambindingin av bygdum,
oyggjum og ekjum heldur ann-
ars fram sambært vegaætlanina,
kend var longu í 1969, og harút-
yvir eru stórarbeiðini við tunnil í
Eysturoy og sambandið um
Hvannasund tikin við
figgjarlógar-
Undir seinastu
viðgerð vórðu tey
arbeiðini gjølla umrødd, og skal
eg tí ikki taka tey hvert sær,
bert nevna, at við øktu bilferðsl-
uni gerast krevini til góðskuna,
breiddina,' uppmerkingina og
ferðslutrygdartiltok munandi
sterri, eins og neyðugt verður
við fleiri ferjulegum. Alt hetta
ger samlaðu útbyggingina mun-
andi dýrari.
Stórleikin av byggingunum
setur eisini krev til grótbrot,
maskinamboð, verkstaðir og
asfaltverk.
Í farnu tingsetu var samtykt
fimm ára ætlan fyri útbygging
av smærri bygdahavnum. Hugsi
hendan kemur at loysa ein ver-
unligan terv, og hugsi upp-
hæddin svarar rættuliga væl til
tørvin, koma ikki prishækkanir
at kollvelta metingar á so mong-
um samfelagsøki.
Ískoytið til størru havnaætl-
anina var nokk í teprara lagi, so
sum tey projektir, talan er um at
byggja, síggja út, og soleiðis
sum prishækkingarnar hava ver-
ið, men upphæddin upp á 36
mill. kr. var so tað, ein helt seg
kunna fara undir við tí býti,
byrðarnar hava nú.
Beri ótta fyri, at vit um nøkur
ár einaferð enn koma at taka
hesa 5 ára ætlan til viðgerðar.
einstøku
Strandferðslan
hevur stødugt vaksið um virk-
semið sítt, og røkkur hon oftari
og longri enn fyrr. Vaksandi
ferðastreymurin hevur borið í
sær, at hetta hevur verið gjørligt
uttan týðandi hækkingar av
rakstrarhallinum.
Havi hug at viðmerkja, at tað
er harmuligt, tá leysasegur
ganga, tær eru jú sum eggið.
Klakt fær tað veingir.
Tað skuldi verið óneyðugt at
sagt, at óheftur stovnur borgar
fyri trygdini innan allan skipa-
rakstur, tí hava sjálvandi eisini
øll skip strandferðslunnar góðan
stabilitet.
Skrivað hevur verið um iva
hesum viðvíkjandi, her kann
eingin ivi vera, tí slíkt roknar
ein seg fram til.
Sum aðrir landsstovnar, so
hevur eisini strandferðslan verið
kannað til tess at finna fram til
ein rakstur, sum meira svarar til
nútíðina, og har tolulig javnvág
er ímillum teir fyrimunir borgar-
unum bjóðast og kostnaðin av
hesum. Tingmenn kenna nú
hetta tilfar, og vænti eg teir
meta kanningina og tilfarið skil-
agott at vera.
Ein útbygging eftir 6 árum
uppá 50 —60 mill. kr. — ella tað
sama, sum ilagt verður eftir
einum/tveimum árum í vega-
sambandið má haldast vera
rimulig til tess at skapa fortreyt-
ir fyri jøvnum búskaparligum
vøkstri av samfelagnum ellum
heldur enn av einstøkum økjum.
Tad er hetta seinasta endamålid,
landsstýrið leggur størsta dentin
á. Og vil tað ti beinanvegin
leggja uppskot fram samsvar-
andi
Telefonautomatiseringin ber á
sama borðið, og kunnu vit nú
froða okkum yvir, at meginpart-
landinum iår hevur
fingið automatiskt samband
Tað, sum irestar, verður fyri
mesta partin loyst í 1975 og ein
heilt lítil partur í 1976.
Tann fyribilsbata, miðað verð-
ur ímóti í flúgvingini við leingj-
an av flogvellinum í Vágum,
hevur verið samráðst við ríkis-
stýrið um. Samráðingarnar eru
ikki loknar enn, men vóni eg, at
vit um heilt fáar dagar kunnu
fáa neyðturvuligt grundarlag
fram til at meta um, um lands-
kassin skal luttaka í hesi bygg-
ing. Verður ynski um tað, leggur
landsstýrið eisini í tí málinum
uppskot fram, áðrenn tingið fer
heim.
Ein bøtan av vidurskiftunum í
Vágum gerst alt meira neyðug,
sum ferðslan ekist.
Misnegdin við, at ikki er rokk-
ið á mál í spurninginum um at
urin av
koma føroyingum uppí flúgving
hevur verið rættuliga stór, og er
hon skiljandi. Sum kunnugt
slitnaðu samráðingarnar millum
SAS og Flogsamband fyri
tveimum/trimum árum síðani,
og tað at stjórnirnar í Danmark
hava skift so tíðum, hevur ikki
gjørt tað lættari at koma í holt
við spurningin, men nú er so av-
talað, at samráðingar skulu tak-
ast upp av nýggjum í august,
hesa ferð undir fyrisæti av lands-
stýrinum og stjórnini og við
beinleiðis luttøku av umboðum
fyri landsstýri og stjórn.
Tann veldugi framburður ver-
ið hevur á samferðslugkinum,
hevur ikki bert borið fyrimunir
við sær. Hann ger eisini, at vit
meir og meir mugu hyggja at
teim vansum, nútiðarsamfelagið
dregur inn á seg. Vit hava íár
sett eitt syrgiligt met fyri ferðsl-
uvanlukkum, harav 11 hava bor-
ið deyðan við í ferðini.
Hetta varskó eigur at læra
okkum øll, at bøttu møguleik-
arnir skulu troytast við hógv og
skynsemi, og eigur at fáa mynd-
ugleikarnar til at fremja frægast
møguligu ferdslutrygdartiltøk.
Skúlamál —
Ungdómsarbeiði —
Mentunnarvirksemi
Nýggir skúlar av ymsum slag
eru bygdir og afturatbyggingar
til verandi framdar víða hvar um
landið. Bert í hesum ári eru fleiri
skúlar vigdir.
Í valskeiðinum er studnings-
veitan landskassans til hesar
byggingar hækkað úr 20%'um
upp í 30%, og hevur hann verið
goldin kommununum munandi
skjótari enn fyrr, ja, í vissan
mun so hvert sum byggingin er
framd.
Landið rekur nú eisini sjó-
mannsskúlan í Klaksvík og
stendur í boði fjølbroyttari út-
búgving innan sjóvinnugkið enn
fyrr.
Skipað er fyri framhaldi av
hægri undirvising á Fróðskapar-
setrinum við steðisútbúgving-
ini, og í letuni situr nevnd, sum
kannar tervin á útbúgving innan
ymisk føroysk samfelagsøki, so
henda hægra undirvísing kann
koma mest meguligt í samsvar
við, hvat gagnar samfelagnum
og vinnuni best, tað veri seg
innan umsiting, dataviðgerð,
virkisleiðslu o. s. fr.
Útbúgving á hædd við stu-
dentaskúlans stendur nú í boði
fyri onnur enn júst tey, sum
ganga á Feroya Studentaskúla.
HF skeið verða skipað í Hoydøl-
um, í Suðuroy og í Norðoyum,
og væntandi verður henda
skipan útbygd eftir faum árum
til eisini at rokka onnur eki í
landinum. Forvitnisligt verður
at síggja, hvussu hesi tilboð
koma at ávirka sosialu saman-
setingina av teim fólkum, sum
fáa sær hægri útbúgving.
Útbúgvingarútreiðslurnar á
fíggjarlógini eru óvanliga nógv
vaksnar hesi fýra ár, men hevur
tingið tikið undir í hesum, sann-
andi, at ein fortreytin fyri
menning er væl útbúgvin ung-
lingafjøld. Serliga gerst hetta
neyðugt, skal vinnugrundarlag-
ið fjøltåttast og skal vinnast á
vansum, sum avmarkingar í ver-
andi vinnugrundarlagi meguliga
koma at seta.
Fyri at kunna bjóða ungum og
eldri eitt ríkari mentunnar-,
ítróttar- og fritidarliv er nógv
ílagt í ítróttarhallir og samkom-
uhús, soleiðis bygd, at tey eisini
hóska til mentunnarligt virk-
semi innan tón- og leiklist, upp-
lestrarvirksemi og ungdómsarb-
eiði av ymsum slag. Studningur-
in til hesi tiltøk er munandi
bettur, og ískoytislán veitt úr