leygardagur 24. august 1974síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 24. august 1974
sosialurin
Síða 9
fimleikargrunni løgtingsins. Eis-
ini hevur landsstýrið latið pro-
jekt gera til slík hús.
Ein nýskapanin er tónleika-
grunnurin ætlaður at hjálpa
kommunum igongd við fritidar-
arbeiði innan tónlist.
Fritíðarlógini er arbeitt við,
og kann hon koma fyri í hesi
setu, tó helst ikki fyrr enn í vet-
ur.
Hjálp til útbúgving avfritidar-
leiðarum og skeiðvirksemi á
henda bógvin er eisini fyri stavn
í ætlanum landsstýrisins til
stuðlan av ungdómsarbeiðinum.
Bókasavnsbyggingin í Havn
er undir landi, og verður arbeitt
fyri at farast kann igongd innan
alt ov langa tíð.
Lærlingalæran er broytt mun-
andi, men lærutíðin er kostnað-
armikil fyri tey ungu og foreldur
teirra. Verið hava 500.000 kr. á
okkara figgjarlog, men annars
eingin meguleiki fyri stuðli.
Landsstýrið hevur nú útvirkað,
at lærlingar fáa studning frá
Statens Uddannelsstøtte, og
kemur hetta at týða, at lærling-
ar ístaðin fyri fáar hundrað til
eitt túsund krónur kunnu fáa úr
4.000 upp í 6—8.000 kr. árliga í
studningi.
Hugsan landsstyrisins er so,
at tær 500.000 kr. á fíggjarlógini
kunnu nýtast til stuðul til
ferðingar millum heim og skúla,
ti treytin fyri stuðli frá S.U.
er, at eingin annar stuðul er
tekur.
Henda broyting ger, at møgu-
leikar lærlinga víðkast úr
500.000 kr. upp í kanska 3 mill.
kr. árliga.
Húsabyggispurningin
at loysa, soleiðis at låginntøku
fólk fekk lagaligar atstødur til
býli, hevur verið nógv arbeitt
við.
Almenni stuðulin veittur sum
ílega í húsalánsgrunnin er øktur
so mikið, at hann nú hevur heilt
stóra kapitalorku at virka við.
Lánihæddin er tvífaldað, av-
dråttartidin longd, og rentan er
framvegis ógvuliga låg, sam-
stundis sum lánini eru vorðin av-
dráttarfri fyrstu 3 árini; men
kortini hevur prísveksturin á
jørd, byggitilfari og bygging
skarvað so mikið burturavaftur,
at hjá honum, ið ikki hevur
meguleika at leggja sær mun-
andi eginpening av, er enn
trupult at byggja.
Byggivirksemið hevur annars
verið ógvuliga høgt hesi fýra år,
har umleið 200 hús eru bygd
um árið, og trýstið á byggi-
marknadin er ikki linkandi,
heldur tverturimóti.
Fyri at fáa fram útboð av
byggigrundum varð eftir upp-
skoti landsstýrisins kommunal-
ur lánigrunnur uppá 5 mill. kr.
samtyktur.
Hópin av kommunum hava
longu sekt lán úr honum, og
verður óivað neyðugt at økja
hann beinan vegin, t.d. soleiðis
at lånimøguleikarnir til byggi-
búnan kommunanna eisini verða
víðkaðir. Skapt eigur so at verða
reglugerð, sum treytar, at
partur av hesum lánum verður
nýttur á tann hátt, at kommun-
urnar lata grundeki til leigu.
Hetta vildi verið inflationsdoyv-
andi tiltak. Í Íslandi, har
kommunurnar eiga byggijørdina
og lata hana til leigu, roynist
slík skipan væl.
Á fíggjarlógaruppskotinum,
sum framlagt verður fyrsta
dagin, hevur landsstýrið til hús-
alánsgrunnin sett av 1 mill. kr.
meira enn grunnsins stýri metir
tørvur er á. Ætlanin er, at lata
grunnin umsita hendan pening
eftir serligum reglum láginntek-
ufólki at gagni. Sjálvandi verður
reglugerðin so, at ikki bert
skattskylduga inntøkan — sum
av so mongum grundum kann
liggja í botni — verður avger-
andi fyri, hvussu hesin peningur
skal nýtast.
Nevndu tiltøk og teir batar,
frammanundan eru veittir, muna
sjálvsagt væl, men taka kortini
ikki burtur meguleikan fyri
arbeidsfrium og eðrum órímulig-
um vinningi innan byggiekið.
Men politikkur er jú fyri ein part
Osemja um, hvussu umfarið við
tilfari, vinningur við bygging og
ognarmeguleikarnir viðvíkjandi
byggijørd skulu skipast.
Lønir — Skattir — Prísir
Í fýra ára skeidinum 1 januar
1971 til 1. januar 1974 er lønar-
vøksturin hesin:
arbeiðsmenn 74%
arbeidskvinnur 110%
starvsfólk á
1. stigi 75%
handverkarar 70%
medan prisvøksturin sambært
prístalið í tíðarskeiðinum var
44%.
Her hevur so verið talan um
ein reallønarvøkstur, men tå
prístalsgrundarlagið ikki er
rættvisandi, er ikki møguligt at
nyta munin millum hesi tøl sum
måt fyri vøkstrinum, har kemur
annað inn i myndina m.a. hvar á
skattastiganum ein liggur, og
hverjar almennar veitingar ein
troytir.
Hækkingarnar í fiskimanna-
inntøkunum eru at síggja í talvu
búskaparráðsins, tær eru í ollum
forum størri, bæði í procentum
— burtursæð frá nótaskipum,
har inntøkurnar frammanundan
vóru hegar — og í krónum.
Hægri lentu stættirnir eins
væl og tey í sokallaðu fríu
vinnuni hava sum ellum kunn-
ugt eisini fingið munandi inn-
tøkubata.
So talan um, at hesi år inn-
tøkuliga hava kenst summum
stættum svanglig, er ikki bein,
heldur kann sigast, at luturin i
vøkstrinum ikki hevur verið hin
sami hjá ollum.
Vinnufeløgini settu herfyri
fram ynski um lutteku í
arbeiðinum við nýggja prístals-
grundarlagnum. Hetta tók
landsstýrið sum eitt tilboð, og
fara nú samráðingar fram við-
víkjandi hesum grundarlagi.
Tað ber í sær, at framløgan
verður nakað seinkað, men betri
er at royna at fáa semju ella
neyðsemju um ta skipan, vit
skulu virka undir, enn at
partarnir í forhond birta í sær
sjålvum ónegd.
Timaløntu stættirnar fáa løn
sína javnaða við 1,15 oyrum fyri
prístalsstigið.
Henda skipan kom í gildi í
1959, men sum frálíður gevur
hon ikki somu prísjavning sum
hin procentliga. Ynski er um
hækking til 1,5 oyra fyri stigið.
Landsstýrið kannar málið, og
vit seta fram uppskot, sum vit
halda kann samtykkjast. Mogu-
liga kann eisini her rekkast
lutvísari semju.
Vil annars loyva mær at
minna á teir batar, eydnast er at
vinna lenarstættunum seinnu
árini hvat fritid, sjúkragrunni,
arbeidsloysisgrunni, pristalsvið-
gerð av kvinnulønum, stytting
av arbeiðstið uttan lønarmiss og
ødrum viðvíkur.
Stersti = vinningur hesum
stættum hevur verið fyri er tó,
at arbeiði fyri allar hendur nær-
um er vorðin verunleiki alla-
staðni í landinum. Ja, í summ-
um ekjum eru ikki nóg nógvar
hendur, til at arbeiðini kunnu
fremjast.
Eisini á skattliga ekinum eru
munandi broytingar hendar,
m.a.:
Markið fyri skatting til
logtingið hækkað.
Skattastigin javnaður,
so inntekurnar frá
markinum og upp í
60.000 kr. hava fingið
lætta.
Lentakarafrádráttur
komin.
Barnafrádráttur hækk-
aður so væl sum fiski-
mannafrádrátturin og
frádrátturin fyri konu
í vinnu.
Hartil aðrir fyrimunir.
Sagt verður, at alt hetta eru
smáábetur, men so leingi vit ikki
hava vunnið tað grundbroytandi
skattalagið, eru tað hesar åbøt-
ur, sum gera tað liviligari.
Okkara skattaskipan er gom-
ul, men tað er órættur ikki at
upplýsa, at undir henni er trýst-
ið munandi minni enn í granna-
londum okkara.
Landsstýri leggur í næsta
mánaða kanningarverk skatta-
nevndarinnar fram. Tað er drúgt
og fevnandi og sigur frá
mongum ymsum skattaskipan-
um, beinleiðis og óbeinleiðis,
bruttoskatti, frádráttarskipan-
um, hjúnarlagsskatti, felaga-
skatti, hvussu skattagrundar-
lagið kundi verið breiðkað,
hvørji rættvisiskrøv ein setur til
skatting og mangt annað.
Í tilfarinum verður ikki víst á
nakra serstaka loysn, men
skuldu tingmenn, tá verkið er
kannað, verið betri búnir at við-
gjørt eina nútímansgerð av allari
skattalóggávu okkara.
EF-såttmåli
Í felagsmarknaðarmálinum var
sum kunnugt politikkur lands-
stýrisins at samráðast fyri bestu
semdum, so langt vit rukku
uttan at binda okkum, og at
nýta alla ta tíð, vit høvdu ráð til
til at royna at broyta hugsunar-
hátt EF's viðvíkjandi fiskivinn-
upolitikki, soleiðis at skapt varð
fatan fyri okkara serliga tørvi.
Initiativid við sokallaða EF-
memorandumminum var dømi
um hetta, og er tað metan min,
at hesar samráðingar hava havt
týdning fyri úrslitið av samráð-
ingunum um handilssáttmálan.
Memorandummálið var orsek-
in til, at EF lovaði at umhugsa
teir tættir, sum hava avgerandi
búskaparligan og sosialan týdn-
ing fyri Feroyar av nýggjum, tá
úrslitini av havrættarstevnuni
fara at sýna seg.
Hetta og tað, at vit eru partur
av Danmørk vil vera gott stødi í
samráðingunum um framtidar-
handilsskipanir.
Seint á heysti 1973 metti
landsstýrið, at tíðin var komin
at fáa viðskiftið við EF í fasta
legu, og fingu vit áhugamál
okkara til viðgerðar á hægsta
stigi í EF við forsætisráðharra-
fundin í Keypmannahavn.
25. janur 1974 samtykti tingið
so einmælt uppskot landsstyris-
ins, at Føroyar ikki gerast
luttakari í EF, men at skipan
fekst fyri samhandilin.
Eftir henda dag hevur málið
nærum ikki verið frammi i
politiska tjakinum, hóast við-
skifti okkara við EF er eins stórt
mál nú sum fyrr
Tað er mær ein gleði at kunna
siga, at okkara handilsviður-
skifti við EF nú eru loyst á ein
hátt, sum eg trúgvi allir foroy-
ingar hava grund til at vera
nøgdir við.
Stødutakan løgtingsins førdi í
fyrstu syftu við sær, at EF-ráðið
4 februar iår gjørdi eina samtykt
um karmin av teirri skipan,
galda skuldi fyri innflutning av
føroyskum verum.
Ut frá hesum grundarlagi
hevur landsstýrið í samvinnu við
danska uttanríkisráðið tingast
við myndugleikar EF's um inni-
haldið. Grundsjónarmið lands-
stýrisins hevur verið at royna at
fáa í lag eina skipan, sum gevur
føroyskum útflutningi flestu
tollsemdir, men samstundi at
fyribyrgja slíkar sømdir frá før-
oyskari síðu afturfyri, at ungi
idnaður okkara kemur í vanda.
Uttan at gera av kann eg siga,
at úrslitið av samráðingunum er
gott. Tey flestu, men ikki oll av
okkara ynskjum um tollsømdir,
vunnu frama. Afturfyri skulu vit
minka innflutningsgjaldið fyri
grønmeti og frukt.
Skal i stuttum nevna høvuds-
tættirnar i skipanini, sum kemur
i gildi 1. september iår.
Teir eru:
Fyri tað fyrsta, at tey
upprunaligu EF-londini og Ír-
land lækka tollin fyri føroyskar
verur við 40% 1. september íár,
20% 1. januar 1975 og 20% 1
januar 1976. Um tey restandi
20%ini av verandi tolli skulu
fella burtur 1. juli 1977 skal
staða takast til seinni
Fyri tað annað, at galdandi
tollfrælsi í Danmark fyri inn-
flutning úr Feroyum heldur
fram.
Fyri tað triðja tollfrælsi í
Bretlandi frá 1. september íár
fyri flestu fiskaverur.
Fyri tað fjórða, at tollsømd-
irnar galda allar idnaðarverur og
flestu fiskaverur, sum í letuni
hava, og sum kunnu hugsast at
fáa tydning fyri føroyska út-
flutningin sum til demis fryst
flok, súrgað sildaflok og meira
vidgjørdar fiskaverur (verur at
koyra í pottin)
Fyri tað fimta, at Feroyar
afturfyri nevndu fyrimunir skulu
seta innflutningsgjaldið niður
við 10%'um 1. september íár,
20% 1. januar 1975 og 10% |
januar 1976 ialt 40% lækking
fyri grønmeti, blómur og
frukt innflutt frá EF-londunum.
Landsstýrið metir, at skipan-
in ber í sær eitt gott staði undir
útbyggingini av føroyskum út-
flutningi framyvir, ikki minst
fyri øktari viðgerð av fiskinum.
Higartil hevur tað verið torfert
vegna tollgarðar.
Byrðarnar, sum vit átaka
okkum við skipanini eru smáar
samanborið við fyrimunirnar,
sum vit fáa av henni. Landsstýr-
ið vil tí ein av fyrstu dogunum
leggja fyri tingið lógaruppskot
um lækking av innflutnings-
gjaldinum fyri ávísar verur.
Føroyar eru landið, sum meira
enn nakað annað hevur brúk fyri
samvinnu við aðrar. Upp á fólkið