leygardagur 16. november 1974síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
småtidindi
innanoyggja
Úr Klaksvík
frætta vit, at bátarnir róðu
dúgliga út fyrrapartin í vik-
uni, men hósdagin etlaði
hann veðrið og eisini gjørdist
streymurin rættuliga harður.
Mánadagin avreiddu fimm
dekksbátar til Kósavrikið og
lógu teir úr 2.200 upp í 4.800
pund á bát. Týsdagin av-
reiddu fýra dekksbátar úr
2.200 upp í 2.800 pund á bát,
og ein opin bátur avreiddi 800
pund. Mikudagin vóru fýra
dekksbátar úti og lógu teir úr
1.500 upp í 3.300 pund
Linubåtarnir Polarstjørnan
og Klakkur eru undir Islandi
Polarstjørnan er væntandi
um midjan næstu viku og
Klakkur seinast i komandi
viku
Nytt tidarrit
Seinast mikudag kom nyggja
tidarriti3 Kommunutidindi,
sum Føroya Kommunufelag
gevur ut. Endamålid vid tid-
arritinum er at upplysa folk
um kommunal vidurskifti og
umrøda kommunal mål. Blad-
ið kemur ut hvønn ársfjórð-
ing. Ritstjóri er Lassi Klein,
skrivari í Foroya Kommunu-
felag.
Real Madrid
trolari úr Grimsby, var á
Havnini mikudagin og tók
vatn.
Færri at keypa sild
Skotlandi.
Av Tvøroyri
frætta vit, at har er nógvur
fiskur at fåa hjå småbåtum,
tå tad vidrar. Fyrr i vikuni
fingu båtarnir upp i 800 pund
upp å snelluna. Tad eru einir
20—30 opnir bátar, sum
rógva út verður sagt.
Deksbátar við línu fáa
annars millum 2000 og 4000
pund upp á setuna.
Úr Hvalba
frætta vit, at útróðurin er
byrjaður aftur. Tveir dekks
bátar rógva við línu og hava
ligið um 4—5.000 pund upp á
dagin. Nakrir opnir bátar
rogva við snellu og hava góð-
an fiskiskap 6—800 pund
upp á snelluna.
Av ti at skeljaprisurin er
fallin so nógv í seinastuni
einar 6—7 kr. pr. kg.
verður onki gjørt við skelja-
fiskiskap í vetur, verður sagt
úr Hvalba.
Einir 4—5 mans arbeiða í
kolanáminum og liggja eini
30 tons av koli á goymslu.
Eyðurin var sera góður í ár,
verður at enda sagt úr
Hvalba.
brislingur
Herfyri fekk ein bátur úr
Kollafirði 15 tons av brislingi
í einum kasti á Skálafjorð-
inum.
NU!
Myndablaðið NÚ! fyri nov-
embur er útkomið.
Roknað verður við, at færri føroysk skip fara
at keypa sild í Skotlandi
ár. Eitt skip er í løtuni í Skotlandi og keypir
sild. Tað er Hólmur, sum Saltsølan hevur
leigað frá Landshandlinum.
Tað frættist annars, at tvey skip aftrat gera
klárt í løtuni til at fara at keypa sild i
ár enn undanfarin
sosialurin
Nr. 65 — 16. november 1974
Upp undir val ber til at siga
nærum hvat sum helst, ber til at
vevja allar åskodanir saman i
vavgreyt, sum ein sidan koyrir
nakað av átrúnaðarligum, ras-
istiskum og fasistiskum ella bert
chauvinistiskum ella kommun-
istiskum tilsetningi afturi.
Allar hesar yvirspentu undir-
tonar og hugsunnarhættir, sum
i verunleikanum eru ódemokrat-
iskir, ber til at bjóða fram sum
demokratiskur framferdarhått-
ur, og ber til at fáa demokratiið
fólkaræðið — at kjósa sær, og
ein, sum trýr upp á fólkaræðið,
kann bert siga við seg sjálvan,
at hasa ódemokratisku, rasist-
isku og tjóðskaparligu chauvin-
istisku umboðanina mást tú
royna at gera betur vart við eina
aðru ferð.
Tað er tí kanska vert nú
buldrið er av, at siga frá einum
sindur av ti, sum demokratiska
sosialisman umboðar.
Utopi, nakað tú droymir um,
men ikki kanst fremja, hevur
ofta verið sagt um hugsan sosi-
alista, og serliga teirra fyrstu,
sum út frá einum djúpt kristilig-
um sjónarmiði um bert at gera
mót ødrum tað, ein vil, hesi gera
móti einum sjálvum, fóru undir
at stríðast ímóti sosialum órætt-
vísi, tjóðskaparligari kúgan,
politiskum frammihjårættind-
um, imperialismu og bardaga
bólka ella landa millum.
Eisini teir, sum í fyrru eld og
áðrenn virkaðu fyri eini broytt-
ari framleiðsluskipan og vildu
skapa »størsta mát av lukku til
stersta talið av menniskjum«
vóru róptir utopistar, og hava
hugsanir teirra mangan verið
spottaðar av bæði verjum hjá
kapitalistisku samfelagsskipan-
ini og av teim, sum siga seg
byggja á eina visundaliga út-
grundaða sosialismu.
Eftir mínum tykki er einki í
gamla grundarlagnum, sum ein
eigur at tveita fyri borð, hóast
hugsunnarhátturin er einfaldur
og kastast kann eftir javnaðar-
monnum, at tað bert eru væl-
meinandi idealistar og romantik-
arar, sum kunnu leggja slíka
wgsan til grund fyri politiskum
arbeiði í dag
Vit vita, at Karl Marx hevði
ivassa uppgerð við hesar fyrstu
»utopistar«, og vit vita, at lut-
vist er eydnast sokallaðum liber-
alistum sum idag als ikki eru
iberalt hugsandi — við snildi og
dugnaligheit at júka fyri fólki, at
esin politikkur er bert fjas og
fjant og verunleikafjarur.
Hóast hildnir fyri spott, so
wøvdu fyrstu sosialistarnir dirvi
til at fara í holt við at arbeiða
fram ímóti ti samfelag, teir
trúðu á, at hugsa um, hvussu
hetta í roynd og veru kundi
skapast og at virka fyri at gera
tað til verunleika.
Teir høvdu dirvi til at gera at-
sóknir á tann verunleika, sum
samfelagið, ið tá var, gav, at
finnast at teim vidurskiftum, ið
Jógvan Arge
Hilmar Bech
Sigrid Dalsgaard
Atli Dam
Signar Dam
Birgir Danielsen
Hans Holm
Kjartan Hoydal
Heðin Klein
UM SOSIALISMU
I panelinum eru
Andrew Ísheim
Bárður Jacobsen
Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen
Steinbjørn B. Jacobsen Kári D. Petersen
Hans Jørgensen
Jacob Lindenskov
Sverre Midjord
Johan Mortensen
| hos? Isaksen Johan Hot Mortensen
tå valdadu, og konstruktivt at
åvisa leidir til samfelagid, har
felagsskapstankin vid med-
menniskjuni sum miðdepli var
tað berandi í stríðnum fyri at
taka burtur alt sosialt og
økonomiskt illgras og geva
næstanum og einum sjálvum
menniskjanslig kor.
Samfelagið, har eisini hin
kristni næstakærleikstankin var
grundsjónarmiðið, og har alt:
evni, arbeiði og framleiðsluam-
boð arbeiddu fyri heildini.
Samfelagið, har einki einstakt
individ ella einstakir bólkar áttu
serrættindi, sum kostaðu heild-
ini nakað.
Hetta var í stuttum gamla
grundarlagið, og tað er haldgott
enn í dag. Onkur vil vera við, at
vit eiga at venda aftur til hetta
grundarlagið og geva upp allan
kompromispolitikk og bert arb-
eiða út frá hesum, ongantíð at
rætta okkum eftir ynski veljar-
anna bert fyri at tekkjast teim-
um í letuni, ongantíð gera
akkord við mOtstødumenn, ið
kunnu fáa okkum av leiðini, um
tað so bert er fyri stutt skifti, tí
sosialisman er í sjálvum sær
andstødukend og vil ongantíð
finna seg í ti, sum gongur ímóti
heildini, hverjum tað so kemur
frá, fakfelogum, arbeiðsgevara-
feløgum, starvsmannafeløgum,
tænastamannafeløgum ella ødr-
um bólkum, sum kunnu trýsta
samfelagið.
Sosialisman, tå hon er ikki
bangin fyri at finna rótina hjá
illgrasinum, kann ikki blíva
annað enn konstruktiv í gerand-
ispolitikkinum. Heldur enn at
fylgja ynskjum bólkanna skal
sosialisman ala fjøldina upp til
at skilja, hvat politiskt og sosi-
Kristjan á Neystabø
André Niclasen
Johan Nielsen
Marita Petersen
Sigmund Poulsen
Axel Skoubo
John Smith
alt byggir upp ein sannan med-
menniskjansligan felagsskap.
At sosialisman ikki skal lata
seg trysta burtur frå heildarinn-
ar gagnsmålum, kann einhvør
vera samdur i, men tá sagt verð-
ur, at eingi kompromissir skulu
gerast, so kann eg ikki taka
undir, ti tad skerst ikki burtur,
at tad arbeidi, javnadarmenn,
sosialdemokratar kring heimin
— teir veri so meira ella minni
sosialistiskir hava fingid av
skafti, just gjøgnum ein kom-
promispolitikk vid so vid og vid
at sleppa eitt fotafet å sosial-
istiskari leid, hevur skapt stør
framstig til mesta bata fyri
fjøldina; men stavnhaldið skal
sjálvsagt vera óheft av bólka-
trýsti.
Sum nevnt er grundarlagið
enn haldgott, um amboðini
verunliga ikki eru tey somu.
Fyritreytirnar eru heldur ikki
tær somu, ti nógv av tí, teir
fyrstu sosialistarnir spáddu,
hevur segan prógvað var skeivt,
eins og segan hevur broytt sam-
felagsmyndina, Karl Marx setti
upp. Men at sjálv aðalkjarnan í
javnaðarpolitikkinum enn er
tað, sum sosialistiski inter-
nationali setti sum ideologiskt
grundsteði, kann eingin ivi vera
um.
Um tað grundarlagið, sosial-
istiski internationali varð endur-
reistur á, kann sigast fylgjandi:
1. At hóast tað ikki skerst
burtur, at hin kapitalistiska
skipanin ella liberalisman síðan
19. old hevur loyst út ómetaligar
framleiðandi kreftir, so er sam-
stundis stóri meirilutin av borg-
arunum avskorin frá at hava
nakra ávirkan á framleiðsluna.
Kapitalisman setti ognarrættin
yvir mannarættindini, hon
skapti ein nýggjan statt av
ognarleysum uttan sosial rætt-
indi. Hon gjørdi stættarstríðið
hvassari.
Hóast verðin skuldi átt nóg
mikið til eina sømiliga tilveru
fyri øll, so hevur kapitalisman
ikki verið for fyri at nøkta ta
mest grundleggjandi trongd og
tey mest einfaldu krøv hjá
fjøldini. Hon hevur ongantið
vist seg føra fyri at virka i
longdini uttan kreppur og arb
eiðsloysi. Hon framdi sosialan
ótryggleika og ein himnarópandi
mun millum fátæk og rík. Eisini
tók hon sær ti! hjalpar imperial-
istiska valdtøku, neydtøku og
koloniala eyðræning og hvesti
soleiðis stríðið millum tjóðir og
folkasløg. Í summum londum
hjálptu sterkir kapitalistiskir
bólkar tí forna barbarinum til at
reisa hevur aftur sum nazisma
og fascisma.
2. Tá ið sosialisman foddist í
Europu sum ein mótmælisrersla
ímóti ellum hesum, sum tað
kapitalistiska samfelagslagið ber
í sær, vóru tað arbeiðararnir,
sum vóru ringast fyri. Sosial-
isman vaks tí fyrst fram sum
arbeidararørsla, men sidan
gjørdist greitt fyri fleiri og fleiri
borgarum, tænastumonnum og
starvsmonnum, bøndrum og
fiskimonnum, handils- og hand-
verksmonnum, lista- og visinda-
monnum, at sosialisman eigur
lykilin eisini til framtíð teirra.
Sosialisman vendir sær tí til oll,
sum hava ta áskoðan ta
sannføring —, at ein menniskja
kann ikki nýta ella eyðræna eina
aðra.
3. Sosialisman roynir at frí-
gera fjøldina frå tí minniluta,
sum ræður framleiðsluamboðun-
Framhald á síðu 12