leygardagur 16. november 1974síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 65 — 16. november 1974
Val í Grikkalandi
Tann
17. novembur
fara grikkar til fyrsta
frælsa valið í mong år
Stríðið upp undir valið til
grikska tjóðartingið er upp á tað
harðasta um alt landið. Val-
plakatir prýða býirnar, og
valevni halda talur og fundir á
torgum og í hellum. Valstriíðið
hevur higartil gingið friðarliga
fyri seg, og løgreglan hevur ikki
verið noydd at leggja uppi, men
letur fólkið njóta politiska
frælsið. Tað vildi eisini verið
logið, um grikkar misbrúktu
støduna frælsu til beistagerðir.
Teir frøa seg og luttaka persón-
liga í fyrireikingunum.
Pressufrælsi
Serliga setur frælsa pressan dám
á valstridid. Blød, ið vórðu
bannað av Junta-stýrinum,
koma útaftur. Harafturat hava
nýggj blød sæð dagsins ljós.
Grikkar keypa fleiri blød og
fegnast um at kunna lesa blød
við ymiskum meiningum.
Hóast alt er ikki stóri munurin
á, hvat valevnini siga, krevja og
lova. Allir eru samdir um, at
limirnir frá Junta-stýrinum
skullu revsast. Viðurskiftini á
skullu loysast sum
Kypern
skjótast. Figgjarvidurskiftini
koma í rættlag. Samfelagið sum
heild betrast og sosialar krevj-
andi ábetur fremjast. Men
hvussu hetta skal gerast, verður
minni sagt um.
Kongadømid
Fråmtidin hjå kongafamiljuni er
eisini ein tåttur i valstriånum.
Nationaldemokratiska samgong-
an, flokkur teirra, ið halda upp á
skránna og politikkin hjá Junta-
stýrinum og Nýggi demokratiski
flokkurin hava flest kongasinn-
aðar — royalistar — sum limir,
meðan limirnir í hinum flokkun-
um fyri stersta partin eru tjóð-
veldissinnaðir. 45 dagar eftir
valið skullu veljararnir aftur til
valborðið. Tá skal støda takast
um framtíðina hjá kongademin-
um. Hetta er ein spurningur, ið
hevur stóran áhuga. men í løtuni
er hann skúgvaður til viks. Tær
6 milliónirnar hava annað at
hugsa um.
Flokkarnir
Nationaldemokratiska samgong-
an er lítil flokkur, ið hevur rikið
læruna hjá Junta-styrinum, sid-
ani tað fall síðsta summar.
Flokksleiðari er Petros Garou-
falias.
Eygleiðarar í Athen eru av tí
áskoðan, at skal fólkaræði í
landinum varðveitast, má sam-
arbeiði fara fram millum teir
sterstu flokkarnar: Nýggja de-
mokratiska flokkin, samtøkuna
Centrumssamgongan/Nýggjar
Kreftir, Tað panhellinistisku
Sosialistarørsluna og sosialista-
kommunistarørsluna Sameint
Vinstra.
Tann nýggi demokratiski
flokkurin — nýtt Demokrati —
er stovnaður av forsætisráðharr-
anum Konstantin Karamanlis,
ið vendi aftur til Grikkaland, tá
Papadopoulos legði frá sær, eftir
at hava liva í útlegd í 7 ár.
Flokkurin liggur høgrumegin
miðuna í grikskum politikki.
Stevnuskráin sigur, at flokkurin
er liberalur, meðan mótsteðu-
menn vilja vera við, at hann er
ógvuliga hegrasinnaður.
Í miðjuni er samtekan Centr-
umsamgongan/Nýggjar Kreftir.
Sjálv Centrumssamgongan er
myndað av fyrrverandi uttan-
ríkisráðharranum hjá Karaman-
Longu 45 dagar eftir tjóðartingsvalið skullu griksku veljararnir avgera, hvussu framtíðin hjá kongadøminum kemur at vera
Fagnaðurin var stórur, tá Junta-stýrið mátti
leggja frá sær
lis, Georg Mavros. Nýggjar
Kreftir er undir leiðslu av pro-
fessaranum loannis Pesma-
zoglou. Hendan samtekan rekur
javnaðarpolitikk og er sosialist-
iskt ávirkað av Pesmazoglou.
Longur til vinstru finnur tí
Ta Panhellinistisku Sosialista-
rørsluna. Oddamaður hennara er
hin kendi Andreas Papandreu.
Teir tosa nógv um tjóðarteku og
krevja, at alt samband við USA
og vestureuropeisku londini
verður kvett. Millum íðuligastu
viðhaldsmenninar er heimskenda
sjónleikarkvinnan Melina Mer-
couri, ið aktivt tekur lut í val-
striånum.
Uttast å vinstraveingi kemur
samskipanin av sosialistum og
kommunistaflokkinum (sum i
mong ár hevur virkað ólógliga,
til nú hann gjørdist lógligur og
tískil fær loyvi at stilla upp. Ein
at stuðlunum í samskipanini, ið
gjellari verður umreddur í næstu
grein, er tónaskaldið Theodo-
rakis.
Vinstrabólkarnir sam-
skipa seg í ein flokk
Til tjóðartingsvalið hava allar
vinstrakreftir savnað seg í ein
flokk — Sameint Vinstra.
Hesir bólkar, ið lítið hava for-
mátt sær vegna innanhýsis og
sinåmillum strid, eru: kommun-
istaflokkurin, vinstrasosialistar-
nir, tann reformistiski mótvegis
ti revolutionera bólkinum í
kommunistaflokkinum, bónda-
flokkurin eins og nakrir smærri
sosialistiskir felagsskapir.
Leiðslan
Hverjir eru so persónarnir, ið
standa aftan fyri Sameint
Vinstra? Tað er so at siga bara
nevn, ið fyrr hava verið at sæð í
grikskum politikki. Í leiðsluni
sita m. a. skrivarin í kommun-
istaflokkinum Harilaos Florakis,
formaðurin hjá vinstrasosialist-
unum Ilias Iliou, fyrrverandi
tingmaðurin Stavros Iliopoulos,
blaðstjórin. á kommunistiska
málgagninum Rizopastis, Grig-
oris Farakos, og arbeiðararerlu
leidarin Antonis Ambatielos
Harafturat kemur Mikis Theo-
dorakis, ið annars ikki ætlaði at
takast við politiskt arbeiði, men
fara aftur til Paris.
Stevnumið
Hovuðskrevini hjá Sameint
Vinstra er fyrst og fremst fas-
istisk burtursópan í statsumsit-
ingini og fyri tað næsta útliman
úr Nato.
Teir eru av tí áskoðan, at tað
framvegis eru ov nógvar leivdir
frá Junta-stýrinum, ið gera seg
raldandi. Hetta vísir m. a. fas-
istiska samansverjingin, sum
fyri stuttum var avdúkað.
Sameint Vinstra krevur av
stjórnini at slík fyribrigdi verða
kveistrað av vegnum. Haraftur-
at krevja teir, at øll tey, sum