leygardagur 16. november 1974síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 65 — 16. november 1974
arferðum við strendur
okkara. Ídnaðarnjósning
er einki nýtt fyribrygdi,
líka so lítið sum altjóða-
reglur finnast móti hesum iva-
sama virksemi. Forvitnisligt
hevði tað sostatt verið at fingið
at vita, um menn longu hava av-
merkt ekið vestan fyri Eiðið sum
verandi meguligt oljuøki, tí
nevndu ristingar kundu eins væl
stava frá royndarspreingingum
á botninum í nánd av landi.
Ristingarnar eftir slíkum
royndarspreingingum, sum
verða alt meiri nýttar til
oljuleitan, geva við nútímans er-
fínum lurtingartólum heilt góða
mynd á dýpi og tjúgd á teimum
ymsu jarðar- og meguligu olju-
legum undir havbotninum, og
sera óhugsandi er tað, at
oljufeløg, sum hava til taks øll
hugsandi leitingartól, seta á at
bora á okkara dýpi uttan undan-
gangandi leitingar. Hann, sum
leitar, skal finna, og eitur tað
eisini leitingar- og grevstrar-
loyvi, men munandi hugagóðari
munnu teir fara at leita, sum
longu meguliga hava eina hyll-
ing av, hvar leitast skal.
Meg nervar tað ikki stórvegis,
um als einki er í hesum stór-
tíðindum um eitt møguligt før-
oyskt Klondyke, og munnu
álvarssamir og sinniligir feroy-
ingar flestallir nøra ræðslu fyri
teimum samfelagsbroytingum,
okkum verða fyri, um hald er í
hesum tíðindum, antin vit draga
svarta gullið upp av grunni ella
ikki.
Svartasta afturhald hesum
máli viðvíkjandi man vera fræg-
asta staða at taka, heldur enn at
geva eftir fyri loysnum, sum
helst lutvís verða trokaðar inn á
okkum uttanifrá. Hetta sama
afturhald hevur tíanbetur ikki
sermerkt okkara áleið komnu
tjóð hesi seinastu árini, men í
fyriliggjandi føri kunnu vit ikki
sýna ov mikið varsemi. Lættliga
kundi tað hent, at ávís oki bert
eftir faum árum vóru broytt frá
hugnaligum bygda- og byar-
samfelogum til frumskógarkend
ar byggingar av oljuidnadar-
stoðum og skøkjuhusum, um
leyst varð givið, fyri ikki at tala
um tað fremmanda arbeiðsfólk-
ið, sum lættliga kundi kollrent
ungdómanna hugmyndir um
innihaldið av eini mannsemandi
foroyskari lívsforslu. Húsaleigu-
spurningurin er annar táttur av
somu sek, og vildi hesin nervað
okkum munandi meira, enn tað
vána árin tjóðini longu hevur
verið fyri orsakað Nato- og
Marinuhermannaíbúðunum i
Havn, sum i alt ov stóran mun
er tilhaldsstað hjá fávitskutum
bygdateysum, sum „einki hava
at fara til«, sum tær siga og
oðrum floksum, sum eisini finn-
ast í Havn.
Onkur, sum helst vil gera seg
betri, enn hann er, kundi hugs-
andi sagt, at slíkt er racistisk
hugsan, men tað verður harvið,
tí eitt samfelag, sum ikki til
fullnar grundar virkismet og
politiska stavnhald sítt á lands-
ins møguleikar og íbúgvar tess
aleina, kann eins væl breiða
oman yvir seg sum tjóð, tað veri
seg sum sjålvstødur ella sum
lutur av ødrum riki.
Ivaleyst kundu vit vunnið
hópin av peningi, um oljuidn-
aður veruliga tók seg upp heima
hjá okkum. Møguliga kundu vit
eisini tey fyrstu árini lært
okkum at liva við dálkingini av
landi og sinnum okkara, um vit
soleiðis kundu livað, sum okkum
lysti, í leti og tervandi medviti
um framtíð okkara. Sovið til
eftir middag, farið upp, etið eina
búrmáltíð av innfluttari blikka-
foði við velskum legi afturvið og
lættkløddum dimmleittum tæn-
astuternum, sum brosandi
sveimaðu til og frá, fyri síðan,
eftir tvátt og limamýkjan í egnu
svimjuhøllum okkara, at verið
borin oman til næstu spælihol-
una ella náttklubba, sum nú
sjálvandi eisini eru opnir um
dagin, og so sessast við eðrum
patrónum við roulettina, alt
meðan prátið gongur um gullið,
sum nú hópar seg upp í stokka-
stovuni í Tinganesi og berg-
holinum suðuri í Hvalbæ, tey
seinastu morðini í Oljubø, um
loyniskipið, sum fyrradagin
legði at boristødini Texacoshark
II við skambyrsufarmi, ónæra-
kykmyndum og nýggjum kvinn-
ufarmi til teir arbeiðandi, um
væleydnaðar mutursroyndir við
politikkarum, tær nýliga inn-
fluttu go go- og vembrahirsandi
dansarindurnar, sum hverjar í
sínum lagi av gullsetta pallinum
litir.
brókavídd. Cordial
góðar.
PÍ.
hjá
Telf. 11395
S.
Klædningar
Nýkomið er stórt úrval av klædning-
um til ungar menn, smartir við víðum
brókum og uppslag, nógvir vakrir
Til teir tilkomnu hava vit landsins
størsta úrval i klædningum, sámulig
Twist, ull
terylene og nógvir litir.
Jakkar og buksur, ið hóska til, er
eisini nýkomið í stórum úrvali.
HARROW skjúrtur, vakrar og hald-
og
Baðikápur (frotté) kr. 108,00.
Úrval verður sent á bygd.
Torshavn
ALT TIL MANNFÓUK...
vid eggjandi eygnabløkum og
talandi limaburði royna at tekkj-
ast tí ríkasta sum best, og púra
rætt, hesin vendist frá spælinum
og milliónunum til dekkleitta al-
fonsin ella skøkjuånaran fyri at
tingast um kostnaðin á eini
ávísari, sum hevur víst sterri
hegni enn hinar í royndunum at
holva litfarnu rangu sína út. Tað
sama dag um dag, deyður fuglur
í fjørunum, eingin bátur á firdin-
um, klógv sæst ikki í haganum
longur, eingin bøur hoyggjaður,
ongar retur at stjala hjá óvitun-
um, innflutt hundatvest er nú
bert fyri tey rikastu, oydibjørg,
tómar kirkjur og samkomuhús,
fuglasjongur eingin, hin einaferð
so stásiligi skipafloti okkara
liggur og ferst í rusti inni við
Hulkin, flaka- og frystivirkini
larra so dánt, men einans fyri
at halda koldum innflutta blikk-
amatinum, duga ikki longur at
siggja blómurnar spretta og
kenna anga teirra ti nú virðis-
meta vit alt eftir útlendskum
máti, og tjóðarinnar áður so víði
sjónarringur treingist nú alsamt
til viddina á teimum oljuopnum,
sum uttan íhald goysa okkum
svarta gullið upp av grunni.
Hetta er ikki dámadagstala
burturav, men beiskur veruleiki,
um vit ikki í hesum máli hjálptir
av fedranna arvi fóta okkum,
sum tað semir seg frilyntari
tjóð.
Helst man tað vera ynski-
hugsan at halda, at vit av ein-
tingum fara at megna at halda
aftur oljuvirksemið á okkara
leiðum, um hald veruliga er í
hesum tíðindum um foroyska
olju, serstakliga um hugsað
verður um, í hvønn mun vit eru
heftir av umheiminum, tað veri
seg handilsliga, peningaliga
(Danmerk) og verndarliga ella
hernaðarliga, hóast hetta sein-
asta er ímóti fólksins og tingsins
vilja. Men til tess at standa
betur brynjaðir móti tí ágangi,
sum verður at koma, eiga vit frá
skrivandi stund at fara undir
umfevnandi ábetur landbúnað-
inum og orkuni viðvíkjandi fyri
soleiðis at loysa tað haft, sum
tað má kallast, tá tjóð er matliga
bundin av oðrum. Eisini må tað
haldast at vera mannminkandi
livsførsla fyri tjóð sum okkara,
at vit ikki fyrst av ollum troyta
allar = vinnuligu = møguleikar
landsins, áðrenn vit leita okkum
til útlondini við breyðposanum,
og síðan seta okkum í skuld fyri
neyðsinjaðar- og óruddisverur,
sum vit lutvis kundu framleitt
sjálvir, og enn minni kunnu vit
loyva okkum at tala hart um
mannarættindi og matverupoli-
tikk á millumtjóðastigi, so leingi
vit ikki sjálvir troyta allar
møguleikar landsins, til tess at
skapa innihaldsríkastu arbeiðs-
umstødur fyri landsborgarar
okkara. Tað er hóast alt royndur
lutur at siðmenningarligu sterk-
astu londini eru tey, sum miða
fram móti sjálvhjálp á ellum
okjum, og er tað eyðsæð, at
landbúnaður og fiskiskapur er
miðdepulin í slíkum sjálvsræðis-
politikki hjá småfeløgum, sum
hava atlogur til hesar vinnur.
Kendur norskur rithevundi helt
einaferð fyri, at rættin til at
búleikast á hesi jarð høvdu ein-
ans tey, sum samvitskufullt
røktadu jørdina og sjógvin.
Uppbýtið er meguliga heldur
Framhald á síðu 11