mikudagur 20. november 1974síða 4
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Stubbar úr USSR
Norðsjógvurin í vanda
Norðsjógvurin og Írska havið
hoyra til tey mest oljudálk-
aðu havekini, og tær loyvdu
dólkingarnogdirnar eru langt
síðan lagdar afturum.
Henda ávaring kemur frá
dr. Anatolij Simonov frå
Havfrøditænastu Sovjetsam-
veldisins. Hann hevur kann-
að Norðuratlantshavið og
europeisku smáhevini. Mill-
um tey serliga illa dálkaðu
økini eru eisini Tyrrenska
havið vestan fyri Ítalia og
Biscayavíkin.
Vandi er fyri, at
dálkingin breiðir seg
Alt ov stórar negdir av olju,
kviksilvuri og eðrum fremm-
andum evnum finnast í sjón-
um við europeiskar strendur,
sigur Simonov.
So hvert sum idnadarfram-
leiðslan veksur, økist vandin
fyri at dálkað vatn úr áunum
og fram við strondunum skal
breiða seg til tey opnu høvini.
Longu nú er vandi fyri, at
hetta kann henda við Norður-
atlantshavinum og nærliggj-
andi pørtum av Norðuris-
havinum.
Hvat
kann verða gjørt?
Oceonografiska nevndin í
Sovjetsamveldinum hevur út-
arbeitt eina millumlanda skrá
fyri eftiransing av vanda-
miklum evnum. Uppskotið er
lagt fyri Millumlanda oceano-
grafisku nevndina á stjórnar-
stigi. Eftir uppskotinum
skulu havgranskingar gerast
eftir fastari skipan bæði á
opnum havi og fram við
strondunum.
Simonov leggur stóran
dent á, at hesar granskingar
verða samskipaðar og fara at
umfata bæði vedurfrødi, hav-
frødi og livfrødi. Umframt
sjálvan sjógvin skulu rann-
sóknarmenninir eisini kanna
fiska- og plantulivid og
botnin.
Tað er eisini ein treyt fyri,
at henda eftiransing kann
verða til nakra hjálp, at lond-
ini rundan um tey nevndu
høvini gera sitt til at minka
um útveitingina av skaði-
ligum evnum í havið.
Eystursjógvurin
kann bjargast
Londini rundan um Eystur-
sjógvin hava fyri kortum
gjørt sáttmála um forboð
móti at dálka hetta sera við-
kvæma inn-hav. Sovjetsam-
veldið hevur samtykt sera
strangar reglur móti hav-
dálking og náttúrudálking
yvirhevur. Allar sovjetskar
havnir hava serlig skip at
reinsa sjógv við (oljuslúkar),
og oll sovjetsk tangaskip eru
utgjørd sambært millumtjóð-
asáttmálanum um havdálk-
ing frá 1954.
NATO leggur
øktar hernaðarbyrðar
á Holland
skrivar Jurij
nn at NATO nú
hevur noytt Holland til
hækkingar í hernaðarútreiðsl-
unum, sum geva landinum
tungastu byrðar til hetta
»Pravdu«
endamål, sum nakrantid hava
verið i fridartid. Hollendsku
hernaðarútreiðslurnar verða í
1975 meir enn 1 milliar gyllin
hægri enn í 1974.
Bidstrup heiðurslimur
Danski teknarin Herluf Bid-
strup er á hátíðarhaldi í
Moskva kosin til heidurslim í
Sovjetska Listaakademiin-
um.
Sum lágtflúgvandi
jetflogfar
Í bygdini Gorlovka í Sovjet-
samveldinum hoyrdu fólk um
sekstidina seinnapartin tann
17. juli í ár eitt undarligt ljóð,
sum mest minti um jetflog-
far, sum fleyg ov lágt. Fá
sekund eftir brast ein steinur
niður í jørdina, eftir at hann
fyrst hevði kvett nakrar
greinar av trøunum nærhend-
is. Ein arbeiðsmaður fann
steinin, sum var farin langt
niður í jørðina. Jardfrødingar
komu til, vigaðu steinin (3
kg), søgdu hann vera meteor-
itt og sendu hann til Moskva
til gjølligari granskingar.
Steinurin i Gorlovka er
meteorittur nr. 147, sum er
funnin og békførdur hesi 200
årini, sum farin eru sidan
russiskir vísindamenn fóru
undir at kanna hesi sendiboð
úr rúmdini.
sosialurin
Tíðindi úr norðasta Kina B
Tit heima i Føroyum vita nokk
ikki so mikið higani, men nú skal
eg royna at ga eitt sindur av
tiðindum higani av landi.
Her hevur beint ni verið val,
og her sum eg eri staddur eru
tvær grannabygdir, onnur eitur
Skopje og hin eitur Sandje.
Sandjebúgvar og Skopjebugv-
ar sita sera illa um sátt, men nú
til valið hevdu teir tó eint seg
um at stilla hvenn sin main
upp, Sandjebúgvar settu ein
skeggmann fram, meðan Skopje-
menn settu ein sjómann á listan,
og tá báðar bygdir eru fiski-
mannabygdir, so roknaðu
Skopjemenn tað sum í pottinum,
at teir fingu sín mann inn, tí
skeggmaðurin hjá Sandjebúgv-
um var bara flugufiskari.
Men, ikki veit eg hvussu hev-
ur verið atborið og ikki uttan nú
Nr. 66 — 20. rovember 1974
ið yvirstaðið er, kom skeggmad-
urin inn, og nú er alt á rokinum;
seinast vit frættu hevdi knivur
verid å lofti å Sandje, og her i
Skopje, hvar vit hava ligid vid
skipinum, gekk so harðliga til á
havnarøkinum, at skiparin beyð
okkum at rýma.
Skeggmaðurin, ið sigurharri
skuldi vera, segðist ikki vera
sæddur, síðani valið, tí hann
ræðist fyri at partamenninir
skulu læsa seg í skeggið á hon-
um, og riva kjøt og kjálkafyllu
av, á sama hátt sum gekkst
Brúsajokli á sinni.
Ja, so er vorðið her í norðasta
Kina, sovorðið sker ikki har
heima i Føroyum, Gud havi lov.
Her umborð veit alt væl við
Heilsa har heima!
Rólant Olivantsson
000
Ein tøkk
til Jákup Lindenskov
landsstyrismann
Endiliga glogvadi tad i onkrum
her, tad gleddi meg at lesa tad,
tygum skriva, og tygum skulu
hava stóra tøkk fyri tað.
Nú hava nógv fólk sagt sína
hjartans meining um óskilið í
býnum, serliga tey, sum ikki
eiga born, hava sagt heilt nógv,
hvussu tað eigur at vera og hvat
kann gerast, tey, sum ikki eiga
børn, vita eisini hver hevur
skyldina av, at ungdómurin er
sum hann er.
Vit eiga ein »vanskeligan«
son. Pápin sum teir flestu pápar
her á landi, er sjómaður, so havi
eg roynt einsamall, og tað hevur
ikki verið lætt. Sum mamma
sær ein heilt eðrvísi upp á slíkt,
ti man er góður við »ofrid« fyri
bandittum, brennivinsseljarum,
hasjseljarum og horuhúsum, og
ikki minst fyri samvitskuleysum
politistum. Í mínari neyð vendi
eg mær til politiið, men teir
kundu einki gera, teir stóðu
hjálparleysir, teir høvdu nokk
ikki verið so hjálparleysir, um
tað vóru nakrir hundar, sum
fóru út at friggja, tá meta teir
upp í uniform við salatfatinum,
tá eru teir ófera raskir, men tað
er bara tvær ferðir um árið, tey
ungu rekast úti 365 kveld um
árið, so teir skuldu havt nokk at
gjørt.
Nei, ødrvisi hevði tað verið,
um landfútin hevði givið poli-
tistunum boð um at farið úr
hasum bilinum og gingið úti á
gotuni, ordiliga vist seg, so
høvdu børn og ung havt respekt
fyri teimum. Nu siggja tit heilt
låturligir út, tá tit einaferð reisa
tykkum, stívir og rukkutir.
Og hvussu við ferðsluni? Jú
kl. 12 og kl. 17 rekja teir eini
tvey ella trý gøtuhorn, annars
ikki, bilar parkera allastaðni,
sjálvt mitt á hornum.
Landfúti og politistar, komið
bara út á getuna og vísið at tit
duga at arbeiða, og fram um alt,
gangið undan við einum góðum
fyridomi við tykkara egna lívi,
eingin kann læra onnur tað, ein
ikki dugur sjálvur. Verið be-
stemt við tey ungu, men herð og
illsint orð duga ikki.
lin mamma
000
Metingar eftir valid
Harri bladstjori! Set mær hetta i
bladid sum minar, ikki flokksins
metingar.
Ja, nå er henda mikla orrust
av, og hvat siga kjósingarnar?
Jú, tær siga tað, at bæði javn-
aðarflokkurin og sjálvstýris-
menn fingu dygga álitisváttan
frá veljarafjøldini.
Hjá sambandsmonnum gekk
vánaliga, tó teir spentu seg út
sum aldri fyrr.
Tað er at harmast um, haldi
eg, at tann klóki álitismaðurin
Trygvi Samuelsen varð út-
skumpaður av tí manni ið kom í
staðin — men kanska hann verð-
ur at roynast frægari enn hann
hevur víst seg til henda dag,
framferðin hevur higartil verið
sera ódámlig.
Handa hexabrúna-jaxtranin
frá manni sum Jørmundi Våga-
dal var tvieggjad — Ætlanin var
líka nógv vend móti missións-
manninum Vilhelm Nielsen, tó
hann ikki var nevndur, sum móti
javnaðarmonnum, men úrslitið
royndist meira enn soltið —
sambandið misti manni í Vág-
um. Leon Joensen, ein mann ið
er virdur víða hvar — men ti-
betri fingu teir ikki henda polit-
iska jesuittin istadin, og tað eiga
teir at fegnast um; tílíkir menn
mugu ikki sleppa um tinggátt,
hvønn flokk teir so siga seg at
umboða, teir eru skaðafuglar
teir hoyra bókabálstíðini hjá
R
Ø
Y
sjålvum Hitleri tu — og hetta
útinna teir í Guds heilaga navni!
Teir umboða svartasta miðeld-
ina í 1974.
Tað eru sanniliga góð fólk inn
an fyri indremissión, millum
baptistar og kirkjufólk av yms-
um slag, men Jørmund Vågadal
umbodar bara svartastu reakti-
én, men vit skulu sjálvandi
royna at bera yvir vid tilikum
manni — Johan Huss bað eisini
fyri kellingini ið bar við til bálið,
hann sjálvur skuldi brennast á
hon neyðardýrið, helt seg tæna
Gudi, hon visti ikki betur.
Um tjóðveldið er lítið at siga,
hasin sigurin er tað menn plaga
at taka til, ein pyrrhus-sigur,
har er jú sum í Runsival, hver
mót ødrum slæst, ákærur um
falskar undirskriftir og tílíkt, so
har er at halda seg frá, og ikki
koma sær í sjálvt vepsareiðrið,
har er sum sigst í Britu-visu
»Hos djævlene der inde«.
Men nu er at sleikja sårini og
halda áfram við ti avbara góða
landsstýri vit hava havt, men
tað må vera ein Ofråvikilig treyt,
at javnaðarmenn fara einki stýri
upp í, hvar Atli Dam ikki situr í
løgmanssessinum.
So nú síggja vit, hvussu leikur
fer.
Javnaðarmaður
do
Pt. 1 F. KJALBRO
baikt FØROYA