Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. juni 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 111 - 14. juni 2002 Nr. 111 - 14. juni 2002 11 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Stjala nógvan fisk Russisku myndugleik- arnir hava nú sett sær fyri at fara í hernað ímóti teirri russisku mafiuni, sum hevur rikið umfatandi ólóg- liga fiskivinnu, síðani Sovjetsamveldið datt sundur. Mafian hevur ein hóp av trolarum, sum fiska ólógliga. Trolararnir royna ser- liga í russiska partinum av Kyrrahavinum, og tá eftirlitið ikki hevur verið nóg gott, hevur flotin hjá mafiuni ov- fiskað fleiri týðandi stovnar. Trolararnir hjá mafi- uni landa sum vera man ikki fiskin til tær russ- isku verksmiðjurnar, men allur fiskurin fer av landinum. Sambært russisku myndugleik- unum er tað serliga Jap- an, sum keypir tann ólógliga fiskin. Ein meting hjá myndug- leikunum sigur, at tann ólógligi fiskaútflutn- ingurin til Japan hevur summi ár verið sjey ferðir størri enn tann lógligi. At stovnarnir eru ov- fiskaðir, og at fiskurin ikki kemur upp á land hevur havt við sær, at ein hópur av fiskavirkj- um fram við russisku kyrrahavsstrondini eru farin á heysin. Fyri smáum tíggju árum síð- ani komu fleiri milli- ónir tons av fiski upp á land her, men í fjør var nøgdin bara hálv onnur millión tons. Tað hevur havt við sær, at umleið 40 prosent av arbeiðs- plássunum í fiskaídn- aðinum eru horvin eftir bert fáum árum. Men nú hava russisku myndugleikarnir sett sær fyri at fara í her- naðímóti mafiuni. Samráðingar millum russar og japanar hava havt við sær, at í framtíðini skulu russ- iskir trolarar, sum landa í Japan, hava skjala- prógv, sum skal vísa, at fiskurin er fiskaður lógliga, og at myndug- leikarnir hava loyvt trolaranum atfara av landinum at landa. Spurningurin er so, um mafian klárar at snúgva sær uttan um skipanina. Aðrastaðni er í hvussu er ikki ókent, at mafian hevur rættiliga gott samband við embætisverkið og á tann hátt kann útvega sær neyðugu loyvini. Úr Norðurlondum: Bondevik kann fáa bót Norski forsætisráðharr- in kann vænta sær bót, tí hann breyt galdandi lóg, tá hann tók tvey fílabein við sær til Noregs. Forsætisráð- harrin hevði verið á vitjan í Nigeria, og har valdu vertirnir at heiðra gestin við at geva hon- um tvey fílabein sum minni um ferðina. Bondevik tók fíla- beinini heim við sær, men tað er ikki loyvt at hava tílíkt við sær til Noregs. Málið er mett so mikið álvarssamt, at tað nú er endað hjá løg- regluni. Ein talsmaður hjá løgregluni sigur, at uttan iva verður ákæra reist í málinum, tí talan er um eitt greitt lógar- brot, men spurningurin tykist vera, um ákæran skal reisast ímóti Bondevik sjálvum ella forsætisráðnum. Sjálvur hevur Bonde- vik sagt, at tað var ikki hann persónliga, sum tók ímóti gávunum frá nigerisku vertunum, men sendinevndin, sum var við honum. Hann hevur annars sýtt fyri at gera fleiri viðmerk- ingar til málið, so leingi løgreglan kannar tað. Nýta ikki fyribyrging Ein kanning í Danmark vísir, at næstan helm- ingurin av teimum ungu nýta einki fyri- byrgjandi, tá tey hava samlegu. Hetta ørkyml- ar læknarnar, sum hava staðið fyri kanningini, tí í einati tilsvarandi kanning miðskeiðis í nítiárunum nýttu meiri enn 70 prosent av teim- um ungu okkurt fyri- byrgjandi. Læknarnir siga, at tey ungu læra minst líka nógv um fyribyrging í skúlunum nú sum tá, so tað er ikki vantandi kunnleiki, sum ger, at tey ungu eru vorðin meiri líkasæl. Fann vápn Ein maður í Oslo gjørd- ist rættiliga ovfarin, tá hann nú ein dagin kom fram á eina rúgvu av vápnum á einum par- keringsplássi. Maðurin boðaði alt fyri eitt løg- regluni frá, og tað vísti seg, at tað snúði seg um ikki minni enn trettan kassar við maskinbyrs- um og øðrum vápnum. Løgreglan sigur, at vápnini vórðu rænd úr einari vápnagoymslu hjá herinum í apríl. Prógvini ímóti ameri- kanaranum, sum er undir illgruna fyri at hava ætlað at gera eina geiðslavirkna bumbu, eru ógvuliga veik, sigur verji hansara YVIRGANGUR Árni Joensen Próvtilfarið ímóti ameri- kanaranum Jose Padilla, sum sambært myndugleik- unum ætlaði at gera eina geiðslavirkna bumbu, er ógvuliga veikt, og skjala- tilfarið hjá ákæruvaldinum er í stríð við amerikansku grundlógina. Tað sigur verjin hjá Jose Padilla, Donna Newman. Amerikansku myndug- leikarnir halda uppá, at Jose Padilla ella Abdullah al-Mujahir, sum hann nú kallar seg, ætlaði at gera eina geiðslavirkna bumbu og at spreingja hana í høvuðsstaðnum Washing- ton. Ákæruvaldið sigur, at Jose Padilla er ein fíggindi hjá USA, og at hann tí ikki hevur tey vanligu rættind- ini, sum rættarskipanin annars tryggjar fólki. Ákæruvaldið er tó gingið við til, at maðurin kann fáa løgfrøðiliga hjálp. Donna Newman, sakfør- ari sigur, at próvtilfarið, sum ákæruvaldið hevur lagt fram, hevur til endamáls at tryggja, at tann tikni kann haldast í varðhaldinum í óásetta tíð. Sjálv ætlar hon sær at royna próvtilfarið í rættinum, tí hon ivast ikki í, at tað stríðir ímóti grund- lógini. Meðan amerikanarar stríðast við tann størsta skógareldin nakrantíð í statinum Colorado, stríðast kinesarar við eina ógvusliga vatnflóð í Shaanxi-landspart- inum NÁTTÚRU- VANLUKKUR Árni Joensen 400 sløkkiliðsmenn, flog- før og tyrlur royna dag og nátt at fáa tamarhald á tí ógvusliga skógareldinum tætt við býin Denver í amerikanska statinum Colorado. Í gjár gjørdu myndugleikarnir av at boðsenda 800 sløkkiliðs- monnum afturat. Eldurin í Colorado kykn- aði eftir øllum at døma á einum tjaldingarstaði tætt við Rocky Mountains. Eldurin breiddi seg skjótt og er nú tann ringasti, sum nakrantíð hevur verið í Colorado. Turkur hevur verið har á leiðini leingi, so eldurin festir í alt, sum fyri er, og tann fríski vindurin ger tað næstan ómøguligt at forða eldinum í at breiða seg. Sambært myndugleikun- um eru meiri enn 20 hús farin upp í royk, og meiri enn 2.000 onnur hús eru í vanda. Í gjár vareldurin komin tætt at tí lítla býnum Roxborough, og myndug- leikarnir mæltu teimum 13.000 fólkunum, sum har búgva, til at fara úr býnum. Tað ger ikki arbeiðið hjá sløkkiliðsmonnunum lætt- ari, at fleiri aðrir skógar- eldar eru kynkaðir í Colo- rado seinastu dagarnar. Vatnflóð í Kina Í kinesiska landspartinum Shaanxi hava í minsta lagi 124 fólk latið lív, og næstan 300 eru horvin í einari ógvusligari vatnflóð. Í g rannalandspar tinum Sichuan eru 24 fólk drukn- að, og 13 eru ikki komin afturíaftur. Umleið 500 hús eru oyðiløgd, og 1600 hek- tarar av landbúnaðarjørð standa undir í vatni. Mynd- ugleikarnir siga, at tað er at kalla vónleyst at bjarga fólki nógvastaðni, og teir bera ótta fyri, at umleið 10.000 fólk fara at missa hús og heim. Tað regnaði av grimd í teimum báðum kinesisku landspørtunum seinasta vikuskiftið, so fleiri áir fóru upp um áarbakkarnar. Tað nógva vatnið hevur oyðilagt vegir og jarnbreytir, og tí er sera trupult hjá bjarg ingarliðunum at koma teimum neyðstøddu til hjálpar. Veik prógv ímóti bumbumanni Eldur í USA, vatnflóð í Kina Meiri enn 1.000 sløkkiliðsmenn við flogførum og tyrlum royna at basa skógareldinum í Colorado Mynd: Reuters EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen Eystanstevnan, sum verður hetta vikuskiftið, verður sett leygardagin kl.13.15 av HansPeturi Ellingsgaard, formanni í mentunar- nevndini hjá Runavíkar býráð. Við setanina spælir Nes Sóknar Hornorkestur, og Eystankórið fer at syngja. Á midnátt leygarkvøldið verður midnáttarsamkoma á Torginum, har Eystan- kórið aftur fer at syngja, og Edvard í Skorini Joensen fer at halda røðu. Tá verður eisini felagssangur, og fýrverk verður skotið. Tað verður býráðsfor- maðurin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, sum fer at handa steypini á Torginum eftir kappróðurin, sum byrjar kl. 15. Eftir steypahandanina syngur Eivør Pálsdóttir. Áhugaverd skrá Í skránni fyri eystanstevn- una er annars hópur av til- tøkum, bæði til gamans og álvara. Stevnan byrjar í kvøld kl. 18, tá ið ítróttarfelagið Roysni skipar fyri renni- kapping. Fyrst fara børnini at kappast, síðan tey vaksnu. Tivoli letur uppá stevnu- økinum kl. 19.30, og hesaferð standa tjaldini á parkeringsøkinum framm- an fyri Leikabúðina. Samstundis, sum tivoli letur upp, verður eisini eitt barnatiltak á Torginum við brandbilum, løgreglubilum, løgreglumotorsúklum og sjúkrabilum. M’a Blues- band fer at undirhalda. Kl. 19.30 verður dreingjafótbóltur, og kl. 20.00 verður hondbólts- dystur í Ítróttarhøllini millum landsliðið og eitt pressulið, sum fjølmiðlar- nir hava sett. Útikonsertin fríggja- kvøldið, sum ætlandi verð- ur á Torginum við ymiskum gospelbólkum, byrjar kl. 21. Viðrar ikki, verður konsertin í Missiónshús- inum á Glyvrum. Konsert og dansur Kabarett verður í Glyvra skúla kl. 21.30, og kl. 23 byrjar tann stóra eystan- stevnukonsertin á P-økin- um omanfyri Brotið. Har fara bólkarnir, Týr, Click- haze og Diatribes at spæla. Samstundis, sum kon- sertin verður omanfyri Brotið, verður ungdóms- diskotek og dansur í Støkk- høllini, har bólkurin Sic fer at spæla Vit fara at venda aftur til skránna fyri leygardagin og sunnudagin í Sosialinum í morgin; skráin er annars prentað í blaðnum í dag. Ein skúlaflokkur úr Glyvra skúla var eina áhugaverda ferð í Hirtshals um mán- aðarskiftið, mai/juni. Her heystaðu næm- ingar, lærarar og foreldur fruktir av tí vinarbýarsamstarvi, sum er millum Runa- víkar kommunu og Hirtshals kommunu. - Hetta var ein frálík ferð, sum vit øll fingu nógv burtur úr, sigur ein av lærarunum, Magnus Rasmussen. UTTANLANDSFERÐ Vilmund Jacobsen Næmingarnir, sum ganga í 6c í Glyvra skúla, eru nýliga komnir aftur av eini sera væleydnaðari og læru- ríkari uttanlandsferð í Danmark. - Vit valdu at fara til Hirtshals, tí Runavíkar kommuna og Hirtshals kommuna hava havt vinarbýarsamstarv í fleiri ár. Eingin okkara ivast í, at hetta valið var rætt, tí í Hirtshals stóðu tey næstan á høvdinum fyri okkum. Magnus Rasmussen, ið er ein av trimum lærarum, sum var við á ferðini, sigur, at fólk vóru sera blíð og fyrikomandi. - Vit búðu ókeypis í Hirtshals, og borgmeistarin í býnum bjóðaði okkum øllum í ráðhúsið, har hann prátaði við okkum. Her fingu vit eitt træ heimaftur við, sum nú verður plantað til eystanstevnuna, sigur hann. Við á ferðini, sum byrjaði 24. mai umborð á Norrønu og endaði aftur á bryggjuni í Havn, 3. juni, vóru eisini fýra mammur at børnunum í 6c. Primusmotorur aftanfyri hetta stóra tiltak, sum møtti so stórari vælvild, bæði her heima og í Danmark, er Jákup Mortensen, sum er flokslærari hjá hesum flokki. Áhugaverd støð Magnus sigur, at tey vitjaðu nógv áhugaverd støð á ferðini. - Vit vitjaðu eitt nú Norð- sjóvarmuseumið og Ørne- reservatet, og vit vitjaðu eitt sonevnt Bunkaramuse- um, sum vit hildu vera serstakiliga áhugavert. Hann sigur, at tað vóru týskarar, sum lótu byggja sonevndar bunkarar undir krígnum. Hesir eru bygdir undir jørð, móti vestur- strondini. Vit vóru niðri í hesum bunkarum og sóu, hvussu hermenn høvdu livað og sovið, samstundis sum vit sóu, hvussu tey vóru bygd. Magnus sigur, at ein slíkur bunkari mest at kalla er ein betongklossi undir jørð, har veggir og loft eru úr tjúkkum betongi og flag er lagt omaná. - Her sóu vit, at her- menninir enntá høvdu havt viðgerðarstovur ella sjúkra- hús undir jørð. Til verju av hesum støðum, høvdu teir kanónir, sum vendu móti havinum. Føroyska ferðalagið helt tað eisini vera áhugavert, at danir høvdu hjálpt týsk- arum at byggja hesar bunk- arar og høvdu tjent væl av peningi við hesum arbeiði. Ein "oyðimørk" Magnus sigur, at tey vitjaðu Råbjerg Mile, sum eisini er móti vesturstrondini. - Á vestursíðu Jútlands liggur vindurin vanliga uppá land, og hesin flytir sandin undan sær, soleiðis at sandurin kemur longur og longur inn í landið. Tá ið so sandurin flytir seg, kunnu trø og annar vøkstur Skúlaflokkur á Glyvrum heystaði fruktir av vinarbýarsamstarvi Framhald á síðu 23 Eystanstevnan av bakkastokki í kvøld Í vikuskiftinum verður Runavíkar kommuna karmur um Eystanstevnuna. Tað verður Hans Petur Ellingsgaard, sum setir stevnuna. Røðari á midnáttar- samkomuni verður Edvard í Skorini Joensen EYSTANSTEVNAN 2002 EYSTANSTEVNAN 2002 EYSTANSTEVNAN 2002 C M Y K 11 10