Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. juni 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 111 - 14. juni 2002 Nr. 111 - 14. juni 2002 13 - Mamma mín, sum bert var 27 ára gomul, tá ið pápi gekk burtur, sat eftir við 5 børnum, harav tað elsta bert var 7 ár. Hon giftist ongantíð uppaftur. Men eg minnist einki til sum smádrongur, at eg nakrantíð var svang- ur, sigur Andrass Hansen, vanliga nevndur hellumað- urin, sum nú er givin at koyra hýruvogn. Í 1975 fluttu hann, kona og børn av Hellunum og út í Saltangará at búgva. EYSTANSTEVNUPRÁT Vilmund Jacobsen Í Føroyum kenna - ikki øll - men nógv hvønn annan. Tó er tað ikki altíð, vit geva okkum far um, hvørji hesi ymisku fólkini nú einaferð eru, hvaðani røturnar eru, hvussu teirra uppvøkstur, lagna og lív annars hevur verið. Flestu, sum búgva á eyst- ara armi á Skálafjørðinum, munnu kenna ella vita, hvør Andrass Hansen ella hellumaðurin, sum hann vanliga verður róptur, er. Tey, sum ikki kendu hann fyri nøkrum árum síðan, munnu vita, hvør hesin maður er í dag, tí hýru- vognurin hjá honum hevur rullað dúgliga eftir vegun- um hesumegin fjørðin sein- astu 15 árini. Tó hevur hann ikki rullað nóg dúgliga, tí nú er Andrass givin at koyra hýruvogn. Ov lítið var at gera. Nakað er hann eisini komin til árini, men tað er ikki hetta sum ger, at hann hevur tikið skeltini av bilinum og hevur skrásett bilin aftur sum vanligan persónbil. Men hvar hevur so hellu- maðurin sín uppruna? Á Hellunum, vildu ivaleyst mong gitt. Men so er ikki. Haðani er konan, Signhild. Tey búðu á Hellunum í 14 ár, áðrenn tey fluttu út i Saltangará. Tað venda vit aftur til. Pápin fórst við sluppuni, Lauru Andrass er ættaður úr Streymnesi, har hann sleit sínar barnaskógvar. Hann er yngstur av 5 systkjum og var bert hálvt árs gamal, tá ið pápin við sama navni, Andrass Hansen, gekk burtur við Lauru í herviliga ódnarveðrinum, sum var millum Føroyar og Ísland á vári 1932. Eftir sat mamman, Suffía Hansen, bert 27 ára gomul við 5 børnum, har tað elsta bert var 7 ár. Hon giftist ongantíð uppaftur, og aldi øll børnini upp. Eingin teirra flutti út at búgva. - Eg visti ongantíð, hvat tað var at eiga ein pápa, og tí minnist eg meg heldur ikki hava saknað nakran pápa. Dreingjaárini vóru góð, og eg var ongantíð svangur, hóast mamma mín ongan forsyrgjara hevði. Spurdur, hvussu tað bar til, at pápin sigldi við Lauru, sum var heimahoyr- andi í Vági, sigur Andrass, at skiparin átti eina systur í Streymnesi, og tí mundi hann hava fingið kjans sum dekkari við vágssluppini. Høvdu kríatúr og eina ommu - Mamma var røsk kona, og haraftrat áttu vit eina gamla ommu, Jóhonnu Suffíu Sørensen, sum var mamma til mammu mína. Vit høvdu nakað av ogn og fingu einar sjey seyðir á hvørjum heysti. Kúgv høvdu vit eisini og nakrar dunnur og hønur. Andrass heldur, at mamman hevði tað gott tey árini, hann minnist, og hon tosaði ikki um pápan. - Ikki við meg í hvussu er, leggur hann aftrat. Nú eru nógv ár, síðan Suffía doyði. Hinvegin liva øll systkini hjá Andrassi uttan ein beiggi, ið doyði sum ungur seinast í fimti- árunum av astmu. Elsti beiggi Andrassar er í dag 78 ára gamalur. Andrass veit at siga, at í Streymnesi var tað soleiðis, at øll húski skuldu útvega brenni til skúlan, men hesum slapp mamma hans- ara undan. - Torvið skóru aðrir menn fyri okkum, og so hjálpti mamma til onkra aðra- staðni afturfyri, sigur hann. Giftist til Hellurnar Sjálvandi verður Andrass ikki róptur hellumaðurin av ongum. Hann giftist við Signhild av Hellunum, og búðu tey har norðuri í 14 ár. - Men tá ið vit fingu vegin norður á Hellurnar, var liðugt hjá okkum her norðuri. Long tíð gekk ikki, til myndugleikarnir niður- løgdu skúlan, soleiðis at børnini noyddust út á Strendur í skúla. Vit høvdu tvær gentur í skúlanum á Strondum, sum koyrdu ímillum við bussi hvønn dag. Men hetta orkaðu tær ikki leingi, og vit fóru at lúra eftir at sleppa út á Skálafjørðin at búgva. Andrass sigur, at hann spurdi ein mann, Kára P. Højgaard ella Kára Post, sum hann verður róptur, um hann kundi biðja sær um eitt grundstykki í Saltang- ará. - Hetta tók ikki langa tíð hjá honum, og útvegaði hann okkum eitt bíligt grundstykki at byggja á. Vit byrjaðu at grava út í apríl 1975, og í jólavikuni sama ár fluttu vit inn. Húsini brendu Men í 1984 vóru Andrass, Signhild og børnini fyri teirri óeydnu, at húsini, tey høvdu bygt sløk níggju ár frammanundan, brendu í grund. Hetta var í juni 1984. Andrass sigur, at eldur kom í húsini mitt um dagin, og alt fór uppí royk eftir 15- 20 minuttum; tá var næstan alt niðurbrent. - Tað einasta, vit fingu við okkum út úr húsunum, var ein frystiboks. Alt, sum vit áttu, fór eldurin við. Her vóru vøkur stell, sum vit høvdu fingið í brúðargávu og aðrir lutir, sum vit vildu átt í dag. Andrass og Signhild eiga 5 børn og tað, sum børnini áttu, var tryggjað hjá teim- um; tí fingu børnini tað aftur, sum tey áttu. - Tá ið vit keyptu grund- økið og stoyptu grundina á fyrsta sinni, kostaðu grund- in og stoypingin tilsamans 17.000 kr., men tá ið tryggingin fór at gera upp, tóku teir 60.000 kr. burtur av tryggingarupphæddini fyri grundina. Annars vóru vit sum heild nøgd við tryggingarviðurskiftini i samband við húsini, vit mistu. Hann heldur, at tað hevði verið tungt at bygt aftur, um hann ikki hevði tjent væl av peningi frammanundan og tískil var rímiliga væl fyri. Andrass og Signhild bygdu aftur á somu grund, hesaferð eini Hosby-hús, sum tey hava verið glað fyri. Siglandi maður Tá ið Andrass er 71 ára gamalur í dag og hevur koyrt hýruvogn seinastu 15 árini, hevur hann sum rímiligt er eisini tikist við annað. - Eg var siglandi maður, og í nógv ár sigldi eg sum kokkur. Eg sigldi eitt nú við línubátunum úr Klaksvík, sum fiskaðu í Ný Found- landi. - Seinni søkti eg kjans sum kokkur umborð á rækjuskipinum, Hvítanesi, sum Dánjal Pauli Danielsen átti. Hvítanes søkti eftir kokki. Teir skuldu í kanad- iskan sjógv at royna. Eg tók sjófartsbókina við mær, setti meg í bilin og koyrdi til Havnar - uttan at hava ringt frammanundan. Fór inn á skrivstovuna hjá reiðarínum og tosaði har við ein skrivstovumann. Haldi, eg fekk boðini dagin eftir um, at eg slapp við sum kokkur. Andrass sigldi sum kokk- ur við Hvítanesi í 5 ár. Hann og ein annar maður loystu hvønn annan av - við tveimum mánaðum ímill- um. Sostatt vóru teir tveir mánaðir umborð og tveir í landi. - Hetta var ein góð tíð, og vit tjentu væl av peningi. Eg vil siga, at tað var hetta, sum bjargaði okkum, sigur hann. Hví fór Andrass at koyra hýruvogn? Andrass greiðir frá, at seinasta túrin, hann var við Hvítanesi í Grønlandi, vóru bara tveir føroyingar við, hinir vóru grønlendingar, og tá dámdi honum ikki so væl umborð longur. Hann avgjørdi tí, at um skipið kom aftur til Nuuk, skuldi hann mynstra av. Sum sagt, so gjørt. - Eg fór heim. Meðan eg eri heima, fari eg at hugsa um hesar bilarnar, sum við hýruvognaskelti koyra aftur og framm alla tíðina. Tá ið konan frætti um mínar ætlanir, segði hon: "Tvætl í teg, tú fert ikki at koyra hýruvogn…." Men tað nyttaði ikki nógv, hvat konan segði. Andrass teknaði seg til koyriskúlan hjá Stanley, og tað gekk væl at koma ígjøgnum royndina, hóast øll koyrilæran skuldi takast umaftur. - Eg skuldi eisini hava fútaloyvi og somuleiðis játtilsi frá býráðnum, og síðan hava loyvini verið endurnýggjað 3. og 4. hvørt ár, sigur hann. Doyði burtur av Tá ið Andrass byrjaði at koyra hýruvogn fyri 15 árum síðan, var hann tann fjórði her um leiðir, sum hevði hýruvogn. - Onkur var eldri og so hvørt, sum tíðin leið, doyði burtur av, og eingin kom í staðin. Tí havi eg nú í fleiri ár verið einsamallur skrá- settur hýruvognsførari her í kommununi.Mær hevur dámað væl at koyrt, og viðskiftafólkini hava verið fitt og blíð.Eg eri bara einaferð komin rættiliga til ilnar við eitt viðskiftafólk. Hetta var ein fullur maður, sum vildi gera seg inn á meg. Tað málið endaði í rættinum, sigur hellumað- urin, sum hevur havt hýru- vognskoyringina sum sítt livibreyð øll hesi árini. Men Andrass letur illa at teimum seinastu árunum, tí nú koyra fleiri bilar við fólki, sum ikki eru skrá- settir. - Hetta hevur tískil ikki verið lønandi vinna sein- astu árini av hesi orsøk. Nú móti endanum koyrdi eg bara fyri útreiðslur, tí tað er kostnaðarmikið at reka ein skrásettan hýruvogn, tá ið koyringin er vorðin so lítil. Leysgangarar Andrass rópar teir bilar, sum koyra við fólki og ikki eru skrásettir sum hýru- vognur, fyri "leysgangarar". - Hesir hava koyrt við fólki í eini trý ár, og tað vísir seg, at tað kemur altíð onkur aftrat. Tá ið hesir bilar sambært lógini ikki hava loyvi at koyra við fólki og taka pening afturfyri, hevur Andrass roynt at fingið myndugleikarnar at steðga hesum. Hann hevur bæði verið hjá løgregluni í Runavík, býráðsformanninum í Runavík, fútanum og enntá úti í Vinnumálastýrinum fyri at fáa tey at steðga hesum "óskili", sum hann rópar hesa koyring. - Men tað hevur víst seg, at líkamikið, hvar eg vendi mær - til myndugleikarnar her heima ella í Havn - so havi eg rent meg ímóti allastaðni, sigur Andrass. Hann avgjørdi tískil herfyri at gevast at koyra hýruvogn og skrásetti bilin aftur sum vanligan persón- bil. - Eg rindaði fýra ferðir 1700 kr. í vegskatti og tvær ferðir 2700 kr. í trygging um árið. Haraftrat legði skattavaldið 13.000 kr. aftrat míni inntøku fyri eginnýtslu av bilinum. Við minkaðu koyringini, koyrdi eg at enda ikki fyri út- reiðslur, og tá er eingin meining í at koyra hýru- vogn meira, sigur Andrass. Fer ikki undir nakað nýtt nú Spurdur, hvat hann ætlar sær at fáa tíðina av ganga við, nú eingin hýruvognur stendur í túninum, sigur hann: - Nú eri eg leysur av øllum, eri 71 ára gamal og ætli mær ikki at byrja uppá nakað nýtt, men fari at njóta tíðina. Eg havi fram- vegis bæði bil og koyrikort, so onkran veg slepst, um tú vilt. Andrass, sum fyri nøkr- um árum síðan fekk stað- fest sukursjúkuna, sigur, at hann eigur ongan mold- bøkk at velta og hevur tískil heldur eingi kríatúr at passa. - Vit eru einsamøll í húsi, konan og eg. Vit eiga trý børn í Esbjerg, so tey fara vit at vitja soleiðis av og á. Vit eiga eisini 12 ommu-og abbabørn. Hann sigur, at í fjør summar høvdu hann og konan 11 búgvandi gestir. - Men húsini eru stór, og plássið er gott. Alt gekk væl, og øll fingu song at sova í, sigur Andrass Han- sen at enda. Hálvt árs gamal misti hellumaðurin pápan við sluppuni, Lauru EYSTANSTEVNAN 2002 EYSTANSTEVNAN 2002 EYSTANSTEVNAN 2002 "Tvætl í teg, tú fert ikki at koyra hýruvogn…", segði konan við meg, tá ið hon hoyrdi um mínar ætlanir, sigur Andrass Hansen, vanliga nevndur hellumaðurin, hóast hann er ættaður og uppvaksin í Streymnesi Mynd: Finnur Justinussen Pápin fórst við sluppuni, Lauru í 1932. Eftir sat mamman, bert 27 ára gomul, við 5 børnum. - Sum smádrongur minnist eg ongantíð, at eg var svangur, sigur Andrass Hansen C M Y K 13 12