Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá fríggjadegi 14. juni til hósdagin 20. juni Fres - Ferðslutrygd Borð um borð Gekkur Liðskipararnir Lena Anderssen og James Olsen trína treystliga framaftur á skíggjan leygarkvøldið. Hetta merk- ir, at tann heldur skeiva undirhaldssendingin »Botnurin« enn einaferð roynir at undirhalda. Hesaferð fáa tey hjálp frá Dánjali Rein, Kristiani Joensen, Kára Sólstein og Fróða Clementsen. Lið A hjá Lenu Anderssen vann seinast, men hetta tykist ikki at hava gjørt vertirnar, Trónda Vatnhamar og Jens Tummas Næss, minni ørkymlaðar. Botnurin Boyggi Fríggjakvøldið kl. 18.30 Leygarkvøldið kl. 21.20 Týskvøldið kl. 18.30 Sunnukvøldið kl. 20.00 Fríggjakvøldið kl. 20.45 Útvarpið fer í summar at lesa skaldsøguna Garpatáttur eftir íslendska skaldið Halldór Laxness. Laxness fekk í 1955 Nobelvirðislønina sum skaldsøgurithøvundur, ikki minst fyri hesa skaldsøguna, sum á íslendskum eitur Gerpla. Hjúnini Tóra Tóroddsdóttir og Martin Næs hava nú týtt hana til føroyskt og givið henni heitið Garpatáttur. Søgan kom út í 1952. Hon fer fram fyrst í 11. øld og fylgir tveimum gørpum, ið eru høvuðspersónar í ís- lendingarsøguni Fostbræðrasøgu, Torgeiri Hávarssyni og Tormóði kolbrúnarskaldi. Leikpallurin er Ísland, Grønland, Noregur, Svøríki, Danmørk, Ongland, Ír- land, Valland, Rómaríki og londini eystan fyri Eystra- salt. Bókin viðger speirakendi hetjumyndina og tey menn- iskju, ið vilja ráða og valda í hesum heimi, bæði átrúnaðarliga og verðsliga. Rithøvundurin hevur sum fáur sett seg inn í miðaldarsøguna og fornsøgu okkara, og við bókini fæst ein øðrvísi og meiri livandi mynd av víkingatíðini. Hans Tórgarð lesur fyrsta part av Garpatátti í útvarpinum sjálvan tjóðardag Íslands, mánadagin 17. juni klokkan 19.00. Garpatáttur Mánakvøldið kl. 19.00 15 14 Nr. 111 - 14. juni 2002 - Tað er eitt stórt ynski hjá flestu av limum felagsins at fáa tak yvir høvdið, sigur Charles Jacobsen. EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen Bátafelagið á Bakka er eitt rættiliga nýtt felag. Tað er stovnað, 7. oktober 2001. Á stovnandi fundinum møttu umleið 30 mans, og í dag hevur felagið einar 50 limir. Endamálið hjá felagnum er at fylkja allar bátaeigar- ar, at skipa fyri tiltøkum, og at veita limum og vitjandi bátaeigarum tænastur. Charles Jacobsen, for- maður felagsins, sigur, at nógvur aktivitetur er við bátahylin á Bakka um sum- rarnar. - Ein av orsøkunum til, at felagið varð sett á stovn, var, at eingir fasilitetir vóru við bátahylin, eitt nú vatn, el og wc. Felagið hevur eisini ein umhvørvissetning, sigur Charles og vísir á, at hesin er at halda pláss og báta- hylin so reinan sum til ber. Putlast við bátarnar Formaðurin í Bátafelagnum sigur, at fleiri av teimum, sum eiga bát, eru komnir nakað uppí árini og eru partvís farnir av arbeiðs- marknaðinum. - Hesir hava kanska ikki so nógv at takast við; tí eru teir ofta við bátarnar og putlast. Hjá hesum monn- um hevði tað verið sera hugnaligt at havt eitt undirhús at sitið og prátað í og møguliga tikist við okkurt. Í húsinum verður tískil eisini eitt arbeiðsrúm. Charles dylur ikki, at tað er eitt stórt ynski hjá flestu av limum felagsins at fáa tak yvir høvdið. - Og tað fáa vit nú, áðr- enn langt um líður, leggur hann aftrat. Bátafelagið hevur bæði fingið grundøki og byggi- loyvi, og tekning er gjørd av einum Felagshúsi, bæði innan og uttan. Spakin settur í Charles Jacobsen sigur, at spakin er settur í norðanfyri kappróðrarneystið á Bakka, og ætlanin hjá felagnum er, at felagshúsið skal verða innilokað í hesum árinum. - Vit hugsa okkum, at fe- lagshúsið eisini kann geva børnunum og møguliga út- lendskum ferðafólki nakað við tað, at tey her kundu lært at knýtt knútar, sett segl og annað, sigur for- maðurin í Bátafelagnum á Bakka. Fimm nevndarlimir og tveir eykalimir eru í felagnum; tann yngsti er 22 og tann elsti er 72 ár. Bátafelagið byggir felagshús á Bakka Á eystanstevnu bjóðar Bátafelagið á Bakka til kaffi, breyð og undirhald í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini. EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen Á eystanstevnu skipar Bátafelagið á Bakka fyri kafé og øðrum tiltøkum í bygninginum hjá Arbeið- arafelagnum Hæddini og í túninum uttanfyri. Opið verður í Hæddini leygardagin og sunnudagin frá kl. 16 til 22. Leygar- kvøldið undirhalda Birgir og Jónsvein við sangi. Í túninum hjá Hæddini fer Bátafelagið at hava ein tríbekk standandi, har fólk kunnu meta um, hvussu nógvir seymir er í honum. Gjaldið fyri at sleppa at meta um talið av seymi, verður einar 20 kr. og tann, sum er nærmastur, vinnur eina fartelefon. Gita fleiri sama tal, sum er tað nærm- asta, verður lutakast um, hvør vinnur telefonina. Peningur til neyst Tríbekkin hevur Bátafe- lagið keypt av Skipanesi, og felagið er sera takksamt fyri, at tey, ið áttu bátin, vildu selja hann so bíliga. Báturin, sum er smíðaður av Símuni Jóhan Wolles á Eiði, er nú málaður og klárur at seta niðan í túnið hjá Hæddini. Ein sera fittur bátur og ein fongur hjá Bátafelag- num á Bakka. Formaður felagsins, Charles Jacobsen, sigur, at allur peningurin, sum kem- ur inn í sambandi við til- takið í Hæddini, fer til bygging av einum felags- húsi, sum verður bygt norð- anfyri neystið hjá róðrar- felagnum á Bakka. EYSTANSTEVNAN 2002 EYSTANSTEVNAN 2002 EYSTANSTEVNAN 2002 Tel bátaseymir og vinn eina fartelefon Á eystanstevnu kunnu fólk kappast um at vinna eina fartelefon. Tú metir um, hvussu nógvir seymir eru í einum tríbekki, sum kemur at standa í túninum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini. Tann, ið gitir best, vinnur eina fartelefon C M Y K 14