Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. juni 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 • fríggjadagur • 14. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Verulig gongd tykist nú vera komin á landsliðsarbeiðið í hondbólti, og fríggja- kvøldið fer A-lands- liðið hjá monnum at spæla dyst móti ein- um pressuliði HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað tykist, sum um lands- liðsarbeiðið í hondbólti nú er komið í eina hampuliga fasta legu. Eftir drúgvan steðg vorðu tríggir dystir leiktir tíðliga í fjør, men stóri spurningurin eftir hetta var, hvat nú skuldi henda. Palli Joensen, sum hevði ábyrgdina hesar fyrstu dystirnar, hevði ikki umstøður at halda fram, og ivasamt var eisini, hvussu var við framtíðar avbjóð- ingum hjá liðnum. Gongd komin á Í vetur setti HSF so danan, Lars Nedergaard, sum landsliðsvenjara, og hann hevur síðani hetta arbeitt við liðnum, tó at hann ikki alla tíðina hevur verið í Føroyum. Nú fara fyrstu avbjóðing- arnar hjá liðnum eisini at koma. Fyrsta altjóða roynd- in hjá nýggja venjaranum verður í Íslandi um eina góða vikum, tá teir á eini venjingarlegu eisini skulu royna seg móti íslendska U- 21 landsliðnum. Undan hesum skal liðið tó spæla ein dyst, og verður hesin í ítróttarhøllini í Runavík fríggjakvøldið kl. 20.00. Mótstøðuliðið verður eitt samansett lið úr føroyskum manshondbólti, sum Sos- ialurin hevur tikið út, og hóast onkur avboð hava verið, so er helst talan um eitt lið, sum kann geva landsliðnum góða mót- støðu. Sum nevnt, so fer lands- liðið í komandi viku á venj- ingarlegu í Íslandi, og í mun til hópin, sum fram- gongur her á síðuni, so verða onkrar broytingar í hópinum til ta tíð. Í málinum kemur Jens á Skipagøtu inn fyri Lars Black, og harumframt koma Martin Hummeland og Tróndur Joensen, sum saman við Jens búgva í Danmark við á ferðini. Og so verður eisini roknað við, at Bárður Brimvík, Áki Ol- sen og Halgir Dahl Olesen, sum allir dragast við skað- ar, eru tøkir til venjingar- leguna. Landsliðið spælir á eystanstevnu Kvinnuliðið hjá KÍ hevur fjórða árið á rað vunnið seg í steypafinaluna í fót- bólti. Eftir 3-0 í fyrru hálvfinaluni vann KÍ eisini seinna dystin móti B365. Hesa ferð 2-1 FÓTBÓLTUR Jákup Mørk B36 kendi treytirnar, tá tær á heimavølli skuldu royna at basa KÍ í kappingini um at røkka steypafinaluni. KÍ vann fyrru hálvfinal- una 3-0, og tí skuldi heima- liðið vinna við fýra málum, fyri at koma víðari. Fyrstu løtuna royndu tær hjá B36 eisini at leggja trýst á, og millum annað høvdu tær eitt fríspark, sum tók undir- síðuna av tvørtrænum. Men við eitt punkteraði KÍ alla vón hjá havnarliðnum. Malena Jospehsen fekk strítt seg til brotsspark, og hóast B36 mótmælti av- gerðini, so stóð dómurin við. Rannvá Andreasen varð sett at skjóta, og hon var ósvikaliga trygg úr elli- vu metrum. Nakað seinni økti KÍ ti 2- 0, tá Malena Josephsen fekk sett høvdið undir eitt hornaspark. Tvær B36 gentur royndu á mállinjuni at forða bóltinum í at fara inn, men til fánýtis. Allur ivi um endaliga vinnaran av dystinum var nú burturbeindur, men B36 fekk tó minkað um munin, tá Maria Vang nakað fyri hálvleik stútaði hornaspark inn vi nærmastu stong. Kann gerast spennandi Við sigrinum staðfestu KÍ- kvinnurnar, at tær í løtuni eru sterkasta liðið í landi- num, soleiðis sum tær eis- ini hava verið tey bæði seinnu árini. Mótstøðliðið í finaluni varð ikki funnið fyrr enn hóskvøldið, men líka mikið um tað verður HB ella B71, sum fær sessin í finalu- dystinum, so er einki at iv- ast í, at KÍ verður stórfavo- rittur at vinna dystin. Dysturin mikukvøldið sýndi tó, at talan væl kann fara at gerast um eina spennandi seinnu hálvu í landskappingini. Tey bæði seinnu árini hevur mest sum eingin kunna gjørt nakað sum helst við eina- ráðandi oddaliðið, men B36 prógvaði so hesaferð, at tær kunnu geva teimum harða mótstøðu, so spenn- andi tykist tað í øllum før- um at vera. B36-KÍ 1-2 (1-2): KÍ víðari við 5-1 saman- lagt. 0-1: Rannvá Andreasen 0-2: Malena Josephsen 1-2: Maria Vang Liðini á eystanstevnu Landsliðið Pressuliðið Johan Danielsen, Bárður Nielsen Lars Black Petur Magnusson Bjarni Wardum Zoran Sarcevic Hans Áki Dal-Christiansen Sveinur Justinussen Sámal Joensen Finnur Hansson Ingi Olsen Kristjan Petursson Heini H. Joensen Ári Rouch Kristian Madsen Ragnar Zachariasen Høgni Klein Petur Martin Poulsen John Zachariasen Agnar Joensen Regin Petersen Andre F. Danielsen Mortan Hansen KÍ trygt í finaluna Ingi Olsen og hinir á landsliðnum fara fríggjakvøldið at spæla dyst á eystanstevnu, har mótstøðan verður eitt sonevnt pressulið 25 24 Nr. 111 - 14. juni 2002 Terji Rasmussen skal spæla til dans í ítróttarhøllini í Runavík leygar- kvøldið TÓNLEIKUR Pop.fo Stóri dansurin á Eyst- anstevnu verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík leygarkvøldið. Tá fara Terji Rasmussen og hansara menn á pallin at spæla popp- og rock- tónleik fyri fólki. Terji Rasmussen hev- ur skrivað ørgrynnu av góðum sangum sjálvum, so hann hevur nógv at draga fram úr sínum egnu skuffum. Hinvegin fer bólkurin eisini at spæla sangir hjá øðrum bólkum. Terji hevur, síðani han búsetti seg í Nólsoy, javnan spælt til dans kring landið, og tað hevur hann gjørt við bólki, sum hann hevur manna við tónleikur úr Nólsoy. Fløguaktuellu Clickhaze, Týr og Diatribes fara at spæla á útikonsert í Saltangará fríggja- kvøldið TÓNLEIKUR Pop.fo Eystanstevna er um vikuskiftið, og eitt av mest spennandi tón- leikatiltøkunum er ein stór útikonsert, sum verður hildin á par- keringsøkinum oman fyri Brotið í Saltangará. Tríggir bólkar fara at spæla á konsertini, teir eru Clickhaze, Týr og Diatribes. Clickhaze letur í hes- um døgum fyrstu fløg- una frá sær, og konsertin í Saltangará verður fyrsta framførslan hjá bólkinum eftir útgáv- una. Clickhaze hevur verið eitt av heitastu nøvnunum í føroyskum tónleiki seinastu árini, og nú gera tey enn ein vørr. Tey hava fleiri konsertir á skránni utt- anlands í summar, men føroyingar sleppa eisini at uppliva tey á heim- ligum palli. Týr hevur eisini gjørt vart við seg uttanlands – serliga í Íslandi, har Ormurin langi var eitt stórt hitt. Síðani gjøg- numbrotið í Íslandi hev- ur Týr ikki spælt nakað serligt í Føroyum, so hetta verður ein góður møguleiki at hoyra bólk- in aftur. Diatribes er tan minst kendi av teimum trimum konsertbólkunum, men teir eru ein spennandi rockbólkur, sum sein- astu árini hevur verið ígjøgnum eina spenn- andi menning. Teir hava tikið lut í Prix Føroyum og hava havt onkran sang á savnsfløgu. Útikonsertin á Eystan- stevnu byrjar fríggja- kvøldið kl. 23.00. Tað er Lognbrá í Klaksvík,sum stendur fyri ljóði og ljósi, og Ginna Midjord verður frásøgufólk. Í sambandi við kon- sertina koyrir bussur úr Steinatúni í Havn fríggjakvøldið kl. 21.45 og til Havnar eftir kon- sertina. Atgongumerki til konsertina kosta 120 krónur og fáast á Kunningarstovunum í Havn og í Runavík, og somuleiðis í Kiosk Vár í Klaksvík og Runavík. Við dyrnar kosta at- gongumerkini 150 krón- ur. Eini 15 fólk høvdu mikukvøldið teknað seg til at verða við á listaframsýningini, sum Fimleikafelagið Støkk skipar fyri í Runavíkar skúla á eystanstevnu EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen Eftir at Fimleikafelagið Støkk royndi seg við eini væleydnaðari listafram- sýning á eystanstevnu í fjør, hevur felagið aftur í ár sett sær fyri at skipa fyri eini tílíkari framsýning á stevnuni hesaferð. Stevnan í fjør varð væl vitjað, og stigtakararnir vóna, at undirtøkan hesa- ferð verður líka góð sum seinasta ár. - Í ár verður framsýn- ingin tó eitt sindur øðrvísi. Fyri tað fyrsta, verður hon í Runavíkar skúla, har Lions Eysturoy plagar at hava sínar páskaframsýningar. Seinasta ár luttóku bara lokal listafólk, men í ár hevur verið lýst í bløðunum eftir áhugaðum at verða við, sigur Støkk. Felagið visti mikukvøld- ið at siga, at eini 15 lista- fólk hava teknað seg, og hesi umboða alt landið - heilt úr Suðuroy til Klaks- víkar. Høgni og Eivør Høgni Larsen, arkitektur úr Havn, verður í ár millum framsýnararnar, og hann fer at sýna fram tey vælum- tóktu akvarellini av kend- um býarmyndum úr Havn. Songfuglurin, Eivør Páls- dóttir, verður eisini við á framsýningini. Herfyri hevði hon eina sera væl- eydnaða framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Eftir at framsýningin hjá henni hevði verið opin einar tveir dagar, var bert ein óseldur málningur eftir; allir hinir vóru seldir. So, Eivør dugir sanniliga annað enn at syngja. Hilmar Højgaard og Jørgin Olsen hava tikið sær av øllum tí praktiska í sam- band við framsýningina, sum verður opin leygar- dagin og sunnudagin, báðar dagarnar frá kl. 15-20. Eivør Pálsdóttir og Høgni Larsen í Runavíkar skúla Útikonsert á Eystanstevnu Terji spælir til dans Í ár verður listaframsýningin, sum Fimleikafelagið Støkk skipar fyri, í Runavíkar skúla, har Lions Eysturoy altíð hevur sína vælumtóktu páskaframsýning. Hilmar Højgaard og Jørgin Olsen, sum báðir fáast við at mála, hava tikið sær av øllum tí praktiska í samband við framsýningina EYSTANSTEVNA Vilmund Jacobsen Tað er ikki smávegis at skipa fyri eini stórari summarstevnu við ør- grynnu av tiltøkum, bæði til børn, ung og tilkomin. Nógv fólk eru við í ein- um tílíkum tiltaki, og onkur skal vera, sum sygir fyri, at alt er komið uppá pláss, tá ið klokkan slær á tíman, og dyrnar verða latnar upp. Sosialurin var við á ein- um fundi, sum feløgini, ið skipa fyri stevnuni, høvdu á loftinum í býráðshúsunum mikukvøldið. Hetta kvøldið vóru bert smáting eftir at fáa uppá pláss, men tey vóru nógv í tali. Tær stóru linjurnar eru langt síðan lagdar og eftir vóru nøkur praktisk viðu- rskifti at fáa undir land. Rannvá Troest, sum starvast á Kunningarstov- uni í Saltangará, bjóðaði okkum við á hendan fund- in, og her merkti tú tann serliga stemningin, ið er, tá ið eitt so stórt og umfatandi tiltak fer at bakkastokki. Eftir er bert at vóna, at veðrið heldur sær, tí tað hava øll tey mongu uppi- borið, sum átaka sær at skipa fyri eini summar- stevnu. Hann hevur sagt ivaveður fyri hetta vikuskiftið, men vónandi heldur veðrið sær kortini, so eisini tey tiltøk, sum eru úti, eisini kunnu eydnast til fulnar. Rannvá Troest starvast á Kunningarstovuni í Saltangará Alt skal fáast at hanga sama EYSTANSTEVNAN 2002 EYSTANSTEVNAN 2002 EYSTANSTEVNAN 2002 C M Y K 24