Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-10-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 1974síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ege — — — N Síða 4 sosialurin Nr. 59 — 26. oktober 1974 Virkisskrå Føroya Javnaðarfloks Í samljóð við grundsjónarmiðini í demokratisku sosialismuni er tað mið og mál javnaðarfloksins at tryggja ollum frælst lív og at beina burtur vesæladóm, ótryggleika, ójavna og órætt- visi. Flokkurin legr"ir til brots fyri at teknisku og figgjarligu fram- stigini verða nýtt til at fremja vælferð í landinum og at tryggja vælferð fólksins. Menniskjan fyrst er ávarpanin í stríðnum fyri sosialismuni. Øll eiga javnbjóðis rættindi uttan mun til vit, trúgv, kyn, upp- runa, starv ella innteku. Øll nútímans tiltøk og fram- stig, alt snildi og allir hentleikar, verða skipað við samvinnandi tænastu fyri menniskjuna, sam- felagið — alt fólkið sum einstak- lingin og heildina. Áveksturin má sostatt ikki koma nekrum fáum einstakling- um til góðar, men øllum forbrúk- arum, allari teirri luttakandi arbeiðandi fjøldini eins og teim- um vegna sjúku, avlemi og á annan hátt evnaligu skerdu í samfelagnum. Ein útbyggjan av okkara vinnulívi á sjógvi og landi, at skapa arbeiði til oll, er aðaltakið. Hetta verður steðið, sum væl- ferðarsamfelagið skal byggjast á og trygdin fyri sosialu og ment- unarligu framstigini, ið gjørd eru, og sum Feroya Javnaðar- flokkur vil verja og bera víðari. 1. Arbeiðsviðurskifti Arbeiðara- og fiskimanna rættur at vera umboðaður í leiðsluni av virkjum og íognarrættur teirra til hesi verður skrásettur. Eykapensión arbeiðaranna (ATP) verður at fremja, gald- andi fyri fiskimenn eisini. Sama løn og javnrættur til arbeidis fyri kvinnur og menn verður at fremja. Lønarkor fiskimansins verða við minstulen, prisvidbot og ødrum tiltøkum tryggjað at liggja á einum stigi, ið samsvar- ar lønarlagnum annars, sam- stundis sum eykaløn verður tryggjað orsakað av stravna og vandamikla arbeiði teirra. Til tryggjan av heilsuni og arbeiðsmanna vælferð undir arb- eiðnum verður at hava álitis- mannaskipan fyri allar starvandi við álitismonnum á ellum arb- eiðsplássum. Tad er samfelagsins skylda at hava eftirlit við ollum arbeiðs- plássum og at arbeiðsligu krøv, sum hin arbeiðandi eigur rætt til at fáa uppfylt, verða framd gjøgnum lóggávu. Flokkurin mótmælir testum gerðarætti. Vinnufeløgini skipa sjálvi sín arbeiðsrætt. Utbúgving av handverkarum verður at rokna ájavnt við aðra útbúgving. Arbeiðsloysisstudningur verð- ur at fremja. 2. Heilsu og sosialmál Flokkurin verður at halda fram við teirri útbygging av sosial- lóggávuni, sum higartil er framd. Sosialvegleiðingin eigur at verða útbygd, so at øll lættliga kunnu sekja sær ráð. Revalideringin eigur at út- byggjast soleiðis, at tey, sum terva hjálp, fáa hana, har sum tey búgva. Øll neyðug sosial hjåplartiltøk eiga at verða sett í verk so skjótt sum samfelagsbroytingarnar krevja tað. Øll læknahjálp og heilivågur verða ókeypis. Bygging av ellis- og røkting- arheimum verður at fremja um landið eins og stuðlað verður til stovnan av barnagerðum og vøggustovum. Flokkurin leggur áherðslu á, at framd verður almenn trygg- ing, soleiðis at vanlukkutrygg- ing, sjúkradagpeninganegd og arbeiðsloysistrygd verður skipað undir einum. 3. Fiskimark — veidumøguleikar Fiskimarkið skal fevna land- grunnin allan. Flokkurin leggur doyin å at virka fyri størst møguligum veiðurættindum á ødrum leið- um, fjart og nærri. Ti verða hesi undir samráðingum við íslend- ingar, grønlendingar, bretar, norðmenn og aðrar tjóðir, at verja. Allastaðni tað er møguligt, verður foroysk umboðan á fund- um, har havrættindi er til við- gerðar, so vit mest møguligt virka fyri, at rættarviðurskifti og fiskirættindi verða skipað so, at lond, har fiskivinnan hevur avgerandi týdning í búskapin- um, eiga serrættindi. Flokkurin vil framvegis krevja fiski-, bú- og virkisrætt í Grøn- landi, á sama hátt sum grøn- lendingar sambært ríkisfelags- skapin hava í Føroyum. 4. Vaktar- og bjargingartænastan Sjóverjan verður útbygd við for- oyskum vaktarhaldi og politi- myndugleika. Samarbeiðið millum danir og foroyingar á hesum eki verður útbygt, og áherðsla verður logd á at fáa útbygt og umlagt danska partin av sjóverjuni. Somuleiðis verður helikopt- ara- og flogfaratænastan okt. Foroyska bjargingartænastan verður útbygd og bjargingar- felogini stuðlað. 5. Virkispolitikkur — ídnaður Her er talan bæði um fiskivinnu og ídnað. Fiskivinnan er landsmál, og skal landið ganga á odda bæði við útbyggjan og rakstri. Ein- staklingar og fiskimanna- og aðrar fyritokur, sum fara undir byggjan av hóskandi fiskiforum, verða í byrjanini hjálptir ávegis við studningi og annars við laga- ligum lánum. Annar idnadur verður at seta á stovn á landsgrundarlagi — men fólk, sum hava hegni og áræði og sum vilja royna nýggjar leiðir, kunnu fáa lagalig lán og studning til stovnsetan og rakstur í byrjanini. Midvis útbyggingarætlan verður gjørd og verður dentur lagdur á landspartamenning. Verða tí at seta á stovn sterri og smærri ídnaðarvirki, ikki bert á stórplássunum, men eisini á bygdunum kring landið, soleiðis at føroyska búsetingarmynstrið verður varðveitt. Tað skal verða meguligt at veita betri stuðul til teir landspartar og tær bygdir, sum eru ringast fyri. Hildið verður áfram við út- búgving teirra, ið starvast innan idnad. Floksins mål er at leggja so til rættis, at allur okkara útfluttn- ingur skal vera tilvirkaður her á landi. Nýggjar vinnugreinir verða framdar, so vinnulivid verður so fjøllbroytt sum gjørligt. Dentur verdur lagdur å, at tey sum vinnuliga eru ringast fyri á henda hátt fáa betri arbeiðs- møguleikar — serstakliga verður hugsað um kvinnurnar. 6. Farmaskip Flokkurin setur sær sum mál at skapa ein tíðarhóskandi farma- skipaflota til allar okkara farma- siglingarmenn. 7. Skipabygging Tað er floksins mál peningaliga og virkisliga at skipa so fyri, at okkara fólk í størri og sterri un byggir egnu skip og skip fyri aðrar eisini. Samarbeidi og san: skipan skipasmiðjurnar millum verður at fremja til tess at ratio- nalisera skipabyggingina. Fyri at tryggja skipasmiðjun- um javnt arbeiði, og til tess at tryggja eina javna endurnýgg- ing av skipaflotanum, skal al- mennur stovnur kunna gera byggisáttmálar um raðbygging. 8. Landbúnaður Týdningurin av at land okkara verður dyrkað, so tað kann geva mest møguligt av kjøti, mjólk, grønmeti og aðrari livgevandi foðslu, ásannast. Mál okkara má tí vera at skipa so fyri, at vit kunnu framleiða nóg mikið av hesum búnaðar- verum til okkum sjálvi og harvið ikki bara gagna okkara heilsu, men spara allan tann pening, ið nú fer út av landinum fyri hesar verur. Skipað verður fyri, at jørdin verður at koma fólkinum á staðnum til nyttu og at jarð- brúkini fáa hóskandi stedd, so landbúnaðurin gerst ein meira lønandi vinna. Stuðlað verður til at fara undir samvinnubrúk og landsfelags- skapi fyri tilikar. 10. Skattaviðurskifti Samfelagið verður at fáa sær tørvandi inntekur á ein hátt, at oll hjálpa til eftir forimuni. Jú sterri ágóða ein hevur, tess meira eigur ein at lata frá sær til samfelagið. Hetta verður gjørt lutvíst við at skipa fyri nýtsluskatti og lut- vis við beinleiðis inntøkuskatti, sum verður skipaður sum keldu- skattur. Sum lámark fyri inn- tøkuskattinum verður sett tann inntøka, sum vanligur arbeiðs- maður ella fiskimaður hevur, og sum viðbót fyri tað, sum nýtslu- skatturin nervar stórar familjur, verður veittur studningur í mun til barnatalið. Arbeitt verður fyri at breiðka skattagrundarlagið, so samfel- agsskaptu virðini koma fjeldini til góðar; hetta gerst m. a. við eini rimiligari skatting av inn- tokum, har arbeiði ikki liggur aftanfyri, so sum selu av ogn og ødrum. Tryggjad verdur at kommun- ur skatta borgarar i somu korum javnt og arbeitt verður fyri javn- ing i inntøkugrundarlagi komm- ununnar. Skattaeftirlitid verdur at gera strangari, so tær inntøkur, sum nú sleppa undan, koma tram Rímiligar avmarkingar í skrivingarrætti einstaklingsi verða at seta í gildi. 11. Samferðslan Landið átekur sær alla ferðs sjó,- land- og loftvegis, verður hon samskipað til ei samvirkandi heild við tí en« máli, at fáa dagligt samba bygdanna millum og við úthei: in. Til tess at veita ollum ráð ferðast, verða at fáa í lag í sláttarskipan fyri familjur, eldru, skúlabern og ítrótt: ungdóm. Verufluttningurin verð skipaður soleiðis, at fjarskotr bygdir fáa eins bíligar vor sum aðrar bygdir fáa. Havna-, lendinga- og vej gerðin verður at fullfiggja um landið. + Flogvallarvidurskiftini ver bøtt beinan vegin, og mið: útbygging verður at fremja. 12. Rættarviðurskifti Øllum íbúgvum landsins verð tryggjað at nýta rættin sær verju. Sakførsla verður tí ókey! hjá ómúgvandi. 13. Skúli og uppaling Øll skulu hava javnbjóðis ra til lærdóms uttan mun til fig; arviðurskifti og til hvar eir landinum býr. Sambært het verður at seta í verk tíðarhós andi skúlaskipan, sum ikki £ mun á næmingunum. Núgal andi skipan við real- og 8., 9. 10. skúlaársbólkum verður umskipa, soleiðis at næminga! ir fáa undirvísing í tí, teir ha' hug og evni til. Fyri at loy hesa uppgávu verður valskúli seta á stovn. Útbúgving teirra í 16—19 á aldri má verða ein skúla- vinnuútbúgving fyri øll og eig at fevna slíkan almennan la dóm, at ongin verður skerdu at ogna sær víðari læru. Fyri at fáa hin besta trivn skúlanum verður barnagar flokkur at skipa. Ístaðin fyri at næmingarn'r skulu taka prógv verður miðað ímóti eini skipan, har skúln gevur frágreiðing um næming! Skúlabekur vera ókeypis So leingi málið um ókeyr:s lærdóm ikki er rokkið, verð. stuðul til skúlagongd latin ef tørvi og ikki bundin av skat viðurskiftum foreldranna. Lætt verður um kostnadin bå