Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. juni 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 111 - 14. juni 2002 Nr. 111 - 14. juni 2002 29 Við hesum verður søkt eftir einum stýrimanni til Strandfaraskip Landsins, at seta í fast starv frá 1. august 2002. Stýrimaðurin skal byrja umborð á Barsskor, men skal til eina og hvørja tíð kunna verða fluttur umborð á øll skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyri- skipað av leiðsluni. Viðkomandi má kunna avloysa skiparan og motorpassaran á Barsskor. Uppgávurnar hjá skipunum Høvuðsuppgávan hjá Strandfaraskipum Landsins er at nøkta landsins tørv á fólka- og farmaflutningi. Hetta verður gjørt eftir fastlagdari ferðaætlan,og ann- ars verður skipað fyri serflutningi við ferðafólki kring oyggjarnar. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Umborð á Barsskor eru knýtt íalt 3 fólk, og tvey sigla við hvørja ferð.Arbeiðstíðin er 63 tímar um vikuna. Siglt verður í 2 vikur og síðani 1 vika avspáking. Dagliga farleiðin er Klaksvík-Kallsoy. Umstøður eru ikki at búgva umborð. Starvið fevnir um Høvuðsuppgávurnar hjá stýrimanninum eru at tryggja, at veitt verður fyritøkuni ein úrslitagóð tænasta, herundir sam- skipa, viðlíkahalda og menna stýringina umborð og tryggja, at bæði manning og ferðafólk eru nøgd við tænastuna. Somuleiðis hevur stýrimaðurin ábyrgd av, at formligar reglur á økinum verða fylgdar, og at arbeiðsgongdir eru í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni. Stýrimaðurin skal eisini verða við til at: • Tryggja at trygdin umborð er í sam- svari við altjóða krøv • Tryggja at skipið verður lastað í sam- svari við altjóða krøv • Meta um viðlíkahaldstørvin umborð • Seta upp mannagongdir fyri viðlíka- haldsarbeiði og dokking • Samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar Førleikakrøv • Vinnubræv sum skipari • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð • Heilsuprógv, ikki eldri enn 2 ár • Sjón- og hoyrnarroynd, ikki eldri enn 3 ár • Roykkavari/sløkkileiðari, ikki eldri enn 5 ár • Kunnleika og royndir viðvíkjandi rakstri av skipum • Kunnleika til lógarkrøv innanfyri rakst- ur av ferðamannaskipum • Góð samstarvsevnir og góðan røkju- skap Setanartreytir Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 1. juli 2002. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Páll Heinesen, starvsfólka- leiðara,á tlf.343000 ella e-post:ssl@ssl.fo Útbjóðing Stýrimaður Høvuðsuppgávan hjá SL er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutning- urin setir stór krøv um eina góða kundatæn- astu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá SL javnvigar við yvir 150 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 11 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. ARBEIÐSEFTIRLITIÐ Occupational Safety and Health Administration Vegna farloyvi er eitt sera áhugavert og spennandi starv sum eftirlitsfólk innan arbeiðsumhvørvi og alt, ið hartil hoyrir, leyst at søkja, til setan sum skjótast. Starvið er tíðaravmarkað,fyri fólk í barsilsfarloyvi. Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjøllbroyttar og kemur viðkomandi, umframt vanligt eftirlitsvirk- semi, eisini at taka sær av evni og tilfari og inni- klima mátingum. Rætti umsøkjarin við evnafrøðiligum og tøkni- ligum førleika, við góðum evnum at málbera seg skrivliga á føroyskum og við teldukunnleika hev- ur fyrimun. Setanartreytir. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum landsstýrið og viðkomandi yrkisfelag. Upplýsing og umsókn. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Arbeiðseftirlitið,tlf.317811 og tosa við Karl Joensen, stjóra ella Róðin Mellem- gaard. Skrivlig umsókn, við avriti av prógvi og møgulig- um ummælum skal, í seinasta lagi 25. juni 2002, sendast til: Arbeiðseftirlitið Boks 1134 110 Tórshavn Arbeiðseftirlitið er stovnur undir Vinnumálastýrinum og hevur sum høvuðsuppgávu at umsita løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi. Har- umframt umsitur Arbeiðseftirlitið mál viðvíkjandi spreingievni, kaving, vektum og nøgdarmátarum. Arbeiðseftirlitið hevur skrivstovu í Tórshavn, har 10 fólk starvast. Ein av uppgávunum hjá Arbeiðseftirlitinum er at kannað arbeiðs- umstøðurnar á virkjum kring landi, og vilja vit sjálvandi virka fyri, at tú fært best møguligu umstøður at arbeiða undir. Góða skrivstovu, lagaligar arbeiðstíðir og gott arbeiðsumhvørvi annars. Klinikkassistentur Vegna farloyvi verður søkt eftir klinikkassistenti fyribils í fulla tíð tíðarskeiðið 12.aug.2002 til 31.okt. 2002. Møguliga verður tíðarskeiðið longt. Løn- og setanarviðurskiftir sambært S & K. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. juni. Terje Davidsen, tannlækni Traðavegur 1 · 410 Kollafjørður Tlf. 421510 · Fax 421406 Loppumarknaður Kundi tú hugsað tær at keypt Føroysk SONGLØG 1 eftir H. J. Højgaard, Bumbur yvir Føroyar, Yvir Teigar og Tún ella »Det ukuelige sind« eftir J. Steinbeck, so kom oman í Vágsbotn leygardagin 15. juni kl. 10.00-14.00. Mikudagin seinrapartin og um kvøldið taka vit inn bøkur og aðrar lutir til loppumarknaðin. Reyði Krossur Føroya tlf. 319630 MITSUBISHI PAJERO VAN 2.8 TURBO DIESEL Árg 1999, Km 40.000. CD spælara, alufelgur og nógv onnur útgerð. Kr. 200.000 v. MVG. tlf. 214321 -tað loysir seg Avloysarastarv Á Dómaraskrivstovuni verður søkt eftir fólki við hollari skrivstovuútbúgving,28 tímar um vikuna,frá 1. juli 2002 til 10. januar 2003. Viðkomandi verður settur sambært felagssáttmála millum Statsansattes kartel og Finansministeriet og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Kathrinu Magnussen,skrivstovuleiðara,tlf.31 10 03. Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli verða at senda Dómaraskrivstovuni í seinasta lagi 17. juni 2002. Sorinskrivarin í Føroyum, tann 10. juni 2002 Jørgen B. Petersen, adm. SMYRIL LINE CARGO Postsmoga 370 • 110 Tórshavn Farmadeildin søkir SØLUFÓLK Farmadeildin søkir SØLUFÓLK Søkt verður eftir sølufólki til farmadeild okkara. Uppsøkjandi søluarbeiði, herundir søla av tænastum innan farma-flutning og kundarøkt. Tann, ið settur verður, skal hava góð samstarvsevni og helst hava royndir í søluarbeiði. EDV-kunnleiki á brúkarastøði er ein treyt. Sambært avtalu. Starvið verður at seta skjótast til ber. Meira fæst at vita við at ringja tel. 345962/ 63 og spyrja eftir Jónfinni ella Heðini. Umsókn við møguligum prógvum og upplýsingum um royndir annars skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2002. Arbeiðsuppgávur: Førleiki: Løn: team85 Trivnaðarmálaráðið Starvsfólkadeildin Starv í Trivnaðarmálaráðnum 1 starv sum fulltrúi við tænastu á Almannadeildini verður við hesum lýst leyst til setan skjótast tilber ella eftir nærri avtalu. Uppgávan er í høvuðsheitum: • at hava eftirlit við fíggjarligu gongdini á játtanunum innan almannamál á grein § 8 í fíggjarlógini • at ráðgeva og vegleiða teimum ymisku stovnunum innan almannaøkið við- víkjandi gerð av fíggjarætlanum og uppfylging av hesum, soleiðis at fíggjar- liga tilfeingið verður nýtt sum ætlað og í mun til aktivitet og kapacitet • at skipa data og gera fráboðanir á øllum stigum • at tryggja nøktandi leiðslukunning • saman við roknskaparøkinum at tryggja eitt vælskipað datagrundarlag • gera konsekvensútrokningar t.d. tá lógaruppskot verða gjørd Fyrimun hava umsøkjarar sum lúka hesi krøv: Viðkomandi útbúgving innan fíggjarliga økið frá hægri læristovni, sum t.d. cand. polit., cand. merc., cand oceon ella líknandi. Fólk við royndum/kunnleika innan arbeiði við fíggjarstýring hevur fyrimun. Vit bjóða: Sjálvstøðugt starv, til tíðir strævið, men eisini áhugavert, við fjølbroyttum uppgávum. Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar. Løn- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Setanarøkið er alt Trivnaðarmálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt hini ráðini og Løgmansskrivstovan. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóra, tlf. 30 40 50 Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum skal sendast til: Trivnaðarmálaráðið Lønar- og starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 28. juni 2002, kl. 12.00 399kr. við Landavegin Tlf. 316066 JOHNSTONE'S TRÆVERJA BESTA MÁLINGIN TIL HÚSI STORMSHIELD BETON MÁLING 5 l. 549kr. 10 l. SERA HALDGÓÐ Tolir væl okkara har føra veðurlag Royndir vísa hon heldur í 15 ár Tofta skúli Søkt verður eftir 1 lærara til Tofta skúla.Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2002/2003. Starvið er uml.24 tímar um vikuna.Tann,ið settur verður, skal kunna undirvísa í dreingjaítrótti og vera stuðul at næmingi við serligum tørvi. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknirnar skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 20. juni 2002. Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum við- mælum. Skúlastýrið fyri Tofta skúla v/ Jóhannus Danielsen 650 Toftir Ís sølumaður At byrja 1.august ella skjótast gjørligt verður søkt eftir sølumanni til ein av ísbilunum hjá P/F Fóm. Viðkomandi skal hava tað stóra koyrikorti. Arbeiðið umfatar at vitja kundar okkara kring um í landinum. Arbeiðið er sjálvstøðugt. Tann vit søkja eftir, skal vera fyrikomandi og samstundis hava hug og áræði at røkka tey úrslit vit søkja. Skrivlig umsókn verður at senda til P/F Fóm,Boks 308, FO-110 Tórshavn innan 25. juni 2002. Eru spurningar arbeiðinum viðvíkjandi ber til at ringja til Poul Michelsen á tlf.314650 ella 212024. P/F FÓM C M Y K 29 28