Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 1975síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 = m. a. við sær, at hann lýddi illa á tey, sum ikki vildu kennast við sosial viðurskifti, erotikk og politikk. Og alla tíðina, meðan hann var leiðari fyri FBI, bar hann hatur til »ta gudleysu kommunismuna<, sum hann plagdi at siga. FBl-leiðari Í 1917 var hann liðugur at lesa løgfrødi. Tvey ár seinni fekk hann starv sum deildarstjóri í leogmálaráðnum. Hendan deildin kannaði kommunistiskt undir- gravingarvirksemi. Í einari frá- greiðing lýsti hann einaferð kommunismuna sum ta sterstu hóttanina ímóti frælsu sivilisa- tiónini. Hesa áskoðan hevði hann til sín doyggjandi dag. Í 1924 útnevndi tåverandi løg- málaráðharrin Hoover til stjóra fyri deildini Bureau of Investi- gation (BI). Navnabroytingin til Federal Bureau of Investigation (FBI) varð gjørd seinni. BI varð hildin at vera hin mest illa skipaði logreglufelags- skapurin, sum fanst tá í tíðini. 29 ára gamli Hoover átók sær nú ábyrgdina fyri løgregluni og um- skipaði hann so, at hon gjørdist millum tær bestu í heiminum. Hoover fekk so nógva makt, at hann at kalla hevði alt orðið at siga har. Hann kom skjótt eftir, hverji starvsfólk í legregluni vóru svikjarar og gav teimum sekkin. Allar royndir frá politikkarum til at fáa hann at taka ímóti mutri visti hann aftur. Hann setti strong krev til teirra, sum vórðu sett í starv. Tey skuldu helst hava útbúgving á universiteti í løgfrødi ella bokføring. Og samstundis skipadi hann ein felagsskap, sum fram til dagin i dag ikki hevur havt ein umboðsmann, sum er vorðin ákærdur fyri at hava tikið ímóti mutri. Og tað er sjáldsamt í USA. 200 milj. fingramerki Heiðurin fyri hetta kann eingin taka frá honum. Og heldur ikki heiðurin fyri at hava brúkt teknikk og visund í royndunum til at beina fyri brotsgerðum. Á Tvey ára gamli sonurin hjá Charles Lindbergh var burtur- fluttur og seinni funnin deyður. Hoover tók heiðurin frá FBI, tá hann kom fram á Hauptmann, sum myrdi tann lítla dreingin Hann skipaði eitt fullfiggjað yvirlit við meiri enn 200 milj. fingramerkjum, og hann legði grundarsteinin til ta bestu sosialurin Hoover saman við Melvin Purvis í 1934. Purvis var millum teirra, sum tóku John Dillinger á sinni kriminalstarvsstovuna í heimin- um. Hann byrjaði eisini ein skúla, har ikki bert FBI-starvsfólk, men eisini onnur politifólk fingu holla útbúgving. Haraftrat skipaði hann 50 FBI-skrivstovur kring alt USA. Í 1972 vóru tilsamans 19,401 starvsfólk á amerikansku sam- veldislogregluni. Harav er 8586 spesiallogreglumenn. Seinnu ár- ini hevur legreglan fingið eitt datasystem, sum eftir stuttari tíð gevur ollum løgregiumonnum har upplýsingar um fortíðina hjá onkrum illtonktum. Edgar Hoover vann sær eisini umdemi sum PR-maður. Public Relastion fyri seg sjálvan og FBI, sjálvandi. Tá tær fyrstu væleydnaðu atsóknirnar móti kendum brotsmonnum í trediv- unum vórðu framdar, vórðu skrivaðar eitt ótal av greinum um dirvið hjá FBI. Tíðum vórðu greinirnar skrivaðar á einum góðum samarbeiðsgrundarlagi við hevuðsskrivstovuna í Washington. Eisini filmur varð gjørdur um FBI-løgregluna. Og tað vórðu send spennandi hoyri- spel, har eisini virkið hjá sam- veldisløgregluni kom til sjóndar. Allastaðni vóru teir at síggja — umboðsmenninir fyri FBI. Menninir, sum vórðu eyðkendir fyr vit og dugnaskap. Hoover og FBI gjørdust eitt tjóðskaparligt hugtak í USA. Mótvilji Men aftan fyri alt hetta var stóri mótvilji hansara ímóti at býta heiðurin fyri alt tað væleydnaða við onnur. Tað vóru FBI og Hoover, sum skuldu hava heið- urin. Sjálvt um tað hvert skuldi ganga eitt sindur ólógliga fyri seg. Eitt dømi um hetta var hend- ingin aftan fyri ránið av tvey ára gamla soninum hjá Charles Lindbergh, sum seinni varð funnin deyður. Tað vardi fram til 1934, áðrenn Bruno Hauptmann, sum varð fluttur til USA úr Týska- landi, kundi handtakast og domast fyri morðið á ti lítla dreinginum. Playboy Uteftir var Edgar Hoover, stutt eftir at hava tikið við leiðara- starvinum, við at gerast ein playboy, sum amerikumenn siga. Hann var ofta at síggja í teimum kendu gøtunum í New York saman við eðrum kendum persónum. Hann gjørdi lítið av ti váta slagnum, og tað var Ogjørligt at seta hann í samband við nakað konufólk. Hann gifti seg ongantíð. Í staðin búði hann hjá mammuni, til hann doyði. Hann varð tíðum avmyndaður við einari maskinbyrsu í hond- ini. Á eðrum myndum sást hann brosandi saman við Shirley Nr. 5 — 18. januar 1975 Temple, sum tá var barna- stjórna. Tað vóru ikki ell, sum hildu lika nógv um Hoover og PR- mannin, sum hann var. Ein senatorur, McKelly, segði í 1936, at uttan iva hevdu nógvir FBI-løgreglumenn sýnt stórt dirvi, men Hoover hevði ikki so mikið sum handtikið ein ung- dómsbrotsmann! Eingi handjørn! Tað verður ofta mint á fyrstu handtøkuna, sum Edgar Hoover stóð fyri, og sum hann bíðaði spentur eftir. Alvin Karpis, sum tá varð skýrdur at verða stersti fígg- indin í USA, var eftirlýstur fyri burturflyting, og varð staddur í New Orleans, tá Hoover fyrstu ferð slapp at royna seg. Hann var í fylgi við nøkrum løgreglu- monnum í einum flogfari, sum fleyg teir til New Orleans. Sum vant visti løgreglan har einki um burturflytingina. Tá Hoover og fylgisneytar hansara skuldu handtaka Alvin Karpis, segði leiðarin: — Koyrið hann í hand- jørn! Karpis var lættur at hand- taka. Men hvørki Hoover ella hinir løgreglumenninir høvdu minst til at taka handjørn við... Fólkið tekur avskeð við J. Edgar Hoover Brotsmaðurin á Norrmalmtorg skal giftast í fongslinum Hevur biðið dómaran, sum dømdi hann fyri brotsverkið, um at viga Ein av teimum mest umreddu brotsmonnunum í svenskari kriminalsogu, Janne Olsson, sum gjerdist kendur frá hend- ingini á Norrmalstorg í Stock- holm fyri tveimum árum síðani, skal giftast í fongslinum. Gentan, sum hann skal giftast við, eitur Berit og er 29 ára gomul. Hon var gift, tá tey hittust fyrstu ferð. Seinni skild: ist hon fra manninum, og brúd- leypið í fongslinum skal standa í február mánaða. Tað vóru nógv, sum fylgdu við í sjónvarpi, tá Janne Olsson í august 1973 hevði fýra fólk sit- andi sum giðslar aftan á at hava framt eitt bankarán. Hann varð dømdur til 10 ára fongsulsrevsing, og hann hevur heitt á dómaran, sum demdi hann tá, um at viga seg og gentuna. Á vitjan í fongslinum Hann hevur fleiri ferðir havt vitjan av gentuni í fongslinum. — Berit skrivaði mær bræv, og síðani hava vit hitt hvert annað fleiri ferðir. Vit komu skjótt eftir, at vit áttu saman, sigur hann. — Vit hittust fyrst í einum fangarúmi, meðan ein politi- maður stóð á varðhaldi. Hetta lagið vardi í einar fimm mánaðir, men síðani fingu -vit loyvi at hittast í einum serligum rúmi, uttan at verða órógvað. — Tá eg hevði fingið seinasta dómin, var eg ráðaleysur. Men so hitti eg Berit, og nú tykist framtíðin at vera ljósari. Og eg havi givið henni lyfti um, at eg skal ikki flýggja úr fongslinum. Ein blaðmaður á svenska dag- blaðnum Ekspressen hevur vitj- að Janne Olsson. Hann hevur roknað út, at Janne nú hevur 8 ár og 9 mánaðir eftir at sita í fongsli aftrat. Ella 3660 dagar. Tá Janne Olsson varð førdur út úr bankanum á Norrmalstorg í 1973