Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. januar 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 1 - 4. januar 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 1 - 4. januar 2000 Tað hevur verið nógv tosað og skrivað um, at felagið hjá Óla Johannesen, AGF, hev- ur havt stórar trupulleikar at finna ein nýggjan venj- ara. Men sambært Århus Stifttidende í gjár, so verður tað almannakunngjørt í dag, at felagið hevur skift venj- ara. Nýggi venjarin eitur Ove Christiansen. Hann hevur áður verið venjari hjá Vi- borg. Síðsta heyst ljóðaði, at hann skuldi venja danska U-18 landsliðið, men nú ljóðar, at venjarin og AGF hava havt samráðingar um samstarv síðani eina ferð síðsta heyst. At tað hevur verið tosað so nógv um trupulleikar hjá AGF at finna nýggjan venj- ara, kemst m.a. av, at felagið fyrst boðaði frá, at navnið á nýggja venjaranum skuldi koma fram á eykaaðalfund- inum, ið var 7. desember. Tá varð eingin venjari nevndur, men so varð sagt, at navnið skuldi koma fram á tíðindafundi, ið var ásettur at vera 28. desember. Tann fundurin varð avlýstur, og tað ljóðaði ikki heilt sann- førandi, tá orsøkin varð søgd at vera sjúka. Fer til AaB At tað yvirhøvur var neyð- ugt hjá AGF at finna nýggj- an venjara komst av, at Pe- ter Rudbæk, sum síðsta summar syrgdi fyri, at Óli Johannesen kom í stóra fel- agið í Århus, fyri langari tíð síðani hevur skrivað sátt- mála við AaB. Óli fær nýggjan venjara Peter Rudbæk fer úr venjarastarvinum í AGF beinanvegin í staðin fyri um eitt hálvt ár Í gjár kom skriv frá Fót- bóltssambandi Føroya um, at aðalfundurin verður í Norðurlandahúsinum leyg- ardagin 19. februar ár 2000, klokkan 10.00 stundisliga. Skráin er sambært áset- ingunum, og FSF sigur í skrivinum, at mál, sum viðvíkja kappingarreglu- num fyri fótbólt, skulu sendast sambandinum í seinasta lagið 19. januar. Mál, sum viðvíkja áseting- unum fyri Fótbóltssamband Føroya, skulu vera FSF í hendi í seinasta lagið 5. feb- ruar. Umframt málini, sum nevndin í FSF og feløgini møguliga leggja fyri fundin, verður á skránni ársfrá- greiðing, framløga av grannskoðaðum roknskapi, og val av nevndarlimum og grannskoðarum. Fyri vali til nevndina í Altjóða samstarvið skal fáast uppá pláss, áðrenn tað ber til at leggja heimligu kappingarnar FSF fund í februar Ætlanin var, at venjarin, sum føroysku venjararnir, ið vóru á Danmarkarferð í oktober, vóru saman við, skuldi fara úr starvinum í Århus komandi summar, tí hann skal taka við starv- inum í Aalborg 1. juli, men nú sigst, at avgerð er tikin um, at Peter Rudbæk hevur havt sín síðsta ar beiðsdag í AGF, og at Ove Christian- sen fer at standa við róðrið, tá Óli Johannesen og liðfel- agarnir nú fara undir fyri- reikingarnar til seinnu hálvu av landskappingini. Setningurin hjá nýggja venjaranum verður í fyrstu atløgu at syrgja fyri, at stóra felagið í Århus við føroyska íslettinum varðveitir plássið í bestu deildini. Tvey lið flyta niður úr superliguni. AGF er fjórði aftast. Teir hava átjan stig, og tað er fýra fleiri enn Esbjerg, sum er næstaftast. jh FSF standa hesa ferð for- maðurin, Torleif Sigurðs- son, og nevndarlimirnir Dánjal Andreasen, Jákup Simonsen og Karl Vidtfeldt. Síðani FSF varð stovnað 13. januar í 1979, hava aðal- fundirnir altíð verið í januar. Tað hevur staðið í áseting- unum fyri Fótbóltssam- bandið. Aðalfundurin í fjør broytti ásetingarnar, soleiðis at aðalfundurin skal vera í januar ella februar, og hesa ferð verður fundurin altso 19. februar. Undankappingin uppá pláss fyrst Á aðalfundinum plagar skráin fyri landskappingar- nar at verða løgd fram, og lutakastið fyri steypakapp- ingarnar plagar eisini at vera á fundinum. Frá FSF hevur áður verið sagt, at tað fer ikki at bera til at leggja endaligu skránna fyri lands- kappingarnar og steypa- kappingarnar í ár 2000, fyrr- enn tað er greitt, hvussu skráin fyri HM undankapp- ingina fer at síggja út. Tann spurningin er ætl- anin at avgreiða fríggjadag- in 21. januar. Tá fara Allan Simonsen, Jens Erik Magn- ussen og Ísak Mikladal til Zürich at fundast við um- boð fyri hini londini, sum Føroyar eru í HM undan- kappingarbólki saman við (Jugoslavia, Russland, Sveits, Slovenia og Luk- semburg). Oftast plagar tað at ganga skjótt fyri seg at fáa ta skránna upp á pláss, og um tað fer at gangast á sama hátt hesa ferð, so átti møguleiki at veri hjá FSF at lagt skránna fyri steypa– og landskappingarnar fyri feløgini á aðalfundinum. Í fjør varð fyrsta innleið- andi umfarið í kappingini um løgmanssteypið spælt 14. mars, og tað varð farið undir bólkaumfarið 28. mars. Í fjør fóru kvinnurnar undir steypakappingina 5. apríl. Í fjør varð sjøtul settur á landskappingarnar hjá ávikavíst monnum og kvinnum 25. og 30. apríl. jh Óli Johannesen og liðfelagirnir í AGF fáa longu nú nýggjan venjara. Ætlanin var annars, at Peter Rudbæk, sum hevur vant liðið seinastu árini, skuldi vera venjari hetta kappingarárið út, men nú tekur fyrrverandi Viborg venjarin, Ove Christiansen við stýrisvølin í kreppurakta felagnum Formaðurin í fótbóltssambandinum, Torleif Sigurðsson, er millum teirra, sum nú standa fyri vali á aðalfundi FSF‘s Skrivstovustarv Vegna eitt av viðskiftafólkum okkara, eitt fakfelag við skrivstovu í Tórshavn, verður søkt eftir skrivstovufólki at byrja 15.01. ella 01.02.2000. Arbeiði: • skrivaraarbeiði • taka telefon • journalisering • arkivering • annað fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni Førleikakrøv: • skrivstovuútbúgving ella líknandi út- búgving • køn/kønur í rættskriving og norður- lendskum og enskum máli • royndir innan EDV • royndir frá skrivstovuarbeiði Setanartreytir: • sambært avvarandi sáttmála Umsóknarfreist: • hin 10.01.2000 • við umsóknini skulu sendast avrit av próvskjølum og møgulig viðmæli. Áhugaði kunnu við at venda sær til Páll Nielsen fáa nærri upplýsingar um nevnda starv. Advokatvirkið Páll Nielsen - Sigmund Poulsen Hoyvíksvegur 27 Boks 85 • 110 Tórshavn tlf. 312171 - telefax 318574 teldupostadressa: advokat@post.olivant.fo Regluligu býráðsfundirnir hjá Runavíkar býráð í ár 2000 verða hesar dagar kl. 17.30 í býráðshøllini: 27/01 - 24/02 - 30/03 - 27/04 - 30/05 - 29/06 - 31/08 - 28/09 - 26/10 - 30/11 og 21/12. Býráðsskrivstovan er opin kl. 10-12 og 13-15. Býráðsformaðurin er at hitta eftir av- talu. Mál, ið ynskjast viðgjørd á býráðsfundi, mega verða býráðnum í hendi 14 dag- ar áðrenn fundin. Runavíkar býráð Frá Hotel Föroyum Tilboð ynskist at innhegna ognina hjá Hotel Föroyum og gerð av rulluportri við omankoyringina frá Oyggjarvegn- um. Áhugaðir biðjast seta seg í samband við Tlf. 317500 Frá Hotel Föroyum Tilboð ynskist at hampa um grótgarðin á ognini hjá Hotel Föroyum. Áhugaðir biðjast seta seg í samband við Tlf. 317500 Frá Filmseftirlitinum til øll, ið selja ella útleiga video- filmar og aðrar filmar Filmseftirlitið minnir á, at øll - bæði ein- staklingar og feløg, ið selja og/ella út- leiga filmar, videofilmar, DVD o.l. hava sambært løgtingslóg skyldu til: - at lata seg skráseta hjá Filmseftirliti- num - at lata Filmseftirlitið góðkenna allar videofilmar og aðrar filmar, áðrenn hesir verða seldir og/ella útleigaðir - at lata Filmseftirlitið góðkenna og seta sítt stempul á reklamumyndir, ið verða vístar móti almennum vegi ella í hølum, sum almenningurin hevur at- gongd til. Brot á hesar reglur verður revsað við bót, og eisini er heimilað tollvaldinum at sýta at avgreiða óskrásettar innflyt- arar. Omanfyri nevndu viðurskifti kunnu fá- ast í rættlag við at venda sær til Films- eftirlitið á tlf. 317344 gerandisdagar millum 13-16 (fax 319330 ella e-mail: filmseft@post.olivant.fo) Postsmoga 124 N. Winthersgøta 7 FO-110 Tórshavn Aðalfundur Aðalfundur Fótbóltssamband Føroya, verður í Norðurlandahúsinum, Tórshavn, leygardagin, 19. februar 2000, kl. 10.00. Fundarskrá sambært lógunum. Fótbóltssamband Føroya The Faroe Islands´ F.A. Member of FIFA - UEFA - ÍSF Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 ØLL og fæst frá okkum LUFTAMBOÐ ÚTGERÐ Kompressarar, nýggir og brúktir COBRA motor- borimaskinur Borihamarar Brekkarar Smyrjiapparat o.a. Borstál, t.d. borar, meitlar, borkrónur o.a. Luftslangur, koblingar, klemmur o.a. Vit útvega eykalutir til flestu kompressarar og luftamboð Sandvíkarhjalli - Tlf. 315600 - Fax 318008