Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 1975síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 24 — 26. mars 1975 sosialurin Síða 5 Fekk sum fyrsti garnabátur 10.000 kr. í bót Verjin hjá bátsformanninum á Líraberg mótmælti í rættinum, at sami politimaður sum hevði skrivað politifrágreiðingina í málinum metti upp í rættinum sum serkønt vitni Í Føroya rætti seinasta mikudag var bátsformaðurin á skopunar- bátinum Líraberg demdur at gjalda 10.000 kr. í bót fyri tann 13. mars í ár at hava fiskað 6- lógliga við gørnum á friðaðu garnaleiðunum í Vágahavinum, samstundis sum hald varð lagt á veiðu og reiðskap. Veiðan hjá Líraberg var upp á 24.500 pund og bleiv avreidd til flakavirkið í Miðvági fyri slakar 42.000 kr. Gørnini rikin innum? Bátsformaðurin á Liraberg, Tór- hallur Andreasen, greiddi í rættinum frá, at gernini vóru sett beint uttan fyri markið og máttu vera rikin innum. Tað var útróðrarbáturin Dal- búgvin, sum boðaði Dagstjorn- uni frå, at teir sóu fleiri gern inni á bannaða garnagkinum. Dags- stjørnan kom fram á Liraberg, meðan teir drógu gernini, og lógu teir tá einar 2 fjórðingar innan fyri mark. Skiparin á Dagsstjørnuni, Óli Hammer, setti seg i samband vid Liraberg og greiddi teimum frå, at teir vóru langt inni á friðaða økinum. Dagstjørnan sigldi tætt upp at Liraberg, og sóu teir nógvan fisk á dekkinum. Tað sá ikki út sum at manningin á Líraberg hevði nakrar trupulleikar við at draga gernini. Gørn fløkjast um tey reka Regin Leonson møtti i rættinum sum serkønur innan garnafiski- skap. Hann greiddi frå, at hann i nøkur tidarskeid hevdi fiskad vid gørnum undir Isiandi vid is- lendskum skipi. Hann segði vid- ari, at tå gørn vera sett út, reka tey eitt sindur. Tá varpið er komið á botnin, heldur raksturin uppat. Um gern reka meiri enn tveir fjórðingar, fløkjast tey, segði Regin Leonson. Habiliteturin í lagi Verjin hjá bátsformanninum á Líraberg, Halgir Winther Poul- sen, advokatur, mótmælti, at sami politimadur, sum hevði skrivað politifrágreiðingina í málinum, skuldi meta sum ser- kønt vitni. Dómarin dugdi ikki at síggja nakra grund fyri at taka mótmæli til eftirtektar. Umboðsmaður ákæruvaldsins, Schydt, politifulltrúi, segði í hesum sambandi, at Regin Le- onson ikki metti í rættinum sum politimaður, men skuldi bert koma við eini frágreiðing um tær Garnabátarnir hava fingið væl av fiski royndir, sum hann hevði av garnafiskiskapi. Tórhallur Andreasen, bátsfor- maður, segði, at garnafiskiskap- ur undir Íslandi og Feroyum kundu ikki sammetast. — Eg havi fleiri ferðir verið úti fyri at seta gørn norðan fyri Feroyar, og hava hesi ofta rikið einar 3 fjórðingar, uttan at tey vóru ógreið, tá drigið varð. Tað skal ikki loysa seg at fiska ólógliga Schydt, politifulltrúi, segði und- ir dómsviðgerðini, at antin heyði Líraberg sett gernini inn um markið ella nær markinum við tí fyri eyga at fáa tey at reka inn á friðaða økid. Hann kravdi, at á- kærdi bleiv domdur til at gjalda eina bót, sum lá ájavnt bótunum fyri ólógliga troling (minsta bótin er 30.000 kr.). — Um so er, at vit geva Tór- halli Andreasen minstu bótina fyri ólógliga garnaveiðu, sum er upp á 5.000 kr., fer tað at loysa seg hjá garnabátunum at veiða ólógliga. Ti er neyðugt við eini høgari bót. Trol og gørn hvør sitt Halgir Winther Poulsen, advo- katur, segdi seg ikki kunnad fatað, at åkærarin vildi hava Tórhall dømdan åtøkt við ólóg- liga troling. Hetta má absolut vera ein skriviborðsteori, ti sum øllum kunnugt eru gern jú ein fast- standandi reiðskapur, sum fisk- urin má gera nakað fyri at koma í. Menn meina haraftur ímóti, at troling er rovfiskiskapur, sum ikki kann metast javnt við garnafiskiskap. Halgir Winther Poulsen helt, at um so var, at Tórhallur varð demdur sekur, so var ikki neyð- ugt við eini bót, sum lá væl oman fyri 5.000 kr. VA Al eessde Læraraskúlin Foroya skúlastjórn hevur eftir tilmæli frá Læraraskúlanum avgjørt, at eingin fyrireikingarflokkur verður upptikin í 1975. Út frá hesum má roknast við, at fyrireikingarflokkurin med alla er avtikin, og at upptøka hereftir verður beinleiðis inn í 1. læraraskúlaflokk. Henda skipan kann væntast at taka við frá 1976, og roknast má við, at studentsprógv, HF-progv ella prógv á líknandi stigi verður kravt. Føroya læraraskúli Restorffs Bryggjarí boðar frå, at oll avgreiðsla á bryggjarinum er hvønn dag frá kl. 158—17. Leygardag er stongt. Restorffs bryggjari telef. 14728 stubbar uttaneftir Samrådingarnar slitnaðar Ísraelska stjórnin hevði fyrr- apartin sunnudagin ein ser- ligan fund fyri at tosa um støduna i Miðeystri eftir at samrådingarnar hjå amerik- anska uttanrikisrådharran- um, Henry Kissinger, stedg- aðu leygarkveldið. Israelsk blød og útvarpið í landinum segdu sunnudagin, at amerikanski forsetin, Ger- ald Ford, hevur sent ísrael- sku stjórnini eitt óvanliga hvassorðað skriv, har hann skuldsetir Ísrael fyri ikki at hava slakað nóg mikið. I skrivinum hevur amerikanski forsetin sagt, at ísraelska stødan í hesum máli kann fara at fora til, at viðurskift- ini millum Jerusalem og Washington mugu takast upp til nýggja viðgerð. Ísraelska útvarpið segði sunnudagin, at allir ráðharr- arnir, sum høvdu sæð skriv- ið, vóru sera bilsnir av orða- ljóðinum i tí. Israelsku blød- ini skrivadu, at herurin stóð tilbúgvin á øllum hermótum eftir at samráðingarnar vóru slitnaðar. Ein hernaðarligur talsmaður avsannadi sam- stundis, at serlig tiltøk vóru sett í verk. Herurin er altið til reiðar, segði hann. Kissinger fór fyrrapartin sunnudagin úr Tel Aviv. Hann segði, tå hann for, at USA nú fer at royna nýggjar leiðir til tess at finna eina loysn á striðnum í Miðeystri. Hann legði aftrat, at hetta var ein harmuligur dagur hjá USA. Tað var helst ísraelska kravið um, at Egyptaland skuldi geva eina almenna frá- greiðing um, at krigsstødan millum bæði londini er av, sum førdi til, at tingingarnar slitnadu. Bådir partar leggja åbyrgdina av ti, sum nu er hent, å hvønn annan. Israels- menn siga, at teir vóru komn- ir við tveimum vidgongdum uppskotum m.a. um aftur- tøku av herfólki frá teimum báðum týðandi fjallaskorðun- um í Sinai og frá nekrum oljukeldum afturfyri eina tí líka váttan frá Egyptalandi, men egyptar segdu nei. Eg- yptiski uttanríkisráðharrin, Ismail Fahmy, segði, at ein tílík frágreiðing ikki hoyrir heima í einari hernaðarligari avtalu og kann bert koma uppá tal undir einari endalig ari loysn, tå Israel hevur tikið seg aftur av ellum teimum hersettu arabisku økjunum, og tá tað er skipað fyri einum palestinskum ríki Í Jerusalem hava tríggir stjórnarlimir i tjóðskaparliga religiosa flokkinum heitt á Yitzhak Rabin, forsætisráð- harra, um at skipa eina nýggja samgongustjórn, har andsteðan eisini er við. Eftir at samráðingarnar eru slitn- aðar er neyðugt við einari so breiðari stjórn, heldur flokk- urin. Alt sambandið kvett Ur Vietnam siga keldur innan herleiðsluna í Saigon, at kommunistiskar herdeildir hava kvett alt samband yvir land til tann gamla keisara- býin Hue har norðuri í land- inum. Nú er bert samband við umheimin loftvegis, verð- ur sagt Norðurvietnamesarar og partisanar skjóta eftir sjálv- um Hue, og tíðindi siga, at fleiri túsund flóttafólk eru steðgað á leiðini frá Hue og suðureftir orsakað av bardøg- um millum stjórnarhermenn og norðurvietnamesarar | miðhálendinum harðir bardagar sunnudagin vid høvudsveg 21. Í Kam- bodja hava stjórnarherdeildir mist triggjar stoðir uttanfyri høvudsstadin Phnom Penh voru Ein vinstrasinnað stjorn Portugal hevur fingid nyggja stjórn. Sagt verður, at henda stjórnin er meira vinstrasinn- að enn tann, sum var framm- anundan, og roknað verður uttanrikisráðharrin, nú verður ráð- við, at Mario Soares, harri uttan ráðharrastovu Frammanundan segði sosi- aldemokratiski flokkurin seg vera misnøgdan við, at herur- in fekk eitt ov stórt vald, og at hann ikki fór at tola eitt autoritert stýri. Stjórnar- flokkurin segði tá nei til, at herurin skuldi vera sitandi uttan mun til, hvat úrslitið verður av valinum í næsta inum segði, at flokkurin fór ikki at ganga við til, at eitt einaræði verður sett í staðin fyri eitt demokrati mánað. Formaðurin Harold Wilson gruggutur Tíðindi úr Bretlandi siga, at Harold Wilson, forsætisráð harri, heldur lítið um tað ar- beiði, sum EF-andsteðumenn í stjórnini gera nú til tess at mæla fólkinum til at ganga ímóti framhaldandi limaskapi í Felagsmarknaðinum. Her- fyri samtykti ein meiriluti í bretsku stjórnini at mæla fólkinum til at atkveða fyri framhaldandi limaskapi í summar, og tá samtyktin varð kunngjørd, segði Harold Wilson, at hann fór ikki at leggja seg út í tað arbeiðið, sum EF-andsteðumenn í stjórnini fóru at gera