mikudagur 26. mars 1975síða 6
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
ss ——øV—iiWW
Framhald frá síðu 3
1975, vil kommunan eftir $ 4 í
roynd og veru átaka sær skyldur
til at yvirtaka bygningar og fost
anlegg fyri ein prís, ið svarar til
90% av »anskaffilsisvirbinum«.
Sambært $ 2 i sama uppiskoyti
eru bæði megulig leigutap,
stovningarprovisión og kurstap
íroknað »anskaffilsisvirbinum«.
2. Eftir tilboðnum frá Hoff-
mann og Senner A/S dagfest 10.
mars 1975 er detailprojektering
av miðsteðini, ið semja skuldi
vera um í seinasta lagi 15. mars
1975, enn ikki gjørd, og í punkt
7 í sama tilboð verður sagt, at
»udformingen af centret i det
væsentlige sker i overensstemm-
else med de foreliggende skitse-
projekt«.
3. Eftir hesum at døma hava
entreprenørarnir givid eitt fast
tilbod, uttan at detailprojekter-
ing er gjørd, og bindur komm-
unan seg soleiðis sum ætlað,
kemur kommunan at vera uttan
ávirkan á, hvussu detailprojekt-
ið kemur at síggja út, og harvið
eftir okkara tykki eisini uttan á-
virkan á tann endaliga prísin av
teirri lidnu miðsteðini.
4. Sambært vidtøkunum er
samlaði partapeningurin í P/F
SMS 3 milj. kr., harav er
upprunaligi partapeningurin kr.
500.000, meðan tilsamans kr.
413.000 eru teknadar av oðrum
sambært fyriliggjandi tekning-
arlistar. Vidvikjandi 109.000 kr.
er fyrivarni um biografloyvi.
Keypssamtøkan vil
hava byrådi at keypa
høli sini i Dr. Jacob-
sensgøtu fyri 2,4 milj.
Havnar Keypssamtøka hevur
teknad kr. 811.000, men er
henda tekning treytad av, at
kommunan góðtekur tilboðið frå
Keypssamtøkuni dagfest 14.
mars 1975 um keyp av ognunum
hjå Keypssamtøkuni fyri kr.
2.400.000, og at ognin í framtíð-
ini ikki kann nýtast til kolinial-
veruhandil.
Entreprenørarnir, Hoffmann
og sønner A/S hava teknad kr.
1.200.000 í partapeningi treytað
av, at tilbodid frå Hoffmann &
Sønner A/S dagfest 10. mars
1975 verdur g6dtikid.
Eftir hesum at døma er til-
samans teknad i partapeningi
kr. 2.924.000,00.
Eftir okkara meting åtti tad at
givið kommununi grund til um-
hugsunar at byggimeistarin eig-
ur so stóran part av samlaða
eginpeninginum hjå byggiharr-
anum.
Sum tad sæst av omanfyri-
standandi, er tað okkara meting
at kommunan sambært $ 10 og
18 í upprunaliga sáttmálanum er
leys av sáttmálanum uttan end-
urgjaldsskyldu, tá alt tað tilfar,
vit hava fingið frá kommununi
tykist at benda á, at p/f SMS
ikki er ført fyri at lúka skyldur
sínar eftir $ 10 í sáttmálanum
uttan hjálp frá kommununi.
Halgir W. Poulsen
Carl V. Weihe
Mæla til at
góðtaka
Ein minniluti i figgjarnevndini,
Petur Christiansen og Børge
Person, komu við hesi tilråding á
býráðsfundinum seinasta friggj-
akveld:
»Ein minniluti í figgjarnevnd-
ini, Petur Christiansen og Børge
Persson, mælir býráðnum til at
góðtaka vidtøkurnar hjá SMS
soleiðis sum tær eru broyttar á
aðalfundi felagsins 12. mars
1975.
Somuleiðis verður mælt bý-
ráðnum til at góðkenna í prin-
sippinum innihaldið og meining-
ina í uppskotinum pr. 10. mars
1975 til uppískoyti til leigusátt-
málan frá 8. mai 1974, herundir,
at kommunan bindur seg til at
yvirtaka bygningar og fastognir
fyri 90% av smalaða anskaff-
ilsisvirðinum sum uppgjert í $ 2
í uppískoytinum, og at yvir-
tøkuvirdi verður minkað vid 2%
av samlada anskaffilsisvirðinum
fyri hvørt år eftir at 5 år eru lidin
frå at byggivåttan er givin.
Endaliga ordingin av uppiskoyt-
inum verður gjørd av býráðsfor-
manninum í samrað vid jurid-
iskar og økonomiskar konsulent-
ar umbodandi bådar partar.
Somuleidis góðkennir býráðið
tilboðið frá Føroya Keypssam-
tøku pr. 14. mars 1975, tó so at
býráðið seinri tekur stødu til
gjaldstreytirnar eftir at samráð-
ingar hava verið við FK út frá
fyriliggjandi gjaldstreytatilboð-
um frá FK.
Við fyriliggjandi tilfari — her-
undir undirskrivaðum leigusátt-
málum við tekningarlistum og
sáttmálaviðurskiftunum millum
p/f SMS og H. Hoffmann &
Senner — góðkennir býráðið, at
p/f SMS fær loyvi at seta
byggingina av selumiðsteðini í
gongd út frá byggitekningum, ið
verða at góðkenna og so skjótt
fyribils figgjanin (byggilán) og
endalig figgjan (fost lán) eru
tryggjað og góðkend út frá fyri-
liggjandi.
Setur einki
uppskot fram
Ein annar minniluti í figgjar-
nevndini, Finnur Johansen,
figgjarnevndarformaður, setti
onki uppskot fram.
Ikki innan
kommunalt virki
Ein triðji minniluti, Leivur Jo-
hannesen figgjarnevndarlimur,
mælir býráðnum frá at broyta
grein 1,2 og 3 í sáttmálanum,
dagfest 8.5.1974, millum Tórs-
havnar kommunu og SMS, út
frá tí sjónarmiði, at henda
broyting bindur Tórshavnar
kommunu enn fastari figgjarliga
enn upprunaligi sáttmálin ger.
Samstundis verður mælt
Tórshavnar kommunu frá at
keypa bygningarnar hjá Føroya
keypssamtøku fyri 2,4 mili.
krónur við teirri motivering, at
hvorki figgjarligt grundarlag er
til staðar, ei heldur er upplýst
við hverjum endamáli Tórs-
havnar kommuna skal ogna sær
nevndu bygningar. Heldur ikki
meti eg tað verða sámuligt fyri
Tórshavnar kommunu at ganga
krøvum keypssamtøkurnar og
SMS å møti, har teir sinåmillum
treyta sær at Tórshavnar komm-
una sum ein triðji og uttanfyri
standandi partur keypir bygn-
ingarnar hjá keypssamtekuni
fyri nevnda pris.
Samantikið haldi eg ikki at
sosialurin
veðhald fyri slíkari handilsfyri-
tekur falla inn undir kommunalt
virki.
Henda tilráðing er partvís
bygd á tær viðmerkingar, sum
serfrødingarnir Halgir Winther
Poulsen og Carl W. Weihe hava
gjørt eftir åheitan frå Tórshavn-
ar kommunu i skrivi dagfest
9.3.75.
Harðliga ímóti
Undir viðgerðini av málinum á
býráðsfundinum seinasta fríggj-
akveld segði Leivur Johannesen
En ——wuiidiaiaaaam
seg vera harðliga ímóti SMS
sáttmálanum.
Eg haldi tað ikki vera rætt at
kommunan bindur seg á slíkan
hátt. Hvat munnu aðrar handils-
fyritøkur fara at siga, tá Tórs-
havnar býráð fer at veðhalda fyri
danskt byggifelag, sum eigur
50% av partapeninginum og
Havnar Keypssamtøku, sum
eigur 30%, tå hvørgin av hesum
letur eitt oyra i skatti til
kommununa? Hetta kann
kommunan ikki tilláta sær,
segði Leivur Johannesen.
Sáttmáli millum
Tórshavnar kommunu
og P/F SMS
1. Tórshavnar kommuna leigar
partafelagnum SMS tað á við-
festa kortskjali sýnda ekið frá 1.
januar 1975. Framleiga og av-
hending av leigumálinum er ikki
loyvd.
2. Sáttmálin kann av leigaranum
sigast upp við 2 ára fyrivarni til
ein 1. januar. Sáttmálin er av
kommununi éuppsigiligur, sbr.
to gr. 18 og grein 20, fram til 1.
januar 2008, tå leigusåttmålin
gongur ut.
3. Kommunan bindur seg til, tå
ið leigusåttmålin gongur út, at
taka við bygningum og festum
anleggi innan ekið til virði, sum
verður ásett av metingarnevnd,
sum sorinskrivarin setur.
4. Kommunan åtekur sær út-
reiðslurnar, sum standast av
teirri vidkan av hitamidstødini,
id er åløgd apotekinum at gera
ut um tess egna tørv, fyri at
hitamiðsteðin sidan kann út-
byggjast til at tæna handilsmið-
steðini.
5. Kommunan átekur sær út-
reiðslurnar, sum standast av
teirri viðkan av reinsiverkinum,
ið er álogd apotekinum at gera
út um tess egna terv, fyri at
reinsiverkið kann tæna handils-
miðsteðini.
6. Kommunan átekur sær í sein-
asta lagi 1. mars 1975 at gera
R.C. Effersøesgøtu og vegin í-
millum R.C. Effersøesgøtu og
Tinghúsvegin, sbr. hjálagda
kort, og váttar at hava bett so
um Tinghúsvegin fram við mið-
stadarøkinum innan 1. januar
1978, at hetta strekkið í útsjónd
og dygd hóskar til miðstaða-
byggingina.
7. Kommunan átekur sær í
seinasta lagi 1. januar 1975 at
leggja høvudsvatnleiding til okið
soleiðis sum víst á kortskjalin-
um.
8. P/F SMS bindur seg til í
seinasta lagi 1. mars 1975 at
senda kommununi uppskot til
vatnburturveiting frá økinum.
Kommunan kann krevja at upp-
skotið verður soleiðis lagt, at tað
kann taka burturveiting frá
grannaøkjum, ímóti at kommun-
an átekur sær meirútreiðslurnar
í hesum sambandi.
9. P/F SMS bindur seg til í sein-
asta lagi 1. juli 1975 at senda
byggimyndugleikunum full-
figgjadar byggitekningar til góð-
kenningar. Uppskotið skal vera í
samsvari við 1) leiðbeinandi á-
setingar fyri Bl-økid i serkønu
byggisamtykt nr. 3 fyri part av
Tórshavnar kommunu og 2) við
vanliga nýttu parkeringsreglun-
um í kommununi: 1 bilpláss fyri
hverjar 25 m? handilsøki og 1
bilpláss fyri hverjar 50 m? skriv-
stovuøki.
10. Byggingin kann i fyrsta lagi
byrja 3 månadir eftir at p/f SMS
hevur dokumenterad yvirfyri
kommununi, at neyðugi egin-
peningurin og figgjargrundar-
lagið er tryggjað og at tað í 11.
petti fyrisetta er uppfylt, og skal
byggingin verða byrjað í sein-
asta lagi 1. januar 1976.
11. Orsakad av at núverandi
handilsfyritøkur og skattaborg-
arar í Tórshavn hava framíhjá-
rætt til at koma inn í handils-
miðsteðina bindur p/f SMS seg
til at upplýsa yvirfyri kommun-
uni, hver við partabrævatekning
tryggjar sær leigumál í handils-
miðsteðini, við hvussu mongum
tvørmetrum og til hvat endamál.
Kommunan metir endamál sítt
við at krevja núverandi handils-
fyrittøkum framíhjárætt sum
uppfylt, um ein partur av tí í 1.
punktum nevndu partabræva-
tekning, ið svarar til í minsta
lagi 50% av tí oki, ið lagt verður
út til beinleiðis handilsendamál í
teimum undir 9. petti nevndu
byggitekningum, verður teknað-
ur av núverandi handilsfyritøk-
um í Tórshavn. Tó treytar
kommunan sær, at í mesta lagi
15% av partabrævatekningini
verður teknað av handilsfyri-
tokum og persónum uttanfyri
Tórshavn. Gerst frávik frá 3.
punktum í hesum petti neyðugt
skal kommunan góðkenna
hvenn einstakan, ið uttanfyri
Tórshavn kemur inn í miðstaða-
byggingina — herundir tver-
metratal og endamál — og kann
viðgera saman við P/F SMS,
um nakar úr Tórshavn kann og
eigur at koma uppá tal ístaðin.
12. Handilsmidstødin er fyrst og
fremst ætlad vanligum daglig-
verum og tå útleigað verður skal
miðast ímóti at í handilsmið-
stødini verða umboð fyri daglig-
um matveruhandlum (kolonial-
handil, kjøtsøla, bakaríútsola)
saman við vanligum brúksver-
um (bókhandil, klædnaveru-
handil, skósela, ísinkram/bú-
nyttir, málingahandil) eins og
vanlig tænastuvirki (hårskeri,
banki/sparikassi, cafeteria,
barnastova) eiga at verða um-
boðað. Umframt hesar fyritøkur
kunnu verða umboð fyri meira
sermerktar handlar og tænastu-
Nr. 24 — 26. mars 1975
Kommunan eigur ikki
at veðhalda fyri
privatar fyritøkur
Heini Olsen segði, at hetta var
størsta mål, sum var komið á
býráðsborð í hesum býráðs-
skeiði.
— Projektið SMS sær tiltal-
andi út. Tekningarnar eru góðar.
Men so er tað sjálv fíggingin. Eg
eri ímóti at kommunan veðheld-
ur fyri privatar fyritøkur.
Heini Olsen helt, at Keyps-
virki (vaskari/reinsari, gávu-
handil, radio/grammofonhandil,
fotohandil, leikutoy/sport, ur-
makari, ferðamannastova, heils-
urøkt og tilikt).
13. P/F SMS bindur seg til i
seinasta lagi 1. januar 1978 at
fullfiggjað byggingina, tó við
fyrivarni fyri vanlukkum og að-
rari force majeure.
14. P/F SMS átekur sær tær
skyldur, sum við leiðbeinandi
ásetingunum eru álagdar eigar-
um og leigarum innan Bl-ekið.
15. P/F SMS átekur sær at fáa í
ag neyðugar avtalur við lands-
stýrið um seinri útbygging og
rakstur av felagshitamiðsteðini.
16. P/F SMS átekur sær at fáa í
lag neyðugar avtalur um el- og
telefonveitingar við avvarðandi
myndugleikar.
17. Árlig leiga verður sett til
102.400 kr. Leigan verður goldin
frammanundan fyri eitt ár í senn
hvenn 1. januar, fyrstu ferð 1.
januar 1975, og verður pristals-
vidgjørd, tó soleiðis at leigan
einki ár kann hækka meira enn
við 5% í mun til leiguna árið
fyri.
18. Verður ikki gjort sum ásett í
10. petti í hesum sáttmála fellur
leigumálið burtur uttan at nakar
av pørtunum kann krevja endur-
gjald.
19. Tá ið byggingin byrjar, setur
p/f SMS á bundna konto eina
peningaupphædd, ið svarar til
leigu í 2 ár sum trygd fyri at
byggingin verður fullfiggjað til
ásetta tíð.
20. Verður ikki gjørt sum ásett í
13. petti í hesum sáttmála, fellur
tann í 19. petti nevnda trygd til
kommununa, og samráðingar
verða at taka upp um treytirnar
fyri endurnýggjan av leigumál-
inum.
21. Onnur møgulig brot ímóti ti,
sum er ásett í hesum sáttmála
verða at skjótast inn fyri gerðar-
rætt, har kommunan velur ein
lim, p/f SMS ein lim, meðan sor-
inskrivarin setur uppmannin.
22. P/f SMS kann í seinasta lagi
1. september 1974 siga henda
sáttmála upp uttan tann í 2.
petti nevnda fyrivarning.
Tórshavn, tann 8/5 1974
P/F SMS Hans Mortensen
Petur Christiansen, form.
Kjartan Christiansen, skr.
(Fyrivarni verður tikið fyri
landsstýrisins góðkenning).
x
Tá hesin sáttmáli var vidgjørdur
í býráðnum í fjør, atkvøddu allir
býráðslimir fyri uttan Jákup
Suni Jacobsen, Leivur Johanne-
sen, Ólavur Michelsen og Martin
Petersen, sum allir atkveddu
ímóti. Atkvett var við navna-
kalli.
|
|
|
Í
|
Í
|