leygardagur 5. apríl 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ákærdur fyri ábyrgdarleysa koyring
frælsi
Nr.26 —
peningin
Í oddagrein blaðsins í dag
verður skrivað um dómin,
sum ein bretskur trolara-
skipari fekk fyri at hava slig-
ið ein vrakieftirlitsmann,
meðan trolarin lá á Klaksvík
fyri stuttum. Har verður
m.a. soleiðis tikið til:
Sostatt kann vera, at
bretski trolaraskiparin við
hesum hevur fingið sær og
starvsfeløgum sínum trygd
fyri, at teir ikki í framtíðini
verða avdúkaðir fyri at nýta
ov smáar meskar. Verður
hetta avleiðingin av hending-
ini í Klaksvík fyri páskir og
linu revsingina i Føroya
rætti, so må sigast, at bretski
trolaraskiparin hevur fingið
nógv fyri peningin.
Síða 2
Stuðul til
Suðurvietnam
USA umhugsar at stuðla
Suðurvietnam uppaftur
meira. Ford forseti sendi
seinasta mikudag amerikan-
ska herleiðaran Weyland til
Suðurvietnam fyri at seta seg
inn í hernaðarligu steðuna.
Weyland skal gera møguligt
tilmæli um hjálp til stjórnina
í Saigon. Síða 5
Leygardagin 5. apríl 1975 * —
javnaður
Nólsoyingar róku svarta-
48. árgangur —
brødralag
Leysasøla 1,50
børsseljarar ur bygdini
Svartabørsseljararnir vildu
treydugt leggja frå bryggju, og
nolsoyingarnir vordu ti noyddir
at kvetta endarnar å Tinganes
Um tiggjutidina 2. påskakvøld
kom útróðrarbáturin Tinganes
úr Havn til Nólsoyar. Onkur
nólsoyingur hevði í kikara sæð
manningina á Tinganes fáast við
svartabørssølu av øli og rús-
drekka. Bygdarådsformadurin,
Napoleon Hansen, varð gjørdur
kunnugur vid hesa hending, og
fór hann saman við tveimum eð-
rum bygdaráðslimum oman á
bryggjuna at fregnast, hverji
erindi báturin hevði har úti. Teir
hittu ein mann umborð, sum
segði teimum, at manningin var
farin niðan í bygdina. Politiið í
Havn bleiv varskógvað, og hildu
teir tað vera ráðiligast at fáa
bátin riknan út úr havnini. Tá
bygdaráðslimirnir vóru komnir
oman aftur á bryggjuna, var
manningin komin umborð aftur,
og fingu teir boð um at leggja frá
landi alt fyri eitt. Tey, sum vóru
við Tinganes, 6 mannfólk og 4
konufólk, vóru ikki sørt óhevisk
móti bygdaráðslimunum og vild-
u treyðugt leggja frá landi. Eitt
skifti var stødan so ålvarslig, at
bygdaráðslimirnir og nólsoying-
ar, sum annars staddir vóru á
bryggjuni, vóru beinleiðis hóttir
av manningini á Tinganes.
Tá báturin ikki vildi rýma við
góðum, kappaðu nólsoyingar
endarnar, og helt Tinganes síð-
ani avstað.
Mejaríið í Havn
innflutti 60 tús. litrar
av mjólk úr Danmark
jó |
co 0.
| Í
— Ávísar tíðir av árinum er beinleiðis mjólka-
trot í Føroyum, og fyri at metta mjólkafor-
brúkið fóru vit í fjør undir at innflyta danska
mjólk í føroyskari
Rubeksen, mejaristur,
embalasju, sigur Eli
í viðtalu við Sosialin.
Síða 6 og 7
England byrjar siglingina 2. juni
DFDS ætlar at selja Krónprinsin
Ferðamannaskipið England,
sum rekir rutusiglingina millum
Danmark og Feroyar, byrjar
siglingina seinni í ár enn í fjør og
kemur fyrstu ferð á Havnina úr
Esbjerg 2. juni.
Ferðaætlanin í ár er broytt so-
leiðis, at skipið ikki leggur at á
Tveroyri ávegis til Esbjergar.
England fer bert at sigla á
Havnina, hagar tað kemur kl. 9
um kveldið og fer av stað aftur
kl. 1 á nátt.
Samstundis er skipað so fyri,
at strandfaraskipini gera eyka-
túrar beint eftir at England er
komin.
Broytingin í ferðaætlanini er
komin í orsakað av, at England
eisini í summar skal rekja sigl-
ingina Bergen-Newcastle fyri
norska skipafelagið B.D.S.
Fremmandavitjanir
DFDS fer annars í summar at
leggja størri dent á at fáa
fremmandavitjanir higar í lag.
Serliga eru tað týskir ferða-
menn, sum hava áhuga fyri
Føroyum, og seinastu dagarnar
hava umboðsmenn fyri DFDS í
Danmark verið í Feroyum og
kannað viðurskiftini fyri fremm-
andavitjanum. Teir hava havt
fundir saman við landsstýrinum
og Ferðamannastovuni um
spurningin, har teir hava víst á,
at tað er torført, sum er, at veita
fremmandafólkum innivist. Tey
bæði hotellini, sum eru í Havn-
ini, kunnu ikki hýsa ellum, og
hava umboðsmenninir nevnt
tann meguleika at brúka skúlar-
nar ymsa staðni í landinum til
endamålid, tá teir standa tómir
um sumrarnar.
Krónprinsurin
hotellskip
Kronprins Frederik, sum rekti
rutusiglingina Feroyar-Dan-
mark undan England, liggur nú í
fyri 6,5 milj.
Esbjerg. DFDS hevur umhugs-
að at selja skipið fyri 6,5 milj
kr. Eisini hevur DFDS umhugs-
að meguleikan at leggja skipið í
Føroyum sum hotellskip, men
av ti at skipasynismyndugleik-
arnir hava kravt so stora mann-
ing eisini til hetta endamålid, eru
hesar ætlanir næstan sleptar
At seta skipið inn aftur í sigl-
ing verður eisini roknað fyri at
vera ov kostnaðarmikið.
Streymprísirnir hækka
við 30 prosentum
Umboðsnevndin
samtykt at av-
taka streymgjaldið á yvirnýtslu
Á eykaaðalfundi hjá SEV í sein-
astu viku hevur umbodsnevndin
samtykt at avtaka streymprísin
fyri yvirnýtslu og í staðin hækka
allar aðrar streymprisir vid 30%.
Arliga inntøkan hjá SEV verður
mett til at vaksa úr 24 milj. upp í
32 milj. kr. av hesi prisbroyting.
Rúsdrekkareklama
bannað í Noreg
— inntekumissur uppá 18 milj.
1. apríl varð øll rúsdrekka-
reklama bannað í Noreg. Í
sambandi við hetta hevði norska
útvarpið eina sending við sam-
reðum við m.a. bryggjarar og
fíggjar- og sosialmálaráðharran.
Har varð upplýst m.a., at
bannið fyri rúsdrekkareklamu
kemur at hava við sær ein inn-
tøkumiss uppá 18 milj. kr.