leygardagur 5. apríl 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
SpSjalurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Bladstjorn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
=
Satsur og
paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar
Nógv fyri peningin
Í NÆSTSEINASTA hlað umreddu vit hend-
ingina í Klaksvík í vikuni fyri páskavikuna, har
ein bretskur trolaraskipari, ið varð avdúkaður
fyri at nýta ov smáar meskar, gav vrakieftirlit-
ismanni nevan.
VIT HEFTU OKKUM tá við tað láturliga linu
revsing, hesin skipari fekk, og fara at gera tað
eina ferð enn. Fyrst lugu teir. Stýrimaðurin
hevði eina lygn og skiparin eina aðra. Og
síðani, tá teir vórðu avdúkaðir fyri at hava sagt
ósatt og fyri at hava brotið gjørdar millum-
landa avtalur, slerdi skiparin foroyskan tæn-
astumann, sum var í arbeiði.
NOVNINI Á BÆÐI skipara og stýrimanni á
Gleeswood skuldu ikki verið Føroya rætti 6-
kend, tá stýrimaðurin á trolaranum var sami
maður, ið var skipari á Aberdeen Fisher, sum
veiddi ólógliga eystan fyri Svinoynna seinastu
jól og virdi sjóverjuna so lítið, at hann ikki vildi
steðgá, men helt til havs undan sjóverjuskip-
inum. Og skiparin á Gleeswood var stýrimaður
á Aberdeen Fisher sama túr.
SOSTATT HØVDU yvirmenninir á Gleeswood
ådur brotid føroyska log og ådur synt, hvussu
litla virding teir hava fyri myndugleikunum her
á landi, og skuldi hetta verið orsøk til enn harð-
ari revsing. Men revsingin var láturlig. Sum
ollum kunnugt einans 20 dagbetur á 50 krónur
ella tilsamans eitt túsund krónur.
HETTA KANN fera til, at foroyskir vrakieftir-
litsmenn í framtidini fara at bera seg undan ella
í minsta lagi vera trekir, tá talan verður um at
ganga umborð á útlendsk fiskifør at máta
meskaviddirnar.
SOSTATT KANN vera, at bretski trolaraskip-
arin vid hesum hevur fingid sær og starvsfeløg-
um sinum trygd fyri, at teir ikki i framtidini
verda avdukadir fyri at nyta ov småar meskar.
Verður hetta avleidingin av hendingini á Klaks-
vik fyri påskir og linu revsingini i Føroya rætti,
so må sigast, at bretski trolaraskiparin hevur
fingið nógv fyri peningin.
OG GEVAST føroysku vrakieftirlitsmenninir
ikki við hesum, so kostar tað einans eitt túsund
krónur at royna eina ferð enn, um tað ikki ber
til at ræða meskaeftirlitsmenninar burtur eina
ferð með alla.
Ungur maður
sóknast eftir íbúð, rúmi ella gomlum húsum
meguligt.
skjótast
Ingálvur Patursson
hittist aftan á kl. 18
telf. Í 31 22
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin hevur K.O. Vid-
erg prestur gudstænastu i
Tveroyrar kirkju.
Silvurbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini Maria og
Jens Patursson, Selbrekka
15, Kópavágur, Island, halda
silvurbrúdleyp.
Brúdleyp
Í dag giftast í Kollafjarðar
kirkju Etly Olsen, Vágur, og
Adler Thomsen, Kollafjorð-
ur.
Prógv
Mariann Nielsen, Liitzens-
trød, Tórshavn, hevur á Spo-
teksassistentskolen í Hillerød
tikið prógv sum apoteks-
assistentur.
Evangeliihúsið
Í telefonandaktini, tlf. 12266,
talar Torkild Terkelsen.
Adventista-
samkoman
Í dag kl. 9.30 bíbliustudium
v. P. Berg. Kl. 10.45 guds-
tænasta við A. Sandbeck.
Fundirnir verða hildnir í Ad-
ventistaskúlanum við Hoy-
vikstjørn.
Filadelfia
Telefonandakt alt samdegrið
å telefon 14880æ
Lærarastarv
Skúlastjórnin hevur sett Jul-
iu Johannesen sum lærara vid
skúlan á Strondum frá 1.
august 1973.
Hækkar við tveimum
stigum
Skattaprosentið í Tórshavnar
uttanbiggja kommunu verður
14 í ár ímóti 12 í fjør. Skatt-
skylduga.inntekan er vaksin
við góðum 29% í mun til
seinast, frá 11,6 milj. til 15
milj. kr. Skattainntekan í
kommununi er mett til góðar
20,4 milj. ímóti 15,3 milj. kr.
í fjør.
Fødingardagur
Í dag verður Hans David
Hansen, Nesvík, 65 ár.
Nr. 26 — 5. apríl 1975
Um at
fletta skattaborgarar
Av teimum 270 miljónunum,
sum nýggja figgjarlogin er
komin uppá, eru 360.000 kr.
settar av til politiska upplýsing,
soleiðis at allir flokkar á tingi fáa
part í hesum í mun til atkvødu-
talið. Hetta er mannagongd,
sum verður fylgd í eðrum lond-
um eisini og við teirri ásanning,
at tað er rímuligt í einum demo-
kratiskum landi, at teir politisku
flokkarnir fáa meguleika at
figgja sínar organisasjónir fyri
betri at leggja til rættis politiska
arbeiði sitt. At meginparturin av
hesum peningi so verður nýttur
til at figgja målgøgn flokkana er
einki dulsmál og heldur einki
logið, ilt er eisini i Føroyum at
reka eitt blað figgjarliga.
Eisini á hesum sinni er tað
sjálvsagt málgagn Sambands-
floksins, Dimmalætting, sum er
ill um hetta fyribrigdi, ja lýsir
tað beinleiðis ódemokratiska
framferð, tí Dimmalætting hev-
ur ikki brúk fyri hesum peningi,
ti hon verður frammanundan
dúgliga stuðlað av peninga-
sterkum forrætningsfyritøkum
og gjøgnum almennar lýsingar
og kunngerðir.
Nú vita vit beinanvegin, vit
hetta siga, at Dimmalætting við
gloprastavum vil siga, at Sosial-
urin sigur ósatt, tí Dimmalætt-
ing er »frisinnad, ópolitiskt,
óheft og ein privat fyritøka«. So-
leiðis kann tað eisini vendast,
men veruleikin er hin einfaldi, at
Dimmalætting er einasta ávís í
Feroyum, sum gjøgnum allar
tíðir hevur verið og steðugt er
stúðlað av almennum sum
privatum stovnum. Einki av
hinum blødunum hevur nær-
námind tann meguleikan at fáa
lýsingastuðul, hverki frá al-
mennum ella privatum fyritøk-
um sum Dimmalætting.
Eitt lítið dømi um hetta høvdu
vit herfyri, tá Sosialurin sendi út
lýsingarokningar, m.a. til Fer-
oya Líkningarráð, sum vanliga
lýsir um skattauppgávur á
nýggjárinum, og eftir gamlari
avtalu hevur Sosialurin altíð
fingið hesa nýárslýsing. Men
hesaferð kom rokning retur við
teirri viðmerking, at Líkningar-
ráðið bara hevði biðið um at fáa
hesa lýsing tikna í Dimmalætt-
ing og ikki í Sosialin, sum hevði
sent Líkningarráðnum rokning.
Soleiðis eru dagligu viður-
skiftini hjá blað sum okkara, ið
frammanundan hevur ilt við at
standa seg, og hava vit partvíst
vunnið onkran figgjarligan fyri-
mun, ja so skal tað nokk vísa
seg, at hetta tó var eitt mistak,
tí ætlanin var bert, at Dimma-
lætting skuldi hava fyrimunin
av hesum skattapeningi borgar-
anna.
Soleiðis hevur verið gjøgnum
tíðirnar, og nú hevur tingið so á
annan hátt samsýnt flokkunum
— eisini Sambandsflokkinum,
og so er tað ódemokratiskt í
eygum Dimmalættingar, sum
ikki so fegin sær, at onnur blød
hava ein lítlan møguleika — sum
Hans Andrias sáli tók til á sinni:
veg havi væl loyvi at liva her
líka so væl sum tit«.
Men »der er forskel pá folk« —
ein veldisdrottur sum gamla
Dimma kann sjålvsagt ikki finna
seg i at fáa »Odemokratiska«
konkurransu, hon sum ongantíð
hevur verið noydd at tigga eitt
einasta oyra frá nekrum — ti
hon — Dimma fær bæði í posa
og í sekk, bæði frá tí almenna og
ti privata.
Og soleidis er stødan dagin i
dag.
Sosialmål
Frå 1. april 1975 er Almannastovan sett å stovn. Hon hevur
um hendi ta sosialu fyrisitingina, ið áður var undir rikisum-
boðnum (sosialu deildina).
Øll skriv viðvíkjandi sosialum málum verða framyvir at
senda Almannastovuni.
Almannastovan hevur skrivstovu í Jónas Broncksgetu 27 á
3. hædd í Tórshavn.
Almannastovan hevur postadressu: Postboks 196, 3800
Tórshavn. Almannastovan hevur tlf. nr. 1.1052.
Almannastovan hevur avgreidslutid mánadag til friggjadag
kl. 10.00 — 15.00.
Almannastovan
Minstalgnin
er sbrt. lóg nr. 69 dagf. 26. sept. 1974: eftir prístalinum apríl
1975
kr. 3.474,00 um mánaðin
Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna