leygardagur 5. apríl 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 26 — 5. apríl 1975
sosialurin
Síða 3
Ákærdur fyri
ábyrgdarleysa koyring
Ákæruvaldið kravt bilførara dømdan at missa
koyrikortið í 6 mánaðir umframt bót.
+
3
+
fæ . Fr øl
Bilóhappini skjast í hverjum
Komandi mikudag fellur dómur í
Feroya rætti í sakarmáli, sum á-
kæruvaldið hevur reist móti ein-
um bilforara, sum skuldsettur er
fyri at hava koyrt grova á-
byrgdarleysa koyring í Kollafirði
leygardagin 15. juni i fjør.
Ákæruvaldið hevur kravt
mannin dømdan at missa koyri-
kortið í seks mánaðir umframt
bót.
Ákærdi greiddi í rættinum
seinasta mikudag frá, at hann
15. juni í fjør nakað fyri kl. 18.00
hevði koyrt igjøgnum bygdina í
Kollafirði. Hann hevði nógv um
at vera og skuldi náa Sundaverj-
una, sum sigldi kl. 18.00. Tá
hann var komin nakað inn í
bygdina, har ótætt var av hús-
um, hevði hann eina ferð upp á
40 —50 km/t. Í eini lítlari brekku
møtti hann einum mótkóyrandi
bili beint við eitt víkipláss, og
stoyttu bilarnir saman. Ákærdi
greiddi somuleiðis frá, at hann
ikki hevði hugt at ferðmátaran-
um, men vildi meta ferðina til
40 —50 km/t.
Lesið sosialin !
Haldið sosialin!
Keypid sosialin!
Sosialurin
— altid bestur!
Koppadi runt
i luftini
Bilurin hjå åkærda koppadi runt
i leysari luft og fór útav vegnum.
Førarin á mótkoyrandi bili vitn-
aði, at bilur hansara stóð stillur
á høgru síðu nakað framman fyri
víkiplássið, men av tí at sam-
anstoyturin var so harður, bleiv
bilurin tveittur inn á víkiplássið.
Hann metti ferðina hjá ákærda
at liggja væl omanfyri 100 km/t.
Fleiri fingu skaða
Í bilinum hjá ákærda sat
umframt hann sjálvur ein annar
persónur, sum soraði nakrar
tenn undir samanstoytinum.
Tey fýra, sum sótu í mótkoyr-
andi bilinum, sluppu ikki undan
skaða helur. Tveir persónar
brutu nøsina, ein fekk skaða í
beinið og ein fjórði skurslaði
pannuna.
Dómur fellur í málinum komandi mikudag
Koyrdi við 97 km/t
ferð
Umboðsmaður ákæruvaldsins,
Schiidt, fútafulltrúi, kravdi und-
ir dómsviðgerðini skuldsetta
dømdan sambært ákæruna: At
missa koyrikortið í 6 mánaðir
umframt eina bót. Schiidt upp-
lýsti, at eftir teimum kanning-
um, sum politiið og bileftirlitið
høvdu gjørt á staðnum, har
samanstoyturin hendi, vóru
komnir til tað úrslit, at åkærdi
hevði havt eina ferð upp á 97
km/t. Bremsisporini á bilinum
hjá ákærda vóru 38 metrar til
longdar.
Verjin hjá ákærda, Mogens
Birch, helt tað ikki verða neyð-
ugt at lata ákærda missa koyri-
kortið í seks mánaðir. Hann
helt, at ákærdi hevði koyrt
skjótari enn loyvt var, og at
passandi bót kundi vera nóg
mikið.
Vann í happadrátti
og gjørdist fyllibytta
Ein 27 ára gamal kypriotur, sum
í 1973 vann 6,75 milj. kr. í
happadráttinum hjá bretsku
tipstænastuni, hevur mist koyr-
ikortid í 10 ár. Hann hevur eisini
fingið eina bót uppá 13.500 kr.
og verður skýrdur ein fyllibytta.
James Miskin varð dømdur
fyri rúsdrekkakoyring við
tríggjar ferðir so nógvari alko-
holpromillu í blóðinum enn loyvt
er. Hann fekk samstundis at
vita, at hann kundi rokna við
einari drúgvari fongsulsrevsing,
um hann noktaði at leggja seg
inn á sjúkrahús til avvenjingar.
Føroyingar eiga nú
Nordafar einsamallir
Áðrenn tingið fór til hús fyri
páskir samtykti tað uppskot
frá landsstýrinum um at veð-
halda fyri 6 milj. kr. til L/F
Grenlandsfelagið til keyp av
partapeninginum hjá A/S
Utrustning i A/S Nordafar til
rindan av kreditorum hjá
Nordafar og til rakstrarpen-
ing hjå felagnum
Eisini varð samtykt ikki at
veðhalda fyrr enn allar treytir
hjá landsstýrinum og figgjar-
nevndini eru loknar.
Nordafar hevur loyvi til
stød í Føroyingahavnini til
1994, og er hesin stødurættur
tryggjaður, um Grenlands-
felagið gerst einaeigari av
Nordafar.
Tað var serliga hesin
spurningur, sum tingmenn
løgdu stóran dent á við 1.
viðgerð av málinum, sum
fekk nevndarviðgerð í figgj-
arnevndini, og sum einmælt
mælti til at samtykkja
landsstýrisuppskotið Tað
varð nevnt í hesum sam-
bandi, at tað er umráðandi at
varðveita ell tey rættindi,
sum føroyingar hava í Grøn-
landi.
Undir orðaskiftinum varð
eisini nevnt, at tiltakið fer at
geva hall í ár uppá einar 2,3
milj. kr., og at tað helst
verður landskassin, sum má
rinda hallið.
J.Fr. Øregaard úr javnad-
arflokkinum segði m.a., at
hann trúði einki uppá, at
Reiðarafelagið og Fiskimann-
afelagið, sum vóru millum
tey felog, sum í sínari tið
settu pening í tiltakið, fóru at
vilja gjalda, nú tað fór at
geva hall, men at landskassin
einsamallur fór at
taka um
ivaleyst
verða noyddur at
endan
Semja var tó annars mill-
um tingmenn um at varðveita
stødina. Teir søgdu, at stødin
hevur verið sera hent hjá
foroyskum skipum, sum hava
roynt undir Grenlandi, og at
har hevur verið veitt ein góð
service.
20 atkveður
landsstýrisuppskotinum, tå
tað kom til 3. viðgerð
vóru fyri
Føroya Undirgrund
Sjålvstyrisflokkurin = hevur
lagt fyri tingið uppskot um at
áleggja landsstýrinum at
taka upp samráðingar við
donsku myndugleikarnar at
gera málið um Feroya undir-
grund til føroyskt sermál.
Tað kemur til viðgerðar á
tingfundi mánadagin.
Í viðmerkingunum sigur
sjálvstýrisflokkurin, at sam-
bært heimastýrislógina eru
tingnýtt
råevnini í undirgrundini
B-mål, og longu í 1948 varð
samtykt á tingi um at taka
upp samráðingar við donsku
ríkisstjórnina um málið, men
enn er ikki: meira hent. Tá
málið seinni fleiri ferðir er
felt, má samtyktin fra 1948
roknast fyri at vera burtur
og tí er nýggj samtykt neyð
ug
Tey seinastu árini er stoð
an broytt, so tað er átrokandi
neyðugt at fáa hesi viður
skifti broytt nú
Sjálvstýrisflokkurin sigur,
at skuldi olja verið funnin á
okkara leiðum, og ikki verður
yristílað við skili, so kunnu
vit eftir stuttari tid fullkomu
iga hvørva sum tjóð
Tað er avgjørt neyðugt, at
ikki verður loyvt nekrum at
eita eftir olju uttan um hesar
tingið
hvat er
sum
oyggjar, fyrr enn
hevur hugsað um,
est fyri Føroya fólk
tjóð, áðrenn hugsað verður
um peningaligan vinning,
sigur sjálvstýrisflokkurin
m.a. í viðmerkingunum til
uppskotið.
Sverri í sosialu
nevndina
Javnaðarflokkurin hevur valt
Sverra Midjord skatta-
nevndina í staðin fyri Hilmar
Bech
Umsóknir um
studning
Runavikar kommuna
søkt tingið um 20.000 kr
studningi aftrat fyrr jåttad
hevur
um 10.000 kr. til atløgu
bryggju Eduvik Eisini
KOMMUna
hevur Runavikar
sekt um, at skipað verður so
leiðis fyri, at oljubrúgvin
Søldarfirdi
bygd vid ein
liggur sunnan fyri brunna
Bygdarådid i Porkeri hevur
sekt tingið um studning til
verður saman
stubba, sum
framhald av vegnum frá
Gjónni Stóru vestur á Háls
hevur
Midvågs kommuna
søkt um studning til bryr um
Hysiå og Lambå
Husavikar bygdaråd hevur
søkt um uppiskoytisstudning
gjøgnum Husavikar bygd
Tingfundur
månadagin
Løgtingid kemur samanaftur
månadagin kl. 16. Tå fer upp-
skotid frå sjålvstyrisflokkin-
um um Føroya Undirgrund at
fáa 1. viðgerð. Eisini verður
framloga
Týsdagin verður væntandi
landsstýrisuppskotið um eina
heildarloysn fyri útróðurin
lagt fram