Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 26 — 5. apríl 1975 s småtidindi innanoyggja Uppiskoytisbind til orðabók Um dagarnar kom út eyka- bind til 2. útgávu av føroysk- donsku orðabókini eftir M.A. Jacobsen og Chr. Matras. Tað er Jóhan Hendrik Winth- er Poulsen, sum stendur fyri hesari útgávuni. Bókin er prentað í 7.000 eintøkum, og tå 2. útgávan og eykabindið eru utseld, er ætlanin at koma vid einari samladari útgávu, sigur nevndin fyri Fróðskaparfel- agið í fororðunum til nýút- komnu bókina. Hon kostar 60 kr. innbund- in. Johan H.W.Poulsen Ófriðarkroppur gav 55.000 kr. A ársaðalfundi í Havnar Sjónleikarfelag herfyri varð upplýst, at-leikurin Ófriðar- kroppur við vanligum út- reiðslum gav 55.000 kr. í inn- tøku. Sjónleikarfelagið hevur nú fingið beinleiðis ávirkan á raksturin av biografinum og leikhúskioskini. Ur nevnd felagsins fóru Oskar Hermansen, Johan Seyer Hansen og Lina Lar- sen, sum øll vórðu afturvald. Frammanundan sita Í nevndini Oliver Næss og Er ling Simonsen Fyrsta túrin Kúrberg og eftir við gern Mikudagin fóru Vestfart fyrsta túrin påskir. Teir royna | m. Báran og Perla fóru eis mikudagin Hallarklettur og Atlantis landaðu á Bacalao hósdagin. Avreiddi á Nyki Ein opin bátur avreiddi nøkur 100 pund á Nyki á Toftum týsdagin. Annars hevur eing- in útróður verið har eftir páskir. Teir flestu bátarnir fóru út mikudagin. Einir 6—8 bátar plaga at avreiða á Nyki. Eisini Jógvan Norði og Stapin landa har. Færri arbeiða í framleiðsluni Færri fólk arbeiða í fram- leiðsluni nú enn fyrr. Meðan talið á teimum, sum arbeiða í landbúnaðinum, fiskiidnaðin- um á landi og sum eru til skips minkar, veksur talið á teimum, sum arbeiða innan handil og ídnað. Tað er danski hagtals- stovnurin, sum kunnger hett- á í einari umreðu av arbeiðs- viðurskiftunum í Føroyum. Innan landbúnaðin mink- aði talið á arbeiðsfólki frá 1966 til 1970 við 20,6%. Í fiskiidnadinum var aftur- gongdin 14,5%, meðan tað vóru 7,9%, sum vóru til skips. Í sama tíðarskeiði vóru 26% fleiri, sum fingu arbeiði innan handilsskap. 78 føroyskar bøkur komu i fjør Tilsamans 78 bøkur komu å føroyskum i 1974. 37 av teim- um vóru upprunarit, meðan 41 vóru umsetingar. Meiri enn ein fjórðingur av bókun- um vórðu prentaðar uttan- lands. Til sammetingar við undanfarin ár er talið á barn- abókum, sum eru umsettar, vaksið rættiliga nógv. Av upprunaritum vórðu í fjør prentaðar 33 feroyskar bøkur, meðan fýra vórðu prentaðar í Íslandi. Av umsetingum vórðu 25 bøkur prentaðar í Føroyum, 10 í Danmark, 3 í Íslandi, 1 í Svøriki og 2 í Spania Umframt bókaútgávur komu í fjør 31 blød og tidarrit i Føroyum og fimm jólabloð A útlendskum málum komu 24 bekur um Feroyar, harav 15 á donskum máli. Á Decentralisering og bygdamenning I fjør varð sett á stovn HF-skeið í Feroyum. HF er eitt hægri prógv, og er nú yvirhevur mett javnt við studentsprógv. Eyðkennið við HF-skeiðinum er, at tað ikki bert er ætlað teim- um ungu, ið koma beinleiðis úr skúlanum, men ætlað einum og hverjum, ið hevur fingið sær tann forkunnleika, ið krevst fyri at sleppa inn. HF-undirvísingin miðar ikki bert ímóti at veita teimum les- andi ávísar gagnligar kunnleik- ar; hon miðar eisini ímóti at gera tey búgvin og at læra tey at ar- beiða sjålvstødugt. Tann grundleggjandi hugsan- in við HF er, at prógvið skal geva atgongd til øll sløg av framhaldandi lestri. Men sam- stundis eigur at vera havt í huga, at HF eisini er eitt prógv, ið gevur eina breiða og gagnliga almenna vitan. HF er ikki bert í sjálvum sær ein nýskapan í foroyskum skúla- skapi. Her er eisini talan um nýggjan hugsunarhátt innan hægri skúlaskapin við tað, at HF-skeiðini eru decentraliserað. Sum flest øllum kunnugt verður undirvíst til HF í Suðuroy og í Klaksvík umframt í Havn. Hesi seinastu árini hava menn ofta funnist at ti sterku centrali- sering, ið hevur verið á næstan øllum samfelagsøkjum. Sostatt er HF å bygd eitt stig hinvegin og grund skuldi verið til at fegn- ast. Kortini er tað so, at tú hoyrir lærarar og skúlaáhugað siga, at júst á hesum eki eigur ikki at verða decentraliserað. Tað kann tí, nú ið uppteka til HF stendur fyri, vera vert at fora fram nakað av tí, ið talar fyri at leggja ein part av tí hægra skúlanum uttan fyri Havnina. Fyri tað fyrsta má tað í sjálv- um sær haldast at vera skeivt at samla allan tann lærandi ung- dómin í landinum á einum stað eitt nú í Havn. Henda sam- anstúgving av ungfólki verður á ongan hátt fylgd upp av tiltøk- um, ið kunnu beta um nakrar av teimum negativu síðunum av hesi samanstúgving. Í Havn er t.d. stór húsaneyð, serliga millum ungfólk, og fritid- armeguleikarnir fyri tey, sum ikki beinleiðis eru ítróttarfólk, eru fáir Harnæst kann verða víst á, at líka so lítið gagnlig tilflytingin er fyri Havnina, líka so skaðilig er burturflytingin fyri bygdir nar. Tad man vera ollum greitt, at skulu bygdirnar trívast og mennast, so má ungdómurin fáast at stødast á bygd. Hvussu hetta letur seg gera er eingin einfaldur spurningur, men man ikki ein leiðin júst vera at økja um útbúgvingartilboðið uttan fyri Havnina? Eitt tiltak sum HF í Klaksvík og í Suðuroy má í hesum sambandi metast sum eitt týðandi stig tann rætta vegin Eitt annað, ið talar fyri einari decentralisering av hægri skúl- um er, at skúlaungdómurin í Havn undir skúlagongdini gerst púra fremmandur fyri fólksins = Jóannes Dalsgaard, lærari lívi og fyri tí vinnu, ið heldur okkum ellum uppi. Hinvegin er skúlaungdómurin á plássum uttan fyri Havnina nógv meira í sambandi við ger- andislivid i Føroyum. Her hevur I panelinum eru Andrew Isheim Bárður Jacobsen Jógvan Arge Hilmar Bech Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Sigrid Dalsgaard = Steinbjørn B. Jacobsen Hans Jørgensen Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Finnbogi Isaksen Hedin Klein Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Johan Hot Mortensen tann lesandi ungdómurin høvi til at liva við í tí lívi, ið fjøldin av Feroya fólki livir, og tað kann bert vera gagnligt. Við HF á bygd kunnu vit fyri fyrstu ferð í langa tíð hóma ein bygdamenningarpolitikk, ið gongur út um vegir, berghol og havnir. Men her er bert talan um eitt lítið stig. Hetta tiltak eigur sum skjótast at verða fylgt upp av eðrum tilboðum um t.d. vinnu- útbúgving á bygd. At enda er at vóna, at vit fáa eina frítíðarlóg. Ein slík lóg er ein høvudsfyritreyt fyri at fåast kann til vega eitt haldgott peningaligt grundarlag undir ungdómsarbeiðinum á bygd í dag. Ein hóskandi frítíðarlóg kann fáa ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin á bygd bæði fyri ung, tilkomin og gomul. Tað er tí at vóna, at henda lóg skjótt kemur í ljósmála. Júst nú tykist sum ein lítil steðgur er komin í burturflytingina av bygd. Ti ræður um hjá politik- arum at smíða meðan jarnið er heitt. Jóannes Dalsgaard Kristjan á Neystabø André Niclasen Johan Nielsen Kári D. Petersen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith Vinnulívsgrunnur Føroya Banka Ur grunninum verður veittur studningur 0.u. kr. 40.000,-. Oydublød til umsókn fáast á øllum skrivstovum hjå P/F Føroya Banka. Umsóknir verða at senda áðrenn 1. mai Samsvarandi vidtøkunum verður studningur givin til felog ella einstaklingar, ið ætla at royna nýggjar vinnulivsmøgu- leikar, serstakliga fiskivinnuni, so sum royndir vid nyggjum veidihåttum ella framvegan av nyggjum marknadi. Somuleidis til hjálp til læru, bókliga ella praktiska, fyri dugnaligar fiskimenn ella keypmenn. Stuðul til keyp ella umvæling av forum, motorum ella fiskiambodum verður ikki veittur. Nevndin Arbeiðsleiðari Skipsførari ella stýrimaður, ið ynskir fast starv á landi, fær arbeiði hjá okkum. Arbeiðið verður at leiða lossing og lasting av farmaskipum og hava uppsýn við goymslu. Maður, ið siglt hevur við stykkjagóðsi, hevur fyrimun. Skrivlig umsókn verður at senda til: Pf Skipafelagið Føroyar 3800 Tórshavn A ———W