Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 26 — 5. apríl 1975 Meiaríið í Havn innflutti 60 tús. litrar av mjólk úr Danmark í fjør — Ávísar tíðir av árinum er beinleiðis mjólka- trot i Føroyum, og fyri at metta mjólka- forbrúkið fóru vit í fjør undir at innflyta danska mjólk, sigur Eli Rubeksen, meiaristur, í viðtalu við Sosialin Í kuldagoymsluni kunnu goymast 9.000 litrar av mjólk. Í fjør innflutti mejaríið í Havn umleið 60.000 litrar av mjólk úr Danmark. Orsekin til henda mjólkainnflutning kemst av, at ávísar tíðir av árinum minkar mjólkaframleiðslan í Feroyum so mikið nógv, at talan hevur verið um beinleiðis mjólkatrot, sigur Eli Rubeksen mejaristur á mejarinum i Havn í viðtalu við Sosialin. Hækkandi kraftfóður- prísur — Hin hækkandi kraftfóðurpris- urin hevur eisini gjørt sitt til at mjólkaframleiðslan i Føroyum er minkandi. Eftirspurningurin av mjólk er vaksin nógv, og fyri at metta mjólkaforbrúkið fór mej- ariið í fjør undir at innflyta mjólk, sum verður framleidd á einum mejariid i Esbjerg. Inn- flutta mjólkin er i somu embal- asju sum tann føroyskt fram- leidda. Henda mjólkin verður sama dag, sum hon kemur til mejaríið, pakkað og send í køli- bili til Keypmannahavnar. Úr kelibilunum verður mjólkin koyrd í kølikontainarar og skipa umborð á farmaskipini, sum sama dag fara til Føroya. Tá mjólkin er komin til Feroya, verður hon alt fyri eitt latin út til handlarnar. Innflutta mjólkin hevur fingið sera góða undirteku frá forbrúkarunum. 5.000 litrar um dagin Mejaríið tekur dagliga ímóti 5.000 litrum av mjólk. Árliga mjólkaframleiðslan av føroysk- ari mjólk er upp á góðar 1 milj. litrar. Høvudstreytin fyri at reka mejarivirksemi er reinføri, og leggja vit stóran dent á hetta. Tólini, sum vit nýta til at við- gera mjólkina við, verða hvenn dag reinsað væl og virðiliga, og tekur hetta arbeiði o.u. tveir tímar. Regluligar royndir verða Pakkimaskinan, ið nýtt verður til at pakka róma tiknar av mjólkini, soleiðis at hon kann nýtast av brúkarunum á besta hátt, sigur Eli Rubek- sen. Viðgerðarháttur Tá mjólkin er komin irin á mejariid, verður hon vigað og kannað og síðani slept í eitt stórt kar. Frá karinum fer mjólkin í eitt pasteuriseringstól, har hon verður pasteuriserað til plus 90% og keld niður í plus 5 stig. Frá pasteuriseringstólinum fer mjólkin í ein klarefiksator, har hon verður reinsað og homogen- iserað, t.v.s. at feittkúlurnar í mjólkini verða knústar, og ber - hetta i sær, at mjólkin heldur sær longri friska. Síðani verður hon fylt í 4.000 litra tangar og niðurkeld. Frá tangunum verður mjólkin koyrd í tappumaskinuna har hon verður pakkað og flutt á kuldagoymsluna, og kl. 8.00 morgunin eftir verður hon í mjólkabili latin út í handlarnar. Datostempling — Tá mjólkin verður latin okkum av hendi, er hon dato- stemplað til at halda seg fríska í tríggjar dagar. Tó hava royndir víst, at um mjólkin verður goymd á rættan hátt (í kulda- skápi), kann hon í minsta lagi halda seg fríska í 5 dagar. Flestu handlarnir goyma mjólkina í kølidiskum, og er hetta sera gott. Um mjólkin ikki verður goymd í kulda, súrnar hon skjótt. Mjólkin, sum latin verður frá mejarinum út i handl- arnar kl. 8.00 um morgunin, er GR EG Eli Rubeksen majaristur vísir blaðmanni okkara klarefíksatorin