Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. apríl 1975síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 26 — 5. apríl 1975 — trýmastrað, sum må hava verið fyri einari herviligari ódn; for- og miðmasturin lógu av um miðj- una og afturmasturin brotin stutt oman fyri dekkið. Mann- ingin man helst vera bjargað av onkrum eðrum skipi, ti øll skips- pappír, amboð og eisini kóki- greiðirnar vóru ongastaðni at finna umborð á hesum vraki, tá tað rak inn á hesa strondina. Men viðurin kemur Feroyingum væl við, teir bestu stokkarnir, 40 fotur lan;:ir og 2 tjúkkir, vórðu seldir fyri 7— 10 ríkisbankadálar og sundursagaðir í borðvið. Tá vit komu aftur í tilhald okkara, vóru har nógvir mans samankomnir, m.a. tveir prest- ar, ið báðir itu Gad, Struar prestur úr Vágum og Holm úr Kvívík. Har var eisini Vága- sýslumaður, Jensen úr Mykinesi og Poul Joensen av Eiði (Poul á Látrinum). Vit komu skjótt at kennast, og teir buðu okkum at koma at ferðast og siga frá frammanundan. Tá klokkuni leið at 10 fóru vit innar har, vit skuldu sova. Stovan var full av fremmandafólki og teimum, sum til húskið hoyrdu. Gestirnir rýmdu skjótt, bert tey fýra konufólkini, sum í heilum gingu út og inn, vórðu verandi eftir. Vit fóru at lata okkum úr styvl- um og troyggjum, so tær skuldu síggja, at vit ætlaðu at leggja okkum, men tær lótust ikki um vón. So, so, hugsaði eg við mær sjálvum, læt meg úr ellum og legði meg í seingina. Konufólkini stóðu sinnilig og hugdu at, komu síðan yvir at seingini og bóðu okkum góða nátt,so fóru tær. So titt og knapt vit vakn- aðu aftur morgunin eftir, vóru tær aftur har, bóðu góðan morg- un og vóru inni, meðan vit vask- aðu okkum. Tá eg undraðist á hetta og segði Struar presti frá hesum, fekk eg at vita, at hetta mannfólk og stovu var siður, ja, at konufólk bert við einari tunnari fjøl mill- um koyggjusengurnar. Kortini segði hann tey seks árini, hann hevði verið prestur í Vágum, ein oyggj, har u.l. 600 fólk búgva, bert eittans barn vera føtt uttan fyri hjúnarlag. Klokkan 7 selan úti á viðum velli. Her vóru eini 500 fólk úr ellum oyggjun- um samankomin. Menninir vóru allir nærum allir eins klæddir, einans hárið víkti frá. Hjá teim flestu var tað stuttklipt, meðan mest Suðuroyingarnir, langan flættaðan pisk niður á herðar, nakað sum konu- fólkini heima hjá okkum. Teir flestu høvdu eina kópaskinns- tasku við mati og turrum hosum millum Ur hverjari skjáttu kendist roykur av skerp- SVOVU 1 somu byrjaði uppboðs- aðrir, hevdu herðarnar. ikjøti. Betri høvi til at eygleida, hvussu folk heilsast, enn her, verdur ikki lætt at fåa, tå helst fleiri 10-åra skeid fara at ganga, áðrenn aftur so nógv fólk verður samankomið á einum staði í Feroyum sum her. Menn rætta í heilum hver ødrum hondina: tå ynskt verður góðan morgun, tá morgunmaturin er etin, aftan á dogurða, aftan á nátturða og tå farið verður til songar. Sjálvt tá farið verður út fyri dyr eina lotu, verður tikið í hondina á ellum teim hjáverandi. Metast tveir mans, sum ikki hava sæst leingi, lata teir seg fyrst úr húgvuni og halda henni í vinstru hond, taka síðan í hondina á hinum við høgru og kyssast síðan inniliga. Konufólkini neya og kyssa og heldur ikki her verður handar- takið gloymt. Klokkan 9 um kveldið varð róð til Havnaðog hóast tendring var, bar mær kortini væl til at lesa burtur úr einum eintaki av »Kieler Wochenblatt<, eg hevði havt við mær. Ur dagbókini hjá C.J. Graba: I føroyskum bóndabrúdleypi 150 år herfyri Her nidanfyri greidir tyski advokaturin C.J. Graba frå, hvussu eitt bóndabrúdleyp fór fram i Føroy- um 150 år herfyri. Tå bidilin hevdi fingid ja frå foreldrunum hjå gentuni, varå lyst i kirkjuni seinast i oktober månadi. Tidin er væl vald, ti nå fæst feskt kjøt bædi av oksa og seyði. I Mykineshólmi ganga einir 4—6 oksar árliga, sum hava líka so gott kjøt, sum teir bestu oksarnir heima hjá okk- um. Her skal sigast eitt sindur um búnan hjá brúðarparinum. Brúðgómurin er í danskaskóm, finum ullintum, hvítum hosum, svertum brókum og frakka ella jakka, sum er vakurt íseymaður við reyðum framman. Men tað, tú leggur mest til merkis, er tann hegi hatturin ella húgvan úr svørtum klæði, sum gongur í spiss aftan og framman, um ein fót til hæddar, og so friggjara- stavurin, sum er so langur, at maður bert røkkur upp á endan á honum við fingrasnippunum. Eisini brúðurin er væl uppstás- að. Kjólin er úr bláum ella reyð- um tilfari, nógv faldaður við longum ermum. Um hálsin hevur hon eitt vakurt turriklæði. Í bringuni er ein silvurnál og åføst henni ein fyrhyrnt silvur- pláta við nógvum ringum og eðrum silvurstási. Um miðjuna hevur hon silvurbelti. Hitt heta høvudprydid er skrýtt við silki- bondum og ymiskum skreyti úr silvuri og gulli. Aftantil eru fýra long og breið silkibond, prýdd við skreyti. Av teimum hanga tey tvey oman eftir rygginum meðan hini bæði verða havd niður fyri bringuna. Síðan fer fylgið í kirkju í hesi raðfylgju: á odda brúðgómurin við einum sveini undir hverji lið, hesir hava eisini latið hann í, síðani brúðurin við tveimum stoylum og tveimum brúðmonn- um, ið kallast leiðarasveinar, sum rætta henni armin og leiða Víkingasynir hana inn og út úr kirkjuni. Síðani koma menninir innar tveir og tveir, síðani konufólkini og verða standandi í kringi. Aftan á vígsluna verður brúð- arparinum ynskt til lukku við kossi av ollum teimum hjáver- andi. So verður farið til borðs. Setsúpan, oksasteik og rosinu- koka eru altið á brúdleypsborði. Drunnurin av oksanum er um- vavdur vid litføgrum bondum og verður fyrst settur framman fyri brúðarparið, fer síðan yvir um borðið, og tá má hver tann, sum fær hann, loysa seg frá honum við einum erindi, ið líkist teim gomlu kvædaørindunum. Skeinkjarin gongur alla tidina við fløskuni. Í hesum brúdleyp- inum gekk hetta til: 1 1/2 tunna av brennivíni, 1 oksi, 1 kúgv, 48 lomb og 1 tunna av rugi. Gestir- nir lótu prestinum, sum vigdi parið, 30 ríkisdálar. Tá farið varð frá borði, tók hin vanligi ringdansurin við. Tá komið er at miðjunátt fer skeinkjarin burtur úr dansinum, slær við hondini upp undir bitan og rópar: >Ég mani brúðrina fyrstu- ferð í song<. Síðani fer hann aftur at dansa. Tá hálvur tími er umliðin drekka l slær hann tvær ferðir í bitan og manar aðrú ferð. Tá so eitt korter aftur er umliðið, rópar hann: >Ég mani brúðrina fyrstu, aðru og triðju ferð til songar«, og í somu letu flykkjast øll kon- ufólkini uttan um hana, fara við henni innar í brúðarkamarið, lata hana úr klæðunum og leggja hana í song. Á sama hátt verður brúðgómurin manaður triggjar ferðir og leiddur til songar av mannfólkinum. Síðani syngja brúdleypsgestirnir eitt vers úr sálmabókini, fara so útaftur at dansa alla náttina. Morgunin eftir koma teir so innaftur at ynskja teimum giftu til lukku og geva teimum brúðargávu, ið vanliga plagar at vera úr einari upp í tvær danskar krónur. Brúðarparið liggur enn í seingini og tekur her ímóti brúðargávun- um. Brúðurin hevur eina flosku av rommi í aðrari hondini og eina flosku av brennivíni í hinari og býður teimum, sum vilja hava. Av tí, at eitt tílíkt brúdleyp er so dýrt, at hann, ið tað heldur, ofta hevur fleiri ár um at koma fyri seg aftur fíggjarliga, er hetta mestsum avlagt og verður bert hildið av teimum, sum nakað eiga.