Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-04-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 1975síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

] | | Sida 10 minnast ju sum smådreingir, at brimið stóð heilt nidan undir mjólkaforsýningina, men hbesa umreddu ódnarnáttina var púra kyrt, eg veit ikki, um tað var so frægt, at tað fløddi upp á Vágsbotnsbryggjuna, tað mundi vera illa nokk. Taka vit henda eystara molan, t.v.s. tað sum Pihl & Søn nú hevur gjørt, so er tað 225 m til longdar. Haraftrat kemur so tað, sum Kampsax gjørdi fyrst í 50-árunum, tað vóru 100 metrar, nú eru vit komnir upp á 325 metrar. So kemur tað, sum Willefranche og Kampsax gjerd- u og sum var liðugt í 1929, tað er roknað úr landi 200 metrar, t.v.s. at so er molin 525 metrar roknaður úr landi, men roknað frá hevuðskeiini verður hetta 100 metrar styttri ella 425 metrar. Annars er at siga, at arbeiðið er ikki endaliga uppgjert enn, okkurt smávegis er enn eftir at gera, men arbeiðið man fara at liggja um 21—22 miljónir, kanska nærri teimum 22. Uppi í ti talinum, eg nevndi í áðni, 21—22 milj. kr., er ikki pierurin, sum gongur út frá Fiskasentralinum taldur við. Har er so fyrst hesin pierurin gjørdur, men so er eisini keiin breiðkað innan fyri Fiskasentral- in út í sjógv. Hon var 10 metrar breið, men er nú breiðkað við 5 metrum og er sostatt nú 15 metrar breið. Sjálvur pierurin er 10 metrar breiður, t.v.s. at av pierinum eru bert 5 metrar farnir av tí gomlu keiini á Vestaruvág. Longdin á sjálvum pierinum er 82 metrar, men rokna vit atløgu- plássið innanfyri við, verður longdin nógv størri, ti har gong- ur bryggjan heilt inn móti Skip- asmiðjuni, so har verður longdin u.l. 130 metrar. Dýpið har vest- anfyri er við sjálvan pierin tað sama sum aðrastaðni ella 8,50 m, men tá tú kemur inn um linjuna úr Vestarukei er tað eitt sindur ymiskt, úr 8,50 og niður í einar 3 metrar. Hatta arbeiðið kostaði u.l. 3 milj. krónur, men tá er lutvíst vegurin fram við Skipasmiðjuni, hann varð sprongdur niður og nýttur sum ífylla, men ein partur av honum er uppi í hesum tali. Framtíðar útbygg- ingarætlanir Spurdur um, hverjar útbygg- ingarætlanir teir hava í fram- tíðini, svarar Høgni, sum eisini sjálvandi er, at henda útbygging hevur verið eitt sovorðið ódnar- tak fyri havnina í Havn, at framtíðar útbygging er og verður ein peningaspurningur. Við vestara mola er talið komið upp á 25 milj. kr. Men sjálvsagt, ætlanirnar eru nógvar og eiga at vera, um livast skal og rætt verður atborið. Eg havi t.d. til stuttleika gjørt mær eina lang- tíðarbyggiætlan, og lætt er at síggja, at tú skjótt kanst koma upp á aðrar 25 milj. aftrat ollum ti, sum longu er gjørt. Eg kann kortini siga so mikið, at eitt tað fyrsta, vit ætla at fara undir, er at rætta Vágsbotnsbryggjuna út ella beinka hana, frá har sum sosialurin bátarnir hjá mjólkaforsýningini plægdu at liggja og út móti Spinnaraskeri. Tá tað arbeiðið er gjørt, fáa vit einar 160 metrar av atlogubryggju við einum dýpi úr einum 5 metrum og niður í einar 3 kanska, so har verður laga- manni hjá útróðrarbátum og smærri trolforum at liggja. Vit tosaðu í áðni um Skála- trød. Har haldi eg, at um vit í staðin fyri at stoypa bryggju framvið allan vegin, gjørdu pier- ar út í sjógvin, so fingu vit mun- andi meira av atløguplåssi. Tað er jú einaferð samtykt, at vestaravág skal vera fiskihavn, ikki so at skilja kortini, at nakað fiskavirki skal vera har, tí hon er jú so innilokað, men sum ein havn hjá forum at liggja í og eisini kanska at gera umvæling- ar í er hon jú tikin úr leiki. Tað finst valla tílíkur vágur í ellum landinum, har er hverki vindur ella alda, og har kundi ein kanska gjørt tað, at havt opnar bátar liggjandi, har grynnst er og so størri, har dýpið er meira. Har kunnu jú heilt stór skip liggja, dýpið er heilt upp í einar 11 metrar, og tað man vera sjáldan, at ein so innilokaður vágur sum Vestaravág hevur so stórt dýpi. Hvar skulu teir opnu bátarnir vera? Nú Skålatrød hevur verið nevnd, kunnu vit ikki bara okkum fyri at spyrja Hegna um, hvat teir ætla at gera við allar teir opnu bátarnar, sum har liggja. Har svarar Hegni beinanvegin, at allir hesir opnu bátarnir eru og verða eitt »problem« hjá Tórs- havnar havn. Ein kann venda hesum spurningi sum einum lystir, men veruleikin er so tann, at líkamikið hvat so verður gjørt, kemur kortini tann dagur, at menn mugu siga: Nú er ikki pláss fyri fleiri opnum bátum at hava liggjandi á sjónum her í Havn. Vit kunnu so gera tað, vit vilja: antin útseta henda dagin, ella siga nú beinanvegin: nú gongur ikki longur, nú fáa ikki fleiri opnir bátar ligið á floti her í Havn. Har gjørdi býráðið í sin- ari tíð eitt uppskot um havn fyri opnar bátar úti í Álakersvík, og eg haldi sjálvur, at tað var eitt frálíkt uppskot. Eftir tí upp- skotinum skuldu einir 300 — 400 bátar kunnað ligið harúti. Eg haldi sjálvur ikki, at vit skulu hava hesar bátarnar, sum vit kanska kunnu kalla skemtifor, liggjandi har sum best er at liggja. Har haldi eg, at teir menn, sum hava útróður sum vinnuveg, mugu kunna hava síni skip. Tað er jú ómetaliga troytt- andi, tá tú kemur aftur at landi, móður og troyttur av sjógv, ikki at fáa lagt skipið og tryggur kunna fara til hús bæði fyri veðri og eisini fyri at verða uppringd- ur um at koma at flyta. Annars hevur havnin í Havn jú egiliga stórar uppgávur at fremja. Sujm eg nevndi í áðni, tá eg segði, at eg hevði gjørt mær eina langtíðar útbyggingarætlan til stuttleika, at lætt er at koma upp á aðrar 25 milj. kr. Har kann eg t.d. nevna meguleikan at gera eina bryggju eystan fyri oljmutangarnar, har sum tann vestari molin nú er og suður móti boyuni. Har kann fáaat ein frálík atlogubryggja við djúpum vatni. Eisini vísir tað seg at vera stak kyrt haryviri. Síðani kann eg nevna meguleikan at gera eina fergulegu herinni til >Trón- da<, so hann sleppur lættari av við bilarnar. Har hevur eisini verið talan um, at landið skuldi gera sína egnu fergulegu har- inni, og varð tað gjørt, fingu vit tvinnar = fergulegur í sama sveiggi. So er tað bátahavnin í Álaersvík, sum eg nevndi í áðni í og sum eg meti vera eitt skila uppskot. Og so er tað Tinganes, har má eisini okkurt gerast, tí tað fer ikki at bera til, at tað skal liggja sum eitt sker mitt inni í havnini. Hesi 17 árini, eg havi verið havnarmeistari, haldi eg at 11 skip hava borið við botn haryviri, og tað ber jú ikki til. Men sjálvt Tinganesið sleppa vit ikki at nerta, men har kundi so okkurt verið gjort úti í sjónum, t.d. at sprongt varð nakað niður inn móti landi, so hóskandi dýpi fekkst og so setti eina kistu har, so at skip kundu tikið í í erva, t.v.s. at skuldu tey dottið inn á Tinganes, so at ikki botnurin tók, men bert í erva. Har skuldu so sjálvsagt verið góðir fendarar uttanum, men hetta kostar jú eisini alt samalt. Og so er tað trotið á pakkhúsum. Tað hevur altíð verið eitt standandi >prob- lem< hjá havnini her at kunna útvega nóg mikið av pakkhúsum til at herberga øllum ti nógva góðsi, sum her upp á land kem- ur. Og so er tað grótútkastið uttan fyri molan. Har er eisini ein veldug uppgáva hjá havnini, tí tað máðast burtur av hesum gróti, tá ódnarveðrini eru, tað sóu vit m.a. hesa náttina, tá landsynningsódnin breyt molan. Ta nåttina var so ringt, at sjålvt grótútkastið á hinum gamla molanum hjá Willefranche mink- aði í stórum. Plásstrotið uppi á landi Nú, eg nevndi trotið á pakkhús- um í áðni, kann eg fyri at siga sum er, at tað keðiliga við havnini her, er ikki úti á sjógv, ikki trot á atløgubryggjum og tilikum, men hetta, at havnin til allar síður er umgyrd av húsum. Teir sterstu spurningarnir hjá havnini her í framtíðini verða tí ikki at snúgva seg um bryggju- pláss o.s.fr., men hinvegin um pláss, eki upp á landi, pláss til pakkhús fyri ikki at tala um, um teir nú fara undir flutning við containarum, tí er tað nakað, sum krevur pláss, so er tað hesir containararnir. Har hevur so eitt danskt felag gjørt henda býar- planin, vit hava. Teir hava so eisini gjørt ein byggiplan fyri havnina. Hetta er sjálvsagt bert eitt uppskot, men skal tað setast í verk, verður tað dýrt. Møgu- leiki er kortini kanska fyri, at tað kann fremjast í stigum. Í hesum áðurnevnda plani, hava teir lagt alt økid eystan fyri Sigmundargøtu og Svabosgøtu og oman móti sjónum av til idnadarendamål, sum hava sam- band við fiskivinnu og skipa- ferðslu. Har er so statt talan um tað niðursprongda ekið undir Skálatreð, okið har fabrikkin og gamla hospital standa o.s.fr., men hetta er jú alt framtíðar- musikkur og verður ikki gjort, fyrr enn tað er neyðugt til sína tid. Men sum sagt, tað fyrsta, sum farid verdur undir, er at beinka ella breiðka Vågsbotns- bryggjuna og gera hana til at- løgubryggju. Hin parturin av utbyggingini kemur so at fara fram i mun til figgjarligu orkuna hjå havnini. Tøl frå havnini Tå vit so spyrja Høgna, um hann hevur nøkur tøl, sum kanska kundu lyst okkum eitt sindur um vøksturin og ta figg)- arligu støduna hjá Tórshavnar havn, er hann beinanvegin fúsur at svara og kemur fram við tølum, sum væl lýsa gongdina hesi 5 seinastu árini. Taka vit t.d. hesi 5 seinastu fíggjarárini, so komu her í 1968 5.045 skip, t.v.s. skip, sum komu inn her í havnina og løgdu at her. Hetta talið var so í 1973 komið upp í 6.678 skip, og í árinum 1968 var tonsatalið av hesum skipum tilsamans 854.550 netto registara tons, tað er tað talið, sum havnarpeng- arnir verða roknaðir út eftir. Men hetta tonsatalið var í 1973 vaksið upp i 1.037.358 netto registara tons. Og í 1968 vórðu uppskipað her 82.047 tons og í 1973 var hetta talið komið upp í 109.100 tons. Innskipað ella útflutt vórðu í 1968 8.330 tons og í 1973 11.415 tons, so har er talan um ein munandi vøkstur. Í 1968 vóru inntøkurnar hjá havn- ini 1,7 milj. kr., t.v.s. i figgj- arårinum 1967/68, medan inn- tøkurnar i figgjarårinum 1972/73 vóru komnar upp i 1.65 milj. Tå vit so spyrja Høgna, nu teir hava bygt fyri u.l. 25 milj. kr., um figgingina av hesum risataki og um hetta hevur havt nakra ávirkan á skattaprosentið í Havn, svarar hann, at henda bygging als onga ávirkan hevur havt á skattaviðurskiftini í Havnini. Fíggingin hevur verið tann, at havnin ella kommunan (hon stendur sum byggiharri) hevur goldið 25%, síðani hevur tingið hjá okkum latið 50% og so kemur danska ríkið í hinum endanum við sínum 25%. Kommunan fekk eitt lán frá „investeringsfonden< upp á 5 milj. kr. Lánið, ella øll skuldin fyri at siga tað so, sum Tórshavnar havn í dag hevur, man liggja um tær 13 miljónir- nar. Annars er tann endaliga uppgerðin ikki gjørd enn. Tann stóra havnarbyggingin, sum nú er av, er fyribils figgjad við einum leypandi kreditti, og hetta er ikki reidiliga uppgjort Nr. 31 — 24. apríl 1975 enn, har meini eg t.d. við ymsar studningar o.a., sum vit ikki í løtuni vita reiðiliga skil á, men tá eg nevndi talið 13 milj. kr., man tað fara at verða so hampu- liga á leið. Tá vit spyrja Høgna, um hann heldur havnina einsamalla vera fora fyri at svara rentur og av- drátt av hesi skuld (13 milj. kr.), svarar hann játtandi beinanveg- in. Tó tekur hann tað fyrivarnið, at her velst um, hverjar nýggjar uppgávur menn fara undir í hesum afturgjaldingartíðar- skeiði. Eg kann nevna, at frá figgjarårinum 1967/68 og fram til figgjarårid 1973/74 hevur inntekuveksturin = verið ull. 120% , so heldur hesin veksturin fram, sum vit mugu vóna, meti eg, at Tórshavnar havn einsa- møll skuldi verið fer fyri at goldið rentur og avdrátt av hesum 13 milj., sum eg segði at samlaða skuldin var. Annars haldi eg sjálvur, at kann havnin einsamøll greiða sínar figgjar- ligu skyldur, so er tað avgjørt at ynskja eftir, tí at fara at leggja nýggjar byrðar á skattaborgar- arnar her í býnum fer ikki at bera til, teir hava nóg mikið undir at knógva sum er. Nú vit eru um at enda sam- røduna við Høgna Mohr havnar- meistara og fara uttar i vind- eygad, kann hann ikki lata vera at fegnast um tað virksemi, sum i dag fer fram å vestaru bryggju (Bacalao o.s.fr.). Hesi virki geva jú býnum ein hóp av peningi, sigur hann, og har arbeiða fólk, sum lata nógvar pengar í skatti bæði til kommunu og land. Og áðrenn vit fara hevur Høgni hug at leggja hetta aftrat: Tað er nú rættuliga sjáldan, at eg plægi at lurta eftir skipunum, men nú henda eina dagin, sat eg so og lurtaði, og tá hoyrdi eg hetta skipið, sum eitur »Ørnin«, tað eru Gjáarmenn, sum eiga hana, stak raskir útróðrarmenn — tað skulu teir eiga. »Ørnin« tosaði henda dagin við ein Eiðis- bát. Teir tosa so saman um fiskiskap og at enda sigur so skiparin á Eiðisbátinum: Nei, hjá okkum fór vikan fyri skeyti, vit lógu bara har og »bolladust«, sum hann tók til, við at leggja fortoyning at leggja skipið við. Tað er ikki tað sama sum hjá tykkum, tók hann afturíaftur, sum hava so góð havnarviður- skifti, at tit kunnu bara tveita skipið og fara til hús. Og eg mátti, meðan eg soleiðis sat og lurtaði eftir hesum báðum monn- unum, geva Eiðismanninum rætt, tí júst nakað soleiðis, sum hann málbar seg, er tað nú vorðið her í Havn. | —