Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mai 1975síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

síða 8 sosialurin Bat: REE KLEE NKLOSTER ATOM: MK «onde | Í VÆGT |DRENG | TONE ATOM DRIK |FUGL ar i 1352 BYDE hg Í A INF LENDE JOB i$ te á 2 PIGE STRÆBE TAL DIGER ER LANGSOM | A Þ ANDRE ER REDER Í SÆRLIGE BUSKE? BLADE ai LUGTEN | NORSK um ÆGGE- MAD MRÁDE —} KONE OPHØJE BLOMST SVENDE LEVER STED - ORD NOGET SOM ISÆR, MORD OG TÆER| Á KAN VÆRE Framhald frå sidu 2 endaligan såttmåla, sum varå góðkendur á byrådsfundi 8/5-74 somuleiðis við stórum meiriluta. Sáttmálin — ein 30 ára leigu- sáttmáli — umfatar nógv viður- skifti. Tað skapti mikið tjak, at kommunan skuldi yvirtaka byg- ningar og fastognir fyri meting- arvirði. Sagt varð, at kommun- an við hesum hevði givið P/F SMS eitt óavmarkað veðhald. Men tað var ómeguligt at út- vega fíggjanina, nevniliga or- saka av hesum »6avmarkada« veðhaldinum (metingarvirði). Av hesi orsek ynskti P/F SMS at fáa hesar reglur broyttar so- leiðis, at kommunan í staðin fyri skuldi yvirtaka bygningin fyri 90% av byggivirðinum minkan- di við 2% um árið, fimm ár eftir at byggiváttan var givin. Broytingin er nú góðtikin. Samstundis sum hon tryggjar figgjanina av selumiðsteðini, er hon ein avgjørdur fyrimunur fyri kommununa i mun til uppruna- liga såttmålan. T.d. kann nevn- ast, at eftir ti gamla såttmålan- um kundi kommunan roknað við — í ár 2008 at yvirtaka bygningin fyri umleið 110 milj. kr., meðan yvirtøkuvirdid nú er fastlagt til umleið 10 milj. kr. Tey eru uttan iva mong, sum óttast fyri, at kommunan hevur átikið sær eina byrðu, ið kann verða alt ov tung at bera. Men samstundis sum broytingin varð góðtikin, setti býráðið treytir, sum gera, at kommunan fær so fast tamarhald á bæði sjálvari byggjanini og á tí lidnu mið- stødini, at misnýtsla er ógjerlig og fíggjarligu vandarnir sera smáir. Tá P/F SMS varð stovnað, var partapeningurin kr. 500.000. Vidtøkur felagsins vóru vanligar partafelagsv idtøkur, men vit vóru væl vitandi, at áðrenn sølumidstadarprojektiå = kundi setast í gongd og nýggir parta- eigarar koma uppi, máttu við- tøkubroytingar fremjast. Tað er onki dulsmál, at ætlanin var at luta partapeningin. á A og B partabrev, soleiðis at teir upp- runaligu og teir nýggju parta- eigararnir áttu líka stóran part av A-partapeninginum. Hetta varð gjørt í bestu meining, men ikki skal dyljast yvir, at her gjørdu vit eitt mistak, men sum síðani er bøtt um, soleiðis at allir partaeigarar hava javnrættindi. Á eykaaðalfundi 12/3-75 varð samtykt at hækka partapening- in til kr. 3 milj. og viðteku- broytingar vórðu framdar, so at vidtøkur felagsins í dag kunnu sigast at vera so demokratiskar, sum viðtekur í einum partafelag yvirhevur kunnu verða. T.d. kann ferast fram, at nevndarval fer fram eftir tí »andræ'ska« háttinum, sum tryggjar rættvist nevndarval. Hver nevndarlimur »kostar« 20% av samlaða parte- peninginum (5 limir i nevndini), og vil tad siga, at t.d. 51% av partapeninginum ikki kann velja alla nevndina. Vitøkur felagsins eru góðtiknar av býráðnum, og broytingar kunnu bert fremjast um 45 av partapeninginum ganga inn fyri ti, og bert um Tórshavnar kommuna góðkennir tað. Av partapeninginum uppá 3 mill. kr. hevur byggimeistarin teknað seg fyri 1,2 mill. kr., ið svarar til teir m?, ið ikki eru útleigaðir. Orsekin til at byggi- meistarin hevur teknað seg fyri henda partapening er tann, at allur partapeningurin skal verða teknaður, áðrenn figgjanin kann útvegast. Men so hvert útleigað verður hesum m*, hevur byggi- meistarin bundið seg til at avhenda partapeningin sam- svarandi teir nýggja leigusátt- málarnar. Áðrenn útleiganin kundi set- ast í gongd, mátti ymiskt kanningararbeiði fremjast so sum marknaðar- og rentabil- itetskanningar v.m. Við hesum kanningum sum grundarlag varð stødd og kostnaður av sø- limiðsteðini fastlagt. Selumið- stoðin verður uml. 6.400 m? til støddar (2 hæddir), og samlaði byggikostnaðurin verður kr. 22 mill. (við kurstapi 26—27 mill. kr.). Vit hava lagt sera stóran dent á at fáa »fastar« prísir í so stóran mun sum gjerligt. Tilboð- ið frá byggimeistaranum er eitt fast prístilboð t.v.s. at pris- vøkstur í byggitidini er írokn- aður. Hetta tilboð er uppá 16,7 mill. kr., og restin 5,3 mill. kr. skal nýtast til byggilánsrentur, toll, arkitekt- og verkfrødingar- samsýningar v.m. Hesa upp- hædd hava teir serkonu mett so gjølla, tað nú einaferð er gjør ligt. Harafturat hevur kommun- an sett treytir, sum gera, at kostnaðarætlanin liggur í einari sera tryggari legu. Samráðingar við leigarar byrj- aðu í mai 1974. Stórt upplýsing- ararbeiði varð gjørt, fyri at oll skuldu fáa høvi at seta seg inn í projektið. | Almennur fundur varð hildin — bóklingur um søl- umiðsteðina sendur til allar handilsfyritøkur í Tórshavn og mangt annað. — Samsvarandi leigusáttmálan við kommununa grein 11, har tað stendur: „at handilsfyritøkur og skattaborg- arar í Tórshavn hava framihjå- rætt til at koma inn í handils- midstødina«, eru leigusáttmálar og þpartabrævatekningarlistar undirskrivaðir við 8 leigarar, ið tilsamans hava leigað umleið 2.600 m? av teimum i alt 5.000 m?, id eru til leigu. Oll, ið hava havt hug, hava havt og hava møguleika at vera vid i sølumidstødini. Tad harmar okkum ti nógv, at fólk — ser- stakliga handilsfólk — sum als ikki hava víst áhuga fyri tiltak- inum, nú koma við ábreiðslum og í onkrum føri við beinleiðis hóttanum, tí vit hava gjørt sått- mála við eina ávísa fyritøku í Tórshavn. Til hesi fólk kann sig- ast, at sjálvt um ábreiðslurnar og hóttanirnar hevdu komið fyrr, vildu tær als ikki forða okkum at samráðst við tær fyri- tekur, ið ynsktu ella ynskja at koma í sølumidstødina. Tað er greitt og natúrligt, at ymsar hugsanir eru í samband við sølumidstadartankanum. Nr. 37 — 24. mai 1975 ARNE- ANLÆG [SELV | "SO fr | | jer] | | DRIK. | DYR ; FRK. STJERNEFRYDI Mong munnu tey vera, id, tå tosad verdur um sølumidstødir, hugsa um tilikar i Danmørk, og kanska hugsa sum so: hvi skulu vit apa okkum eftir ti, id gjørt verdur adrastadni, og at hesar midstødir eru so og so vånaligar. Eg haldi eisini at tær flestu sølumidstødirnar i Danmørk eru vånaligar, og at tær kunnu als ikki vera fyrimynd fyri einari midstød i Føroyum. Tær flestu midstødirnar i Danmørk eru gjørdar bert fyri at vera effektiv- ar, men teimum vantar stórliga hugni og miljø, so fólk kunnu trívast har og ikki bert koma har fyri at keypa. T.d. er Lyngby- centret eftir minum tykki eitt gott dømi um misfatan av, hvat fólk framyvir vil seta í hásæti, meðan Redovrecentret — sum er tann elsta sølumidstødin í Dan- mørk — hevur hugna og miljø, sum hevur verið í huganum á okkum undir fyrireikingarar- beiðinum. Tann ætlaða selumiðsteðin á Trapputreðni verður ein stórur bygningur eftir okkara viður- skiftum, og tí er tað av stersta týdningi, at bygningurin og ekið rundan um fær tað rætta skap- ilsi. Hetta hava vit lagt dent á, og vit halda við skitsuprojektin- um at hava rokkið okkara mál: í felagsskapi og samstarvi at skapa eina sølumidstød, har fólk — gomul sum ung — kunnu trivast í einum miljø, sum er menniskjansligt. Tórshavn, 20. mai 1975 Hans Mortensen