leygardagur 31. mai 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 39 — 31. mai 1975
smátiðindi
innanoyggja
Ísfiskabátarnir hava
samhuga við
útróðrarbátunum
— Tað er ikki bert allur út-
róðrarflotin, sum liggur eftir
at avreiðingarbannið kom í
gildi í farnu viku. Men eisini
ein partur av ísfiskabátunum
liggur, hóast bannið ikki um-
fatar teir. Hetta merkir helst,
at teir hava samhuga við
okkum, sigur formaðurin í
Meginfelag Utróðrarmanna,
Adolf Hansen. Hann sigur
seg vita um 11 ísfiskabátar,
sum liggja í løtuni. Somuleið-
is sigur Adolf Hansen seg
hava hoyrt, at Jákup B, sum
á seinasta túrinum royndi við
Rock All, breyt túrin og kom
heim at liggja fyri at visa
samhuga við útróðrarmonn-
unum eftir at avreiðingar-
bannið varð sett í gildi.
Tá Sosialurin hevði sam-
band við Adolf Hansen mik-
udagin stóð landingarbannið
við. Tilsamans 17 útróðrar-
felog eru nú umboðað í meg-
infelagnum. Í vikuni varð eitt
útróðrarfelag stovnað í Skál-
Gera málingavirki
á Strondum
Innan árslok verður roknað
við, at eitt málingavirki á
Strondum kann fara undir
framleiðslu og selu.
Tað eru John Thorleifsson
og fleiri, sum hava stovnað
eitt felag við ti endamáli at
reka eitt målingavirki við
framleiðslu og selu. Felagið
er ikki lýst enn. Virkið verður
bygt úti í tanga av element-
um frá elementvirkinum hjá
Arna Brattaberg við Norð-
skála
Virkið ætlast at
liðugt seint í hesum árinum,
og roknað verður við, at
framleiðslan kann byrja bein-
verða
anvegin
Nýggjur blaðstjóri
Kristiligt Ungmannablað
fingið nýggjan blað-
Tað er Heri Trónd-
heim, lærari á Argjum, sum
tekur við eftir Leif Hansen,
lærara í Nólsoy. Leif Hansen
hevur stjórnað blaðnum sein-
astu átta árini
hevur
stjóra
Umvæla
Bátasmiðjan á Strondum ger
nú bert umvælingar. Sein-
astu dagarnar hava teir havt
ein bát av Sandi til umvæl-
ingar. Umvælingin hevur
verið umfatandi, og báturin
er klæddur av nýggjum
avík, har 30 mans vóru á
fundi.
Heim til Norðoya-
stevnu
Klakkur og Polarstjornan,
sum hava verið undir Feroy-
um, koma væntandi aftur í
dag. Eisini Gerðhamar, sum
roynir undir Íslandi, kemur
aftur til Norðoyastevnu, sum
byrjar í Klaksvík í dag.
Nýggj nevnd í KFUK
KFUM í Havn hevur fingið
nýggja nevnd. Formaður nú
er Meinhard Hansen. Hinir
limirnir eru Chr. M. Christi-
Kjart-
an Dalsgaard, Theodor Han
sen, Pauli Petersen, Jormund
Vágadal og Johan Weihe
Meinhard Hansen og Theo
dor Hansen eru nýggir limir í
Teir. komu í staðin
ansen, næstformaður
nevndini
fyri Hera Trondheim og Odd
mar av Steig, sum bóru seg
undan afturvali.
135 tons hvor
Jógvan S og Kvikk,
royna á New Foundlandsleið-
hava fiskað 135
sum
ini, tons
hver.
390 tons í flaki
Kap Farvel er komin á Vest-
manna eystaneftir við 390
tonsum av flaki. Fiskurin
verður væntandi lagdur upp
á Kósavirkinum í Klaksvík
Hoydalar — Málstríð — Provtøka
Nú hevur målstridid í Hoydølum
staðið við í næstan 2 ár, og tað
er óivað ymiskt, hvat fólk út um
landið hava meint um hetta
stríð. Fyri kortum hoyrdist, at
nú var hetta stríð lokið og
vunnið, men so er als ikki.
Lovað varð okkum, at munnlig
próvteka í Hoydølum hereftir
skuldi fara fram á foroyskum.
Men so stakk ein annar
spurningur seg upp: Hvat við
uppgávunum í biologi og sam-
felagslæru til ta skrivligu próv-
tøkuna? Frá direktoratinum fyri
HF og studentaskúlar í tí
danska ríkinum fingu vit tey
boð, at vit høvdu 2 kostir í at
velja: Antin at skriva á donsk
um, ella skriva á foroyskum og
samstundis skriva undir upp á,
at tað ikki var eins egna svar
upp á uppgávuna, ið varð domt,
men ein donsk umseting av hes-
um.
Biologi- og samfelagslæru-
ræmingarnir hevdu fund um
hetta svarið frá direktoratinum.
Tá alt kom til alt, endaði tað
við, at 12 næmingar av 35
skrivaðu á foroyskum uttan at
skriva undir treytir direktorat-
sins. Restin av teimum 35
skrivaðu á donskum ella skriv-
aðu undir kravið frá Danmark.
Hvussu ber tað til, at so fá —
bert 12 av 35 — nýttu sitt egna
móðurmál? Ótti fyri ikki at fáa
prógv? Tað eru sjálvsagt nøkur,
ið hava skrivað føroyskt og
skrivað undir kravið frá direk-
toratinum av ótta fyri ikki at fáa
prógv, sjálvt um hetta als ikki er
nakað at óttast; ti tað er heilt
vist, at teir (Direktoratið og
Landsstýrið) ikki kunnu dumpa
12 fólk í ár, tá teir ikki kundu
dumpa 2 í fjør. Tey 2, id einki
prógv fingu í fjør, sleppa við ti
pappirslepa, tey fingu í staðin
fyri prógvið, líka so væl sum
tey, ið fingu sitt prógv, inn á øll
donsk universitet uttan nakað
sum helst. Hvat er so vunnið við
at lúka treytir direktoratsins,
ella hvat er so tapt við ikki at
ganga kravi direktoratsins á
meti?
So eru tað nøkur, ið hava
skrivað á donskum. Hví í allari
víðu verð sita føroyskir næm-
ingar í Føroyum og svara upp-
gávum á donskum, tá teir kunnu
nýta føroyskt, um teir skriva
undir fyrisettu treytir?
Jú, hesum er eisini ein grund
fyri. Allar lærubekur, ið verða
nýttar, eru á donskum, og hjá
teimum, ið hava skrivað allar
uppgávur og rapportir á donsk-
um í 2 ár, fellur tað sjálvsagt
nógv lættari at skriva á donsk-
um. Hetta er ein grund fyri at
skriva danskt, ið má góðtakast.
Hví eru allar lærubekur á
donskum? Ja, her liggur ein
stórur partur av málspurning-
inum krógvaður.
Sjálvsagt er tað rætt at skriva
á foroyskum — á føroyskum og
einki annað — onki við at skriva
undir nakrar treytir av nøkrum
slag; men hjá fleiri av teimum, ið
skrivaðu á donskum, er tað ein
spurningur um at duga at svara
,
eini uppgåvu å føroyskum, tå
tey hava gjørt alt sitt skrivliga
arbeidi i biologi å donskum
gjøgnum 2 år — tad endar ju
vid, at tey hugsa å donskum!
Aftur her kemur til sjóndar
tann stóra ávirkan og tað stóra
10
Sigmund Poulsen,
studentaskúlanæmingur
árin, ið Danmark og danska
málið hevur á okkum feroyingar.
Uppgávurnar í skrivligari bio-
logi sóu soleiðis út, at tú noydd-
ist at verða dani við próv-
tøkubordid. Tann fyrra dagin
(biologinæmingarnir eru 2 ferðir
til skrivliga biologi) skuldi tú
velja tær eitt evni út av 3 at
skriva um. Eitt av hesum evnum
ljóðaði: »Skoven som økosys-
tem« og í hesari uppgávu stóð
m.a.: »Giv en økologisk beskriv-
else af en dansk løv- eller nåle-
skov«. Hetta hava teir fægstu
føroysku næmingar møguleika
at sk Tva um, ti vit kenna jú lítið
og einki til livid i eini danskari
skóg! T.v.s., at teir føroysku
næmingarnir høvdu bert 2 evnir
at velja imillum, medan teir
donsku næmingarnir høvdu 3!
seinra dagin vóru 6
uppgávur givnar, hvarav tú
skuldi svara upp á 4. Av hesum
6 uppgávum vóru 4, ið vóru an-
tin um froskar ella skóg! Ein av
uppgávunum innihelt
henda spurningin: >Anfer nogle
sandsynlige konsekvenser af
ovennævnte forhold med hensyn
til frøens biologi her i Danmark«
Slikar uppgåvur eru als ikki
gjørdar til føroyskar næmingar,
men til danir burturav! Tad er
ikki bert ein spurningur um at
sleppa at tosa og skriva føroyskt
til próvteku i Hoydølum, men
eisini at fåa uppgåvur, id hoska
til vidurskifti, id føroyskir næm-
ingar kenna til — uppgåvur, id
ikki eru gjørdar til danir burt-
urav og sum eru um froskar å
danska flatlendinum og »danske
løv- eller nåleskove«!
Tann
m.a.
Sigmund Poulsen
þr TRADERLINE.
—
Vit ferma
HVØNN EINASTA
TYSDAG
MIKUDAG i
HOSDAG Í
2. hverja viku
hvorja viku
hverja viku
hvorja viku
Í
Í
Í
Í
ÁLBORG
HALMSTAD
KØBENHAVN
LARVIK (næstu ferd 2/6)
ÅLESUND (næstu ferð 30/5)
SANDNES (næstu ferð 2/6)
BLYTH (næstu ferð 18/6)
BEINLEIDIS TIL FØROYA
AVGREIDSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg
A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn
Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund
T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes
W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth
Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen.
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN