týsdagur 4. apríl 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fyrsta føroyska
symfoniin
framførd
Fríggjakvøldið fór søgulig hending
fram í Norðurlandahúsinum.
Íslendska Symfoniorkestrið leikti
Symfoni nr. 1 eftir Sunleif Rasmussen
fyri fullsettum sali
DAGFINN OLSEN
Sunleif Rasmussen hevur skrivað sína fyrstu symfoni.
Hon er samstundis tann fyrsta í føroysku tónleika-
søguni.
Fríggjakvøldið leikti Íslendska Symfoniorkestrið
symfoniina, ið hevur fingið heitið Oceanic Days.
Íblásturin til heitið er frá William Heinesen, ið nevnir,
at „det er igen en af disse oceaniske dage“
Norðurlandahúsið hevði latið upp millum salin og
Klingruna. Áhugin var stórur fyri søguligu konsertini
og útselt var til konsertina fríggjakvøldið og tískil
var eykakonsert leygardagin.
Sunleif hevur í verkinum roynt at lýsa havið, sum
ein upplivir tað í Føroyum. Sermerkt var, at áhoyr-
ararnir í salinum vóru sum smáar oyggjar. Tónleikur,
ella hav, í allar ættir. Umframt orkestrið fremst í
salinum, stóðu nevniliga eisini tveir tónleikarar, ið
leiktu slagverk, aftast í salinum.
Dirigentur úr Sumba
Symfoniin var føroysk. Orkestrið íslendskt. Dirigent-
urin var hálvur føroyingur.
Bernharður Wilkinson byrjaði sum kórdrongur í
London. Í 1969 fór hann undir tvørfloytustudium.
Hann leikar við Blásarakvintett Reykjavíkar. Í 1975
fekk hann starv í Íslendska Symfoniorkestrinum.
Hann hevur fleiri ferðir stjórnað orkestrinum. Hann
hevur eisini fleiri ferðir vitjað í Føroyum og hevur
luttikið á Summartónum.
Bernharður Wilkinson er hálvur føroyingur. Mamm-
an, Anna Dam, er úr Sumba.
Eftir frumframførsluna fríggjakvøldið fingu Ber-
harður Wilkinson og Sunleif Rasmussen blómur hand-
aðar. Síðani vóru røðarar á skránni. Fyrst var Helga
Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum. Síðani Høgni
Hoydal, landsstýrismaður, Helgi Hjörvar, Reykjavíkar
Býráð, Pól Jákup Thomsen, Føroya Symfoniorkestur
og Þröstur Ólafsson, dagligur leiðari í Sinfóníuhljóms-
veit Íslands.
Anna E. Klett
Fríggjakvøldið fór søgulig hending fram í Norðurlanda-
húsinum. Íslendska Symfoniorkestrið leikti Symfoni nr. 1
eftir Sunleif Rasmussen fyri fullsettum sali
Lesið í morgin: Frits Johannesen umrøður
Oceanic Days
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 66 - 4. apríl 2000
Oceanic Days
Pól
Jákup
Thomsen,
Føroya
Symfoni-
orkestur,
handaði
Sunleifi
gávu
Tónaskaldið og dirigenturin. Sunleif Rasmussen og Bernharður Wilkinson fingu
blómur handaðar eftir konsertina
Ummæli
BJARNI BERG
MYNDIR: JENS K. VANG
Konsert í Norðurlandahús-
inum fríggjadagin 31. mars
2000, við Sinfóníuhljóms-
veit Íslands. Dirigentur:
Bernharður Wilkinson, so-
listur Anna Elisabeth Klett.
Skrá: Galdra Loftur eftir
Jón Leifs, klarinett konsert
í A-dur K. 622 eftir W.A.
Mozart og Oceanic Days,
Symfoni nr. 1 eftir Sunleif
Rasmussen.
Fyri meg var hetta viku-
skiftið serliga hendingaríkt.
Frammanfyri stóð vitjanin
av íslendska symfonior-
kestrinum, bara tað er í sær
sjálvum er eitt stórt og
serstakt upplivilsi fyri meg.
Forvæntningarnir til kon-
sertina fyri meg og fleiri við
mær gingu mest út uppá
okkara nýggju og einastu
symfoni, sum nú í trý ár
hevði ligið tigandi í skuff-
uni hjá Sunleifi í Taastrup.
Restin av skránni varð ikki
kunngjørd fyrr enn seinni.
Tó hevði eg latið mær for-
talt fyri umleið tveimum
mánaðum síðani at Anna
Klett skuldi vera solistur, og
tað gleddi eg meg eisini
almikið til.
OOOTó tær størstu forvæntn-
ingarnar hjá mær vóru
symfoni nr. 1 hjá Sunleif
ella symfoni nr.1 hjá før-
oysku tjóðini.
OOOHetta bar nakað óbe-
skriviliga undarligt við sær,
at okkum skuldi ognast eina
symfoni, sum annars bert
tær stóru tjóðirnar úti í
verðini megna - eins og ein
fremmandur fuglur, sum
boðar frá nøkrum nýggjum,
men sum eisini kann geva
okkum eina kenslu av ó-
tryggleika.
OOOMen hví ikki ?? Vit hava
fyrr brotið upp úr nýggjum.
Einaferð var Makedonarin
nakað heilt nýtt og áður
óroynt, var ikki eisini Sjeyk
tað og Atlantic Airways ??!!
Jú vit kunna eisini. Vit hava
fólk til tað, bara tey fáa
møguleikan. Kanska verður
fullveldi tað næsta.
OOOTað var fleiri ferðir boða
frá, at symfoniin skuldi
framførast í 1998, í 1999 og
so endiliga var veruleikin
frumframførsla í 2000.
Symfoniin fyrst
Eg sat sum á nálum og
royndi at súgva til mín
hvønn tóna, hvørt ljóð,
hvørja rørslu og hvørja solo,
har var so nógv at lurta eftir,
at ógjørligt var at taka alt
til sín eftir eina framførslu.
Eg hoyrdi eitt stórt or-
kesturverk á altjóða støðið,
við einum modernistiskum
dámi, sum kann framførast
alla staðni í verðini.
OOOOceanic Days? Jú, tað
passaði. Eg kendi ein dám
av at vera á sjónum við at
uppliva tær margbroyttu
klangfasadurnar ígjøgnum
orkestrið, væl kryddað við
percussion, synthesizarum,
off stage tónleikarnum og
surroundeffektum.
OOOEitt sera úttrykksfult verk,
ella sum onkur nevndi tað,
neoimpressionistiskt.
OOOEin nútíðar symfoni hevur
ikki tað sama innihald,
tematiskt ella melodiskt,
sum vit kenna tað frá klass-
isku ella romantisku tíðini.
OOOHvørji symfonisk eyð-
kenni eru so hjá Sunnleifi?
Í hvussu so er eitt stórt sym-
foniorkestur, tríggjir satsir,
gjøgnumført tematikst ar-
beiði, ein seintgangandi
annar satsur og ein dámur
av eini finalu ímóti endan-
um, fyri at nevna nøkur
dømi.
OOOStruktururin í verkinum
var fjøltáttaður, stundum
einkul homofoniskur, aðrar
tíðir polyfoniskur og stund-
um merktur av surialismu.
Stílurin er seinmodernist-
iskur í tónamálinum, har t.d.
dur og moll akkordir gjarna
mugu fyrikoma, meðan t.d.
tær flestu klangeffektirnar
eru vanligar fyri 20-aldar
tónleik.
OOOTað sum var serstakt og
serliga effektfult og væl-
eydnað hesum viðvíkjandi,
var surrround effektin,
hetta, at ljóðið ferðaðist runt
í rúminum. Eisini góvu
synthesizaraljóðini tí sym-
foniska klanginum eina
heilt nýggja og effektfulla
dimension, umframt lítli
smakkurin í triðja satsi av
sangi, meðan strúkararnir
spældu, var yndisligt og
effektfult.
OOOModernistiskur tónleikur
kann vera ringur at fylgja
og skilja, tí vit sum áhoyr-
arar mangla nøkur ele-
mentir í okkara máta at lurta
uppá. Eitt tema t.d., helst
sangbart, sum vit kunnu
fylgja ígjøgnum verkið og
sum fyri áhoyrarar ger, at
verkið upplivist sum ein
heild.
OOOSymfoniin hjá Sunleif var
einki undantak í so máta.
Tema,
soloir,
klangir,
effektir so fragmenterað, at
ringt er at finna tað, sum
bindur verkið saman, ger
tað til eina heild. T.d. staðið,
har strúkararnir sungu. Tú
reageraði bara - meir syngið
meir. Nei, bert ein lítlan
smakk, so víðari til nakað
annað. Tað, sum bant verk-
ið, saman var tað stóra og
margbroytiliga klangkan-
vassið, sum ongantíð var í
frið og sum ongantíð gav
tær frið..... »fyrr enn tú lást
við kai....« endiliga friður.
OOOUpplýsingar Sunleifs um
nýtslu av føroyskum kvæða
og sálmaskatti kann tykjast
villleiðandi fyri áhoyrarar-
an, sjálvt um hann týðuliga
undirstrikar, at føroyska
tilfarið ikki beinleiðis kann
hoyrast.
OOOVið hesum upplýsingum
í bakhøvdinum, vil áhoyr-
arin ótilvitað tvinga seg at
royna at hoyra kvæði ella
sálmasang.
OOOFyri meg er verkið avgjørt
í altjóða stíli heldur enn
føroyskum. Tað ber brá av
tí tivandi, óróliga, urbana
lívinum. Eins og í verkum
eftir italiumannin Bruno
Maderna, har spælt verður
upp á allar streingir í or-
kestrinum í víðastu merk-
ing, sum Sunleif eisini ger.
Hetta er okkar fyrsta sym-
foni. Hjartaliga tillukku við
tí Sunleif Rasmussen. Tú
hevur við hesum verkið sett
ein nýggjan dagsordan fyri
føroyskt tónasmíð. Nú er
bara ein leið fram eftir fyi
teg og verandi og komandi
føroysk tónaskald, og tað er
at ríka enn meira um før-
oyska tónalist, har eisini
stórverk eru ímillum.
Upplivilsi
Á skránni var eisini Galdra-
Loftur eftir íslendingin Jón
Leifs, sum er sermerkt
tónaskald. Hann leitaði eftir
einum
ramíslendskum
tónafalli, sum ikki mátti
líkjast nøkrum øðrum í
heiminum. Av somu orsøk
upplivdi hann fá av sínum
verkum framførd í sínum
heimalandi. Tey seinnu
árini er tó birt nýt lív undir
áhugan fyri verkum hans-
ara.
OOOTað var eit stórt upplivilsi
at hoyra íslendska sym-
foniorkestrið framføra hetta
verk. Tú fekk eina kenslu
av, at hetta var teirra egna,
og fólk yvirhøvur dámdi
hetta verkið sera væl.
OOOTað hevði eg ikki væntað,
tí tónlist Jón Leifs er so
serstak og púra ókend fyri
føroyingum. Kann tað vera,
at brøðratjóðirnar hava ein
felags grundtóna sum ger,
at vit á ein serligarn hátt so
væl skilja hvør annan.
Liggur tað kanska í kirkju-
klokkunum,
sálmasang-
inum, eiðunum, rungan úr
grøvunum og torusláttinum,
sum nevnt í skránni?
OOOSíðst, men ikki minst, er
tað eins stórur heiður fyri
Onnu Elisabeth Klett, at fáa
loyvi at spæla eitt av kend-
astu og fremstu verkum fyri
klarinett saman við íslend-
ingunum. Vit eiga at verða
stolt av at eiga fólk, sum
kann bjóða seg fram til eina
slíka uppgávu.
OOOAnna spældi klarinett-
konsertina við ósvikaligum
tekniskum
tryggleika,
klangligum og musikalsk-
um varierandi spæli. Anna
hevur ein serligan vakran,
mjúkan klang og ein ser-
ligan varierandi dynamikk,
har hon stundum fer heilt
niður í tað næstan óhoyri-
liga. Innímillum vantar tó
rætningur í veiku setning-
unum og Anna gloymir at
imponera áhoyraran tá høvi
býðst. Men tað ger hon hin-
vegi við sínum sjarmerandi
rørslum.
OOOAnna Klett er eftir mínum
tykki ein av okkara bestu
solistum, sum hevur eitt
umfatandi tónleikavirksemi
í Danmark. Nýliga var hon
solistur onkrastaðni í Russ-
landi, har hon framførdi
eina klarinett konsert.
OOOTað er uppgáva tykkara,
kæru fjølmiðlar, at fylgja
við slíkum fólki til gleði fyri
okkum
lesarar/lurtarar/
hyggjarar. Gloymið ikki, at
hetta eisini er søguligt tilfar
til komandi ættarlið.
Tað er stórt upplivilsi fyri
meg hvørja ferð, ið ís-
lendingar koma higar at
spæla. Tit sum stíla fyri,
gerið hetta til ein fastan tátt
í einum mentanarligum
samstarvi við brøðratjóð
okkara.
OTakk til íslendska symfoni-
orkestrið og takk, Bernharð-
ur Wilkinson, fyri fantast-
iska leiðslu.